Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 18. juli 2002 15 Svend Wiig Hansen v. fl. og teir expressivu ella ex- pressivu súmbolsku sum hjá td. Ernst Zeuthen sum dominera. Her eru nøkur dømi uppá Gullaldarlistina og tess brúk av motivi (J. Skovgaard ), men als ikki nóg nógv til at geva nakra álitandi ella víðari sjón fyri søgn. Stuttligt er tað tó at síggja myndir av Holgar Drachmann, sum var málari, áðrenn pennurin tók sær av bylgjunum. Miðøld er als ikki tematiserað - og sýningin hevur sostatt kronologiska og listarsøgu- liga nógvar visuellar manglar.. Men lat okkum døma út frá tí sum er, tí hvør man finna rósur har ongar rósur vaksa. Tað expressiva, sum vinkulin gevur gevandi úrslit í sambandi við eina intensa mynd av grafikar- anum Palle Nielsen. Við eitt varnast tú hvønn týdning vatnið hevur fyri tann listamannin, sum vit annars seta í samband við stórbýin - og Piranesi - líknandi Roma-visióner. Gott nokk hevði eg lagt til merkis, at mytiska áin Styx, sum man skal yvirum á veg til Hades, spældi eina rollu í hansara víðagitnu "Orfeus og Eurydike"- seriu, men við eitt varnast man, at hann eisini lívið ígjøgnum hevur havt evni "vatn" og "hav" sum motiv. Og tann leiðbeinandi teksturin greiðir frá, at tað stavar frá, at hann sum barn hevði "Oslo" -bátin liggjandi við bryggju uttanfyri vind- eygað í Keypmannahavn - og Oyrasund sum sítt útsýni - eitt tað fyrsta motivið, hann fór í holt við. Havið sum upphav til alt lívið - er hjá Palle Nielsen knýtt at apokalyptiskum visiónum.. Úr seriuni "Katalog", eitt verk í teknu- seriukendum sniði gjørt við tuschpenni við ikki minni enn 800 einkultmyndum (finnast á býarbókasavnin- um í Havn!), møta vit kríggi í númótans teknolog- iskum hami. Á sama hátt sum á dreingjatekningum síggjast flúgvarar - hangar- skip í hørðum bardaga. Eg vil lata Mikael Wivel fáa síðsta orðið - eftir at hann á hugtakandi hátt hevur greitt frá seriuni - og trúgvur móti søgugongdini í myndunum hevur fylgt einum hangarskipi niður á havsins botn: "Til slut lægger det sig til hvile på bunden, sandet hvirvles op, og hvaler samler sig nys- gerrigt omkring det. Med langsomme, rolige bevæg- elser glider de under- søgende hen over skroget, hvor helikopterne ligger med knækkede vinger, og hvor kanonerne omsider er blevet tavse. Hvalerne vinder, siger Palle Nielsen - eller måske snarere: vandet vinder" (s. 164 i "Vandets vælde"). Ein boðskapur sum tíanverri ongantíð verður óaktuellur - hevur júst hoyrt tíðindi um sam- anbrestin millum Norður og Suðurkoreanska, hvar man sókti skip, sum var tað eitt spæl. At fara yvirum ánna eftir vatni? At vitja Kunstcentret Silke- borg Søbad tykist kanska at fara um ánna eftir vatni, men er man í Jyllandi í feriu vóni eg, at vegurin verður lagdur framvið framsýningina - tí hon er tað verd og ein verð er til uttanfyri Louisiana, tá tað snýr seg um dygdargóða og avbjóðandi nýmótans list. Liggur tað ikki fyri, kann man ogna sær katalogi "Vandskel - Vatershed" (redaktion Erik A. Nielsen og Iben From kr. 225 ) - sum er eitt megnarverk - og átti at verðið ummælt fyri seg. Tí her finnur tú nógvar djúptborandi og eggjandi greinar út frá einum hópin av sjónarmiðum t.d reli- giøsum: "Selvfølgelig hører vand og dåb da sammen!" (Helle Holst - cand. mag í religionssøgu og listsøgu)), Mentarligar "Vand og bade- liv i moderniteten" (Niels Kayser Nielsen - lektor við Århus Universitet í søgu). Siðsøguligum sjónarháttum í td. "Midtjysk folketro" (Mads Lidegaard - rithøv- undur)), og umframt tær báðar greinirnar, sum eru siteraðar av mær, klassiskar listsøguligar greinar t.d. "Romerske fontæner" (av Mogens Nykjær, lektor við Listsøgu í Århus). Men lukkuvís er eisini givið pláss til en politiskan uppsang - sum fráfarni um- hvørvisráðharrin Svend Auken stendur fyri í ein sjálvatfinningasamari grein "Det rene vand", har hann m.a. vísir á, at vit (Vestan- fyri) enn ikki hava lært okkum at ansa væl eftir vatninum sjálvt um vit "ved bedre, og vi har råd til at gøre noget". Hvussu gekst við dálkingini av okkara "grísavík" (Sandagerð) - kundi tú av røttum spurt! At enda uggar hann tó, og eg lati hansara "góðu vón- ir" standa sum ein útgang av hesum ummæli. . . Um bardagan fyri reinum vatni sigur hann at enda soleiðis: "Der er noget opmuntrende ved, at nogle af klodens mindste lande kan gøre en forskel, når det drejer sig om nogle af klodens største problemer. De store lande er ofte store i kraft af våben, penge og magt - sjældent i kraft af indsigt, varme og generøsitet". Tey, sum als ikki hava høvi at vitja framsýningina, kunnu klikka seg inn á www.silkeborgbad.dk og Aqua ferskvands museum á www.ferskvandscentret.dk/ aqua. Góða Ferð ! Krystal framkallað av japanskum fólkadansi Krystal eftir eini bøn 15 14 Nr. 135 - 18. juli 2002 fram bæði vanligar um- hvørvismyndir frá heim- landi sínum (samanspælið millum ís/vatn/speglingar) í ymsum teknikkum- og installatiónum. Tilfarið í einum av høvuðsverkunum er ein røð av hvalabeina- grindum - ryggjargeislum - málað bert við svørtum og bláum - maskukendum andlitum - stillað í ein runding á stórum jarn- stongum fest í steinum. Heitið er "Flúgvandi hval- ir" og man fær beinanvegin eina hóming av "kult" og "ritur". Er tað eitt offurstað ?- ella ganga vit á gøtunum í Nuuk? Eru vit á einum gravplássi fyri eina veiðu- mentan sum hvørvur? ella ímyndar hon ta gomlu grønlendsku trúgv uppá eydnudjór? Nógvar tulk- ingar eru møguligar. Millumrúmið millum stongirnar og arbeiðið við støddum vísir eina listar- kvinnu, sum dugir meira enn at vera granni við havið. Týdningurin í mun til evnið "vatn" er innlýs- andi: inuit-mentanin hevur verið og er knýtt at veiðu- eydnu og støðutakan til havið uttan at man nágrein- liga kann peika á "boð- skapin" í verkinum... Tað er í hvussu so er nakað tað besta eg havi sæð av henni nakrantíð, og eg kundi ynskt, at eitt sovorðið stórfingið verk hevði fingið innivist á "okkara" evnis- framsýning "Hunters in the North". Myndadópurin Tann heilt stóra dópin - har sum tíð og stað vóru upployst og eg bókstavaliga svam myndarliga runt, var í installatiónini "tonight the house blew open", 2000 av Birgitta Lund, f. 1964, sum ein detalja er víst av her á síðuni. Sum titulin eisini greiðir frá, kemur ein heilt surreal- istisk og dreymakend verð til sjóndar. Ikki tí: sjálvt motivini eru realistisk, men í heildini virka tey ævin- týra- og filmskent. Birgitta Lund hevur fylt eitt rúm upp við stórum súltigløsum - upphongt við ymsum millumrúmum, og hæddum, soleiðis at tú sum áskoðari sjálvur má fara runt um - ella fylgja gløs- linjunum, sum ikki eru jøvn. Gløsini eru fylt við vatni -og niðri í vatninum sært tú í hermetiskt stongdar plastikk-chartek- líknandi -posar við ymsum litfotos av andlitum - kropsrørslur - tableuer: ein persónur sitandi á einum stóli - familjan við døg- urðaborðið etc. Tað yvir- veruliga í myndarøðuni er tað optiska spælið sum vatnið skumpar undir. Effektin er onkusvegna filmisk og still-leben sam- stundis og gevur eisini óhugnaligt hugmynda- samband við formalin- præparatum. Myndaúrslitið minnir ikki sørt um sløraðar scenir frá einum Kieslowski-filmi. Her sær man - frá eini listakvinnu sum eg annars onki veit um - at vatnið sum vatn so at siga kann brúkast til at endurnýggja og opna eyg- uni fyri teimun potential- um, sum liggja í einum av okkara mest týdningar- mestu elementum. Eitt dømi um at eitt "konsept" - bara tað er nóg nógv gjøgnumhugsað og kenslu- borið - kann føra út á tað víðað listarliga hav. Ein heilt onnur "til- gongd" sæst í arbeiðinum við vatnkrystallum hjá japanaranum Masaru Omoto - sum eisini fekk brimið upp í meg - sjálvt um hansara framsøgn sam- anborið við áðurnevntu Birgittu Lund var nógv meira minimalistisk og beinleiðis vísindaliga-ob- jektiverandi. Kjarnan í hansara verki - og sum man lesur meiri um í bókini hjá honum "The message of Water"(1999) - eru royndir við vatni frá ymsum støðum útsett fyri ymsa ávirkan, sum verður fotograferað í krystalformi undir mikroskopi. Ein faktorur, sum hann hevur gjørt eksperimentir við, er t.d. at síggja, hvussu vatn reagerar tá tað verður útsett fyri tónleiki! Framsýningin gevur í stórum litfoto-planchum dømi uppá hetta arbeiðið - og man verður hugtikin av tí stóra stillføra vakurleika eitt sovorðið "cross-over" millum list og granskning gera teg vitni til. At ganga við eygunum heft at hesi mega-forstørring av mikro- myndum á vegginum á tí einu síðuni - og sýnið ígjøgnum panorama-vind- eyguni - hinumegin Ørnsø vatnið - er sum ein endur- spegling og ásannan av romantiskari fatan av, at verðin og nátturan hava sál. Hvussu so er ella ikki: tað eydnast Emoto at skapa kontemplatión - umhugsan av okkara liviumstøðum og tætta sambandi við vatni. Sum endurgivin í myndini av "Krystaldannelse frem- kaldt av japansk folkedans" og "Krystaddannelse efter en bøn" eru vakurleiki og djúphugsan evni hjá hon- um. Men eg skal ikki dylja fyri, at hann eisini hevur humoristiskan sans. Far sjálvur og hygg hvussu Elvis Presleys "Hart breake Hotel" verður myndarliga transformerað!! Stilt áðrenn storm Samansjóðingin av tónleiki, vatni og myndum fer eisini fram í einum "meditatiónsrúmi" við heit- inum "Stille før storm", 2002. Tað er komponisturin Palle Mikkelborg og Gert S. Sørensen, sum hava ljóðdesignað eitt rúm við "náttúru/musikk/ljóði" við spakuligum grundtóna. Á filmskýggjanum í einum skýmligum rúmi síggjast myndir av havinum í ymiskum stadium og á veggunum fotos av havi og himmali av Kirstin Klein (eisini kend fyri sínar framúrskarandi fotos úr Føroyum), og fleiri av myndunum stava frá havinum útfyri Bornholm. Alt í alt eitt stilført rúm, har tú følir "tær stóru kreftir, sum mugu, vilja og - skulu koma", sum Mikkelborg sjálvur hevur sagt er hugs- anin aftanfyri verkini. Her hvílur ein Mikkel- borg- Miles Davis atmo- sfera í luftini, og so løgið tað ljóðar, so harmonerar tað við myndaheimin. Tað er sera heppið, at tað er tað meiri eyðmjúka ístaðin fyri tað Wagner-dramatiska - tilgongdin sum ofta sæst, tá tað snýr seg um havið. Rúmið - installatiónin hjá Mikkelborg/Klein er á mangan hátt meiri "tradi- tiónelt" enn annað á fram- sýningini, men eisini bein- rakið í at vilja ta fagur- frøðuligu formskapanina, og tað gevur úrslit. Tað eydnast at skapa eina heild burturúr ljóði, tónleiki og myndum - sum víðkað um bæði framsóknarháttirnar. Og tað er sagt av einum áskoðara, sum sjáldan upplivir, at tónleikur gevur týðandi ískoyti til mynd- irnar. Frá marinu-máln- ingar til tekniseriu At mála havið, vatnið er eitt gamalt motiv - og ein annar týðandi partur av fram- sýningini lýsir hesa síðu av norðurlenskari list. Lat tað vera sagt stutt og greitt - her eydnast tað ikki nærum so gott sum í restini av sýningini. Óivað tí avbjóðingin er ov stór og evnið ringt at avmarka. Sum áskoðari følir man alla tíðina, at nakað manglar - og úrvalið er ikki sørt tilvildarligt. Rætt skal vera rætt: her eru perlur sum sjáldan síggjast undir sama taki: td. Willumsens "Naturskræk. Eftir stormin", 1916 , sum við sínum súmbolsku myndamálum er blivin eitt ikon fyri farna øld - og fleiri spennandi málningar av ljósinum av t.d. Niels Larsen Stevns, hvørs máln- ingar ofta eru dømi um, at "Verdens Lys" glimter fra bølgerne og vidner om, at Gud er til stede i alt levende", sum Wivel tekur til í síni umrøðu av júst hesum málara. Annars er tað Jens Sønd- ergaard, Oluf Høst, Sven Havsteen Mikkelsen, Kirsten Klein: Landslag. Fotomynd Framhald av síðu 13 C M Y K 14