Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 CO ÁR FK limir!! sosialurin - Limanevndin í Havn bjóðar til upplysingar- og hugnaløtu TYSKVØLDID 13. FEBRUAR 1979 KL. 7 I KEYPSSAMTØKUNI I HOYVIK!! Fyrst verður víst runt og greitt frá nýggju krambúðini. Síðani fer slaktarin, Bjerne Frandsen, at greiða nærri frá slaktaradeildini og sýna hvussu neytaafturfjórðingurin verður limaður sundur. (Sjá aðra lýsing um kjetið). Aftaná verður borðreitt við drekka og kokum | ; í matstovuni og verður tå høvi til at seta spurningar, koma við leið- beiningum, atfinningum, uppskotum o.ø. Umboð fyri samlaðu leiðslu FKs verða hjåstødd. Við at luttakaratalið má avmarkast hverja ferð, verður neyðugt frammanundan at fáa atgongumerkir og verða hesi at fáa frá týsdegi 6. febr. til leygardagin 10. febr.z. í kioskini, krambúðini í Dr. Jakobsensgetu ella frá slaktaranum í sambandi við meguliga bílegg- ing av kjøtinum: (all atgongumerkini skulu bíleggjast í Hoyvík). Verður undirtøkan góð, verður hildið fram við líknandi kvøldum. Minnist til limanummarið!! VÆLKOMIN!!! heilsan LIMANEYNDIN = hóast tey fingu óteljandi áheitanir. Hví vóru tey við at afturvelja teir FS- leiðarar, sum tey nú siga at vera atvoldina til allan rotinskapin??? Húsaspurningurin Tað er stórur munur á, hvussu útisetaviðurskift- ini verða mett í Keyp- mannahavn og so í Árhus og á Fyn. Og tann mest undrunarverdi munurin er, eftir mínum tykki, at meðan húsa (helis)spurn- ingurin verður mettur at hava alstóran týdning í Árhus og á Fyn, so verður hann ikki tikin upp á tunguna, tá tað snýr seg um Keypmannahavn. Og tó er tað ongin spurningur, sum hevur verið so frammaliga mill- um útisetar, og sum hevur est so nógv fólk, sum júst spurningurin um eini fer- oysk hús í Keypmanna- havn. Í hvussu er tey seinastu 25 árini. Tað er ófatuligt, at Sosialurin og meðarbeið- arar hansara í Keypman- nahavn í skriving teirra kunna hava »gloymt« hendan spurning, ella ikki halda hann hava tydning. Eg eri i hvussu so er full- vísur i, at útisetameðar- beidararnir hjå Sosialinum eru teir einastu utisetar i Keypmannahavn, sum ikki meta hendan spurn- ing at vera ein tann mest avgerandi fyri utisetaliv- ið. Hví í allari víðu verð hevur Sosialurin ikki vent sær til Húsafelagið fyri at hoyra um spurningin? Húsafelagið er samstarvs- nevndin hjá føroysku fel- egunum í Keypmanna- havn og hevur, sum navn- ið sigur, húsaspurningin, ella helisspurningin, sum hevuðsmál. Ella var tað so nógv um at gera, at geva »Kommunistiskum Utisetum« einsamellum hevi til at greiða frá úti- setaviðurskiftunum? Ein partur av grundini er helst, at tað hevði verið ómeguligt at hildið tiltak- ið dult, um Húsafelagið, har flestøll feløg eru um- boðað, varð inndrigið. Eisini FS er umboðað í Húsafelagnum, og tað hevði jú ikki verið so gott, um vit vórðu ávarað. Í heila tikið hevði tað verið ógjerligt at tikið Húsa- spurningin upp av álvara, uttan at spurt onkran lim i FS, av tí einfaldu orsek, at tað altíð hava verið limir í FS, sum hava stað- ið á odda í spurninginum. Tað eru fyrst og fremst vit, sum hava syrgt fyri, at feløgini hava havt nøk- ur heli at vera í. Onnur, harímillum Kommunist- iskir Utisetar, hava har- afturimoti sitið hendur i favn og bíðað, fyri so seinni at nýta gott av ar- beiðinum. FS og felagslívið Eins og í Húsafelagnum hava limir i FS arbeitt loyalt í eðrum feløgum. Vit hava altid mett felags- lívið millum útisetar at vera av stórum týdningi. Ti hava vit altíð verið virkin í ti. Ikki fyri at gera felogini sosialistisk, men tí vit halda tey hava eitt stórt virði, við tí grundar- lagi og ti endamáli, tey nú einaferð hava. So kunnu onnur sjálvandi ákæra okkum fyri ikki at hava gjørt arbeiðið gott nokk, og tað skulu vit vera tey fyrstu til at viðganga. Men tað hevði helst komið meiri burturúr, um tey, sum í dag sita hendur í favn, og á eksklusivan hátt kritisera og alment útspilla tað arbeiðið, sum hóast alt verður gjørt, um tey lættu sær á og luttóku sjálvi. Hetta er eisini galdandi í samband við MFS. Hó- ast Kommunistiskir Úti- setar í áðurnevndu grein vilja geva útsjónd av, at stríð hevur verið um álit- isstervini, so er veruleikin ein heilt annar. >Tað hev- ur eydnast FS at fingið formanssessin í MFS«, siga teir. Men hver er veruleikin? Hann er tann, at vit hava verið noydd at átikið okkum ymisk álitis- sterv í MFS fyri at alt ar- beiðið ikki skuldi detta niðurfyri. Vit hevdu gjarna verið hendan sess fyriuttan. Men tá tað hev- ur verið so torført at fáa onnur at gera nakað har, so hava vit verið noydd at åtiki okkum tað. t.d. hevur ongin Kommunist- iskur Útiseti viljað stillað upp, hóast teir hava fingið óteljandi áheitanir. Held- ur ikki »kommunistiski« studentameðarbeiðarin hjá Sosialinum, Jógvan Mørkøre. Vit eru ikki ósamd i, at MFS enn ikki virkar sum eitt veruligt fakfelag hjå lesandi. Men i mótsetning til m.a. Kommunistiskar Utisetar, so halda vit tær uppgåvur, sum MFS i dag tekur sær av, at vera av tydningi. Vit rokna vid, at nógv høvdu verið ónegd, um tey ikki fingu lestr- arlán, um ongin samrádd- ist fyri at hækka lánini, um tað ikki var gjorligt at fáa studning til styttri lestrarferðir, um onki varð gjørt við skattamálið, um MFS ikki syrgdi fyri, at limirnir fingu avsláttur til ferðaútreiðslur til Føroya, um Pisan ikki kom út 0.s.fr. Ti hava vit sett fólk av til hetta arbeiði. Ikki tí tað gagnar okkum polit- iskt, tverturímóti, men ti vit meta tað vera av týdn- ingi fyri føroysk lesandi. Hetta er ikki nokk, men fyritreytin fyri, at MFS kann gerast eitt virki fak- felag er, at onkur vil taka sær av ti tunga og keðiliga arbeiðinum. Tað hjálpir lítið at gera stórar analys- ur og koma við stórum út- talilsum um, hvussu fel- agið átti at sæð út, um man ikki tímir at átaka sær nakað av tí dagliga arbeiðinum. FS sær tað sum eina skyldu at virka innan tey ymsu feløgini; á teirra grundarlagi. Sosialurin og Serblaðið >Vit hava í serblaðnum eftir forimuni greitt frå viðurskiftum feroyinga í Danmark, og hvat fer fram teirra millum«. »Po- litikkur og sjónarmið Javnaðarfloksins koma til sjóndar í oddagreinini og í viðmerkingunum á aðru síðu. Restin av blaðnum er ætlað objektivum tid- indaflutningi.« Hesi orð standa at lesa í innganginum hjá blað- stjórnini á Sosialinum til serblaðið um útisetaviður- skifti tann 13. desember. Og vit mugu so ganga út frá, at serblaðið er ein partur av ti ætlaða »ob- jektiva tidindaflutningin- um« um útisetaviður- skifti, sum Sosialurin »eftir ferimuni< hevur greitt frá. Sum tað framgongur av ti, sum er skrivað framm- anfyri, so stendur tað illa til við objektivitetinum og, skal omanfyri stand- andi sitat takast fyri fult, eisini við førimuninum. Eftir okkara tykki, so er Útiseta-Sosialurin eitt demi um óheiðurligan journalistikk av versta slag. Eitt demi um, at tann svínski journalist- ikkur, sum einamest hev- ur verið at sæð í Dag- blaðnum og í Dimmu, eis- ini hevur vunnið fram á Sosialinum. Og tað er spell. Tað vóru nevniliga nógv, sum roknaðu við, at man við ti »nyggja« Sosi- alinum endiliga hevði eitt toluligt føroyskt dag- blað. Men við skrivingini áðrenn, undir og aftaná valið, og nú við Útiseta- Sosialinum er sett eitt stórt spurnartekin við, um Sosialurin er frægari enn hini blødini. Tað er líkt til, at Sosi- alurin ikki hevur tolað upplagsframgongdina. At hann veruliga hevur fingið blóð á tonnina, og nú bert hevur upplagið sum veg- leiðara. So má journalist- ikkurin lagast eftir, hvert hann gevur fram- ella aft- urgongd í upplagnum, eins og á hinum bleðun- um. Vónandi er hetta ikki nakað sum fer at varða við. Vit skulu ikki leggja okkum úti kærleiksbond- ini millum Sosialin og Nr. 10 — 7. februar 1979 Kommunistiskar Utiset- ar. Vit misunna ongum av pørtunum. Tað er bara spell, at kærleikin hevur latið eygu teirra aftur, so- leiðis, at teir ikki síggja veruleikan. At enda. Tað sigur sjálvandi nógv um Kom- munistiskar Útisetar, at teir á ein so fúlan hátt brúka hendan meguleika til at spjaða útspilling av utisetafeløgum. Men tað var at vænta. Tað sum kom óvæntað fyri nógv var, at Sosialurin vildi vera við til slíkt. Við tveimum blaðmonnum inntil fyri stuttari tid síð- ani búðu í Danmark, má blaðstjórnin hava verið fullkomiliga greið yvir, at veruleikin á ongan hátt samsvarar við ta mynd- ina, ein fær í Útiseta- Sosialinum. So tað er ikki vantandi vitan, sum er atvoldin til, at blaðið kom út í hesum líki. fyri Feroyskar Sosialistar, Tórfinnur Mortensen Eftirlitskvinna Eitt starv sum eftirlitskvinna hjá heimahjálpini í Tórshavn, er leyst at sekja. Starvið verður at seta frá 1. mars 1979 ella skjótast til ber. Eftirlitskvinnan hevur um hendi at áseta heimahjálp, at vitja í heimini og at seta og vegleiða heimahjálparar. Lenin verður ásett sambært avtalu. Upplýsingar um starvið fáast frá Sonju á Argjaboða, heimahjálpsleiðari, tlf. 14895. Skrivlig umsókn verður at senda Almannastov- uni, Jónas Bronxgetu 27, í seinasta lagi 15. febru- ar 1979. Almannastovan Tórshavn Olympia roknimaskinur Tinghúsvegur 7 Elektronroknarin Olympia CPD 5211 strimmul og display. Model CP 1211 hevur m.a. goymiverk og model CP 1201 hevur m.a. akku- muleringsverk. Álítandi og skjótar roknimaskinur frá Olympia og sum samstundis tryggja tygum eina góða service — eisini aftaná keypið. p/f Farodane & Co TIf. 11414 hevur bæði bg) % (> SMANS