Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F Nr. 8 — 31. januar 1979 sosialurin N allir føroyingar hoyra, sleppur við at seta eitt so álvarsligt misálit til før- oyska lóggávuvaldið, sum um, at ein so grundleggj- andi spurningur er komin at standa har av tilvild. Hetta er eftir míni met- an ein beinleiðis hóttan móti demokratinum og føroyska loggåvuvald- inum, ti formaðurin í før- oyska læknafelagnum er ikki bert ein tilvildarligur maður, men maður undir ábyrgd. Nú kemur so spurning- urin: Hví skal ein serlækni í medisinskum sjúkum setast við Klaksvíkar Sjúkrahús sambært gald- andi lóg? Vit vilja greitt gera púra beinanvegin, at sjúkrahúsið í Klaksvík kann ikki virka uttan ein medisinskan lækna, og fyri stýrið er tann grund- leggjandi spurningurin, at fáa sjúkrahúsið at >fung- era«. Vit vita i dag, at tann kirurgisk-ortopædiska deildin virkar stórt sæð væl, men skal hon fram- haldandi virka væl, má serlækni í medisinskum sjúkum setast, við tað at tað ikki er so sjáldan, at sjúklingar, ið krevja kir- urgiska viðgerð, eisini hava medisinskan lækna fyri neyðini, og síðan allir aðrir sjúklingar, ið koma á sjúkrahúsið her. Tá ið tú hoyrir lækn- arnar í Feroyum tosa, hoyrir tú teir fyri tað mesta tosa um tað út- búgvingarliga, hetta verð- Síða 7 ur løgd áherðsla á, og kemur tað ofta framum sjúklingin, trivnaðin og umhvervið, ið so ofta verður havt á lofti aðra- staðni. Vit mugu gera okkum greitt, at sjúklingurin má setast fremst, og kann onkur siga, at tað verður hann eisini, jú betri út- búgvingin verður. Hetta er púra rætt. Men víðari mugu vit hugsa, at tað verður eitt mark fyri hverja útbúgv- ing, ein lækni fær í Feroy- um, um vit hugsa um »rutinu«; vit eru hóast alt bert 40.000 ibugvarar, og verður kvaliteturin hareft- ir. Yvirlæknin i kirurgi (ortopædi) vid Klaksvikar Sjúkrahús er á donskum sjúkrahúsum, um ikki á hverjum ári, so nærum, har hann nemur sær víðari útbúgving, við tað at tað altið kemur nýtt fram, og sær út til, at teir yngru læknarnir her hava hevi til at fáa eina holla út- búgving undir honum. Spurningurin er nú, um sjúkrahúsið í Klaksvík skal »fungera« ella virka ábyrgdarleyst, og liggur henda uppgávan eftir míni metan hjá politikarunum saman við læknum undir ábyrgd. Eg skal í fyrstu syftu ikki skriva meira uttan at heita á Landsstýrið um at fáa hesi ótolandi viður- skifti í rættlag. Jógvan við Keldu sjúkrahússtýrislimur tilnevndur av Feroya Landsstýri LANDSSTÝRIÐ OG SAMBANDIÐ Nú er landsstýrið sett og vit eru mong, ið ynskja teimum væl. Men nú skulu vit síggja lesarabrev í Dimmalætt- ing úm, hvussu demo- kratiið verður traðkað undir fót. Og leiðara- greinin er á sama hátt. Tað mátti verið meira enn legið, at ein vitugur maður sum G. L. Samu- elsen skal blíva við at meyla hetta upp í saman; hann veit nógv betur. Hann veit sera væl, at orðið demokrati merkir fleirtal stýri, og 20 mans móti 12 má vera yvirtal og enntá eitt sera stórt yvir- tal. So hetta má vera burtur av leið av so goml- um erverdigum blað at verða við at jagla. Sjálvandi er sambandið harmað um at verða sett uttanfyri, eftir at hava est fólk upp til at kasta seg í Paulasa breiða favn. Men orðini, ið Pauli og fylgisneytar nýttu, bæði í skrift og talu, kundu ikki vera lett at gloyma eftir valið. So er tað teirra álv- ara, at teir ætlaðu sær í stjórn, so hava teir sær sjálvum at takka fyri, at teir sita uttan fyri í kveld. Sambandsflokkurin er ikki at kenna aftur móti ti, hann var undir Trygva Samuelsens leiðslu. 23.1. -79 x VIÐMERKING: SANDOYAR MJOLKA- OG SLATURVIRKI, SANDI Eftir áheitan skal eg gera viðmerking til- tað, sum sagt verður í Dimmalætt- ing 25/1 og 14. September 27/1 um hettar evnið, hó- ast eg lítlan hug havi at blanda meg í tjakið gjøgnum bleðini. Betur var, um hesir menn funnu saman um okkurt skila- gott í verki, í staðin fyri trætan í bleðunum. At tað eingin loysn skal vera at byggja einsamalt mjólkavirki í Sandoynni, skal eg ikki vera samdur í, ti tað hevði so avgjort verið ein góð loysn fyri Sandoynna og landbúnað- in her, um bygt verður landbúnaðarvirki. Stødan — sum hon er lyst i 14. September — svarar til, at fiskavinnu- idnadurin bert hevði eitt flakavirki i Føroyum, tað hevði privatkapitalistiskt MAÐUR HEVUR VANDAN |VIÐ-SUMIKKI AKTAR| | ORÐ | få Raðið Fyri Ferðalutrvgð verið besta loysnin. Hver ynskir bert eitt flakavirki í Feroyum? Í somu grein verður eis- ini sagt, at hettar eina mjólkavirkið í Tórshavn, tað má gjarna hava smærri deildir kring land- ið. So her liggur frensurin, somu fáu menn, kjarnan rundan um milliónirnar úr Jarðargrunninum — skulu eiga øll landbúnað- arvirkini, so er í lagi við fleiri virkjum. Men er tað haldbarur logikkur? Landbúnaðarliga er Sandoyggin betur fyri enn Suðuroyggin, men har trívist — mjólkavirki. Í Klaksvík var eitt fyri Norðoyggjar, sum ikki er í vinnu nú. Viðvíkjandi tí játtaða lánipeninginum upp á kr. 500.000,-, so hevur Fer- oya Jarðarráð fingið boð frá Legtinginum við lóg. Hendan lóg verður ikki aktað. Hverjum „úr erva« teir bíða eftir boðum frá, er ilt hjá mær at vita. Kanska er tað dómaranum við stevning fyri lógar- brot. Skal tað virkuliga koma so langt? Eg haldi tað ikki. Ein nokk so greið semja varð gjerd saman við gamla Jarðarráðnum um endamálið við Sandoyar mjólka- og sláturvirki, hvar Petur Clementsen, Hanus Johannessen, Tummas Joensen og Frit- leiv Joensen, Tummas Pauli Olsen o.a. vegna åvikavist Sandoyar Bún- aðarsamteku, Feroya Búnaðarfelag, Foroya Jarðarráð og P/F Sandoy- ar mjólka- og sláturvirki góvu tilsøgn um samar- beiði, men hver helt ikki orð, hver leyp frá? Tað var ikki Tummas Pauli Olsen. Best hevði verið at sam- arbeitt eisini á hesum eki. Um hesir relativt fáu landbúnaðarmenn (kongs- bendir), sum nú stovna nýtt mjólkavirki í Tórs- havn, hóast hetta valla loysir trupulleikarnar hjá øllum, og hóast Suður- oyggin er uttanfyri, vænta og stevna fram i- móti, at bert teir skulu eiga, fáa ágóðan av og hava rætt til allan hand- ilsskap og ell initiativ inn- an landbúnaðarvinnuna. centralt stýrdir av kjarn- uni um Jarðargrunnin. Men, um tað almenna, sum eigur kongsjerðina, skal gjalda, so verður hendan vinnan ikki at koma ellum Feroya fólki og landi til gagns, men bert nekrum fáum. Til- gangurin til vinnuna verð- ur eisini sorteraður og reguleraður av somu fáu monnum. Tað kann ikki vera rætt. Tað er, sum onkur hevur málborið seg »kunstigur andadråttur« til nakrar fåar. Studning- ur landsins eigur at koma øllum samfelagnum til góðar, annars er ikki rætt atborið. Endaliga kundi eg per- sónliga hugsað mær at frætt, hverjar hesar betri ætlanir eru, sum í 14. September líkasum verða nevndar at skilja sum eitt tilboð ella sum ein eftir- lýsing. Eg meti sam- arbeiðið fundamentalt. Vil ti ikki út í nakað sterri blaðtjak um eitt mál, sum átti at verið avgjørt lo- kalt. Endamál Feroya Jarðarráðs kann valla vera at kvala eitt initiativ. jbm. Samgongan vann øll lutakøstini Løgtingid valdi å ting- fundinum í síðstu viku tær ymsu nevndirnar fyri hetta valskeiðið. Tað heldur sjáldsama hendi, at samgongu- flokkarnir vunnu ell trý lutakøstini um sjeynda limin i trimum teimum stóru nevndunum: figgj- ar-, marknadar- og fiski- vinnunevndini. Limirnir i teimum ymsu nevndunum eru hesir: I figgjarnevndina vórðu valdir: Poul J. Olsen og Hilmar Bech, javnfl., Pauli Ellefsen, sambfl., Asbjern Joen- sen, sjálvstýrisfl., Hák- un Djurhuus, fólkafl. og Jógvan Durhuus og Signar Hansen, tjóðfl. Til tiltakslimir vórðu valdir: Haldor Hansen og Jergin Thomsen, javnfl., Johs. M. Olsen, sambfl., Hilmar Kass, sjålvstyrisfl., Øssur Dam Jacobsen, fólkafl. og Karin Kjølbro og Finnbogi Isaksen, tjóðfl. Í umsóknarnevndina vórðu vald: Jona Hen- riksen javnfl., Edmund í Garði, fólkafl. og Flem- ming Mikkelsen, samfl. Í landsstýrismála- nevndina vórðu valdir: Jergin Thomsen, javn- fl., Finnbogi Isaksen, tjóðfl. og Eli Nolsøe, sambfl. I fiskivinnunevndina vórðu valdir: Poul J. Ol- sen, javnfl., Hedin M. Klein og Signar Hansen, tjóðfl., Øssur Dam Jac- obsen og Oli Breck- mann, fólkafl., Jógvan Olsen, sambfl. og Adolf Hansen frfl. Tiltakslimir: Jergin Thomsen, javnfl.,. Finn- bogi Isaksen og Karin Kjølbro, tjóðfl., Agnar Agnar Nielsen gav for- manssessin til Hilmar Bech. Han: er ara- formadur. Signar Hansen er 1. tingskrivari Ivan Johannesen er 2. tingskrivari Nielsen, samfl., Demm- us Hentze og Håkun Djurhuus fólkafl. og Kjartan Mohr, frfl. Til Kjartan kemur aftur í tingið. røkir Juul Jacob- sen, næsti maður á fr. listanum i Suður- streymi, hetta starv. Í marknaðarnevndina vórðu valdir: Haldor Hansen og Jergin Thomsen, javnfl., Er- lendur Patursson, tjóð- fl., Jógvan Sundstein og Edmund í Garði, fólka- fl., Pauli Ellefsen, sam- fl. og Hilmar Kass sjálv- stýrisfl. Tiltakslimir: Sverri Midjord og Jona Hen- riksen, javnfl., Jógvan Durhuus, tjóðfl.. Óli Breckmann og Hákun Djurhuus, folkafl., Agn- ar Nielsen, samfl. og As- bjørn Joensen. sjálv- <týris? Legtingið valdi somu- leiðis tv ; umboð í Norðurlandaráðið. Her vórðu valdir Erlendur Patursson, tjóðfl.. og Pauli Ellefsen, samfl Landsstýrið boðaði frå, at tað eisini hevði valt eitt umboð í Norð- urlandaráðið. Tað er Demmus Hentze