mikudagur 31. januar 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Bíða eftir svari
Bygdarráðið í Sørvågi
bíðar nú eftir svari frá
landsstýrinum, um
Sørvågs kommuna fær
loyvi at seta pening í
flakavirkið, sum ætl-
anin er at byggja.
Fyri góðari viku síð-
an samtykti bygdar-
ráðið at seta eina hálva
millión í flakavirki.
Tilsamans eru 1,8
mill. kr. teknaðar í
partapeningi. Tilsam-
ans skulu teknast tvær
mill. kr. Kostnaðurin
er mettur til 20 mill.
kr.
Tveir tiknir
Um vikuskiftið tók
politiið í Klaksvík tveir
mans fyri at koyra við
kenning. Annar varð
tikin leygarnáttina og
hin sunnunáttina.
Harður saman-
stoytur í
Hundsarabotni
Leygarmorgunin
stoyttu tveir persón-
bilar saman í Hunds-
arabotni. Orsøkin til 6-
happið vóru tey ringu
koyrilíkindini. Báðir
bilarnir fingu stóran
skaða, men ongin
fólkaskaði hendi. Ann-
ars eru fleiri ferðsluó-
happ hend í hálkuni um
vikuskiftið, men ongin
fólkaskaði.
Tríggir tiknir
fyri at koyra
prutl við
kenning
Leygarkveldið tók
politiið í Havn triggjar
dreingir fyri at koyra á
prutli við kenning. Teir
vóru tó allir á sama
prutlinum og tá politiið
kom fram á teir niðri á
Kongabrúnni, vóru teir
dotnir og lógu hver um
annan á vegnum. Teir
vórðu tiknir á steðina.
Annars slapp politiið
ikki heilt snikkaleyst
frá hesi handtekuni, tí
tá teir steðgaðu fyri at
taka dreingirnar,
koyrdi ein annar bilur
uppí politibilin. Skaðin
var kortini ikki stórur.
Siga sátt-
málunum upp
Feroya Arbeiðarafelag
hevur avgjørt at siga
sáttmálunum millum
felagið og Feroya Ar-
beiðsgevarafelag upp.
Sáttmálarnir, sum
hava gildið til 1. mai,
skulu sigast upp innan
1. februar. Enn hevur
nevndin í FA ikki av-
gjørt, hvørji krøv fel-
agið fer at seta fram.
Á fundi í síðstu viku,
avgjerdi Havnar Ar-
beiðsmannafelag eisini
at siga tann tvey ára
gamla sáttmálan mill-
um felagið og Havnar
Arbeiðsgevarafelag
Leingja fótbólts-
vellin í Servági
Mánadagin byrjaði ar-
beiðið uppá at leingja
fótbóltsvellin í Ser-
vági. Í fyrstu atlogu
skal grót spreingjast til
endamálið. Grótið
verður sprongt vestan
fyri bygdina við bíggj-
arvegin. Tilsamans
skulu 30.000 kubik-
metrar av gróti brúk-
ast.
Dánjal Tavsen,
bygdarráðsformaður,
sigur, at tilsamans skal
vellurin leingjast 40
metrar, men so verður
nakað tikið av tí eina
endanum. Vellurin er í
dag nakað stuttur. Tá
hann er longdur, hevur
hann tað mát, sum fót-
bóltslógin krevur.
Alt arbeiðið verður
helst ikki liðugt til í
summar, men vellurin
verður gjørdur nytilig-
ur i fyrstu syftu.
sosialurin
RE — = 0
Nr. 8 — 31. januar 1979
kring oyggjarnar Spreinging í
elverkinum
i Trongisvågi
— Orsøkin ókend. Tann eini motorurin
stedgadur — Onki at tosa um, sigur
fyrstimeistarin
Um ellivu-tíðina fyrra-
partin mánadagin var ein
spreinging í elverkinum í
Trongisvági. Spreingingin
var ikki sterk, men hon
merktist týðiliga í einum
sethúsum, sum standa
tætt við verkið.
Thorbjern Lisberg, sum
eigur húsini, sigur, at
hann var staddur inni á
hotellinum á Tveroyri
fyrrapartin mánadagin tá
ljósið fór. Stutt aftaná
frættist, at ein spreinging
hevði verið á elverkinum.
— Eg fór beinanvegin
heim, tí húsini hjá mær
standa tætt við verkið, á
somu helluni. Tá eg komi
heim, spurdi ein av
starvsmonnunum á verk-
inum, hvat ið var hent, og
fekk eg at vita, at ein
kápul var sprongdur.
Hesin maðurin var akkur-
át komin út og á veg inn í
bilin hjá sær, tá spreing-
ingin hendi. Rúturin í
hurðini fór út og á bilin.
5
inorbjern sigur víðari.
at kona hansara var inni.
tá hetta hendi og merkti
hon væl trýstið av
spreingingini og bleiv hon
rættiliga skelkað av hes-
um.
Onki at tosa um
Vit vendu okkum til
fyrstameistaran á elverk-
inum í Trongisvági, Jens
Mohr Mortensen, og
spurdu um hendingina.
Men hann meinti, at hetta
var onki at tosa um. Hann
kundi tó upplýsa, at av-
brótarin til ein 1000 hesta
hjålpimotor var farin av 6-
kendum orsøkum. Um tal-
an er um eina spreinging
fingu vit ikki váttað.
Hjálpimotorurin, sum er
frá 1963, er steðgaður,
men verkið, sum saman
við verkinum í Botni
framleiðir streym til alla
Suðuroynna, klárar kort-
ini at nekta tervin. Ein
kan“ing verður nú sett í
verk fyri at finna orsekina
til óhappið, upplýsti Jens
Mohr Mortensen.
Annars vardi streym-
loysið ikki leingi mána-
dagin. Ljósið kom aftur
beint eftir middag.
Teir tosa vid EEC í dag
Nýggi fiskimálaráðharrin, Heðin Klein, luttekur
Samráðingarnar millum
føroyingar og EEC, sum
byrjaðu týsdagin, halda
fram í dag.
Roynt verður hesaferð
at gera eina endaliga av-
talu við EEC fyri hetta
árið út. Í letuni er eingin
sáttmáli millum Feroyar
og EEC um sínamillum
fiskiveiðurættindi. Gamli
sáttmálin gekk út á
nýggjárinum — síðani
hava báðir partar fiskað
av komandi kvotunum.
Hetta er triðju ferð at
samráðst verður um sátt-
mála fyri 1979. Tað er
greitt, at bæði føroyingar
og EEC, hava minni at
lata hverjum eðrum í
1979. Vit fáa minni av
rækjum undir Grenlandi,
ti sjálv heildarveiðan er
munandi skerd. Haraftrat
kemur, bretar framvegis
hava stongt hvitingsbróð-
urkassan fyri útlendskari
veiðu.
Makrelur
Tað verður serstakliga
makrelin í Norðsjónum,
sum feroyingar fara at
biðja um. Í fjør høvdu vit
eina kvotu uppá 41.000
tons. Annars var okkara
kvota í EEC sjógvi:
35.000 tons hvítingsbróð-
ur, 30.000 tons av bris-
lingi, og 10.000 tons av
nebbasild. Vit kundu eis-
ini veiða 1000 tons av sild
á donskum eki. Aftrat
hesum vóru nøkur 100
tons av gagnfiski við Rock
All ella sum hjáveiða hjá
idnadarskipunum.
Kvotan hjå EEC å før-
oyskum eki verður helst
eisini skerd munandi. I
fjør fiska8u EEC-skip
mest kongafisk og upsa
undir Føroyum. Hesin
fiskiskapur verður skerd-
ur, ti føroysk skip skulu
hava størri part av bæði
upsa og kongafiski i år.
Samanumtikid må sigast,
at tad gongur tann vegin,
at føroyingar og EEC
hava minni og minni at
lata hverjum ødrum.
Í føroysku sendinevnd-
ini eru Atli Dam, logmað-
ur, nývaldi fiskimálaráð-
harrin = Heðin Klein,
mentamálaráðharrin D. P.
Danielsen, Jákup Sverri
Joensen, fiskifreðingur og
Hans Jákup Kass fulltrúi.
Vit mugu hava eina matvørulog
Ársfrágreiðingin hjá Heilsufrødisligu
Starvsstovuni komin
Í hesum degum er ársfrá-
greiðingin hjá Heilsu-
frødisligu Starvsstovuni
fyri 1976 og 1977 útkom-
in. Í frágreiðingini verður
greitt frá teimum kann-
ingum, sum starvsstovan
hevur stílað fyri hesi bæði
árini. Av kanningum
kunnu nevnast nakrar
kanningar av alkoholi í
øli, luftkanningar í Fugla-
firði, formaldehydkann-
ingar í fiskaverum, kann-
ingar av salti, sum verður
nýtt í Føroyum, kanning-
ar av ræstum fiski, vatn-
kanningar, kanningar av
mjólk og mjólkaverum,
bakteriologiskar kanning-
ar av matverum og fiska-
mjeli og veterinerar kann-
ingar í samband við
garnasótt í Vágum í 1974.
frágreiðingini verða
tær royndir, sum eru
gjørdar við svartkjafti til
matna, nágreiniliga við-
gjørdar.
Tørvur á lógum
Heilsufreðiliga Starvs-
stovan metir tað annars
av alstórum týdningi at
fáa eina matverulóg sum
skjótast, og at fáa reglu-
ligar kanningar av mat-
verum í lag, bæði til út-
flutnings og til heima-
marknaðin.
Víðari verður sagt í árs-
frágreiðingini: — Somu-
leiðis er ynski okkara at
fáa loggilt øll flakavirkir í
landinum. Tá ið tað er
gjørt, verður farið undir at
loggilda fiskifor. Neyðugt
er at fáa til vega eina al-
menna lóg um góðskumet-
ingar av fiski og fiskaver-
um.
Í samband við lóggávu
er umráðandi at staðfest
verður, hver ið skal um-
sita lógirnar. Frágreiðing-
in er undirskrivað av Ják-
up Mørkøre og Jústines
Olsen, deildarleiðaranum
og landsdjóralæknanum
D. J. Bærentsen.