leygardagur 3. februar 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 3. februar 1979
sosialurin
Síða 11
Loysnin er at stovna ibúðarfelag —
og skipa fyri bygging av leiguibúðum
Tað eru helst tvær grundir til ta vaks-
andi íbúðarneyðina: støddin av hvørj-
um huski er minkad. Ibudir verda tikn-
ar til annað endamál. Félkavøksturin
hevur verið lítil seinastu árini,
nógu er bygt. Sosialurin hevur havt
eina samrødu við býararkitektin Gunn-
ar Hoydal.
At tað er ein vaksandi í-
búðartervur í Havn, eru
øll greið yvir, men hvussu
skal spurningurin loysast?
Sosialurin hevur havt
eina samreðu við for-
mannin í sosialu nevndini
hjá Tórshavnar býráð og
eina samreðu við býráðs-
formannin um steðuna,
skyldur og ábyrgdir hjá
kommununi og um megu-
ligar loysnir.
Leivur Johannesen
segði, at sosiala nevnd
hevði sett eina upphædd á
figgjarætlanina, men
hendan hæddin varð skerd
niður i nær um einki.
Hann mælti til, at komm-
unan for undir at byggja
almennar leiguíbúðir.
Petur Christiansen helt,
at kommunan í ein vissan
mun kann fara undir at
byggja leiguíbúðir, men
hann var ikki sinnaður
fyri, at kommunan í ov
stóran mun fór at byggja
íbúðarblokkar. Annars
segði býráðsformaðurin,
at upphæddin, sum sosi-
ala nevnd hevði sett á
figgjarætlanina til íbúðar-
endamál, varð skarvað, tí
eingin byggiætlan var
tek. Er ein ætlan tek, vil
Petur Christiansen seta
pening av til íbúðarenda-
mál.
Kommunan hevur
vissar skyldur
Men hvat sigur býararki-
tekturin? Sosialurin hevur
havt eina samreðu við
Gunnar Hoydal um íbúð-
arneyðina, skyldur hjá
kommununi og meguleik-
arnar fyri at byggja rað-
hús við leiguibudum.
— Spurningurin um í-
búðarneyð og kommun-
una er í tveimum. Komm-
unan hevur skyldu at
syrgja fyri teimum, sum
ikki sjálvi eru ment fyri at
fáa sær tak yvir hevdið.
Hetta er ein skylda, sum
kommunan hevur góðtikið
í prinsippinum.
— Men har umframt
kemur uppá tal, at tað
skal vera meguligt hjá
fólki at leiga eina íbúð,
sum tað ber til aðrastaðni,
men í meira skipaðum
leigufeløgum, greidir
Gunnar Hoydal frå.
Hann bytir annars tey
áhugaðu upp i triggjar
bólkar:
— Tað eru tríggir bólk-
ar: tey, sum eru sosialt illa
fyri. Tey, sum eru fer fyri,
men ikki kunnu útvega
sær eina byggigrund. Og
triði bólkurin, tey, sum
sosialt ikki eru verri fyri,
men eru einlig, lesandi ella
t.l. Her eru nógv, sum
kundu ynskt at leiga sær
eina íbúð, áðrenn tey
sjálvi fóru at byggja.
Loysir trupul-
leikarnar hjá
tveimum bólkum
— Eg haldi, at vit kunnu
siga, at kommunan roynir
at loysa trupulleikarnar
hjá teimum, sum eru ring-
ast fyri. Eisini hjá teim-
um, sum eru fer fyri at
men
byggja sær eini hús, með-
an hin bólkurin, ja, her er
eitt kjak, um tað er ein
kommunal uppgáva at
loysa spurningin.
— Aðrastaðni verður
spurningurin loystur við
sosialum ibudarfeløgum.
Tað er torfert hjá komm-
ununi bæði at vera byggi-
harri og fyrisita útleiging,
sigur Gunnar Hoydal,
sum heldur tað vera tor-
ført hjá kommununi at
fara undir slíka uppgávu
— bæði at vera byggjari
og útleigari — ti komm-
unan hevur nógvar aðrar
uppgávur at rekja.
Heldur eitt
leigarafelag
— Eg kundi heldur hugs-
að mær, at onkur áhug-
aður skipaði fyri einum
felagi — einum sosialum í-
búðarafelagi | — sum
kommunan kundi verið
við at organisera og út-
vega grundstykki.
— Tað, kommunan
hevur tosað um, er bygg-
ing til tey, sum eru ring-
ast fyri. Tað er tosað um
nógvar ymiskar meguleik-
ar. Partvíst raðhúsabygg-
ing við ikki stórum, men
sunnum og nytuligum i-
búðum.
— Eitt annað uppskot,
sum er komið fram, er, at
kommunan skuldi lata ein
part av grundstykkjum til
fólk, sum eru verri fyri,
soleiðis at tey fingu tey 6-
keypis.
— Persónliga haldi eg,
at hetta hevði verið ein
hentur máti, men hann
letur seg ikki gera, so
Tórshavnar kommuna hevur áður latið almennar leiguíbúðir byggja — Lonirnar úti í Bókbindara-
getu — ella revagarðarnir í vanligari talu. Tað er nógv, sum bendir á, at kommunan má taka stig til
at fara undir slíka bygging av nýggjum.
Myndin vísir eitt av teimum húsunum, kommunan í dag
leigar út til fólk
leingi sum tervurin á
grundstykkjum er ógvu-
liga stórur.
Tá íbúðir verða bygdar
til tey, sum eru ringast
fyri, má ansast eftir, at
slík bygging ikki fer fram
á einum staði, men heldur
at blanda tey í annað
byggjari, sum fer fram,
heldur Gunnar Hoydal.
Bert litil partur
er folkavøkstur
— Kin kann spyrja, hvi
íbúðartervurin er so nógv
vaksin, spyr Gunnar Hoy-
dal og visir å, at bert ein
lítil partur er vegna vøkst-
ur í fólkatalinum.
Fólkaveksturin í Havn-
ini var ógvuliga stórur til
miðskeiðis í trýssunum.
Tey seinastu fimm árini
hevur hann javnað seg.
— Tað løgna er, at
sjålvt um fólkatalið ikki er
vaksið og hóast nógv er
bygt, er húsaneyðin vaks-
in.
— Hví?
— Tað eru helst tvær
grundir: tann eina er, at
steddin á hverjum húski
minkar. Fyrr búðu fleiri í
hverjari íbúð, meðan nú
eru umsteðurnar og krav-
ið um at búgva hver sær
stærri.
3,8 fólk í
hverjum húski
Gunnar Hoydal hevur
roknað út, at talið av fólk-
um fyri hvert húskið er
3,8 í dag. Hann sigur, at
kláraði kommunan at
játta ellum grundstykki
og íbúðir, minkaði talið av
fólkum fyri hvert húskið
niður í 3,2. Bara fyri at
nekta hendan tervin skulu
500 grundstykkir útveg-
ast. Harafturat kemur so
veksturin í fólkatalinum,
sum í letuni tó er lítil. Tey
seinastu árini er veksturin
eina helst farin fram í
Tórshavnar uttanbiggjar
kommunu, men steðan er
broytt við tað, at Hoyvík
og Hvítanes eru lagdar
afturat Havnini.
Nidurløga
av íbúðum
— Hin grundin til husa-
neyðina er nidurløga av i-
búðum. Tað hendir seg
ofta, at íbúðir verða tiknar
í aðra nýtslu — annað-
hvert til skrivstovur o.t.l.
ella til egið brúk. Tað er
helst ikki heilt lítið, sum
verður niðurlagt.
Gunnar Hoydal sigur,
at aðrastaðni hevur fólk
ikki loyvi at niðurleggja
eina íbúð uttan loyvi.
Í Feroyum kann hetta
gerast uttan loyvi. Í prin-
sippinum skal loyvi gev-
ast, tá ein íbúð verður tik-
in til annað endamál —
t.d. verkstað, men einki
loyvi krevst til at niður-
leggja eina íbúð.
Tórshavnar kommuna
hevur eingi tel fyri,
hvussu nógvar íbúðir
verða niðurlagdar ella
hvussu nógvar íbúðir
standa tómar í býnum
Útvega grundøki
og fyrireika
— Um íbúðarspurningur-
in skal loysast, so ivist eg
ikki í, at mátin er at
stovna eitt íbúðarfelag,
sum ikki er kommunalt,
men sum kommunan
kundi útvegað lendi og
fyrireikað byggibúning-
ina.