Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 7. februar 1979 sosialurin Síða 9 Yngsta liðið í fyrstu deild vann Nýuppflutta 1. deildarliðið NSI vann árligu innandurakappingina í 1. deild Innandura fótbóltur er vorðin ein fastur táttur í føroysku ítróttarkapping- unum, og seinasta viku- skiftið skipaði B36 fyri ár- ligu kappingini í fyrstu deild. Síðani 1970: B36 hevur síðan 1970 skipað fyri hesi kapping og hevur undirtekan altíð verið góð og so varð eisini hesa ferð. Sekstan lið lut- tóku, tvey frá hverjum 1. deildarfelagið, uttan TB, ið bert metti við einum liði og B36, sum, orsakað av hesum nýtti hevi at fáa trý lið við í kappingina. Leygardagin Liðini vórðu býtt í fýra bólkar við fýra í hverjum og vóru bólkarnir hesir: Bólkur A: Bólkur C: HB 1 ÍF 2 MB 1 NSI 2 KÍ 1 KÍ 2 VB 2 B36 1 Bólkur B: Bólkur D: HB 2 NSI 1 B36 3 MB 2 TB B36 2 IF I VB 1 Hesir fyra bólkar skuldu leikast lidnir leyg- ardagin og tvey tey bestu liðini í hverjum bólki halda fram í kappingini sunnudagin, tá kappast varð í tveimum bólkum við fýra liðum í hverjum. Í bólki A, komu KÍ 1 og HB 1 víðari við ávikavist fimm og fýra stigum, í bólki B HB 2 og TB við seks og fýra stigum, í bólki C. KÍ 2 og ÍF 2 við fimm og trimum stigum og í bólki D NSÍ 1 og B36 2 við hver sínum fýra stig- um. Kappingin sunnudagin Tey átta liðini, ið høvdu vunnið sær rætt at halda fram í kappingini, vóru, sum áður greitt frá, býtt sundir í tveir bólkar. Kappingin var skipað so, at vinnarin í bólki Í kom at leika annan semifinalu- dystin móti liði nr. 2 í bólki II og hin semifinalu- dysturin var sostatt mill- um vinnaran í bólki II og nr. 2 í bólki I. Finalan varð so leikt millum vinnararnar av hesum báðum dystum, meðan tapararnir leiktu um triðja- og fjórðapláss- ið. Bólkarnir Í bólki I vóru hesi fýra lið: KÍ 1 TB ÍF 2 B36 2 og í bólki II hesi fýra: HB 1 HB 2 KÍ 2 NSÍ 1. Úrslitini av teimum ymsu dystunum vórðu hesi: 1: KI 1 — B36 2 2-2 2: TB — IF 3-3 3: HB2—NSI1 83-2 4: HB1— Ki 2 5—0 5: B362 — TB 3—3 6: ÍF — KÍ1 2—2 7: KI2 — HB2 1—1 8: NSI 1 — HB I 2-—0 9: TB — KÍ í 3-2 10: IF 2 — B362 4—0 11: HB1— HB2 2-1 12: KÍ 2 — NSÍ Í 2 — D Av dystaryvirlitinum sæst at í bólki Í fekk IF 2 fýra stig og målurtøkuna 9—5, TB fýra stig og mál- urtøkuna 9—8, meðan KÍ 1 og B36 2 fingu hver síni tvey stig og sostatt fóru úr kappingini. Í bólki II vann HB 1 við fýra stigum og málmuni 7—3, meðan hinu trý lið- ini ell fingu hver síni trý stig, men við málmunin- um 6—5 kom NSÍ 1 í semifinaluna. Semifinalurnar I fyrra semifinaludystin- um hittust bædi eysturoy- arlidini IF 2 og NSI 1 og var tað nyuppflutta NSI- liðið, ið vann við tveimum málum móti ongum. Í hinari semifinaluni hittust arvafiggindarnir báðir HB 1 og TB og varð tað aldursforsetin TB, ið vann henda dyst við tveimum málum móti ein- um og sostatt tryggjaði sær finalupláss Í dystinum um triðja- og fjórðaplássið mettust IF 2 og HB 1 og vunnu fuglfirðingar henda dystin við tveimum málum móti ongum ot vórðu teir so- statt nr. 3 í kappingini Finalan Finalan var millum yngsta felagið í 1. deild NSI og elsta fótbóltsfel- agið í landinum, TB Stutt inn í fyrra hálv- leik legði Edvard NSI á odda, men stutt áðrenn hálvleikssteðgin eydnad- ist tað Arna at javna fyri TB, so steðan tá seinni hálvleikur byrjaði var javnleikur 1—1, men neyvan var byrjað áðrenn tað eydnaðist NSI at koma á odda 2—1, men enn einaferð fekk TB javna. Hesa ferð var tað Jack, ið skeyt, men ikki varð javnleiksstødan long ti bert hålvan minutt seinni skeyt Hanus enda- liga sigursmálið fyri NSI, ið sostatt vann finaluna við trimum málum tveimum moti Fyri hetta bragdið fingu leikararnir á NSI-liðnum hver sitt steyp til ognar