mikudagur 31. januar 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Idnadurin í Føroyum IV
Góðsking av fiski ein fyritreyt
Tað er eyðsæð, at fiski-
idnadur er tað, vit hugsa
mest um, tá talan er um
eina víðari idnadarliga
menning í landinum.
Her hava vit ráveru
tøka, og her hava vit
traditiónir, ið væl kunnu
verða yvirferdar til eina
hægri góðsking. Stutt
sagt eru fremstu náttúr-
ligu fyritreytirnar tilsteð-
ar.
Flakavirkini
ikki við
Í dag hava vit umframt
flakavirkini — sum ikki
verða tikin við her — bert
tvey smærri roykivirkir,
bæði komin nakað um
somu tíð fyri umleið 2 ár-
um síðani, og eitt virki, ið
ger sildahálvkonserves.
Hesi virkir vísa og tí-
verri sum er at hava smá-
ar meguleikar. Sildavirkið
hevur trupulleikar við at
fáa ráverur, og hetta kem-
ur neyvan at batna tey all-
arfyrstu árini.
Hartil kemur, at tað
júst innan hetta eki hevur
verið og framvegis er óg-
vuliga herð kapping, so
feroyska virkið hevur ilt
við at koma inn á markn-
aðin, sum stórt sæð er av-
markaður til Danmark og
Sveríki, fyrst og fremst tí
hesi lond hava traditiónir
fyri júst hesi framleiðslu,
og tí tað innan hetta eki
finnast stór, kapitalsterk
felog (Abba, Lund,
Glyngere etc.), ið kunnu
nýta ótraditionella fram-
ferð, um so er, at markn-
aðarparturin er í vanda.
Eiga meguleikar
Hóast hetta er orsøk at
rokna við, at vit eiga
meguleikar at fáa ein rími-
ligan marknaðarpart uppá
longri sikt, um rætt verð-
ur atborið. Men treytirnar
eru:
1) at veran verður út-
viklað intensivt, so hon er
fult á hædd við tað, ið
annars er á marknaðinum,
2) at talan er um hósk-
andi úrval t.e. í minsta
lagi 3 ymisk slog,
3) at neyðugur peningur
verður brúktur til seluna,
4) at meguleiki verður
fyri distributión frá dag til
dag og
5) at stuðul verður
veittur til at gjøgnumføra
hetta.
Meira enn tá talan er
um aðrar fiskavørur er
roykiveruidnaðurin
heimamarknaðaridnaður
burturav. Royktar fiska-
verur verða brúktar alla-
staðni, men fólk vilja helst
hava tær so frískt royktar
sum meguligt. Verur, ið
eru nakrar dagar gamlar,
tá tær koma fram til
marknaðin, hava ti av-
markadar meguleikar.
Frystar roykiverur kunnu
bert seljast sum 2. floks.
Millumlanda handil við
roykiverum er tessvegna
ógvuliga avmarkaður.
Einasti møguleiki av
týdningi fyri okkum tyk-
ist í letuni vera sela av
lættroyktum, bíligari
fiskaverum til Fraklands
og meguliga eisini Ong-
lands. Hesir meguleikar
standa og falla við, um
verurnar kunnu vera nóg
skjótt frammi á marknað-
inum.
Selja í Føroyum
Tað vildi verið spell, um
henda nýggja idnadar-
grein heilt hvarv aftur.
Peningur er brúktur til
bæði iløgur og kanningar,
og verurnar eru eftirhond-
ini, hvat góðsku viðvíkur,
fult á hædd við tað, ið
aðrir framleiða.
Fyri at fingið fram-
leiðsluna meira stabila og
áhaldandi vildi tað verið
skilagott at gjert meira
við heimamarknaðin, sum
higartil stórt sæð íkki
hevur kent royktar fiska-
verur og framvegis bert í
lítlan mun er útnyttaður.
Hetta kundi í hvussu so er
uppá stytri sikt verið tað,
ið bjargaði hesi idnadar-
grein. Uppá longri sikt
vildi ein skipaður útflutn-
ingur loftvegis kunnað
opnað nýggjar meguleik-
ar, men sum er, eru bæði
flutningsmøguleikarnir og
prísurin til hindurs fyri
hesum. — Sum er kann í
hvussu so er ikki elvast til
eina víðari útbygging av
hesi grein innan fiskiidn-
aðin.
Hverjum nýggjum til-
tøkum innan fiskiidnaðin
er so møguleiki fyri? Høv-
udssetningurin må vera,
at einhvør utbygging er
grundað á råvørur, ið nóg
mikið er til av, eisini uppá
longri sikt, og at kapping-
arumsteðurnar eru rimu-
>Neyvan nakrastaðni har fiskivinnan
hevur so stóran týdning, er fiskiidnað-
urin so lítið útbygdur sum í Feroyum.
Tað, sum higartil er vorðið gjørt, må
sum heild sæð kallast vidfåningur«.
ligar. T.d. at veran ikki
kemur í beinleiðis kapping
við verur frá u-londum
ella økjum við lægri
kostnaðarstigi enn okk-
ara. Harumframt mugu
krevini til stýring av
flutningi og selu ikki vera
alt ov stór.
Livur og rogn
Onkrar kanningar eru
gjørdar av fyritreytunum
fyri framleiðslu og selu av
fiskahermetikkverum. Í
samband við ætlanir um
konservesvirki í Sanda-
vági er soleiðis funnið
fram til, at ein góðsking
grundað á livur og rogn
átti at havt møguleikar.
Hevuðssjónarmiðið aft-
anfyri hesa niðursteðu
var:
1) at tørvur er á rognum
til framleiðslu aðrastaðni,
og ávirkar hetta, at prís-
kappingin ikki verður so
herð sum annars,
2) vit hava eina nøgd av
rognum, ið kann »føda«
eina nýmótans fram-
leiðslulinju,
3) livur verður sum er
ikki brúkt og kann tí fáast
fyri rimuligan pris,
4) nytta teknologiin er å
einum rimuligum stigi
5) marknaðurin fyri
báðar verur er stabilur og
kann vidkast og
6) marknadarprisurin
tykist rimuligur og gevur
plåss fyri hampuligari ur-
tøku.
Hesi viðurskifti eru
neyvan stórvegis broytt
síðani, og arbeitt eigur at
verða við hesum møgu-
leika. Ein fyritreyt er
kanska, at tiltøk eiga at
verða gjerd fyri at
tryggja, at ráveran verður
fyrihildin føroyska idnad-
inum. Hetta er kanska
mest ein politiskur spurn-
ingur, sum vilji óivað er til
at fáa loyst.
Kanningar hava verið
gjørdar av hermetikk-
framleiðslu grundað á
brisling, makrel etc. Um-
framt at atgongdin til rá-
veruna neyvan er so trygg
sum ynskiligt kundi verið,
hevur tað víst seg, at
teknologiin, ið brúkt verð-
ur innan hetta eki, er
ógvuliga høg (fá, stór
virkir), at kappingin er
ógvuliga herð (yvirkapa-
citetur), og vinningurin tí
ógvuliga lítil.
Farsvørur
Åvisar kanningar eru eis-
ini farnar fram av møgu-
leikunum fyri vørur
grundadar å fars. Talan
kundi her verið um fiska-
pylsur, krebinettir, frika-
dellir etc., fiskabollar og
fiskakøku.
Sum er, er tad serliga
marknaðurin fyri fiska-
pylsu, ið kann hava á-
huga. Talan er um eina so
at siga nýggja veru, ið
finst á marknaðinum í
ymsum tilgerðum, og sum
verður eftirspurd í vaks-
andi mun. Til hesa fram-
leiðslu hava vit ráevni, ið
er nakað biligari enn flestu
aðrastaðni, og framleidsl-
an er lett at fáa í gongd.
Øl] tekin eru til, at hetta
er ein vera, ið grundarlag
er fyri at seta í fram-
leiðslu.
Marknaðurin fyri fiska-
bollar og fiskakeku er av-
markaður, men stabilur.
Tað kann hugsast, at
marknaðurin fyri hesar
verur kann verða út-
bygdur, serliga i åvisum
fjarum londum. Tað kann
ávirka kappingarferi okk-
ara, at ein partur av ver-
uni vanliga er innflutt rá-
vera (mest mjel), men her
kann tað hugsast, at t.d.
svartkjafturin vil geva
okkum biligari fiskiråevni
enn higartil. Umframt
higartil kendar verur, er
tað av týdningi, at vit
eisini útvikla okkara egnu
verur úr biligum farsrá-
evni, grundaður á so lítið
innflutt ráevni sum megu-
ligt. Møguleikarnir tykj-
ast óavmarkaðir.
Lidnir rættir
I føroyska orðaskiftinum
um góðsking verður ofta
tosað um lidnar døguråa-
rættir úr fiski. Givið er, at
marknaðurin fyri lidnar
døgurdarættir er stórur og
vaksandi allastaðni í takt
GA KLAR
FF
SÆLEN Fx
NOFYSTLANT
BS KISFIÐ HERA SFERSR
Bakkasild, góðskað sildavera beinleiðis til brúkaran
við veksturin í talinum á
útiarbeiðandi kvinnum.
Í sær sjálvum skuldu
vit átt meguleikar eisini
fyri slíkari framleiðslu,
men tað má gerast greitt,
at krevini bæði til fram-
leiðslu, og selu eru ógvu-
liga stór, og at verurnar
mugu útviklast javnan.
Spurningurin er, um vit
eru nóg búnir til fram-
leiðslu á so høgum stigi.
Hartil kemur, at serliga
her krevjast nógvar inn-
fluttar ingrediensir, og at
tollurin á lidnum degurða-
rættum og paneraðum
fiskavørum vanliga er
høgur. Men vit eiga sjálv-
andi áhaldandi at arbeiða
fram móti at skapa møgu-
leikar fyri eini so hegari
góðsking sum meguligt.
Ein serligur formur fyri
„góðsking< er hetta bert
at pakka verurnar. Nógv
virki aðrastaðni eru meira
ella minni grundað á
pakking t.e., at veran í
mongum føri er óviðgjerd,
men gjøgnum pakking,
prismerking etc. verður
hon gjørd egnað til sølu
gjøgnum nýmótans sølu-
búðir. Alt fleiri verur verða
seldar og pakkaðar, eisini
fiskaverur, í takt við
broytingarnar í selu-
strukturinum. — Onkrar
av teimum verum, vit
selja í stórum pakningi
verða uttanlands um-
pakkaðar í smærri pakn-
ingar t.d. saltfiskur, flat-
fiskur og rækjur. Higartil
hava vit i Føroyum bert í
avmarkaðan mun detail-
pakkað verur. Hesin ser-
ligi formur fyri »g6dsk-
ing« eigur at verða útvikl-
aður, soleiðis at møguligt
er at fáa verurnar longri
út í seluliðini.
Mijølframleidsla
Ein serligur tåttur er
framleiðsla av djórafeði.
Marknaðurin er ógvuliga
nógv vaksin hesi seinastu
árini og er framvegis í
vøkstri. Slík framleiðsla er
sum vera man gru lað á
bíliga veru, fyrst og
fremst t.d. kjøt og fisk, ið
ikki kann nýtast til menn-
iskjafødi. Alternativið fyri
slíka ráveru er mjelfram-
leiðsla, ið ofta gevur
ógvuliga lítið av sær.
Fiskur til djorafødi fæst
turkaður (til hundar),
frystur (malin) og sum
konserves. Í ellum feri er
talan um lætta, lítið
krevjandi framleiðslu,
sum eisini hóskar saman
við aðrari matframleiðslu.
Útboðið av djorafødi er
vaksið eins nógv sum eft-
irspurningurin seinastu
árini, og kappingin hevur
havt lyndi at harðna.
Nevndin metir tó, at ans-
ur eigur at vera vístur
hesum eki og mælir til, at
framleiðslu- og kapping-
arviðurskiftini verða
kannaði nærri.
Nógvir møguleikar
Víst er her á nakrar av
teimum meguleikum,
nevndir metir, tað skuldi
verið fyri góðsking av
fiskaverum. Lagt verður
eina við, at góðsking av
verum er eitt dynamiskt
fyribrigdi, og at megu-
leikarnir sum heild sæð tí
eru óavmarkaðir. Vit hava
ráevni, sum prinsipielt
kunnu útviklast til eitt
óendaligt tal av lidnum
verum.
Higartil hava vit lítið
og einki gjørt, men onku-
staðni skal av álvara byrj-
ast, ja tað sær líka fram út
til, at vit eru við at vera í
tíðsneyð, um so er at aft-
urgongdin innan fiski-
vinnuna verður munandi.
Fyri at fremja útvikling-
ina og gera privatar fyri-
tekur/persónligar = meira
áhugaða: fyri at fara í
gongd við tiltek innan
fiskiidnad, átti tað frá al-
mennari síðu, ongantíð ov
skjótt, at verið farið undir
eitt miðvíst granskingar-
og kanningararbeiði, bæði
hvat verumenning, fram-
leiðslu og selu viðvíkur.
Mælt verður til, at hetta
verður tikið upp til eina
samlaða meting.