leygardagur 3. februar 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 3 Februar 1979
sostafatin
Síða 7
TUNGUTALA FYRI HVØNN
— OG FYRI HVØRJUM?
(Bleyttkokadar hugleidingar um målpolitikk)
Sidani føroyamålsdeildin å
Fróðskaparsetrinum fór
undir at taka ymisk demi
um skeivan málburð upp
til viðgerðar í bløðunum,
hevur tú ofta sæð lesara-
brev um, hvussu hetta
ella hatta eigur og ikki
eigur at sigast og skriv-
ast. Sjálvandi er tað gott
at fólk fara at tjakast um
hugtekini „rætt og
skeivt« i føroyskum, men
hetta kann lætt fara at
hava 6ynsktar avleiding-
ar, ti spurningurin um
»rætt og skeivt« mål er
ógvuliga fløktur.
Til dømis kann ein
spyrja, hver ið við góðari
grund kann taka sær rætt
at vera dómari í hesum
máli. Vit liva í einum
málsligt ótrúliga fjel-
broyttum landi og samfel-
agi, í mun til stødd og i-
búgvatal. Ymiskar grund-
gevingar kunnu vera fyri,
hvussu lúkast skal, um
tað yvirhevur skal lúkast.
Onkur vil hava øll orð,
sum líkjast onkrum út-
lendskum orði burtur úr
málinum. Onnur bert tey
orð, sum líkjast orðum í
ávísum máli (helst donsk-
um, ella enskum, ella ís-
lendskum). Og summi aft-
ur vilja lúka ávísar mál-
iskur burtur (til demis
suðuroyarmál ella havnar-
mál).
Hetta kann hava tær
keðiligu avleiðingar, at
fólk sum kennir á sær, at
málburður teirra er vána-
ligur eftir onkrum sjálvs-
valdum dómara at dema,
fara at halda seg aftur frá
almennum tjaki í skrift og
talu, fara at skammast
yvir málburð sín og ikki
tora fram á rødarapallar, í
útvarp og bleð. Fólka-
ræðið gerst sostatt fólka-
ræði fyri tey, sum tosa
málið, sum sleppur í-
gjøgnum nålareygad á
»fjallinum«. Hetta fær so
aftur tær avleidingar, at
mål okkara i skrift og talu
gerst fåtækari og meiri
einsrættað, gelt fyri per-
sónligar | vendingar og
staðar- og stættarbundn-
ar máliskur.
Felags rót
Út frá einum málfreðis-
ligum sjónarmiði er tað
eisini gin óvísindalig, 6-
búgvin steðutakan at gera
sum Feroyamálsdeildin
ger, nevniliga at taka tað
sum prógv fyri at eitt orð
ella ein vending er »Ofør-
oysk«, at hon eisini finst í
donskum, ella er tikin úr
donskum. Målfrødingar-
nir har áttu at dugað tann
barnalærdóm, at norður-
lendsku málini hava felags
rót, sum kann greinast
aftur í forngermanskt
mál, og um man vil, heilt
aftur til indoeuropeiskt.
Tá málfreðingar kunnu
finna felags orð og líking-
ar í indiskum og europe-
iskum máli, eins og felags
málburð i ellum germ-
anskum málum — hví
skuldi tað so verið eitt
prógv fyri >óferoyskleika<
at mál okkara líkist eðrum
germanskum, ella enntá
norðurlendskum, málum?
Um øll fóru at hugsa so-
leiðis kring heimin, so
vóru fá mál eftir, sum
hevdu verið legitim og
nóg góð.
Málið er ikki nakað de-
finitivt, nakað faststoypt,
og málfreði er ikki mate-
matikkur ella logikkur,
hóast tað hevði verið
greiðari um tað hevði ver-
ið soleiðis. Meðan tað fyrr
var avbyrgingin, sum
fekk málini at klovna
hvert frá eðrum og greina
seg út frá eini felags rót,
er tað í dag vaksandi sam-
bandið manna millum sum
ger at málið ávirkast
ymsastaðni frá. Tað flýtur
meir — og hetta merkir
ikki, at tey einstøku mål-
ini »spillast« ella at eitt
mál sum feroyskt er í
»vanda«. Eitt mål sum er
livandi og verður tosað av
ollum landsins íbúgvum,
er ikki í vanda. Vandin
var kanska har, tá vit enn
ikki høvdu eitt skriftmál.
Men ein annar vandi er
hættisligari, og tað er tá
eitt mál byrgir seg inni og
stirðnar, til tað bert verð-
ur eitt amboð fyri útvald-
ar málmenn, sum hava tið
og meguleika at dyrka
málið burturav, meðan
fjøldin fær meir og meir
tepta tungu, og má hava
talsmenn um hon skal fáa
hugsan sína fram alment.
»Fjadrarugvax
ella skrivimaskina
Eitt annað má eisini
havast í huga. So við og
við sum framleiðsluhátt-
urin mennist, er neyðugt
við nýggjum hugtøkum,
orðum og vendingum, fyri
at vit kunnu fata tað, sum
ikki hevur verið lýst í
gomlum málburði, av tí at
fyribrigðið fkKi hevur ver-
ið til áður. Sjálvandi kann
man tá gera sum summir
málreinsarar: stoyta nýtt
vin í gamlar bjølgar, taka
orð frá gomlum lutum og
seta tey á nýggjar.
Kanska heldur onkur tað
vera føroyskari at nevna
ein penn eina »skrivifjød-
ur< hóast ein pennur ikki
er nekur fjøður, (men
verður tað kanska tá
fjaðrar eru farnar úr søg-
uni og bert orðið er eftir).
Og kanska kemur so aftur
onkur við uppskoti um at
nevna skrivimaskinu
»fjadranigvu« ella >rav-
magnsfjaðrarúgvu<, um
hon er elektrisk.
Men ilt er at fáa slík
margháttlig málsmíð at
festa seg. Serstakliga tá
málekið er lítið og fólk
sum vil kynnast nýggjum
fyribrigdum og fylgja við í
ti sum fyriferst í heimin-
um, má lesa um tað á ødr-
um málum. Hesi mál eru
oftast við í teirri altjóða
samtykt at nýta altjóða
heiti um nýggj teknisk og
visindalig fyribrigdi.
Hetta er praktiskt, ti so
skjótt sum framleiðslu-
háttur okkara mennist,
klára málsmiðir ikki at
fylgja við. Um tað er
ynskt ella ikki — fjøldin
noyðist at læra altjóða
heiti um hon skal hava
møguleika at fylgja vid í
menningini. Og hetta ger
summar málfreðingar est-
etiskt ónegdar, og meiri
fremmandgjerdar. Og so-
leiðis eigur tað ikki at
vera.
Syndin einans
í Danmark
Teigurin »ORD OG
TAL« hjá Fróðskaparsetr-
inum kundi til demis
neyvan komið og biðið
føroyingar halda uppat at
nýta orðið »vika« ti sviar
siga »vecka«. Hvi liggur
syndin einans i Danmark?
Og hvat vid øllum teim
orðum og vendingum, vit
fingu úr enskum í slupp-
tíðini: logar, dekk, slupp
osfr. (Hví skulu vit ikki
innflyta orð úr enskum í
popptíðini, tá vit kundu
tað í slupptidini? Kann
vera, at popp-orðini fara
at fella líka væl til um 100
ár). Sanniliga hava føroy-
ingar altid »innflutt« heiti
fyri lutir, tá orð hava
vantað. Og tey sum ikki
hava riggað inn í málið,
eru flest ell dottin burtur
av sær sjálvum, meðan
onnur hava riggað, hava
ríkað málið og eru góðtik-
in av flestøllum sum »før-
oysk« orð i dag. Um vit
nyta tann logikk at siga
fornnorrønt mål at vera
tad einasta virdismeting-
artól, sum eigur at vera
nýtt, so má minnast á, at
vit við eins góðum logikki
kunnu siga at virðismet-
ing um »gott« fornnorrent
mál má hava sum grund-
arlag, hvussu nógv tað
líkist sími rót: fornger-
manskum máli. Og soleið-
is kunnu vit halda áfram
aftureftir til Adam og Evu
ella apurnar.
Í og fyri seg er onki
skeivt í at fera ein mál-
politikk, tí hann verður so
altíð fordur onkursvegna í
hvussu so er, undir eftir-
liti ella »frælst«.
Og tað er sjálvandi ein
uppgáva hjá einum stovni
sum Fróðskaparsetrið at
taka lut í slíkum politikki.
Men hann eigur ikki at
forast sum ein tungu-
kvettandi politikkur om-
anifrå og niðureftir. Held-
ur sum eitt livandi tjak
um mál og leiklut tess í
mannlivinum, samfelagn-
um, eitt tjak, sum tekur
oll tey eki við, sum við-
koma fyribrigdinum
»mål«.
Málstríð er
stættarstrid
I stadin fyri einans at
døma málburðin hjá fólki
frá einum vakurleikasjón-
armiði sum grundarlag
(sum sambært náttúru
sína verður relativt og
persónligt), í staðin fyri at
leggja seg út í hver rit-
hevundur skrivar »gott
mål« og hver »ringt mål«
(og sostatt — uttan at
skeita eftir, hvat hann
skrivar um — at avgera
hver, ið hevur »rætt« at
taka lut í skrivifrælsin-
um), — so áttu slíkir
stovnar at opnað eygu fyri
málsins heimspeki, sosio-
logi, psykilogi, fyri ling-
vistiskum sjónarmiðum
og teimum Osemjum og ti
tjaki, sum fer fram millum
ymiskar teoretiskar á-
skoðanir innan hesi eki av
målvisind kring heimin.
Eitt so tydningarmikid
eki fyri alla menniskjans-
liga mentan kann ikki bert
snúgva seg um málsligt
jura: »rætt« ella »skeivt«,
målid og tess fjølbroytni
må skiljast visindaliga og
ein málpolitikkur má
byggja á ein tilikan skiln-
ing. Tjóðskaparkensla
kann vera góð til sítt
brúk, men hon eigur ikki
at forða fyri visindaligum
innliti.
Í eðrum londum eru
málvísindamenn fyri ein
stóran part farnir at
kanna málið sum sosialt
fyribrigdi. Vísindin um
hetta er nevnd sosio-ling-
vistik (av linguis =
tunga) og eki hennara er
kannan av muninum
millum mál hjá fólki úr
ymiskum stættum í sam
felagnum, hví slíkur mun-
ur er til, hvussu hann er
háttaður, og hvat tað er
sum avger málburðin hjá
fólki innan ymsar stættir.
Og tað er ikki undarligt,
at tað nevniliga eru fólk
frá hesi vísindagrein, sum
avdúka at talan um >rætt
og skeivt« mál ella >gott
og ringt< ikki er annað
enn eitt slag av stættar-
ligari kúgan. Málstríð er
soleiðis eitt slag av stætt-
arstríði: sum oftast hava
tað verið tey vælbjargaðu,
hægri stættirnar í samfel-
øgunum, sum hava skirt
„málið á gøtuni« at vera
»skitid« og »Øreint« ella
»simpult«. Bern teirra
lærdu hava betri megu-
leikar at verða uppalin við
abstraktum hugtekum,
tey fáa sum oftast inn-
prentað fleiri orð undir
uppvekstrinum heiman-
ifrå, tey liva nærri bókliga
heiminum og tað gongur
betri hjá teim í skúlanum,
ti tey hava bestu megu-
leikar at brúka sama mál
sum lærararnir, sum
sjáldan tosa »målid á gøt-
uni«. Talan um »vidfødd
evnir« til lærdóm er oftast
ein misskiljing: aloftast er
talan um stættarligt
treytaða eydnu ella mis-
eydnu í skulaskipanini.
Hetta nevnist »sosialur
arvur«, og kann eisini fåa
okkum at skilja, hvi »mål-
reinsarar« oftast ala upp
børn, sum tosa »rætt« og
ti tora at gera seg gald-
andi í orð og talu alment,
og hava lættari við at ger-
ast »g6dtiknir« rithøv-
undar sum skriva »gott«
mål. Sjålvandi eru und-
antøkini mong i báðar
ættir, ti økid »mål« er eitt
fløkt øki. Men hetta er
vert til umhugsunar.
Málslig undirluta-
kensla i egnum
landi
Fyri at siga sum er:
målsligi spurningurin er
ikki minst ein pedagogisk-
ur spurningur, og av ti at
pedagogikkur er knyttur
at samfelagnum, er mål-
spurningurin ein samfel-
agsligur, ein politiskur
spurningur: tað at føra
málpolitikk, málstrið er at
stridast politiskt, antin
tad er moti bodum frå hjå-
landaveldum ella målslig-
ari kúgan frå ráðandi
stættum í landinum sjálv-
um.
Um vit hava eina ávisa
fatan um, hvussu »gott«
foroyskt mál eigur at
vera, tað veri seg frá ein-
um vakurleikasjónarmiði
ella einum logiskum sjón-
armiði, ella frá ti sjónar-
miði at tað sum líkist
onkrum fornmáli er best
— so nyttar tað lítið og
onki at lyfta peikifingurin
og døma fólk til tøgn og
steðga pennum sum ikki
hóva ti góðtikna; at vera á
varðhaldi móti árini frá
eðrum norðurlandamálum
havnarmáli ella suðuroy-
armáli, fyri ikki at tala um
„málið á gøtuni« við ellum
sínum »slang«-tilfari;
hetta er ein skeivur vegur
Um tað nú veruliga er so,
at føroyingar sum heild
duga so illa at skilja tað
sum skrivað verður, og
duga so illa at skriva sítt
egna mál, so er okkurt
fullkomiliga galið við okk-
ara skúlum og teim megu-
leikum, fólk hava at fáa
útbúgving og
hesum landi.
Og spyrja vit so aftur,
hverji tað eru sum ikki
»duga« nog væl at skriva
ella skilja ov illa tað, sum
skrivað verður í bókum
ella eðrum ritum, sum
síggja reytt og blaka alt
frá sær, tá tey síggja eitt
fremmandaorð — so tori
eg næstan at sverja uppá
at ein kanning vildi víst
okkum eina mynd sum
hevði okkurt samband við
hverjum stætti fólk er úr.
Eina mynd sum m.a.
sýndi okkum grundarlagið
undir málsligari undir-
lutakenslu í egnum landi
— eini undirlutakenslu,
sum hverki málreinsarar,
málsmiðir ella teir, sum
dyrka málið í sjálvum sær
leysrivið frá samfelagin-
um, kunnu beta upp á.
Her krevst betri læri-
meguleiki fyri samfelags-
borgarar úr ellum stætt-
um, ein størri útjavning
millum tey, sum starva
við hond og líkami og tey,
sum halga sær andaligt
lív, mentan og visind.
Beinast má fyri ræðsluni
fyri at skriva, purrast má
uppundir at fólk skrivar
blaðagreinir eins væl og
bøkur á sínum náttúrliga
máli
mentan í
uttan at lata seg
boyggja undir, vegna
onkran málreinsandi
peikifingur. Tjak um mál
má ikki merkja fyriskipan
um at halda munn, av tí at
málið er >óreint<. Ein bók
eins væl og annað ment-
anarverk má dømast fyrst
og fremst eftir bodskapi,
innihaldi — annars kunnu
ymsar hugsanir vera um
málbúnan.
Meg minnist at
hoyrt um
målfrøding
skrivad
hava
utlendskan
sum hevði
ritgerð um og
granskad føroyskt mál og
helt seg vera hollan í hes-
um. Tá hann so einaferð
fór á Bacalao at arbeiða,
tók hann seg fyri pannuna
av bilsni, ti her var talað
eitt heilt annað mál, enn
hann hevði lært. Hetta
demi vísir á tað neyðuga í
sosio-lingvistiskum sjón-
armiðum. At okkara
skriftmál er lagt so langt
frá talumálinum, at mun-
urin ska tórar trupul-
leikar fyri fólk sum vilja
læra at stavseta rætt, er
ein vansi, sum vit tíverri
eru noydd at liva við, nú
so langt er liðið síðan
Hammershaimbs tid.
Framhald å sidu 10