Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 14720 . 11820 box 76. 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur sostalurin { tgev ari Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Blaðmenn Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Høgni Djurhuus Johann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Framtaksleiðin NÚ NÝGGJA landsstýrið er skipað, verður sjálvsagt bíðað eftir, hvørji mál ið koma í ljósmála av teimum, sum samgonguskjalið serliga við- gerð. UPPGÁVURNAR eru ikki fáar, held- ur ikki smáar; vildu heldur mett, at spurningurin um yvirhøvur letur seg gera at føra tann politikk út í lívið, sum samgongan hevur sett sær fyri, er tengdur saman við teimum møguleikum, sum gevast okkum inntøkuliga. UM fiskiskapurin serstakliga, marknadarmøguleikarnir, prislegan á heimsmarknaðinum fer at verða okkum til vildar — hetta sum eru fyritreytirnar fyri øllum lívi her á landi. MEN síggja vit í samgonguskjalin- um mongd av uppgávum, so sóu vit at í gamla samgonguskjalinum, at flestu av setningunum, sum flokk- arnir fóru til arbeiðis uppá, eru út- tømdir. TO ER AT hava i huga tær samtykt- ir, sum vórðu gjørdar stutt undan løgtingsvalinum og sum valla eru komnar at virka enn. TAÐ ER at fegnast, at vit í farna 4 ára skeiði høvdu eitt landsstýri, sum gjørdi dygdarverk, eina politiska leiðslu, sum legði doyðin á at tryggja virkisræsirnar so góðar sum tilbar. VIT VITA at nógv arbeiðspláss komu aftrat hesi árini, arbeiðsupp- gávur, sum áður lógu uttanfyri oyggjarnar, eru nú herheima. Fleiri undirvísingargkir, sum fyrr lógu utt- anfyri, eru nú í landinum. Fleiri virk- ir eru komin aftrat, væl stórri fram- leiðsla er av einum og øðrum, sum áður bara var innflutt, verður nú virkað her heima. Fiskurin fer alt meira og meira til útflutnings, alt meira góðskaður enn áður. TAÐ ER AT vóna, at framtaksleiðin, sum hevur verið í sjeytiárunum, fer at halda fram í sama mun sum hig- artil. sosialurin Nr. 8 — 31. januar 1979 ———„,—— ———magg— SVIMJIHØLLIN — EIN TUNGUR BURDUR I mong år hevur verid tos- að um svimjihøll i Havn. Nú er málið komið væl áleiðis, men nú stingur fjøld av meinings-monn- um og »passivum« ítrótt- armonnum seg upp og mælir í pressuni myndug- leikunum til at spara í hesum máli. Onkur vil kveistra svimjihellina nidan á Sund, so vit kunnu fáa pláss til ein triðja fót- bóltsvell í Gundadali, og fáa kunstgras fyri 500 kr/ m? á ein vøll, ið bert skal nýtast til kappingar. Aðr- ir vilja hava fleiri ítróttar- hallir, summi vilja reka svimjihell sum handil, og onnur vilja hava íbúðir fyri peningin í staðin fyri. Trúgva tit veruliga, at tað koma at standa 60 nýggjar íbúðir í staðin fyri eina svimjihell? Summi eru ógvuliga bláoygd, tað má sannast! Vit eiga nógvar fótbólt- leikarar, og teir skulu hava venjingar- og kapp- ingarmeguleikar. Men annars er fótbóltur ein fólkaítrótt fyri »passivar« ítróttamenn, sum sita, ella hægst standa og hyggja at, meðan 2 ferðir tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. 11 mans, tilsamans 22 av ellum okkum túsundtals foroyingum, leika á vell- inum. Við til hesa fólka- ítróttina hoyrir ofta at smakka sær á. Tá »fjern- synið< kemur, kunnu øll sita inni og íðka, kanska í litum, so tað grena teppið kemur til sín rætt! Einki ilt um fotbåltin, hann trívist eins og tær flestu ítróttagreinirnar best við áskoðarum og kappingarmeguleikum. Svimjing er harafturímóti ikki so nógv publikums- ítrótt, men heldur ein verulig fólkaítrótt, ið ikki krevur serligar gávur, in- tensiva venjing og tíðar- og kostnaðarmiklar turn- eringar — júst tað sum ger fótbóltin til eina ítrótt fyri tey fáu, ella rættari: teir fáu útvaldu. Læknar ráða fólki til at svimja fyri at styrkja heilsuna. Í kjallaranum á landssjúkrahúsinum er hylur til avlamin at rera seg í. Teir flestu skúlarnir nýta fimleikatímar til svimjing. Tosað og skriv- að verður dúgliga um ringar umsteður hjá bern- um at veksa til í. Nevnd verða spælipláss, skreiði- gøtur o.t. Eg vil fram- draga eina svimjihell sum heilsufremjandi spæli- pláss burturav. Úr hesum unga tilfari man eisini grundarlagið fyri seinni kappingarítróttarfólki kykna. Hyggja vit at hagtøl- um, eru ca. 80% av teim- um ca. 75.000, sum árliga vitja svimjihylin í Havn, yngri enn 15 ár, og harav eru um 75% gentur. Kort- ini eru árliga ca. 15.000 vaksnir persóntímar av svimjing. Hetta eru tel, sum eingin onnur ítróttar- grein kann vænta sær at nærkast, kanska undan- tikið fimleikur. Heldur ikki kunnu telini ognorer- ast, og tað verða tey held- ur ikki. Vit hava i tolni biðað eft- ir ti nyggju svimjihøllini, sum vit vistu var å borå- inum. Nu fer at vera nog leingi bidad. Eg vil minna a eina adressu til byrådid i 1972 vid ca. 400 undir- skriftum eftir 3 dagar i av- greidsluni i svimjihylin- um, m.a. vid kravi um eina heilárs svimjihøll. Tað er løtuverk at stilla eina >„pressiðnsgruppu< uppá føtur, um býráðið heldur tað vera betri, men tað mátti verið hættisligt at latið býin dirigera av pressiónsgruppum, heldur enn av málvísari planlegg- ing! Hellin er nú detail-pro- jekterað, og tað er longst komna svimjihallarpro- jektið higartil. Hini 3 fóru aftur í ommu sína. Fer hetta sama veg, hevur tað longu kostað nógvar súrt tjentar tímalenir í skatta- krónum, og fyri hvert ár- ið, tað verður útsett, verð- ur tað uppaftur dýrari. Havnin er ikki limur í kommunufelagnum, og svimjihell er skjótt á hverjum smáplássi, so ikki er neyðugt at hugsa um onnur enn havnarfólk í hesum máli. Ein stórur partur av bernunum, ið svimja, ganga ella súkla niðan í Gundadal, og skúlanæmingarnir skulu koyrast aftur og fram, so tað er burtur úr vón og viti at leggja hellina niðan á Sund. Viðvíkjandi orku- spurninginum kann eg nevna, at ætlanin fyri 20 árum síðani var, at el- verkið í Gundadali skuldi verma vatnið í hylinum, men + tåsitandi býráð megnaði ikki at loysa upp- gávuna. Teimum vantaði kanska eina pressións- gruppu, ella var Martin Holm teimum ikki nóg góður. Úrslitið var eins jánkaligt. Fleiri av teimum amat- ørunum, sum alment út- tala seg um svimjihallar- málið, vil eg biða fyrst gera so væl at kanna mál- ið, áðrenn tit fara í press- una. T.d. um árligar per- sóntímar av svimjing samanborið við aðrar i- tróttargreinir, og irokna tað hálva árið um veturin, tá ið hylurin er stongdur, og síðani siga nakað so vitleyst, sum at vit ikki hava brúk fyri svimji- hell! Sjálvandi skal ein tilik miðsteð fyri heilsu og trivnað byggjast í Havn, og hartil skal hon liggja væl fyri — og tað er nú, tað skal gerast! Havnin skal ikki bert vera eitt gott arbeiðs- pláss, hon skal eisini skína, og her skal vera trivnaður. Men trivnaður er ikki berar íbúðir, super- marked og minnisvarðar — tað munnu vit ell vera samd um. Olgar SJÚKRAHÚSVIÐURSKIFTINI Í KLAKSVÍK Við tað, at eingin medi- sinskur yvirlækni hevur verið á Klaksvíkar Sjúkra- húsi í eina tíð, gjørdi stýrið av at fáa hetta starvið sett aftur og so- leiðis fáa viðurskiftini í rættlag sambært galdandi sjúkrahúslóg, ið sett varð í gildi í 1976. Málið varð vidgjørt á stýrisfundi, og varð tað einmælt samtykt. Lýsingin varð saman- sett, send Feroya Lands- stýri, sum so sendi hana til læknablaðið >Ugeskrift for læger<, har allar slíkar lýsingar fara i. Í fyrstu atløgu hendir einki í málinum, eingin lýsing í blaðið, og fær stýrið einki at vita, fyrr- enn kannað verður, hvar málið var havnað. Ikki fyrr enn 19. desem- ber, altso fleiri mánaðar eftir at lýsingin varð send blaðnum »Ugeskrift for læger<, fær stýrið at vita, at blaðið ikki vil taka lýs- ingina upp. Nú kemur bræv frá »Foreningen af sygehus- læger i provinsen«, har teir siga, at lysingin hevur ikki verid fyriløgd Lækna- felag Føroya, læknarådn- um í Havn og Rådlegging- arnevndini, sum skal gera álit i sjúkrahúsútbygging- ini í komandi tíð. Við- merkjast skal, at. Ráð- leggingarnevndin = hevur einki við hetta mál at gera. Stýrið skilti ikki hesa gongd, hetta er beinleiðis skeiv mannagongd, tí lóg- arfest er í føroysku sjúkrahúslógini nr. 621 frá 22. desember, samtykt av Foroya Legtingi og av danska Fólkatinginum, undirskrivað av Egon Jensen, innanrikisråd- harra i grein 5 og stykki 2: »Ved hvert sygehus an- sættes mindst én medi- cinsk og én kirurgisk overlæge« Hildið verður so áfram at kanna, hver hevur í- spunnið henda ruðuleika, og kemur nú fram, at foroyska læknafelagið hevur í brævi til FAS (Foreningen af special- læger) frárátt teimum at taka lýsingina upp í blað- ið. Um sama mundið hevur Útvarpið viðtal við Óla Mikkelsen, formann í Læknafelag Føroya (0.u. 80% av føroysku sjukra- húslæknunum eru á Landssjúkrahúsinum), sum sigur við alt Feroya fólk, at >tað er rætt, at tað er »komid« at standa í lógini, at tað skal vera minst ein kirurgiskur og ein medisinskur lækni á hverjum sjúkrahúsi.< Nú er so spurningurin, um ein yvirlækni á Lands- sjúkrahúsinum og for- maður í foroyska lækna felagnum alment, meðan Á