Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. januar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Vinnuskúlarnir taka upp samvinnu Umboð fyri allar vinnuskúlarnar í Fer- oyum hevdu fund í Klaksvík seinasta sun- nudag um støduna hjá skúlunum og teimum útbúgvingargreinum, teir undirvísa i. Á fundinum varð vald ein 5-manna ; nevnd, sum skal skipa ' fyri framhaldandi sam- vinnu millum skúlar- nar. Í nevndina komu Poul Johs. Johansen, Poul Kjartan Bærent- sen, Hedin Samuelsen, Atli Jensen og Asbjørn Joensen. Vilja hava fasta hýru fyri 8 tímar Skiparar og stýrimenn á feroysku farmaskip- unum liggja í sátt- málaloysi. Sáttmálin millum Feroya skip- ara- og navigaterfelag og Reiðarafelagið fyri føroysk farmaskip varð uppsagdur fyri jól. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála hava verið úrslitaleysar. Seinast, parta -nir hittust, tað var mána- kveldið, kom Skipara- og navigaterfelagið við einum ískoyti til upp- sagda sáttmálan, men hesum avvístu reiðar- arnir. Hinvegin samd- ust partarnir um at boðsenda semings- monnum, áðrenn onnur tiltøk verða sett í verk. 6 umsóknir um leiðarastarvið á líkningar- deildini Freistin at sekja um starvið sum leiðari av líkningardeild Tórs- havnar býráðs var úti mánadagin. 6 umsókn- ir komu, 4 år Føroyum og 2 frå føroyingum, búsitandi í Danmark. Umsóknirnar fara nú til likningarnevndina og figgjarnevndina, sum gera hvør sina innstilling. Sidan tekur byrådid stødu til setan- ina, væntandi å fundi tann 8. februar. øm ÆG Kø Skiparar og stýri- menn á farmaskipun- um hava fasta hýru. Teir fáa tað sama, utt- an mun til, um teir ar- beiða 8 ella 16 tímar. Á skipum sterri enn 300 bruttotons fær skipar- in 8.200 kr. um mánað- in, fyrsti stýrimaður 7.000 kr. og annar 6.300 kr. Á teimum minni skipunum er løn- in hjá skiparanum 7.800 kr., fyrsti stýri- maður fær 6.800 kr. og annar 5.900. Sambært ískoytinum, sum Skip- ara- og navigatørfelag- ið kom við mánakveld- ið, skal fost hýra vera fyri 8 tímar um dagin og yvirtíðarpeningur latast fyri tað arbeiði, sum verður gjørt utt- anfyri hesar 8 tímar- nar. sosialurin Nr. 7 — 27. januar 1979 Biðja føroyingar landa í Bretlandi Bretum tervar fisk. Fiskivinnan er ikki longur tann hevuðsvinna, hon var fyri bert nekrum árum síðani. Bretar eru útihýstir av teimum flestu leiðunum, sum teir hava fiskað á í eldir, og nógvir trolarar eru seldir av landinum ella eru lagdir um til aðra vinnu. Hetta hevur gjørt, at lítið av fiski er komið á marknaðin og tí ynskja bretar, at útlendingar avreiða fisk í bretskum havn- um. Skotin Alex Whyth hevur júst verið í Feroyum. Hann vitjaði vinir og kenningar, sum hann hev- ur havt samband við í Aberdeen. Alex er helst kendur millum nógvar fer- oyskar fiskimenn. Tað eru 50 ár síðani, at Alex Whyth byrjaði at ar- arbeiða sum fiskaseljari í Aberdeen. Hann hevur síðani verið føroyskum fiskimonnum, sum eru komnir til Aberdeen til handa í einum og hverj- um. Sosialurin hitti Alex, meðan hann vitjaði á Fiskivinnustovuni úti í Tinganesi. Hann greiðir frá, at hann fyrst og fremst er komin at heilsa uppá vinir og kenningar í Feroyum. Men hann hev- ur eisini eina heilsu við sær úr Skotlandi. Heilsan er frá teimum skotsku fiskakeyparunum, ið hevdu verið fegnir, um fleiri foroysk skip fara at avreiða í skotskum havn- um. — We are desperate for fish, sigur Alex Whyth á móðurmálinum, við eðr- um orðum, bretar vilja gera alt fyri at fáa fisk. Fleiri av teimum bretsku fiskabýunum eru hart raktir av tí minkandi bretska fiskiskapinum. — Alex vísur á, at í bý- um sum Fleetwood eru nærum eingi fiskiskip eft- ir, og marknaðurin er nærum stongdur. Eisini Grimsby og Hull eru í somu steðu. Teir stóru trolararnir verða seldir ella leggja um til aðra vinnu. Her er serliga talan um oljuna frá Norð- sjónum. Meðan ein býur sum Aberdeen fyri bert nekrum fáum árum síðani var fiskabýur burturav, er oljan nú hevuðsvinnan. Men enn kemur fiskur upp á land. Og skotar vilja gjarna hava meira fisk. Alex sigur, at øll før- oysk skip eru vælkomin at avreiða í Aberdeen. Prís- urin er eisini góður og roknar hann avgjert við, at talan ikki bert er um eina avmarkaða tíð. — Feroysk skip kunnu avreiða fisk í Bretlandi alt hetta árið fyri góðan prís, leggur hann aftrat. Uppá fyrispurning um bretar eisini ynskja at fáa upsa sigur Alex, at teir vilja hava tosk og hýsu, men eftirspurningurin eftir venst Myndin er av Alex Whythe og er tikin úti á Tinganesi, tá hann vitjaði herfyri. Alex Whythe byrjaði longu i 1928 at arbeiða sum fiskaseljari. Hann kom í samband við nógvar feroyingar og minnist hann væl tey fyrstu skipini, sum komu til Aberdeen. Tað vóru m.a. Realist og Caralia. Tað var annars serstakliga í kriggsårunum, at Alex kom nógv í samband við føroyingar. Íslendingar hildu jú uppat við at føra fisk til Bretlands. Feroyingar góv- ust tó ikki, og tá sluppirnar hevdu veitt fongin, fóru tær aftur til Feroya fullfermdar við alskyns verum. Tá var Alex altíð fúsur at hjálpa føroyingum. upsa er vaksandi og rokn- ar hann við, at upsin fer at fáa betri prís skjótt. At bretar eru altráir eftir at fáa m.a. føroying- ar til at avreiða í Bretlandi sæst m.a. av, at sjálvt trolaraeigarar hava sagt, at útlendingar kunnu av- eiða í Bretlandi. Alex Whyth sigur, at øll føroysk skip, sum av- reida i Bretlandi, eiga at vera kunnug við viður- skiftini á marknaðinum, soleiðis at fleiri ski ikki selja í senn og á tann hátt oyðileggja fyri hvert ann- að. Allir upplýsingar fáast við at venda sær til fer- oysku umboðsstovuna í Aberdeen. Alex mælir annars før- oyskum skipum frá at fara til Bretlands við fiskinum, meðan verkfall er. —— —З Norðmenn og føroyingar gera snøggan útróðrarbát Fimm skipasmiðjur í Norðurnoregi eru gingnar saman um at gera ein nýggjan bát til heimaut- róður. Eisini feroyingar, sum búgva í Norðurnoregi eru uppi í hesum samar- beiði. Higartil er nýggi bát- urin á teknibordinum. Fleiri modelroyndir eru gjørdar og sigst báturin at vera sera væl egnaður til heimaútróður. Tað er Tróndur Seren- sen úr Hvannasundi, sum upplýsir hetta fyri Sosi- alinum. Tróndur er júst afturkomin ú: Noregi, har hann hevur gjørt avtalu við skipasmiðjurnar um at selja båtin i Føroyum. Nýggi útróðrarbáturin er um 50 fetur langur. Hann hevur knappa 300 hesta maskinu av slagn- um »Cummings Diesel«. Båturin kemur at sigla 11 til 12 fjórðingar. — Hetta er tann besti báturin til heimaútróður eg nakrantíð havi sæð, sigur Tróndur Serensen. Báturin er útgjerdur við øllum nútímans hentleik- um, og á brúnni er radari, Loran c, sjålvstyrari, ekkolodd, walkie talkie 0.a. Eisini er rúm til astic. Båturin hevur 4 vatntætt skottir framman og er eftir hvat modelroyndir- nar vísa sera sjógóður. Báturin kemur at lasta umleið 45.000 pund av fiski og hevur lugar til 5 mans. Prísurin verður millum 900.000 og eina mill. kr. Ein føroyingur, ið býr í Hammerfest, hevur longu bilagt sær ein Lát. Sjálvur roknar Tróndur við, at báturin egnar seg stak væl til fiskiskap und- ir Feroyum. Hann sigur eisini, at prísurin fyri nýggja bátin er lágur.