mikudagur 31. januar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 31. januar 1979
sosialurin
I búðarspurningurin í Havn:
Vit hava ikki latið
eyguni aftur fyri
ibudartrupulleikanum /
— Eg skilji væl íbúðartrupulleikarnar,
og vil fegin seta pening av á fíggjar-
ætlanina til íbúðarendamál,
um ein
konkret ætlan um íbúðarbygging verð-
ur løgd fram, sigur Petur Christiansen,
byrådsformadur
I samrødu vid Sosialin
seinasta mikudag sigur
Leivur Johansen, formad-
ur i sosialu nevnd Tórs-
havnar býráðs, at nevndin
setti hálva aðru millión av
til íbúðarendamál á næst-
seinastu figgjarætlan,
men peningurin var
skarvadur nidur til
100.000 kr. Hvi?
— Ja, tað er rætt, at
sosiala nevndin hevði sett
hálva aðru millión kr. av
til íbúðarendamál uttan at
siga, hvussu peningurin
skuldi brúkast. Ti skarv-
aðu vit peningin niður til
100.000 kr. — Hesin pen-
ingurin var ætlaður til
gerð av eini ætlan — ein-
um projekti — um íbúðar-
bygging, men enn er eing-
in ætlan komin. Eg eri
avgjørt sinnaður fyri at
byggja íbúðir í avmarkað-
um tali eftir åvisum
rættningslinjum, sigur
Petur Christiansen, sum
heldur fram:
Skilir
trupulleikarnar
— Eg skilji væl trupul-
leikarnar. Vit hava slettis
ikki latið eyguni aftur fyri
trupulleikunum, men vit
hava biðið sosialu nevnd-
ina og barnaverndar-
nevndina um at gera eitt
uppskot, men enn er einki
gjørt.
— Áðrenn eg seti pen-
ing å figgjarætlanina, vil
eg hava eina klåra ætlan
um íbúðarbygging. Ann-
ars eri eg sjálvur serliga
sinnaður fyri at hjálpa
teimum gomlu og sjúku, tí
tey hava terv fyri smærri
íbúðum. Tað er jú ofta so,
at eldri hjún sita við stór-
um húsum, sum tey neyv-
an orka at umsita, meðan
yngri hjún við bernum
búgva í smærri íbúðum og
hava tørv á sterri húsum.
Loysa spurningin
í felag
Ert tú sinnaður fyri at
kommunan byggir íbúðar-
blokkar?
— Eg taki undir við, at
tað almenna — landið og
kommunan — í felag
lætta um at fáa íbúðir til
vega. Eg eri ikki sinnaður
fyri, at kommunan skal
fara undir at byggja íbúð-
arblokkar í ov stóran
mun. Nakað kunnu vit
byggja, men ikki ov nógv.
— Í eini blaðgrein fyri
stuttum varð sagt, at
kommunan má taka á-
byrgdina av, at fólk hava
tak yvir hevdinum. Hevur
kommunan hesa ábyrgd-
ina?
— Kommunan hevur á-
byrgdina av, at fólk
búgva væl, men at geva
øllum tak yvir hevdið, er
at taka eitt stig ov nógv.
— Vit skulu hjálpa fólki
at koma lætt til at fáa tak
yvir hevdið, men fólk eiga
sjálvi at byggja, tí kom-
munan hevur so nógv
annað at taka sær av.
Men eg vil leggja afturat,
at eg eri ógvuliga glaður
fyri, at borgarar koma við
uppskotum og meining-
um, tí tað lættir um hjá
býráðnum.
Svimjihyl
ella íbúðir
— Í seinastuni hava fleiri
borgarar í Havn í bleð-
unum funnist at býráðn-
um í samband við ætlan-
ina at byggja eina svimji-
hell fyri einar 20 mill. kr.
Atfinningarnar eru tengd-
ar saman við tí vaksandi í-
búðartervinum?
— Her haldi eg, at fólk
blanda tvey ting saman.
Eg havi áður víst á, at tað
er neyðugt við eini svimji-
hell í Havnini, sum í dag
hevur einár 12.000 íbúgv-
ar. Tað er eingin grund til,
at byggingin av eini
svimjihell forðar fyri eini
loysn av íbúðartrupulleik-
unum.
— Eftir mínum tykki
hava hesir spurningarnir
einki við hvenn annan at
gera. Mín persónliga
meining er, at skulu vit
byggja hús og íbúðir,
skulu vit eisini byggja
skúlar, ítróttar- og svimji-
hallir og tílíkt í sama mun.
Endurtaka ikki
raðhúsa-
byggingina
Býráðið hevur bygt rað-
hús á Tórgarðstreð. Kann
tað hugsast, at kommun-
an fer undir slíka bygging
av nýggjum?
— Eg haldi ikki, at vit
fara undir slíka bygging
aftur, tí hon gjerdist nógv
dýrari enn roknað varð
við. Tó vóru húsini ikki so
dýr, sum fólk vilja vera
við. Eini hús, 140 kvm. til
steddar, kostaðu hálva
mill. kr. og tað er ikki
meira enn eini slík hús í
býnum annars kosta.
— Er kommunan sinn-
að at stuðla felegum, sum
vilja byggja t.d. íbúðar-
blokkar eins og aðra-
staðni?
— Um feløg eru hugað
Raðhúsabyggingin á Tórgarðstreð. Petur Christiansen
metir, at kommunan fer ikki undir slíka bygging aftur
fyri at byggja, kann kom-
munan uttan iva geva
tekniska hjálp og kanska
útvega grundøki.
Eigur
onga jørð
— Men Tórshavnar
Kommuna eigur onga
jerð?
— Olukkan er, at vit
eiga onga jørd i bynum.
Skulu vit eftir okkara
egnu jerð, skulu vit niðan
í Flatnahagan. Annars er
kommunan festari av
vestara húsagarðsfesti,
sum liggur millum Sunds-
vegin og Villingardalsveg-
in. Hesa jerðina kann
jarðarráðið helst selja
okkum fyri ein sámuligan
prís.
— Havnin er tvífaldað
síðan 1950. Sterri og
sterri partur er í óprod-
uktivari = vinnu. Skal
Havnin vaksa enn meira?
— Tað er ólukkan av ti,
at nógv av teimum við há-
inntøkunum, sum íkki
hava fingið grundstykkir í
Havnini, eru farin út á
Argjar, niðan í Hoyvíkar
og norður til Kollafjarðar
at búgva. Tey, sum búgva
í Hoyvík, hava vit fingið
aftur, men vit missa nógv
í skatti, tí meginparturin
av skattinum fellur í
kommununi, har fólkið
býr.
— Nei, tað er ikki nóg
mikið at gera íbúðir, tí
hevur kommunan t.d. ver-
ið við til at gjørt idnadar-
ekið á Hálsi byggibúgvi.
— Um Havnin skal
vaksa? Tað ber ikki til at
seta ein stoppara fyri
fólkavekstrinum.
Tit ringja
— vit skriva
Samfelagið. vit liva í, er ikki nekur
einfeld skipan. Tað er ikki sum eitt
rúm, avmarkað av fýra veggjum.
gólvi og lofti
Hvenn einasta dag gerast vit
bilsin yvir eitt, ilskast yvir okkurt
annað ella ivast í onkrum triðja
Spurningarnir eru nógvir. hví er
hetta so og so ella eigur hatta at
vera so og so???
SOSIALURIN fer nú undir nýggj
an tátt. Vit fara her á síðu 2 at royna
at finna fram til sverini til hesar
spurningar og ivamål, ella í hvussu
so er ein part av teimum
Vit fara tí at heita á tykkum, góðu
lesarar, um at vera við til at gera
henda táttin. Og tað kunna tit við at
seta spurningarnar, so gera vit okk
ara besta fyri at finna sverini
Ringið telefon
11820 ... 147 20
Tað skal viðmerkjast. at einans
spurningar, sum hava almennan
áhuga. verða tiknir við
BÍLIGAR TELE-
FONSAMRØDUR
Mær er komið fyri oyrað, at tað er biligari at ringja til
Danmarkar eftir kl. 8 á kveldi. Áður var tað bíligari at
ringja eftir kl. 6.
Er tíðin flutt tveir tímar aftur ella er tað uppaftur
bíligari at ringja eftir kl. 20?
Eg havi eisini hoyrt, at tað skal vera bíligari at ringja
eftir kl. 22. Er tað so?
Telef.
Í telefonbókini fyri 1978/79 stendur á síðu 204, at
millum kl. 18 og 08 gerandisdagar og allar 24 tímar
sunnudagar er gjaldið 1.00 kr. fyri 44 sek. í sjálvvaldum
telefonsamtalum til Danmarkar. Millum kl. 08 og 18
gerandisdagar fáast 22 sek. fyri 1.00 kr. Tað er sostatt
dupult so dýrt at ringja um dagin.
Sólbjern Jacobsen, Telefonverksstjóri, sigur, at hetta
hevur verið óbroytt, síðani telefonsambandið við út-
heimin bleiv automatiserað.
Hinvegin er tíðin nýliga broytt í Danmark. Har er
markið flutt frá kl. 18 til kl. 20. Annars finnast allar
upplýsingar um uttanlandstelefonsamreður í telefon-
bókini, á síðu 202 — 205.
Síða 3
trý á getuni
Skal studningur latast
til útgávuna av bókini
>Kammerat Jesus<?
Petur Sigurd
Rasmussen,
varaskúlastjóri:
Eg havi ikki lisið
bókina sjálvur, men
eftir hvat onnur siga,
so er hon ikki alt ov
»pen«. Men um hon er
blasfemisk, so sigi eg
nei. Hanus Andreasen
og Jóannes Dalsgaard
hevdu eitt lesarabræv i
bleðunum herfyri, og
teimum taki eg fult
undir við.
Brynjolf Mortensen,
skrivstovumaður:
— Eg kenni ikki bók-
ina uttan tað, eg havi
lisið í bleøðunum, og um
ein skal trúgva tí, ið
har stendur, so sigi eg
nei. Við ti illsteðu mill-
um fólk, orsakað av
bókini, so hevdu vit
betur verið hana fyri
uttan.
Henry Andreasen,
trúboðari:
— Eg havi tíverri ikki
lisið bókina, men sam-
bært bleðunum, um
tað, sum har stendur,
er rætt, so eri eg ímóti,
at hon verður givin út á
feroyskum máli