hósdagur 18. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 18. juli 2002
17
Nýggjur Seat Ibiza er
komin á marknaðin.
Bilurin, ið hevur
smart og spennandi
design, fæst við bæði
bensin og TDI
dieselmotorum.
Innan teknisku
menningina er nýggi
Ibiza ein sera
framkomin bilur
BILAR
Magnus Gunnarsson
Við tað at VW konserin nú
eigur sponsku Seat verk-
smiðjuna, eru talan um VW
bilar við sjálvstøðugum
modellum og búmerkjum.
Nýggi Ibiza er bygdur yvir
sama plattform sum t.d.
Skoda Fabia. Ibiza hevur
sjálvstøðugt design, og
samlikvaliteturin er heilt í
topp. Framkomna undir-
vognsskipanin, saman við
elektrohydraulisku servo-
stýringini, gevur bilinum
sportligar koyrieginleikar
og eina sera stútta og bein-
leiðis stýring.
Hópin av eykaútgerð
Ibiza fæst við tveimum
bensinmotorum við ávika-
vist 64 og 75 hk. Diesel
motorarnir eru eisini tveir í
at velja, báðir eru 1,9 TDI
við ávikavist 101 og 130
hk. Ibiza verður gjørdur í
útgávum við 3 og 5 hurð-
um. Hvat komforti og út-
gerð viðvíkur eru hesar
útgávurnar at velja í: Stella,
Sport Signo. Bilurin kann
leverast við hópin av eyka-
útgerð, so sum fartpiloti,
klimaanleggi, leðursetrum
(bert til Sport Plus), el-
sóltaki og Xenon lyktum.
Nr. 135 • hósdagur • 18. juli 2002 • 76. árg.
Konseptbilurin
Seat Salsa, ið fyrstu
ferð varð alment
sýndur fram á
Geneve Motorshow
í 2000, verður
væntandi til ein
nýggjan Seat Leon
um tvey ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
Seat Salsa er enn ein
konseptbilur, men nógv
bendir á at avloysarin
fyri Seat Leon, ið kemur
á marknaðin í 2004,
kemur at síggja nakað
soleiðis út. Bilurin verð-
ur bygdur yvir sama
plattform
sum
teir
komandi Audi A3 og
VW
Golf.
Konsept-
bilurin hevur ein 2.8
litur V6 motor við 250
hk og Tiptronic automat-
iskum girkassa. Tá bil-
urin kemur á marknaðin
sum Seat Leon, verður
tað eisini við 1,4 litur,
1,6 litur og 2,0 litur
motorum.
Salsa verður væntandi
til Seat Leon í 2004
Seat Ibiza 1,4 16V 3/h
Motorurin
1,4 litur 4 syl. bensin 75 hk
0-100 km/t
13,3 sek.
Bensinnýtsla
15,4 km/l (blandað koyring)
Stødd og vekt
Longd
395,3 cm
Breidd
169,8 cm
Hædd
144,1 cm
Eginvekt
1075 kg
Prísur
kr. 148.000,-
Søluumboð:
Bilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin langi
FO-188 Hoyvík
Tel.315354
www.audi-vw.net
Seat Ibiza – smart og
sportligt design
Seat Salsa er ein smartur bilur. Um Seat Leon kemur at
síggja soleiðis út, verður hann ein góð søluvøra
Innan er alt í sportligum stíli. Instrumentini líkjast teimum á VW, meðan
instrumentborðið hevur sítt egna design
Øssur Johannesen, stjóri á
Bilasøluni v.Øssur
Johannesen, og Erik Blacha,
stjóri í Skanco A/S, ið
innflyta Seat bilar til
Danmarkar, sýna her fram
nýggja Seat Ibiza
Sølu og innkeyps-
stjórin hjá donsku
fyritøkuni, LHG
Group A/S, ið eisini
framleiða SUVO
rustverju, kannar
møguleikarnar fyri at
einum SUVO rust-
viðgerðarstøð í
Føroyum, ið hann
heldur at tørvur er á
RUSTVIÐGERÐ
Magnus Gunnarsson
LHG Group A/S er ein 30
ára gomul donsk fyritøka,
ið sjálv framleiðir 300 tons
av SUVO rustverju árliga
til bilar og til ídnaðin. Um-
framt hesa framleiðsluna
endurnýta teir 250 tons av
rustverju árliga. Tað gongur
fyri seg á tann hátt, at
yvirskotsrustverjan,
ið
rennur burtur, tá ein bilur
verður
rustviðgjørdur,
verður endurnýtt til eitt nú
undirvognsviðgerð. Um-
framt at framleiða útgerð til
bilvinnugreinina, framleiða
teir eisini sproytuútgerð til
ymiskar ídnaðargreinar. Til
dømis at sproyta glasur
uppá smákøkur, sproyting
av printplátum og rust-
viðgerð av ymiskum sløg-
um. Í Danmark geva teir
upp til 15 ára gjøgnum-
teringsgaranti uppá rust-
verju av nýggjum bilum.
Benny Pedersen er sølu og
innkeypsstjóri hjá donsku
fyritøkuni LHG Group A/S
Mondeo við
42 volt
Delphi Corp. í USA og
Ford Motor Co. sam-
starva um eina dupulta
battarískipan, ið er
ávikavist 12 og 42
volt. Skipanin verður í
løtuni
royndarkoyrd
við nøkrum Ford Mon-
deo stationvognum í
Týsklandi
Kelda: Motor Magasinet
Volvo
dukkur
Volvo Car Corporation
hava gjørt heimsins
fyrstu dukkur, ið eru
við barn, til teirra
krasj-testir. Endamálið
við hesum dukkum er
at
kanna
hvussu
mamman og barnið
reagera uppá airbag og
trygdarbeltið í einum
samanstoyti
Kelda: Tíðindaskriv frá Volvo
Personvogne Danmark A/S
Toyota og
Honda
Tær seinastu J.& D.
Power rapportirnar, ið
geva bilverksmiðjun-
um á nógvum ymisk-
um marknaðum kvali-
tetskarakter, upplýsa,
at kvaliteturin í bil-
ídnaðinum er betraður
við umleið 10 prosent-
um seinasta árið. Best-
ir í teirra kanningum
hesaferð vórðu Toyota
og Honda
Kelda: Motor Magasinet
Danska ríkisløgreglan
er blivin ávarað av
sínum týsku
starvsfeløgum um
vandan fyri ráni á
rastiplássunum
framvið týsku
motorvegunum
KOYRING
UTTANLANDS
Magnus Gunnarsson
Síðan 1997 hava nógvir bil-
førarar og onnur ferðandi
verði atsøkt av ránsmonn-
um, ið hava tikið teirra
ognarlutir, meðan bilarnir
hava staði á týsku rasti-
plássunum. Hetta er gald-
andi fyri øll sløg av bilum,
frá persónbilum til camp-
ingbilar. Ránsmennirnir, ið
fyri tað mesta koma úr
Suðurevropa, gera mest um
seg um næturnar, tá teir
bróta inn í bilarnar og stjala
pening, kreditkort, fartele-
fonir og aðrar virðislutir.
Týska
løgreglan
hevur
styrkt um eftirlitið við
motorvegirnar og rasti-
plássini. Tað sum bilførarar
og tey ferðandi skulu ansa
eftir, er, at læsa bilin og
minnast til at allir rútarnir
eru afturlatnir, at goyma
virðislutirnar ella hava teir
hjá sær. Eisini ber til at seta
alarmskipan í bilin. Set
altíð bilin á væl upplýst
støð á parkeringsøkinum.
Tey, sum koma út fyri at
herverk er framt móti
teimum, skulu siga frá á
alarmtelefonini hjá týsku
løgregluni.
LHG Group - framleiða og
endurnýta SUVO rustverju
Týska løgreglan ávarar ímóti
ránsmonnum við rastiplássini
Týska løgreglan hevur styrkt
um eftirlitið við
motorvegirnar og
rastiplássini
SUVO búmerki
Her vísir
Benny
Pedersen
hvussu
SUVO
rust-
verjan, ið
teir sjálvir
framleiða,
skal
brúkast
C
M
Y
K
17
16