Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 9 — 3. februar 1979 Íbúðarspurningurin i Havn: Komandi 10 årini skulu hundrad grundstykkir utvegast arliga Ein meting visir, at i Marknagili kunnu 350 grundstykkir utstykkjast Eftirspurningurin av grundstykkjum i Havnini er ógvuliga stórur. Kom- munan klårar ikki at nøkta tørvin og liggur i letuni við 500 umsóknum um grundstykkir. — Vit rokna við, at komandi 10 árini skal tað almenna útvega umleið 100 grundstykkir árliga, um útboðið skal standa mát við eftirspurningin, sigur Gunnar Hoydal. Í letuni hevur kommun- an einki grundstykki at lata fólki og seinasta árið er so at siga einki latið — bert eini 10— 20. — Men nú verður fyri- reiking gjørd til at taka eitt størri stig. Í bleð- unum er nevnt, at 600 grundstykkir skulu út- stykkjast í ár, men hetta talið er órealistiskt. Eitt stórt stig skal takast, men so nógv kunnu ikki útveg- ast eftir so stuttari tíð, sigur Gunnar Hoydal. 50 í fyrstu syftu Í fyrstu syftu verður út- stykkjað við Sundsvegin. Hendan útstykkingin fer fram eystan fyri vegin og oman fyri núverandi bygging. Gunnar Hoydal upplýs- ir, at tær teknisku fyri- reikingarnar eru klárar, so byggibúgvingin kann fara fram. Hann roknar við, at hon kann byrja nú í vár. Á hesum gkinum er talan um 50 grundstykkir. Skitsur gjørdar Roknast kann við, at tað næsta ekið, sum verður gjørt byggibúgvið, liggur vestanfyri | Sundsvegin. Skitsur eru gjørdar fyri hetta ekið og eitt annað eki á flatuni í Hoyviks- haganum. Á hesum báðum økj- unum eru tilsamans 140 grundstykkir, 70 hverju megin, men Hoyvíksmeg- in kunnu tó eini 50 koma uppá tal afturat teimum 70. Býararkitekturin roknar við, at tað tekniska projektið kann gerast í vár, soleiðis at farast kann undir byggibúgvingina til heystar. Byggibúgvingin tekur rættiliga langa tíð — eini tvey ár — so útstykkingin verður helst tikin í brúk í stigum. Ætlan um Marknagil Hesi nevndu økini eru reint tekniskt lættast at sleppa til, men eitt eki í Marknagili er eisini komið uppá tal. Gunnar Hoydal sigur, at enn er eingin igripulig ætlan gjørd fyri Markna- gil, men ein meting sigur, at eini 350 grundstykkir kunnu útstykkjast, tá alt er tikið við. Samstundis sum ein út- stykking fer fram í Marknagili, kann haldast fram við byggibúgving í Hoyvíkshaganum. Hend- an ætlanin gerst lættari við tað, at kloakk- og vatnskipan er ferd niðan í móti útstykkingarekin- um. Verða hesar ætlanirnar framdar, kunnu eini 640 grundstykkir útvegast um ikki alt ov nógv áf. Framhald frá síðu 5 idnadarfiski og tær mink- andi negdirnar av ráveru til Havsbrún boð um. Hóast Havsbrún í fjer tók ímóti nakað tí somu ráverunegd sum í 1977, tá hevur úrslitið ikki verið eins gott. Tey feitaru fiskaslegini sum sild, makrelur og brislingur og nå eisini lodna ganga und- an — ístaðin er komið eitt nógv soltnari og bíligari fiskaslag, nevniliga svart- kjafturin. Eisini hvítings- bróður, sum hevur verið stórur partur av ráveruni hjá Havsbrún, er við at ganga undan, orsekin er m.a. hon, at skipini hava fingið betri prís í Dan- mark og hava tí heldur landað veiðuna har. Stødan á heims- marknaðinum ótrygg Vit spurdu Andreas Lava Olsen, hvussu hann metir VANDAN | VIÐ - SUM IKKI AKTAR | KOYRISID! | ME mens Fyr: Ford utliti3 vera hjå fiska- mjølsidnadinum. Til hetta sigur hann, at stødan å heimsmarknadinum fram- vegis ikki er góð. Tað er nógv til av bæði mjeli og lýsi og dollarfallið hevur gjørt, at ráveruprísirnir eru farnir í botn. Haraftrat kemur, at rá- verugrundarlagið er broytt nógv til tað verra. Tey feitu fiskaslegini sum sild og makrelur eru ging- in undan og nú fær virkið mest soltnan fisk. Tá svartkjaftatíðin byrjar, verður uppaftur verri. Svartkjafturin er nevni- liga uppaftur soltnari enn t.d. hvítingsbróður. Einki lýsi er í fiskinum, og ti verður årtøkan nógv — Tí meti eg ikki útlitið at vera ov gott, sigur An- dreas Lava Olsen. Men tað er ringt at meta um framtíðina, leggur hann aftrat. Tað er kortini einki at ivast i, at svartkjaftur kann gerast ein týðandi rávera hja virkinum í framtíðini. Fáa skipini stórar negdir av hesum fiskaslag hverja ferð tey eru úti, tá kann talan verða um lenandi veiðu. Summarlodna góð Andreas vónar, at vit sleppa at veiða nakað av summarlodnu aftur í ár, tí hetta er ein sera feitur fiskur. Í fjør heyst veiddu vit 3000 tons av summar- lodnu við Jan Mayen. Enn er tó óvist, um henda veiða verður uppafturtikin í ár. Tað er nevniliga tvidråttur millum fiski- frødingar, um henda lodn- an vid Jan Mayen er part- ur av sjålvum islendska lodnustovnintm. Er hetta veruleiki, verður myndin helst ein heilt onnur. "Síðani er tað lodnan í Barentshavinum. Hana metir Andreas hava stór- an týdning fyri flotan, men hon verður helst ikki landað í Føroyum, ti tað er ov langt at sigla heim. Ístaðin verður hon helst landað til eitt verksmiðju- skip. Melur runt Uppá fyrispurning, hvussu stóra negd av rá- veru Havsbrún skal taka ímóti um árið fyri at tað kann mala runt, sigur An- dreas Olsen, at higartil hevur tað knapp nokk gingið við 120.000 tons- um. Tað er tó ikki negdin, sum er avgerandi, men harafturímóti ráveru sam- ansetingin. Politiskur Framhald frá síðu 7 spurningur Prísirnir á ídnaðarfiski Margháttligar hava verið sera lágir hesar seinastu tíðina, og tað ger tað trupult hjá skipunum at klára seg. — Eg haldi tað hevur stóran týdning, sigur stjórin á Havsbrún, at vit gera okkum greitt, um vit skulu halda fram við hes- um flota og hesum ídnaði ella ikki. Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við henda spurning. Við núverandi prísum sær tað heilt svart út fyri idnadarskipini, men batnar prísurin á marknaðinum, tá er prob- lemið fyri ein part loyst. Andreas Olsen leggur aftrat, at tað er ikki meguligt hjá Havsbrún at seta prísirnar upp. Hann heldur, at málið í síðsta enda er ein politiskur spurningur. Tað verður helst neyðugt at lata sterri prísískoyti til svart- kjaft enn higartil, um hetta fiskaslag skal vera framtíðar | grundarlagið undir hesum idnadi, sigur Andreas Lava Olsen, sum leggur aftrat, at við teim- um stóru negdum av svartkjafti, ið eru undir Feroyum, tá er tað helst neyðugt, at vit hava eitt stórt fiskamjelsvirki í Feroyum. bendingar Lat meg nú enda við at undirstrika, at vit hóast alt mugu royna at fylgja onkrum reglum, fyri at fólk skulu skilja hvenn annan so beint sum gjer- ligt. Tak til dømis bend- ingarreglurnar. Ofta broytist merkingin, tå t.d. eitt orå styrir einum falli nú og ødrum tå. Sum dømi kann nevnast orðið »fyri«, sum bæði kann stýra hvørfalli og hvørjumfalli. UTVARP FØROYA fær tad ofta at skurra i oyr- unum tå kunngerðir verða lisnar upp við marghátt- ligum bendingum. Eitt nú: JÓLATRÆ FYRI BORNUM, ella »Veitsla fyri limum vid maka< og oll hasi hvørjumføllini. Er tað ikki so, at »fyri« stýrir hverfalli tá viðkomandi luttekur í ti sum talan er um? (t.d. veitsla >fyri BØRN« ella »bert fyri LIMIR<?, >Bert fyri LIMUM«, er tað ikki tá nakað sum er sýnt fyri limum, sum eru passivir, meðan »veitsla fyri LIM- IR<, ja, har luttaka teir í ballinum? Munur er til domis eisini millum at eg syngi fyri tær«, — tú lurtar — og so veg syngi fyri teg« tvs. tú kundi ikki koma at syngja so eg syngi í staðin. >Veitsla fyri teg« er ein veitsla har tú veitslast. »Veisla fyri tær« er hildin tær til æru ella okkurt slikt, uttan at tú noyðist at vera við. »Veitsla fyri børnum« kann soleidis t.d. merkja at yvirskotid fer til okkurt barnahjålparvirksemi, ella at børn hyggja at. Vónandi kann »føroya- målsdeildin« hjálpa út- varpinum eitt sindur at benda. Spurningurin er, hvat menn vilja við hasum »ORD OG TAL<-teigin- um. Vónandi er tað fyri at fáa eitt breitt orðaskifti í gongd og ikki fyri at prædika patentmálburð. Og hví eitur tað >ORÐ OG TAL« og ikki »ORD OG TALA«? (hóast øll »tala« pr. definition må vera >orð<). Er navnorðið »ein tala« nú broytt í „eitt tala (sum hevur samband við mat telja«)? (PS. Eitt gott eki fyri málreinsarar kundi verið at fingið blødini at farið undir eitt betri rættlesing- ararbeiði. Fátt lýtir eina grein verri enn allar tær prentvillur sum vanliga síggjast). -krippi