leygardagur 10. februar 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sostalurin telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Treytirnar
TINGINGAR um fiskiveiðusáttmálar
við aðrar tjóðir eru vorðnar ein so
týðandi táttur í búskaparligu tilveru
okkara, at tað er um at gera hjá
okkum at fáa rættindi til veiðu,
skulu vit framvegis eiga eitt nøku-
lunda trygt vinnuligt stødi í sam-
felagnum.
SAMSTUNDIS er tað øllum greitt,
at tingingarnar ikki hava verið lætt-
ar at fáa frá hondini. Heldur kann
sigast, at torført hevur gingist at fáa
úrslitini so dånt, at vit kunnu sigast
at vera nøgdir.
SAGT ødrvisi, so er møguleikin at
fiska vorðin trengri og trengri sum
árini hava gingið, og fyrst og fremst
soleiðis sum londini uttanum okk-
um hava myndað sín politikk á sjó-
økinum.
TANN broytingin i vinnustrukturin-
um, sum var væntandi, hevur tikið
størri ferð á seg, enn roknað varð
við. Hendan gongdin hevur gjørt, at
vit nógv skjótari komu at taka støðu
til tær broyttu veidåuumstødurnar.
ALT HETTA, samstundis sum olju-
prísurin støðugt sær út til at hækka,
sigur okkum so mikið, at alneyðugt
er at vera á varðhaldi, soleiðis at
okkara fiskivinna altíð kann vera før
fyri at leggja um til tær broyttu um-
støðurnar.
MEN hetta hevur ongantíð verið
føroyingum ókent. Heldur má sig-
ast, at vit í heilt stóran mun hava
livað undir teimum viðurskiftum, at
skula vera royndarkoyrarar á veiðu-
økjum, sum aðrir og aðrar tjóðir
beinleiðis tóku frá okkum, tá tað
tunga og torfgra pionerarbeiðið var
gjørt, sum t.d. við rækjufiskiskapin-
um.
HETTA eru tungar treytir, men tað
er nú einaferð so, at hin minni menti
má lúta fyri so mongum. Vit hava tó
tað treysti, at vit framvegis við
dugnaligum samráðingarmonnum
fara at vinna so mikið, at ljóð fæst
fyri, at føroyingar illa kunnu liva,
um vit ein dag ongar aðrar møgu-
leikar hava uttan okkara egna
sjógv.
sosialurin
Nr. 11 — 10. februar 1979
——K{Á—Æ——————AUL
MÓTMÆLI TIL DAGBLAÐIÐ
Í Dagblaðnum 7.2. verður
í teiginum »Politikkur«
skrivað um skatting og
vinnuliv. Har verður
nevnt eitt domi um skatt-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
ing av verugoymslum,
hvar sagt verður frá, at
okkara vinnulív verður
100% skattað av kostpris-
inum á verum á goymslu,
meðan vinnulivid í Íslandi
og Sveríki verður skattað
ávikavist 70 og 40% og
goymsluvirðinum.
Slíkt er tað bera slutur,
sum tað framgongur í
Dagblaðnum, tí veruleikin
er tann, at ongar goymsl-
ur nakrastaðni verða
skattaðar, hverki av kost-
prísi ella av nekrum ødr-
um prísi.
Tann skipan, sum nek-
ur lond hava, er, at loyvt
verður at avskriva eitt á-
vist prosenttal av
goymsluvirðinum, sum
verður fråtrekt vinningin-
um av seldum vørum i år-
inum og harav minkar um
vinningin vid skattligu
uppgerðina við árslok.
Hetta er oftast ein fyri-
munur fyri vinnulívið við
tað, at skatting av einum
parti av inntekuni verður
útsett eitt ella fleiri ár.
Tað gevur størri likvi-
ditet í virkinum, ella sum
danir nevna tað »en skjult
reserve« í rokniskapinum.
Henda skipanin kann
vera hent, har goymslur-
nar lætt missa virðið, tí
tað er við avskrivingini
tikin hædd fyri einum
meguligum komandi
missi.
Men
skipanin hevur
sínar baksíður og hon er
væl kend í øllum londum
sum hava hesa skipan,
nevniliga at vinnulivs-
menn kunnu útskjóta
munandi skattagjøld við
at hækka goymslurnar
hvenn 31/12 oftast óvan-
liga nógv.
Eg skal ikki her meta
um, um vit eiga at fáa
okkum hesa skipan. Men
eg vil her mótmæla, at ein
lærdur maður og royndur
politikari bjóðar okkum
haldarum av Dagblaðnum
slíkt slutur, ti verur á
goymslu verða als ikki
skattaðar — bert vinning-
ur av seldum verum verð-
ur skattaður.
jbm
STUTT UMMÆLI AV
SJÓNLEIKINUM »AUTODAFE«
Dapurt, myrkt, lívskev-
andi, vitloysi. Hetta er
tað, sum merkir ella
myndar henda framúr væl
uppsetta og væl leikta
sjónleik.
Her skal í stuttum sig-
ast frá gongdini í sjónleik-
inum, sum rithevundurin
so meistarliga hevur dug-
að at dramatisera.
Í einum sali einastaðni í
einum lítlum fjarskotnum
samfelag hevur í longri tið
mikil esing verið orsakað
av, at samkoman í hesum
sali er sannførd um, at tað
sum kommunistar og
teirra líkar kalla upplýs-
ing og andalig menning er
av tí ónda og tessvegna
eigur at verða jarðlagt,
nú, beinanvegin, fyri tíð
og allar ævir.
Á hesum era fundi verð-
ur viðtikið, at ræðið í
landinum má leggjast í
aðrar hendur, og at lesing
og skriving í skúlunum
kemur undir strangt al-
ment eftirlit. (Tey á pall-
inum eru øll framúrskar-
andi, — óhugni valdar!)
Vidtøkan verður løgd
inn å ting, sum beinan-
vegin setur eina nevnd, ið
verður kallað BLAPO-
nevndin (stytting av orð-
unum blasfemi og porno-
grafi) til tess at taka sær
av hesum álvarsmáli.
Tað ótrúliga hendir.
BLAPO-nevndin upploys-
ir tingið og koyrir tað
heim. BLAPO fær polit-
iskt vald. BLAPO stjórn-
ar landinum!
Og nú síggja vit leik,
sum av sonnum kann sig-
ast at vera einastandandi
um okkara leiðir, slíkt
hevur ikki verið at sæð á
okkara palli fyrr.
Tað er nátt.
Fútin verður handtikin,
hálaður úr seingini, og illa
viðfarin koyrdur í fanga-
legu. Dómarin frákoyrdur
Framhald frá síðu 5
vóru gjørd. Viðvíkjandi
asfaltverkinum segði
Leivur Johannesen, so lá
eitt greitt uppskot við
plasering og kostnaðar-
ætlan í oktober 1976, men
hetta uppskotið varð ikki
framt, tí limir í teknisku
nevnd kvaldu tað.
Til atfinningarnar um,
at tað var lítil dugur at
seta eitt asfaltverk upp í
einum grótbroti, sum lítið
var vert, segði Leivur Jo-
hannesen, at tað eftir
trimum vikum kundi flyt-
ast.
Harafturat er eitt as-
faltverk ikki tað fyrsta
sum kann gerast í einum
grótbroti. Tad ganga
kanska eini tvey ár til so
mikið er sprongt, at eitt
asfaltverk kann setast
upp, legdi Leivur Johan-
nesen afturat.
Eftir ynski frå Niels
Debes for atkvødugreidsl-
an fram vid navnakalli.
Fyri tilráðingini frá
stadionnevndini at-
kveddu: Petur Christian-
sen, Leivur Johannesen,
Finnur Johansen, Niels
Debes, Ebbe Mortensen,
Essa Arge og Dánjal Lar-
sen. Í móti atkveddu:
Jákup Sune Jacobsen,
Petur í Gong og Petur F.
Christiansen. Sofus Siv-
ertsen at kvøddi ikki.
Sambært tilráðingini
frá stadionnevndini er
svimjihellin, sum skal
liggja á stadionøkinum i
Gundadali, ætlað at kosta
einar 20 mill. kr.
og fær boð um at fara av
landinum.
Í útvarpinum verður
kunngjert, at autodafé
(bókabrenning) verður á
midnátt á torginum í
sjálvum miðbýnum.
Áðrenn tey, ið starvast
í bókahandlum og bóka-
sevnum verða handtikin
og koyrd í arbeiðslegu,
mugu tey hjálpa at út-
flýggja bøkur um átrúna
og kynsliv og yvirhøvur
allar bøkur skrivadar av
kommunistum (t.d… Willy
Heinason og Steingrim S.
Jakobsson).
Å slagnum 12 (mid-
nått) setur »førarin« eld å
alla bókarúgvuna, sum
var orsekin til, at tað æv-
iga lívið hjá so mongum
manni og mangari kvinnu
var glatað.
Á staðnum, meðan er-
skapurin er í hæddini —
bønir og forbannilsir,
sangur og streingjaton-
leikur hoyrist hvert um
annað — viðtekur
BLAPO »Autodafé-log-
ina«, sum skal verða
trygd fyri, at bert tað,
sum kann gagna ti æviga
lívinum, verður skrivað og
lisið.
»Autodafé-login« verð-
ur lisin av sjålvum »før-
aranum«:
$1
Øll skriving av bókum og
blødum er undir almenn-
um eftirliti, og bannað er
ollum innflutningi av bók-
um og blødum.
$2
Bert í serligum feri verður
stuðul og onnur hjálp latin
til lesandi. Í ollum forum
verður ættarbreðgi og
heimlag í báðum ættum at
kanna gjølla, og våttan
um BLAPO-lýdni at fyri-
liggja.
83
Stovnur at umsita hesa
lóg verður settur beinan-
vegin.
Tá ið lógin var upplisin,
gjørdist sonn frøi í ti stóru
mannamugvuni, og fagn-
adurin tok ongan enda.
Hvussu hesin makabri,
men væl leikti sjónleikur
endar, skal ikki verða av-
dúkað í hesum ummæli, tó
kundi eg hugsað mær, at
rithevundurin kundi givið
sjónleikinum annað navn
t.d. >Miðeld 1979«.
H. Mohr
Hjálpið mær úr
íbúðar-
trupulleikunum
HF-næmingur sekir íbúð, gamalt
hús í Havn, Nólsoy, Kollafirði ella
Kvívík, beinanvegin.
telf. 152 39