leygardagur 3. februar 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Skemtileikir við lit
Eini 7—800 fólk hava verið til sjonleik
i Hvalvik — peningurin fer til fotboltsvøll
Ítróttarfelagið Streymur
hevur sett tveir sjónleikir
upp. Av sonnum kann
sigast, at teir eru skemti-
leikir. Fólk úr Hvalvík og
av Streymnesi framfera
leikin. >Tá ell vildu gift-
ast«, meðan skúlabern
framføra sjónleikin
»Myrufolkini«.
Sjónleikirnir eru fram-
førdir tey tvey seinastu
vikuskiftini í Hvalvíkar
skúla fyri um 600 fólkum.
Í hesum vikuskiftinum
verða leikirnir uppaftur
tiknir i Hvalvík, men sið-
an er ætlanin at fara kring
landið við leikunum, um
áhugi er til steðar.
Tey fingu
hvønn annan
Tá øll vildu giftast er um
trupulleikan, tá tvey ung
hava funnið hvert annað,
men ikki fáa loyvi at av-
gera egnu lagnu sína fyri
teimum eldru. Í hesum
føri er tað Dánjal bóndi,
sum ikki líkar, at dótturin
Kristina, sum verður
spæld av Ingun Magnus-
sen, er góð við húskallin
Torvald. Hann vil heldur
hava ein bóndason til
dótturson.
Men tað er ikki bara
tað, sum býr undir. Hann,
sum sjálvur er einkjumað-
ur, hevur eisini hug at
gifta seg, og ti hevur hann
aðrar tankar um framtið-
ina hjá dótturini. Men
hann fær annað at hugsa
um, tá Karin Margreta,
seymikona, sum Karin
Zachariassen spælir, setur
seg upp í móti ætlanum
hansara og fær hann á
aðrar tankar.
Frálíkur skemtari
Sjálv gongdin í sjónleik-
inum er rættiliga tunn,
men skemtiligu tilburðir-
nir og teir skemtiligu per-
sónarnir — segusmittan
Maggasigga og limirnir í
heilsunevndini, Pætur á
Hamri og Niels á Tanga,
fáa áskoðararnar at flenna
so hjartaliga.
Serliga Maggasigga,
sum verður spæld av
Kirsten Olsen, og Niels á
Tanga, halda leikinum
uppi. Tey spæla bæði tvey
frálíkt.
Tann álvarsami bóndin,
sum verður spældur av
Kára Láadal, er eisini frá-
líka góður. Ikki ti allir
leikararnir klára seg væl.
Tey flestu royna seg fyri
fyrstu ferð, og hetta ger
sítt til at nakrar pall-
myndir eru í stívara lagi,
men sum heild klára ell
seg væl.
Hinir leikararnir eru:
Jógvan Elias Jacobsen
(Tórvaldur) Olavur Olsen
(Knútur Skómakari), Jón
Láadal (Pætur á Hamri).
Teskari er Hanus Olsen.
Leikstjóri er Niels Peter-
sen.
Skulabørnini, sum
spæla »Myrufolkini«,
koma væl frå leikinum.
Har eru kanska nakrir
komandi sjónleikarar.
Leikararnir eru: Hanus
Brekká (Andrias á Mýr-
uni), Marsanna Eikholm,
(Karin, kona Andrias).
Magnina Magnussen
(Prestafrúan). Jeffrei Jo-
ensen (presturin). Bjerg
Zachariassen (Marjun,
tænastugenta).
Til fotboltsvøll
Peningurin, sum verður
spældur inn, fer til bygg-
ing av einum fótbóltsvelli.
Vellurin er projekteraður,
og farið varð undir at
grava fyri 10 døgum síð-
ani. Kostnaðurin er
mettur til 1,8 mill. kr.,
men formaðurin í ítróttar-
felagnum, Niels Petersen,
sigur, at ætlanin er at
gera nakað við sjálvbodn-
ari hjálp.
Hann sigur, at undir-
tøkan í bygdini er stór.
Síðan í september eru
konufólkini í báðum bygd-
unum komin saman eina
ferð um vikuna fyri at
virka ymiskt til eitt
eydnuhjól, sum skal hald-
ast í mai mánað.
Felagið er eisini í ferð
við at innrætta loftið í
skúlanum. Farið var undir
arbeiðið í desember. Tað
er ikki liðugt enn, men
kommunan hevur bílagt
tilfar til endamálið. Ætl-
anin er at halda fram, tá
sjónleikurin er liðugur fyri
í vár.
Á loftinum verður borð-
tennis íðkað. Áhugin er
stórur. Eini 50 fólk lut-
taka — bern og vaksin.
Felagið hevur ikki meldað
til kappingina i år, tí øll
eru óroynd, men formað-
urin vónar, at felagið fer
at luttaka í kappingini
komandi ár.
Í summar fer Streymur
at luttaka við tveimum
fótbóltsliðum og tveimum
hondbóltsliðum. Ein dani,
Nr. 9 — 3. februar 1979
Henning Eskildsen, sum
starvast í Mjerkadali, og
býr í Streymnesi, tekur
sær av venjingini.
Hesuferð fer ágóðin av
sjónleikinum til ítróttar-
felagið Streym. Til heyst-
ar verður væntandi ein
annar sjónleikur fram-
førdur. Tá fer peningurin
til róðrarfelagið, sum er í
ferð við at byggja eitt
stórt neyst í Streymnesi
við veitsluhøll vil 120 sit-
andi í erva.
Formaðurin í
felagnum, Helgi
róðrar-
Olsen,
sigur, at neystabygging-
ina hava teir m.a. figgjad
við eydnuhjóli. Eftir
ætlan skal sjálvt neystið
takast í brúk í summar,
meðan ætlanin er at hava
neystaloftið — veitslu-
skálan — liðugt til jolar.
Felagið eigur tveir bát-
ar — seksmannafarið
Hvessing og fimmmanna-
farið Báran. Báran, sum
róði fyrstu ferð í fjør, varð
figgjað við dunnuspæli.
Annað kann ikki sigast,
enn at bygdafólkið í bygd-
unum báðum tekur væl
undir við ítróttartiltokun-
um hjá ti unga ættarlið-
num.
Í hverjum sambandi er myndin tikin — og nær?
Tað, tygum skulu gera, er at skriva undir myndini í hvørjum
sambandi hon er tikin og nær, t.v.s. í hvgrjum mánað og ;
hvørjum ári. — Goymið allar myndirnar til kappingin er liðug.
Vit siga frá, tá myndirnar skulu sendast okkum.
VINNINGARNIR:
breyðristari
A
Tytjitikagti
sum
Undirritadi teknar seg
haldara av Sosialinum
Opostad
SOSTALURIN
rindar
postgjaldið)
Navn:
Bústaður:
Postbox 76
3800 Tórshavn
Í hvørjum sambandi er myndin tikin?
|
Kannað posthúsinum
| bi) i
18rilidereadetud
1-1; månadur: 2
A IAKLAR 7 =
|
|
{
|
|
Í
|
j
|
?
í
|
|
|
|
|
|
|
I
'
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|