Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 11 — 10. februar 1979 kring oyggjarnar Sandoyar sýsla — ein lýsing Millum fyrilestrarnar úti á Fróðskaparsetrin- um í ár eru fýra fyri- lestrar um Sandoyar sýslu. Fyrsti fyrilest- urin verður hóskveldið 22. februar. Tá leggja Jóannes Rasmussen og Sverri Dahl fyri. Jóan- nes greiðir frá jarðfreð- ini og Sverri sigur nak- að um fornminni har í oynni. Annar fyrilesturin er um búseting í Sand- oynni. Tað er Arne Thorsteinsson, sum greiðir frá hesum 1. mars. »Bygdirnar« eitur triði fyrilesturin. Tað er Olavur Clementsen, sum greidir frå bygd- unum i Sandoynni. Fyrilesturin verður tann 8. mars. Seinasti fyrilesturin í reðini verður hildin 17. mars. Tað er Hanus Samuelsen, sum sigur eitt sindur frá persóns- segu úr Sandoynni. Brandmeistarin varð settur við lutakasti Nýggjur brandmeistari er settur í Tórshavn. Tann nyggi brand- meistarin mer Heri Veihe. Hann starvast fram- manundan sum brand- maåur. Tórshavnar byråd kundi tó ikki semjast um ein mann. Eftir trimum atkvødu- greiðslum stóð fram- vegis á jøvnum og fór tí lutakast fram millum teir báðar, sum stóðu á jøvnum. Øssur Simon- sen og Hera Weihe. Og tå var Heri Veihe tann hepnari. Vakstrarhúsini hjá Karl 300 m? Vit upplýstu í næst- seinasta blað, at vakstrarhúsið hjá Karl Øster á Tvøroyri er 100 kvadratmetrar. Hetta er ikki rætt. Karl hevur try vakstrarhús sum tilsamans eru 300 kvadratmetrar til staddar. Tey vórðu bygd í 1938 og síðani hevur Karl framleitt rósur, urtaplantur og ymsar leykplantur. Karl, sum hevur arbeitt sum gartnari øll hesi árini, ætlar skjótt at leggja frá sær. Tað er ætlan- in, at sonurin skal taka við eftir pápa sin. Framleiðslan i vakstrarhåsunum hjá Karl Øser uti å Sev- mýru verður seld til felst ell pláss í Suður- oynni. Sjálvur heldur Karl, at tílík fram- leiðsla hevur spart landinum nógvan val- uta, og hann heldur fyri, at tað er gott, at menn fara í gongd við tílíka framleiðslu. Alt ov nógv verður inn- flutt, sum vit sjálvir kunnu framleiða. Hava appellerað dómin Árni C. Joensen og Petur Olivar i Hoyvik, sum tysdagin i Føroya rætti vórðu dømdir at gjalda diskotekklubb- anum í Tórshavn 500 kr., hava app- e!ic-að dómin til lands- rætun. Verji teirra, Mogens Birch, appeleraði dóm- in beinanvegin, men tað fingu vit ikki við í mikudagssosoalinum vegna ov knappa tíð. Deyva- og Blindafelggini fáa grundstykki Tórshavnar býráð hev- ur samtykt at geva blindafelagnum og Deyvafelagnum eitt grundstykki til eitt fel- agshús. Grundstykkið er 800—1000 kvm. stórt og liggur á Kina- treðni. Forboð móti framhaldandi bygging Býráðið hevur samtykt at mæla landsstýrinum til at seta í gildi eitt so- kalla $ 8 forboð móti byggingini hjá Tórhild Stenfeldt á Hvítanesi. Byggingin er ikki í samsvari við ta byggi- samtykt, ið er í gerð fyri Hvítanes. Tað er trý-manna- ráðið fyri Hoyvík og Hvítanes, sum hevur gjørt eina tilráðing i málinum, men málið hevur eisini verið í byggi- og býarskipan- arnevndini og tað var ein tilráðing frá hesi nevndini, sum varð samtykt. Byggi- og byarskipanarnevndin mælti samstundis til at finna eitt hóskiligt grundstykki. Eftir samtyktina viðmerkti Petur F. Christiansen, at hervið var tað sligið fast, at slík mál frá trý-manna- ráðnum skulu í nevnd- ir, áðrenn tey koma fyri býráðið. Eingin býráðslimur mótmælti. Afturímóti nikkaðu fleiri játtandi. tórur meiriluti fyri svimjihøllini Eg eri ímóti at gera svimjihøll nu, ti eg vil vita, hvar vit flóta, segði Petur i Gong. — Vilja vit hava svimjihøll ella ikki, segði Essa Arge. — Dettur málið fyrst niður fyri, verður tað seinur dagur, áðrenn tað verður tikið uppaftur, segði Niels Debes á fundinum týskveldið Tórshavnar býráð sam- tykti á fundi týskveldið at bjóða svimjihallarprojekt- ið út í eina hevuðsentre- prisu við niggju atkveðum fyri og trimum ímóti. Nakað av orðaskifti var um málið og Petur F. Christiansen setti fram eitt broytingaruppskot. Petur F. Christiansen, sum annars tók undir við projektinum og helt tað vera ta rettu loysnina, mælti til, at bíða við út- bjóðingini til øll figgingin av hellini var greið. Hetta uppskotið varð tó felt. Alt í einum vavgreyti Orðaskiftið um svimjihell- ina varð vavt saman við eðrum átrokandi málum so sum ruskstød, asfalt- verki, grótbroti, íbúðum, útstykkingum av grund- stykkjum, hóast fleiri bý- ráðslimir vístu á, at málini einki hevdu við hvert ann- að at gera. Somuleiðis varð víst á, at ein svimji- hell forðar als ikki fyri framhaldandi útstykking av grundøkjum. Eisini løgdu fleiri av teimum, sum vóru fyri svimjihellini, herðslu á, at hetta var tað einasta pro- jektið, sum var liðugt. Verður tað ikki nú, verður tað seinur dagur — Stadionnevndin heldur tað ikki vera rætt at steðga við málinum. Fell- ur tað fyrst niður fyri, verður tað seinur dagur, áðrenn tað verður tikið upp aftur, segði formaður- in í stadion nevndini, Niels Debes. Hann segði annars, at nevndin hevði heitt á teknisku nevnd um at leggja rusksteðina soleið- is, at svimjihellin kundi brúka avlopshitan frá ruskstødini. Bjóða út — kunnu bíða við byggingini Ebbe Mortensen upplýsti, at stadionnevndin hevði sekt um studning, men N Lánini eru uppbrukt arbeiðini ikki liðug — Eg hveppist vid at taka hetta lánið, segði Jákup Sune Jacobsen, tá Tórshavn- ar býráð samtykti at taka lán fyri 41 mill. kr. Allur minnilutin var í móti. Eftir eitt rættiliga drúgt kjak samtykti Tórshavnar býráð á fundi týsdagin at taka 41 milliónir í lánum. Meirilutin í býráðnum — fólkaflokkurin, javnaðar- flokkurin og tjóðveldis- flokkurin — var fyri upp- tøku av lánunum, meðan minnilutin — privatlistin og sambandsflokkurin — atkveddi ímóti. Kommunan hevur ætl- an um at taka 6 mill. kr. í partabrævsláni í Feroy- um, 20 mill. kr. í Kom- munernes Kreditforening, sum svara til 12 mill. kr. netto, og 15 mill. kr. í ym- iskum uttanlands lánum. Av láninum úr Kommun- ernes Kreditforening eru triggjar mill. kr. í jarðar- keypslåni. Í viðmerkingunum til tilráðingina frá figgjar- nevndini verður sagt, at tilsamans hevur kommun- an tikið 40,9 mill. kr. í lánum frá kredittfelagn- um. — Hesin peningurin er nú uppbrúktur, uttan at tikin eru nýggj lán til full- føran av teimum ilegging- um og uppgávum, sum låntøkurnar í kredittfel- agnum vóru ætlaðar til, verður sagt. Nógv átroðkandi mál — einki itøkiligt Fleiri av býráðslimunum funnust at, at ongar íteki- ligar ætlanir vóru fyri tey átroðkandi málini, sum skuldu loysast. Tey málini, sum vórðu tikin fram, vóru: ein nýggj rusksteð, eitt nýtt grótbrot við asfaltverki, ein nýggj vatnleiðing, og framhaldandi útstykking av byggiøkjum. Bæði býráðsformaður- in, Petur Christiansen, og formaðurin í teknisku nevnd, Jákup Sune Jac- obsen, greiddu frá teimum ymisku málunum. Um grótbrotið varð sagt, at ætlanin var at leggja tað nakað innan fyri Sund, men júst har, tað skuldi liggja, hevði landsverkfreðingsstovn- urin projekterað ein veg. Annars varð upplýst, at grótbrotið við Kaldbaks- fjørdin fór at kunna nøkta gróttervin í eini 30 år. Tikið seg úr felagsarbeiðinum Um ruskstødina segði Petur Christiansen, at Tórshavnar kommuna hevði verið við í ætlanini hjá Feroya Kommunufel- ag um at loysa ruskspurn- ingin í felag, men nú var tað hent, at Tórshavnar kommuna hevði meldað seg úr kommunufelagn- um. Havnar kommuna er ti noydd at loysa spurn- ingin fyri seg sjálva. Viðvíkjandi vatnspurn- inginum er ein frágreiðing gjørd fyri nekrum árum síðani, men einki meira er gjørt. Av byrådsformanninum skiltist, at ætlanin er at bruka lånini til fremjan av hesum målunum. Harafturat er ætlanin at brúka peningin til út- stykkingar og byggibún- ingar, segði Petur Christi- ansen. Noyddir at taka lán — Eg hveppist við at taka hetta lánið, men vit eru noyddir at taka tað, segði Jákup Sune Jacobsen, sum helt tað vera skeivt at útseta lántekuna. Hann mælti annars til, at býráðið samdist um, hvussu tey týdningar- miklastu málini skuldu prioriterast. Jákup Sune Jacobsen segði, at tað var rætt, at grundøkir skuldu útveg- ast, men fyrst mátti eitt asfaltverk gerast. Somu- leiðis skuldi Eysturskúlin gerast liðugur. Petur F. Christiansen segði, at á einum orient- erandi fundi hevdu bý- ráðslimirnir fingið at vita, at kloakkeringar, vegir og Eysturskúlin skuldu ger- ast fyri 18 mill. kr. Um- framt tað skal asfaltverk, grótbrot, svimjihylur o.a. gerast fyri 40 mill. kr. So tilsamans er talan um 58 mill. kr. — Harafturat koma mál sum útstykkingar, barna- garðar o.a., so spurning- urin er, hvat kommunan fyrst skal fara undir, hvat lán skal takast fyrst, og hverji projekt eru klár at fara undir, segði Petur F. Christiansen, sum mælti til at koyra tilráðingina í figgjarnevndina til nærri kanningar. Hetta uppskotið fekk seks atkveður, meðan all- ur meirilutin atkveddi i- móti. — Byrådsmeirilutin samtykti so meirilutatil- rådingina um at taka 41. mill. kr. i lånum.