leygardagur 10. februar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 10. februar 1979 sosialurin
| Postverkið slitið ==
samarbeidid vid ALV - „
— Karolina Petersen blandar seg i raksturin av frimerkjadeildini.
Landsstýrið hevur ikki góðkent samarbeiðsslitið.
Tingingarnar millum partarnar ikki lidnar
Síða 3
Postverk Feroya hevur
boðað landsstýrinum frá,
Osemjan snýr seg stutt
sagt um, hver skal
hava leiðsluna av
frimerkjaarbeiðinum
Í sambandi við tíðindini frá ALV í bleðunum
mikudagin, hevur Postverkið sent út soljóðandi
frágreiðing:
Karolina Petersen, virkisleidari i ALV, hevur sent
blødunum tíðindi um frimerkjaarbeidid.
Í hesum tíðindum pástendur Karolina Petersen:
1) at landsstýrið avgjørdi, tá Postverkið varð
yvirtikið, at ALV skuldi hava ein part av frí-
merkjaarbeiðinum.
2) at ALV hevði arbeiðið eina tíð
3) at Postverkið hevur sett avlamin til viks.
Allir hesir pástandir eru ósannir og kunnu bert
vera ein roynd at geva eina skeiva mynd av veru-
leikanum.
Áðrenn Postverkið varð yvirtikið fyri umleið 3
árum síðan, varð á fundi millum landsstýrið, ALV
og Postverkið gjørt av, at frimerkjaarbeidid var
ein partur av Postverkinum, sum Postverkið
hevði fult ræði á. Og, at Postverkið í so stóran
mun sum gjørligt skuldi brúka brekad fólk og
onnur fólk við serligum sosialum tervi, sum til
dømis einkjur, til hetta arbeiðið eftir åvising frå
ALV.
Tað er eisini ósatt, at ALV hevur havt alt ar-
beiðið eina tíð. ALV skuldi ávísa fólk við sosialum
tørvi, og gjørdi tað eisini, men av ti at Karolina
Petersen ikki dugdi at seta mark í millum, hver
uppgáva var legd til hana, og hvenn myndug-
leika Postverkið hevur, kom Postverkið til ta
niðursteðu, at samarbeiðið við Karolinu Petersen
ikki kundi halda áfram.
Tað eru ósannindi av grovasta slag, tá Karolina
Petersen sigur, at Postverkið setur avlamisfólk til
viks. Vit halda, at tað er ein sjálvsegd uppgáva
hjá einum almennum stovni í so stóran mun sum
yvirhøvur gjørligt at vera við til at hjálpa sosialt
illa stillaðum fólkum. Frímerkjadeildin hevur síð-
ani yvirtøkuna í heilt stóran mun havt brekað og
onnur sosialt illa stillað fólk i frimerkjaarbeidi,
bæði í festum og i leysum størvum, og gjørt
verður stødugt eitt arbeiði fyri at læra upp brekað
fólk til skrivstovuarbeiði.
Osemjan millum Karolinu Petersen og Post-
verkið snýr seg sostatt ikki um antin brekað og
onnur sosialt illa stillað skulu arbeiða frimerkja-
arbeiði ella ikki. Tað gera tey, og Postverkið er
fegið um at hava tey sum starvsfólk. Osemjan
snyr seg stutt sagt um, hvør skal hava leidsluna
av frimerkjaarbeidinum. Hetta er ålagt Postverk-
inum í postlógini.
Sølan av tøroyskum frímerkjum til savnarar er í
stórum og steðugum vekstri, og tað er av avger-
andi týdningi, at Postverkið kann samskipa alt
arbeiðið hesum viðvíkjandi, og soleiðis at tað,
sum er bygt upp, ikki fer fyri skeyti av ósakligum
orsekum.
Karolina Petersen endar tidindini til blødini við
at siga, at hetta mál hevur verið dult ov leingi.
Postverkið hevur einki at dylja yvir, og vit hava
heldur einki at skamma okkum yvir í hesum máli.
at tað ikki kann halda
fram við samarbeiðinum
við ALV um arbeiðið á
frímerkjadeildini. Esbern
Midjord, postverksstjóri,
sigur, at samarbeiðið altíð
hevur gingið illa, men
stutt fyri jól í fjør avgjørdi
Postverkið at boða lands-
stýrinum frá, at tað ikki
vildi halda fram við sam-
arbeiðinum.
Esbern Midjord sigur,
at tá avgerðin um samar-
beiðið millum frímerkja-
deildina og ALV varð
gjørd fyri trimum árum
síðani mótmælti Karolina
Petersen ikki. Men tað
varð skjótt, hon fór at ar-
beiða móti hesari avgerð.
— Málið hjá henni er, at
ALV skal reka frimerkja-
deildina og tað kunna vit
ikki góðtaka. Postverkið
er ein heild, sum ikki kann
limast sundur.
Esbern Midjord sigur,
at nú má fáast skil á
hesum máli.
— Tað er órættur mót-
vegis teimum brekaðu og
teimum sosialt illa still-
aðu, at tey verða misbrúkt
sum kastibløkur í ósemj-
uni millum ALV og Post-
verkið.
Landsstýrið
góðtekur ikki
uppsøgnina
Spurdur um tingingarnar
millum landsstýrið, Post-
verkið og ALV, sigur Es-
bern Midjord, at hann vil
ikki kalla tað tingingar.
— Eg var til eina sam-
reðu í landsstýrinum
mánadagin.
Hergeir Nielsen, lands-
stýrismaður, váttar, at
tingingar fara fram mill-
um partarnar. Fundur
skuldi vera týsdagin, men
hann bleiv útsettur.
— Hver hevur biðið um
fund við landsstýrið?
— Tað hava báðir part-
ar.
— Kann landsstýrið
góðtaka, at Postverkið
hevur slitið samarbeiðið
við ALV?
— Tað verður í fyrsta
umfari ikki góðtikið av
landsstýrinum.
Nóg mikið
av fólki fyribils
Frímerkjadeildin hevur í
letuni 7 fólk, sum ALV
hevur ávist, í fastum
starvi. Afturat teimum
hevur deildin so ein lista
yvir 50 fólk, sum hon hev-
ur fingið frá ALV. Av
teimum arbeiða 34 í letuni
og tá frímerkjaútgávur
eru arbeiða øll 50. Esbern
Midjord sigur, at fri-
merkjadeildin ikki hevur
brúk fyri fleiri fólkum
fyribils.
— Hvat gera tit, tá tit
einaferð skulu hava fleiri
fólk, og samarbeiðið við
ALV er slitið?
— So mugu vit finna
fram til tey á onkran ann-
an hátt, t.d. við at lýsa í
blødunum.
Tit ringja
— vit skriva
EAN
SALT I GØTUNUM
Tað hevur verið vanligt,
at Tórshavnar kommuna
koyrir salt á vegirnar, tá
kavi er. Kann Sosialurin
kanna, um hetta verður
gjert nú?
Um tað verður koyrt
salt á, átti kommunan at
boðað frá, tí tað er jú íkki
sørt, bilarnir rusta av
saltinum. Somuleiðis fara
skógvar illa av salti.
Anti-salt
Tíðindastubbin frá
ALV í mikudagsblaðn-
um.
Tingingar um býtið av
frimerkjaarbeidinum
I hesum døgum fara
fram tingingar millum
landsstýrið og Post-
verkið um býtið av fri-
merkjaarbeidinum
millum ALV og Post-
verkid, verdur sagt i
tíðindum frå ALV.
Víðari verður sagt, at
tá Postverkið varð yv-
irtikið, avgjerdi lands-
stýrið, at arbeiðið av
fyrstadagsbrævbjálv -
um skuldi ALV hava
til avlamisfólk og onn-
ur sosialt illa stillað.
ALV hevði alt ar-
beiðið eina tíð, men
seinni hevur Fri-
merkjadeildin viljad
sett onnur enn avlamin
inn i arbeidid og sett
avlamisfolk til viks.
Hesum hevur ALV
mótmælt, tá so lítið av
arbeiði er til avlamis-
fólk
Avgerð um bytid
verður væntandi tikið í
hesari vikuni.
Ringið telefon
11820
eta 147 20
John Justinussen, ar-
beiðsformaður hjá Tórs-
havnar býráð, sigur, at
teir góvust við at brúka
salt í fjør vetur. Orsøkin
var, at fólk vóru ónegd og
nógvar klagur komu, bæði
frá gangandi fólki, bilfer-
arum, serliga hýruvogns-
eigarum, og handilsmonn-
um. Í vetur hevur onki
salt verið koyrt á vegir
ella gongubreytir. Salt
verður nú einans brúkt til
at halda frárenslini í get-
unum opin.
Dánjal Bærentsen,
djóralækni:
— Ja, tað vil eg halda.
Vit liva jú av at selja
matverur til onnur
lond, og eitt framkom-
ið land, sum okkara,
má hava lógir, sum
svara til hetta.
Karin Meienburg,
lærarinna:
— Eg haldi avgjert, at
vit skula hava eina,
men so skula vit ansa
eftir henni, altso halda
hana.
Kjartan Hoydal,
fiskifreðingur:
— Ja, tað skula vit, og
so skuldu vit havt ein
sonevndan »positiv-
listå«, t.v.s., at um ein
matvøruframleidari
setir eitt ella annað
evni til matin, so skal
hetta evnið vera góð-
kent og vera á hesum
positiv-lista.