leygardagur 27. januar 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 7 — 27. januar 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Grundarlagið
NÝGGJA landsstýrið er nú valt og
vit hava eisini sæð á hverjum grund-
arlagi samgonguflokkarnir skulu
halda fram samarbeiðið. Í høvuds-
heitunum er semja um at halda fram
við ti politikki, sum førdur hevur
verið seinastu árini m.a. vid ti høv-
uðssetningi at fera út í lívið tær sam-
tyktir sum gjørdar vóru á ymsum
økjum undan løgtingsvalinum.
TAÐ ER soleiðis eingin beinleiðis
nýggjur setningur í framhaldinum,
sum kanska ikki var væntadur
frammanundan, tí samstarvið millum
hesar triggjar flokkarnar kann sjálv-
sagt ikki byggja á annað, enn tað sum
meira og minni full semja er um sam-
bært flokksskráirnar.
MEN TO eru fleiri størri og týðandi
samvinnuøkir, sum vit fáa høvi til at
venda aftur til, ikki minst verður tað
úr at gera hjá hesum landsstýrinum
at leggja til brots fyri einum politikki,
sum framhaldandi kann tryggja før-
oyingum gott arbeiðsgrundarlag við
skapan av umsteðum, sum allatíðina
kunnu tryggja okkum arbeiði til allar
hendur.
SJÁLVSAGT kemur tíðin at vísa,
hvussu langt flokkarnir koma í sínum
fyrisetta setningi, men framvegis
verður tað ein hevuðsuppgáva at
varðveita so góðar veiðumeguleikar,
sum yvirhøvur gjørligt og tað verður
neyðugt at leggja doyðin á at virka
dúgliga á øllum økjum, tí hverja ferð
vit verða meira skerdir í virkisræsun-
um úteftir, er neyðugt at byggja upp
nýggjar møguleikar á oðrum grundar-
lagi. Ti verður tað ein rættulig av-
bjóðing hjá landsstyri og løgtingi at
fara til verka, at leggja til brots fyri
nýggjum leiðum eisini í landbúnaði,
idnadi og á annan hátt.
AAL LL AL LAA TLttA—TÆ—T——n——m—mm2<gX
TÁIÐ SÁLARLÍVIÐ GERST SJÚKT
— BÓKIN »KAMERAT JESUS:
Syndarligt var at síggja í
Dagblaðnum í dag, hvat
føroyingur fær seg til at
nýta móðurmál sitt til —
við at umseta til føroyskt
hesa omanfyri nevndu
bók, ið ætlan tykist vera
um at fáa út her í Feroy-
um.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Bókin vekur — bert við
sínum freka heiti og teim-
um lýsingum av innihald-
inum, sum eru komnar
fram i bløåunum — eina
slika andstygd hjå øllum
kristnum fólki, at tað
kennist sum er hetta
stersta skomm, sum er
gjørd móti móðurmáli
okkara — og stersti skaði,
sum kann vera okkara
uppvaksandi barna- og
ungdómsliði fyri.
Her kann einans vera
talan um eitt avskeplað og
sjúkt sálarlív aftanfyri.
Ein ætlað og miðvis nið-
urbrótandi oyðing gjøgn-
um eina óndsinnaða ATE-
ISMU.
Henda bók er eitt ljótt
og rátt álop á alla kristna
trúgv yvirhevur, og hetta
má hvert einasta trúgv-
andi menniskja gera sær
púra greitt — og taka
stødu hareftir.
Ein glotti i hesum ó-
hugnaliga myrkri er tó at
síggja tey mótmæli, sum
koma fram — eisini frá
fleiri av okkara fólkavaldu
umboðum fyri legting og
landsstýri við mentamála-
ráðharra okkara, D. P.
Danielsen, á odda í Dag-
blaðnum í dag og fleiri
onnur frá fólki i Føroyum.
Men hetta, at mótmæla
i bloðunum í hesi sak, er
tó ikki nóg mikið — held-
ur meira — her mugu vit
føroyingar — allir sum
viðurkenna seg sum krist-
in fólk at vera — krevja av
okkara fólkavalda løgtingi
Vamlist yvir at vita at tilik bók
verður prentað á foroyskum
Soleiðis segði nývaldi løgtingsformad-
urin, Hilmar Beck undir viðgerðini av
bókini »Kammerat Jesus«
Sjåldan hevur so stør
semja verið flokkanna
millum á Feroya Logtingi
sum tá málið um bókina
»Kammerat Jesus< kom
til fyrstu viðgerð hosdag-
in.
Umboð fyri allar flokkar
hevdu orðið og mæltu til,
at vit mótmæla í Norður-
landa Ráðnum, at studn-
ingur er játtaður til tílíka
útgávu á føroyskum. Tað
vóru tvey uppskot komin
til tingið um at mótmæla
útgávuni av »Kammerat
Jesus<. Avgjert var at
viðgera hesi bæði upp-
skotini undir einum.
Skotið varð upp at lata
skúlanevndina fáa málið
til víðari viðgerð. Skotið
varð eisini upp, at ein 6-
heft 6-mannanevnd skuldi
setast at kanna hesa
nevndu bók og annan
lesnaða, sum kemur til
Feroya.
Tingmenn samdir
Áðrenn tingið fór heim
aftur varð samtykt at seta
eina seksmanna nevnd við
umboðum úr øllum flokk-
um á tingi.
Undir viðgerðini vóru
flestu tingmenn á einum
máli um, at henda bókin
ikki eigur at koma út á
foroyskum ella at koma
inn um skúlans gott.
Niðursteðan var tann,
at feroyska mentanin
byggir á eitt kristni
grundarlag, sum bern
okkara eisini eiga at vera
ald upp eftir.
Nývaldi legtingsfor-
maðurin, Hilmar Beck úr
javnaðarflokkinum
spurdi, hvussu barna-
lyndið fór at vera, um
bern lósu hesa bókina í
skúlunum! Hann helt
sjálvur, at bernini fóru at
verða erkymlað og segði,
at hann sjálvur vamlaðist
við hesa bókina.
Annað eigur at
verða bannað
Fleiri av rødarunum hildu,
at nú var meguleiki at
taka allan >problematikk-
in« til umreðu, tí tað var
greitt, at tað kom alt ov
nógvur ólevnaður til Fer-
oya úr grannalandinum
Danmark.
Pauli Ellefsen úr sam-
bandsflokkinum segði, at
vit eiga at viðgera málið
sera gjølla og mælti til, at
nevndin, sum kemur at
hava málið til viðgerðar,
umboðar allar flokkar á
tingi.
Hákun Djurhuus úr
fólkaflokkinum helt fyri,
at vit eiga at bera okkum
skjótt at og ikki lata málið
liggja ov leingi í nevnd, tí
tað er nú, vit eiga at mót.-
mæla. Til hetta segði
Adolf Hansen úr FF, at
málið hevur nógv djúpari
retur, enn bert at umreða
hesa einu bókina og sipaði
til orðatakið, at >Skjótt er
skitið verk.«
Hann helt eisini fyri, at
vit eiga at umhugsa, um
vit skulu vera limir í
Norðurlanda Ráðnum, tá
hetta ráð samtykkir at
lata stuðul til tílíkan lesn-
aða.
Spottar tað,
sum er heilagt
Jógvan Sundstein úr
fólkaflokkinum helt fyri,
at talan ikki bert eigur at
vera um hesa einu bókina.
Hann vísti á, at tað land-
ið, sum letur prentað og
loyvir mest av bæði
pornografi- og blasfemi-
lesnaði og myndum, er
Danmark, sum vit jú eru
tætt tengdir at. Jógvan
Sundstein helt, at ein
nevnd eisini skuldi kanna
øll tey blød og tær bøkur,
sum koma úr Danmark.
— Bókin »Kammerat
Jesus< spottar nakað,
sum vit onnur vanliga
halda vera heilagt, segði
Jógvan Sundstein.
Sverri Midjord úr javn-
aðarflokkinum helt, at tað
var lítil hjálp bert at forða
bókini at koma út á før-
oyskum, tá hon var at
finna á bókasevnum á eðr-
um málum eisini. Hann
helt, at vit á einhvenn
hátt eiga at fyribyrgja, at
og landsstýri, at sent
verður — meguliga per-
sónliga, gjøgnum um-
boðsmann okkara í Norð-
urlanda ráðnum — eitt
hvast mótmæli og ein av-
gjørd avvísan av slíkum
royndum til at troðka inn
á okkum slíka niðurbrót-
andi og sjúka sokallaða
»mentan«.
Verdur hetta ikki til
tyknar tiki3 av hesum
norðurlendska ráð, so
verða vit at lata teir vita,
at her i Føroyum eru vit
helst fleiri enn færri, sum
tá verða at frábiðja okkum
alla samvinnu í allari
framtíð við eitt slíkt ráð
— og tað, ið tað stendur
fyri.
Charles Bærentsen
tilikur lesnaður kemur inn
í landið.
Erlendur Patursson úr
tjóðveldisflokkinum
segði, at hann mundi vera
ein av teimum fáu ting-
monnum, sum hevøi lisið
bókina. — Eg fekk ongan
skaða av bókini, ei heldur
tá eg lesi Dimmalætting
ella Dagblaðið, segði for-
maðurin í tjóðveldisflokk-
inum.
Umboðsmaður
okkara óansin
Landsstýrismaðurin i
mentanarmålum D. P.
Danielsen greiddi ting-
monnum frå, hvussu sjålv
gongdin var i målinum
viðvíkjandi bókini. Hann
segði, at Norðurlanda
Ráðið í 1974 samtykti eina
studningsætlan fyri bek-
ur. Feroyar fáa 9 prosent
av hesum studningi. Til at
býta henda pening er ein
nevnd sett, har ein føroy-
ingur er umbodadur. Nú-
verandi umboðið er Kars-
ten Hoydal, sum er valdur
av landsstyrinum eftir til-
mæli frå Fróðskaparsetr-
inum, landsbókaverðinum
og Feroya Rithevundafel-
ag.
D. P. Danielsen greiddi
víðari frá, at Bókadeildin
hjá føroyska studentafel-
agnum í mai mánaða 1976
sekti um studning til bók-
ina. Játtað var at geva
3000 kr. í studningi til út-
gávuna av Kammerat
Jesus á føroyskum.
Landsstýrismaðurin upp-
lysti, at hesin peningur
var ikki útgoldin á nygg)-
árinum, og er hann tí
burturdottin. Skal hann
útgjaldast, má sekjast av
nýggjum.
D. P. Danielsen helt, at
umboðsmaður okkara í
nevndini hevði verið óans-
in.