Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 31. januar 1979 sosialurin Nógv meira kviksilvur i Hvalbiargrind enn í eini Hvannasundsgrind <* Tann 12. november 1977 varð ávaring send út í út- varpinum um ikki at eta grindatvest meira enn eina ferð um vikuna og als ikki at eta grindalivur. Rátt varð somuleiðis frá at eta grindanýru, hóast ongar kanningar vóru gjørdar hesum viðvikj- andi. Í spiki er so lítið av kviksilvuri, at eingin kviksilvurvandi er við at eta spik. Út frá núverandi vitan og fyribils tølunum frá FAO/WHO um kviksilv- ur í fólkamati, kann ein ikki broyta ta ávaring, sum varð send út 12. nov- ember 1977, um bert at eta grindatvest eina ferð um vikuna og als ikki eta grindalivur. Um nakað skal verða sagt um nýru, so kann tað verða etið eina ferð um mánaðin, um einki grindatvest verður etið í sama mánaði. Í ársfrágreiðingini frá Heilsufreðisligu = starvs- stovuni verður annars sagt, at vegna tervandi arbeiðsmegi hava kvik- silvurkanningarnar tikið langa tíð, og tær eru ikki lidnar enn. Men eitt sind- ur kann kortini verða sagt longu nú. Prevar frá 2 grindum, grindini í Hvalba tann 30. september 1977 og grind- ini í Hvannasundi tann 18. april 1978 eru partvis liðugt kannaðar. Av stór- um áhuga er, at tann fyrra grindin (tvest og livur) innihelt 2—3 ferðir so nógv kviksilvur sum tann seinna grindin. Hví so er, er ilt at siga í løtuni, sigur Heilsufrødisliga Starvs- stovan í frágreiðingini. Lagt verður aftrat, at neyðugt er at kanna fleiri grindir, um vit skulu vita nakað meira vist um kvik- silvurinnihald í grind. FAO/WHO hevur enn ikki sett nakað endaligt AWI-virði fyri kviksilvur, men teir hava sett eitt »provisional tolerable weekly intake for man for total Hg to: 0.005 mg/kg body weight<, svarandi til, at ein persónur, ið vigar 70 kg, ikki kann ráð- ast til at eta meira enn 0,005 mg/kg X 70 = 0,35 kg Hg um vikuna (CAC/ FAL 3-1976). Í USA hevur FDA (Food and Drug Admin- istration) í 1978 hækkað markið frá 0,5 ppm til 1,0 ppm Hg fyri ávísa fiska- verur. Í samband við eina rættarsak í Florida í 1978 í samband við selu av sverðfiski vid Hg-inni- haldi hægri enn 0,5 ppm, avgjørdi rætturin, at tad var ikki væntandi, at fisk- ur vid upp til 1,0 ppm Hg hevði møguleika fyri at vera atvoldin til heilsu- skaða hjá persóni i USA. Í seinastuni hevur í samband við sporanalysu- kanningar verið frammi, at grundevnið selen kann virka sum mótgift móti kviksilvuri, um hetta finst i ávísari nøgd saman við kviksilvuri. Starvsstovan hevur vegna manningar- trot ikki gjert nakrar kanningar av selen, men Tal av AWI út frá prev- Meðal- meðalvirði Slag um virði & 70 kg pers Hvalbiar tvøst 20 3,2ppm 0,110kg grindin livur 20 105,0ppm — 0,003 kg 30.9.77 Hvanna- tvøst 20 1,32ppm 0,270 kg sunds- ivur 17 34ppm 0,011kg grindin nyru 11 5,1 ppm 0,069 kg 18.4.78 spik 20 0,69ppm 0,500 kg Aðrir nýra 5 9,6 ppm prevar hjarta 1 73 ppm AWI: Acceptable we kly intake fær slíkar kanningar gjørdar í Noregi. Um sel- en-problematikkurin broytir nakað upp á kvik- silvursteðuna, er ilt at siga nakað um í letuni, verður sagt í frágreiðing- ini frá Heilsufreðisligu Starvsstovuni, sum júst er útkomin. Í seinastuni eru á Heilsufrødiligu starvsstovuni gjerdar kanningar av kyksilvurinnihaldinum í grind. Kyksilvurinnihaldið í grindalivur vísir seg at vera so stórt, at tað er sera hættisligt at eta hana, og verða fólk ti varað við yvirhevur at eta grindalivur. Hóast enn ongar kanningar eru gjerdar av grindanýrum, er nógv, sum ber at ti borði, at eisini í nyr- unum er so nógv kyksilvur, at heldur ikki tey eru nýtandi til fólkamat. Í grindatvesti er kyksilvurinni- haldið nógv, nógv minni enn í livur. Tó er tað so stórt, at vit fyribils vilja mæla fólki frá at eta grind meira enn eina ferð um vikuna. Lagt skal verða aftrat, at eingin vandi frá kyksilvuri er í spiki. Kanningarnar halda á, og úrslitini skulu verða kunngjerd so við og við. Tórshavn, h. 12. november 1977 Landsdjóralæknin og landslæknin Síða 5 kring oyggjarnar Sáttmálin við Feroyar fagnaður á Seyðisfirði Ikki allir íslendingar millum Ísland og Fer- eru misnøgdir við, at oyar. Bygdarráðið fiskivinnusáttmálin við metir, at hetta eru Feroyar varð fram- náttúrlig viðurskifti longdur. Á fundi tann 15. januar gjerdi bygd- arráðið á Seyðisfirði eina samtykt, har tað fagnar, at sáttmáli um sínamillum rættindi er millum tveir grannar og stuðlar størri sam- skifti millum báðar frændatjóðirnar, verð- ur sagt í einum skrivi fiskiveiði- frá >„bæjarstjóranum=< gjørdur á Seyðisfirði 4 BÆJARSTJÓRINN Á SEYÐISFIRÐI — Útskrift år funtsrgerðsbók bæjarstjórnar Seyðisfjaððar. År 1979 fnudæginn 15. janúar kom bæjarstjórn saman til fundar Í fundarss 1 sínum Í barnaskólanum kl. 16% Gerðir fundarins 14. „bæjarstjórn Seyðisfjarðar fagnar því 20 samningur um gAED- kvæm fiskveiðirðttindi skuli hafa verið gerður við færeyinga . Bæjarstjórn telur þetta sflileg viðskipti tveggja nfgrenne og hvata að nánari samskiptum þessars frmdþjóða .“ » »Stokr ift afhørestir. ; UNA Fr Afrit sent/ Fjølmiðlun Ein varð settur Um vikuskiftið hevði aðir og av teimum var bert tann eini í so ring- politið á Tveroyri um standi, at hann grein 13 kanningar í bleiv settur. Annars allari Suðuroynni. Ein- vóru bilarnir yvirhøvur ir 100 bilar vórðu kann- í góðum standi Væleydnað sjónleika- framsýning í Hvalvík Ítróttarfelagið Streymur hevur skipað fyri 6 sjón- leikaframsýningum seinastu tvey vikuskiftini. Heili 700 fólk hava sæð sjónleikirnar. Úr Hvalvík frættist, at áskoðarunum hevur dámað sjón- leikirnar sera væl. Tveir sjónleikir verða framførdir. Streymur framferir sjónleikin >Tá øll vildu giftast«, meðan skúlabern framfera sjónleikin »Myrufélkini«. Leikararnir eru úr teimum flestu bygdunum við Streymin. Tilsamans luttaka 14 í báðum leikun- um. Sjónleikirnir verða framførdir á loftinum á Hvalvíkar skúla. Niels Petersen upplýsir, at í- tróttarfelagið Streymur, sum fevnir um allar bygdirnar úr Hósvík og norður til Tjørnuvikar og bygdirnar Norðskali, Oyrabakki og Oyri, hevur fingið loftið á Hvalvíkar skúla til felagsrúm Frá kommununi hevur felagið fingið tilfar til at innrætta loftið við. Limir í ítróttarfelagnum hava sjálvir bjálvað rúmið. Annars var ikki verandi har, sigur Niels Petersen. Tað er rúm fyri 200 sitiplássum á loftinum, sum m.a. verður brúkt til at íðka borðtennis í. Felagið er heilt nýtt, men til komandi kapping- arnar eru fýra lið meldað til. Í fótbólti eitt 3. deildarlið og eitt smádreingjalið. Í hondbólti hevur Streymur meldað eitt gentu- og eitt smá- gentulið. Niels Petersen sigur, at áhugin er stórur — bæði til at spæla sjónleik og til at íðka ítrótt. Fel- agið skipar eisini fyri einum dómara- og venjara- skeiði. Ein dani, Henning Eskildsen, sum starv- ast í Mjørkadali, tekur sær av venjingini. Tað eru eini 15 sum luttaka á skeiðunum Tað verða triggjar sjónleikaframsýningar kom andi vikuskiftið