Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. januar 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 27. januar 1979 sosialurin Síða 5 Stovna fiskivinnuråd Í innganginum til samgonguskjalið, sum er grundarlagið undir landsstýrissamvinn- uni millum javnaðarflokkin, tjóðveldis- flokkin og fólkaflokkin, verður sagt, at ein meginsetningur hjá samgonguni er at inna í verki tey stórmál, sum stødid varð lagt undir í farna landsstýrisskeiðinum. Her er talan um fólka- og framhaldsskúlalóg, skúla- fyrisiting, landsbanka, í- búðarmál, skattamál, dagpeningaskipan og landbúnaðarútbúgving. Samgongan vil eisini miða iméti at tarna og vinna á inflatiónsvekstr- inum. Hon vil sýna stersta varsemi í almennu peninganýtsluni og lætta um skattabyrðarnar hjá teimum inntekuveiku. Eisini verður sagt, at ellum stættum verður vissað rimuligan part av tjédarinntøkuni og at vinnulivsútbúgvingin hevur til endamáls at tryggja arbeiði til allar hendur. Ráðgevandi fiskivinnuráð Undir táttinum fiskivinna verður m.a. sagt, at eitt fiskivinnuráð skal skipast við umboðum fyri vinn- una. Fiskivinnuráðið skal vera leiðbeinandi og ráð- leggjandi í spurningum um veiðuhættir, skipa- sløg, studningslóggávu, sínámillum veiðurættindi og annars í ellum eðrum fiskivinnumálum. Eisini verður sagt, at dentur skal leggjast á at virka veiðuna á slíkan hátt, at hon fær sterst meguligt seluvirði, sam- stundis sum hon gevur mest meguligt arbeiði. Fyri at útvega allar upplýsingar um rekt og meguliga nýtslu av fiski- rikidøminum, skal hóski- ligt fiskirannsóknarskip útvegast. Dent á bygdar- menningarpolitikk Sambært ti nýggja sam- gonguskjalinum fer lands- stýrið at leggja dent á at føra ein midvisan bygda- menningarpolitikk. Enda- málið er fyrst og fremst at tryggja arbeiði á staðnum til allar vinnuførar hendur fyri at beta um trivnaðar- viðurskiftini. Í hesum feri er ætlanin at økja um idnadariut- byggingina og landbúnað- arframleiðsluna. Eisini skal virkast fyri ektum heima- og småidna3i. Í samband við bygdamenn- ingarpolitikkin verður sagt, at har tað privata fyritakssemi ikki rekkur, kunnu kommunur og landið ganga á odda í hesi útbygging. Medávirkan — Verður almennur egin- peningur settur í vinnu- fyritøkur, skal almenn á- virkanin samsvara hesum, tó so at fólkið á staðnum hevur rimuliga medávirk- an. — Virki, sum hava ser- ligan arbeiðsskapandi týdning, mugu ikki steðga vegna figgjar- ella aðrar kreppur. Landsstýrið fær heimild til at skipa fyri, at raksturin heldur fram, meðan orsekirnar til trup- ulleikarnar og framtidar- møguleikarnar verða kannaðir, verður m.a. sagt um bygdamenning og idnad. Viðvíkjandi skipabygg- ing verður sagt, at hava skipasmiðjur ongar sátt- málar, kann landsstýrið skipa fyri sáttmálum um byggjan av hóskandi skipum. Við serligum veð- halds- og figgjarskipanum skal farmaskipabyggingin stuðlast. Undir handilsmálum er landsstýrið sinnað at stuðla kooperativum sam- tøkum innan innflutning av byggitilfari og skipaút- gerð við iløgustudli ella al- mennum veðhaldum. Somuleiðis er lands- stýrið sinnað at stuðla til- tøkum, sum miða ímóti nýggjum og fjølbroyttum útflutningsmeguleikum. Neyðugt við nýdyrking Um landbúnað ásannar samgongan, at tað er neyðugt at fremja mun- andi nýdyrking, um bún- aðarframleiðslan skal ekj- ast av álvara. Hvussu nógv skal nýdyrkast í komandi fýra ára skeiði, skal tað almenna saman við vinnuni finna út av. Í samgonguskjalinum verður mælt til, at øll, sum hava åhuga fyri land- búnaði, fáa møguleika at bugva seg ut innan hesa vinnu og gera nytslu av hesi útbúgving. Ti skal øll búnaðarjerð vera í nýtslu. Annars verður sagt, at ein nevnd skal viðgera ell viðurskifti innan føroysk- an landbúnað. Eisini skal samvinnan millum al- mennu umsitingina og jarðarráðið nýskipast. Lánigrunnarnir vidkast Undir búskapar- og figgj- armálum verður åsannad, at tað er tørvur á lagalig- um figgingarmøguleikum. Her verður serliga hugsað um fígging til idnadar- útbyggingar. Ti mælir samgongan til at vidka um virkismeguleikarnar hjá núverandi lánigrunn- unum. Um lenarpolitikk verð- ur sagt, at ein politikkur skal rekast, sum minkar um lenarmunin. Annars vil landsstýrið halda á við at samskipa tey ymisku almennu lenarlegini. Viðvíkjandi skattamál- um skal virkast fyri sam- tíðarskatting (keldu- skatti) skjótast gjørligt. Eisini verður sagt, at avskrivingin eigur at koma vinnuni meira til góðar heldur enn at ekja um eginnýtsluna. Endamálið við íbúðar- politikkinum er at skipa fyri at øll fólk kunnu fáa egin hús ella íbúð og sita við teimum. Hetta verður gjørt sambært ta lóggávu, sum varð gjerd í undan- fana skeiði. Viðvíkjandi grund- stykkjaprisinum vil tað almenna virka fyri øktum útboði av byggilendi og reka ein midvisan byggi- búningarpolitikk og fremja býarplanlegging. Eisini skal kollegiubygg- ing stuðlast. Endurútbúgvingar- stovnur Sum nakað nýtt undir al- mannamálum skal ein endurútbúgvingarstovn- ur skipast. Stovnurin skal samskipa endurútbúgv- ingina bæði á sterri og smærri plássum. Hann skal eisini útvega brek- andi hóskandi arbeiðs- pláss. Annars skal ein arbeiðs- loysistrygging fyrireikast. Um pensionistar verður sagt, at hesir kunnu vinna sær størri arbeidsinntøkur uttan at útgoldna pen- ingaupphæddin verður skerd. Eitt serligt brot er um familju-, trivnaðar- og umhvervismál. Her verð- ur m.a. sagt, at virkast skal fyri javnrættindum millum kynini. Rúsdrekkalógin skal endurskoðast og virkast skal fyri at minka um rús- drekkanýtsluna. Eisini skal ein politikkur rekast, sum minkar um tubbaks- nýtsluna. — Tann skjóta útbygg- ingin á sjógvi og landi krevur at miðvísur um- hvervispolitikkur verður lagdur. M.a. verða árinakann- ingar at gera í samband við komandi útbyggingar. Virkað verður við lóggávu fyri at fyribyrgja dálking av havinum og á landi, verður sagt um umhvørv isspurningar í samgongu- skjalinum. Ungdóms- og frítíðarlóggáva Undir skúla- og mentan- armál hevur samgongan ætlan um at gera eina ungdóms- og fritíðarlóg- gávu, sum hóskar til før- oyska samfelagið, og sum hevur til endamáls at geva fólkinum bestu umsteður at nýta sína frítið á ein mennandi hátt. Um list verður sagt, at betur umstødur skulu tryggjast skaldskapi, tón- leiki og sjónleiki. Viðvíkjandi samferðslu- málum verður strand- ferðslan samskipað og út- bygd. Tænastan hja post- verkinum, telefonverkin- um og strandferðsluni verður samarbeidd og eff- ektiviserað. Eisini verður tryggjad, at føroyingar fara undir at reka millum- landaflúgving og hava helmingin í egnum hond- um. Miðvísur kommunal- politikkur Viðvíkjandi kommunuvið- urskiftum skal ein komm- unalur utjavningargrunn- ur setast á stovn sum lið í bygdarmenningarpoli- tikkinum. Eisini skal landið stuðla stovnseting av einum kommunalum lánigrunni, sum í virki sínum skal tryggja, at minni gjalds- orka hjá kommunum ikki forðar teimum í at nýta hendan grunn. Eisini verður miðað i- móti, at studningurin úr landskassanum til komm- unurnar og gjeldini frá kommunum til tað al- menna verða umlegd við tí fyri eyga at gera umsit- ingina einfaldari. Seinast í samgongu- skjalinum, sum er í 17 b rotum, verður undir utt- anríkismálum sagt, at samgongan vil virka fyri, at samtyktin frá 19. au- gust 1970 um hernaðarlig- ar samgongur verður framd. (Samtyktin snýr seg um Nato-steðina). Landsstýrið vil fram- vegis arbeiða fyri javn- bjóðis umboðan í Norður- landaráðnum. Í ellum utt- uttanríkismálum, sum vidvikja Føroyum, lut- taka føroyingar sjålvir i samráðingunum teimum viðvíkjandi og í viðgerð teirra og leiða slíkar sam- ráðingar, verður sagt at enda í samgonguskjalin- um, sum var almanna- kunngjert, tá landsstýrið varð valt eins og fyri fýra árum síðani. kring oyggjarnar Tór fær góða undirtøku Uttan iva einasta em- ballaguvirki i Føroy- um, Tór i Vestmanna, hevur gott eitt år å baki. Teir byrjaðu framleiðsluna um 1. november í 1977 og hava síðani framleitt ymsa emballagu úr plastikki fyri knappar tvær mill. kr. A Tór arbeiða í let- uni 5 fólk, men um summarið, tá nógv er at gera, er arbeiði til 7 fólk. Virkið hevur leig- að seg inn í helini hjá Atlantic Pane. Úr Vestmanna frættist, at tað hevur gingið væl betur at sleppa av við feroysku emballaguna, enn teir hevdu roknað við, tá virkið byrjaði fram- leiðsluna. Tað vísir seg, at feroyingar eru hugaðir at keypa fer- oyska framleiðslu held- ur enn útlendska. A virkinum meta teir seg eisini at vera kapping- arferar við innflutta emballagu bæði hvat vidvikur prísi og dygd. Tervurin á tilikari emballagu, sum verður framleitt á virkinum, tað eru bæði beriposar, frystiposar, sekkir o. a., er rættiliga stórur í Feroyum. Í dag keypa nærum allar heilselur frá plastvirkinum Tór, og ein stórur avtakari Fiskasela. keypir hópin av sonevndum plastørk um, ið verða nýtt í fiskaútflutninginum til USA. Ráveran er tilfarið polyethylen, sum verð- ur keypt í Danmark. Ein tann størsti mein- bogin hjá einum tilik- um idnadi i Feroyum er tann, at tilfarið til lidnu posarnar verður prentað í Danmark. Filmirnir verða síðani sendir til Feroya, og her verða teir gjørdir til og sveisaðir saman. Tað hevði verið ynskiligt, at vit høvdu eina maskinu at gera filmirnar við sjálvir, men hon er heldur kostnaðarmikil. Ein ti- lík maskina til fimm litir = kostar góðar triggjar milál. kr. A Tór siga teir, at umsteðurnar eru ikki alt ov góðar, og at tað hevði verið ynskiligt at havt eini størri hús. Hetta liggur tó nakað frammi í tíðini. Ílegurnar i hava verið mill. kr. Áðrenn teir byrjaðu hevdu teir roknað við, at tað fór at mala runt 1. árið, 2. árið fór nakað til av- skrivingar og 3. árið varð komið í eina fasta legu. Tað hevur kortini gingið betur enn vænt- að. 1. árið er eisini nakað til avskrivingar. er Føroya sum virkid knappa Altjóða barnalegan verður á Sandi Altjóða barnalegan, sum Feroyadeild CISV skipar fyri í summar, verður á Meginskúlan- um á Sandi. Legan verður í døgunum 1.— 25. juli og umframt fimm feroyingar koma bern úr 9 londum, m.a. so fjarskotnum sum Costa-Rica og Filips- oyggjunum. Fýra bern koma úr hverjum landi, tvær gentur og tveir dreingir, og við teimum eitt vaksið fólk, sum er leiðari og eisini tolkur, tá á stendur. Feroyadeild CISV eitur Altjóða Barnalegur og hon varð stovnað fyri tveimum vikum síðani. Tá var ein nevndarlim- ur í norsku deildini, Ketil Lehland, í Feroy- um og var hann eisini á Sandi og hugdi at Meg- inskúlanum. Luttakararnir skula búgva á Meginskúlan- um, men tey fara eisini at gera ferðir til hinar oyggjarnar. * of Le Frá barnaleguni við Koppang i Noregi í fjer, har fimm feroyingar luttóku.