leygardagur 10. februar 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
MYKINESTANKAR
Smátutl hoyrdist úr kek-
inum. Morgunkokkarnir
vóru longu í ferð við at
seta morgundrekka á
borðið. So við eitt hoyrd-
ist rópið: „Komið og
skaffið!< Eitt, tvey, trý,
so kom lív í hesar sovandi
kropparnar. Tað var sum
at síggja kóp á skeri, tá ið
kroppurin smoygdi sær úr
pjøkanum — kanska
nærri: ein mynd av Kópa-
konuni í Mikladali, tá hon
smoygdi sær úr haminum!
Tú lat eyguni ganga frá
manni til mann. »Nei,
morgunljótur var eingin<.
Smil — morgunsmil yvir
alla lonina — tað var tað,
ið metti tær. Prátið fall á,
hvat gerast skuldi í dag.
Tað vardi ikki leingi, so
vóru ell samd um, at far-
ast skuldi út í Hólmin. Ja,
og kanska drigið einar
tveir, tríggjar lundar á
vegnum. Kósin varð sett
út í kortið av kenum
mykinesmanni, og hon
varð fylgd út í naglsretur-
nar.
Henda morgun lá hann
so tráur av útsynningi inn
yvir oynna. Tað var fitt av
vindi og -hann merktist
væl, tá komið var upp á
eggina. Niðurgongdin til
brúnna er á vestursíðuni.
Her var stilli, so vit settu
okkum niður eina góða
letu og festu tað í hugan,
sum eygað sá. So stór-
bært, so hábært, so tign-
arligt lá alt fyri fótinum
og dró andan so seigliga,
sum tyktist alt ongan
skund at hava.
Varisliga varð farið
oman móti brúnni. Steðg-
ur varð gjørdur, tá komið
var út á hana.
>Nei<, helt Meinhard
fyri, »at Mykines skuldi
þ/ 4)
bo
vafi IA pt?
MIN! #4 LL UNASSMS AS IDG
fá !
LIZ N
vera so eiggilig, tað hevði
eg forsvorið!< Hann setti
seg í ein avkrók, og læt alt
rundan um seg renna
framvið, sum ein mek á á
summardegi. Tann sama
kenslan var til staðar —
eins og tá tú tekur um
kvinnuháls á fyrsta sinni.
Mykines er eisini ein
>kvinna<, sum hevur allan
alsk uppibornan — á sín
vís.
Hver kvinna hevur eitt
ella annað lýti, sum hon
roynir at skava útyvir, so
tað ikki verður so sjónskt í
manna eygum. So við
Mykinesi. Tú vart eitt
sindur í depurhuga um
tann illa rekta seyðin, ið
gekk úti í Hólminum. Eitt
lýti, sum var torført at
skava útyvir. Triðja hver
ær gekk sum eitt flóka-
trell. Eystursíðan á Myki-
nesi ber 180 seyðir og her
var ikki ríkið í trý ár.
Helmingurin av innmerk-
ini hevði ikki sæð líggja-
blaðið í mong ár. Nú, tá
einans sjey familjur búgva
har úti, er vitiligt, at
oyggin ikki kann røkjast
eins væl og fyri 20—30
árum síðani.
Vit hava ikki ráð til at
lata saltfiskatrolararnar
hjá okkum, ella onnur
skip, ið hoyra landi okk-
ara til, fara í órekt. Hava
vit ráð til at lata eina heila
oyggj fara eina kós, sum
er týðiliga merkt av, at
ikki eru kreftir til staðar
at rekja oynna, sum hon
átti? Spurningurin hevur
verið vidgjørdur í útvarpi.
og bleðum, men hann er
alt annað enn loystur. Tað
verður kanska soleiðis at
lívsinnihaldið kemur at
loysa >knútin<, sum tað
onkuntíð hevur gjert fyrr.
sosialurin
Nr. 11 — 10. februar 1979
Her kemur seinni partur av frásegnini um
ferðina til Mykinesar hjá 3. real í Fugla-
fjarðar skúla várið 1978.
Vit frætta um robottar við ongari sál úti
í Hólminum, um ein týskara, sum kom illa
fyri eina illveðursnátt,
um tvær, sum
sluppu inn á meginlandið við helikoptar-
anum, um eina fjøld av syrgiligum grót-
húsum og ein óvígdan minnisvarða, um
video og kveldsetu og um læraran, sum
fekk lundalús.
Brúgvin út á Hólmin
mundi goyma manga frá-
søgn um øgiligan ágang
av vedri og vindi. Eitt
sindur var hon skeiklað av
hesum. Brúgvin hevur ein
ávísan livialdur, sæð út
frá einum tekniskum meti,
men mykinesmaður hevur
rekt hana so væl, at hon
fekk ein hægri livialdur
enn tað skoðsmál, sum
hon av fyrsta sinni fekk,
tá tað galt lív og aldur.
Gingið varð út til vitan.
Hann talaði til skip og
fer við ljóð- og ljósbylgj-
um uttan íhald. Eingin
býr har úti longur — alt er
sjálvvirkandi. Orkukeld-
an, ið drívur hesa veru,
stendur inni í bygdini.
Hetta er sami elmotorur,
sum veitir streym til hús-
ini. Skuldi tað borið á, at
hesin motorurin steðgaði,
fór ein annar motorur í
gongd úti á sjálvum hólm-
inum 2 til 3 sekund aft-
aná. Sostatt kemur vitin
ongantíð at liggja deyður.
Her úti vóru eisini eini
tóm hús... tóm og tóm,
4
ur var eitt sindur skelkad-
ur, men tað risti hann ella
hon skjótt av sær. Ein
týskur ferðamaður var við
bátinum henda dag. Hann
var gjøgnumbloyttur —
tað sá ikki mætari út, enn
tað kundi vindast úr
hverjum tráð á honum.
Kanska fóru vit skeiv.
Hann gjerdi skjótt av.
Stóð og skimaðist eina
letu, so brádliga smoygdi
hann sær úr mannamúgv-
ini. Tók seg niðan frá
bygdini og hvarv í
mjerkasurkinum. Eg
hugsaði mitt: >tú fært av
at vita«, ti viðferið, sum
vedur og vind. Ymist man
vera frå bygd til bygd,
sum menn hava havt at
miða seg eftir, tå líkindini
skuldu metast. Hetta hev-
ur gingið frá manni til
mann, frá ættarliði til
ættarlið. Men er hetta ikki
eisini nakað, sum er við at
hverva á summum steð-
um — eins og postbátur-
in? Tað munnu ikki vera
nógvir eftir í Mykinesi í
dag, ið kunna meta um
veður og vind eftir tí
gamla sniðinum. Teir telj-
ast óivað á einari hond.
Vit kendu okkum sum
mykinesbúgvar — vit leit-
tey vóru sett við nógvum
tólum — rotottar við ong-
ari sál, men sum vístu liv-
andi sálum mið og mál.
Ein flokkur av Sandi
skuldi koma út til Myki-
nesar henda dag við post-
bátinum. Veðrið var ikki
av tí besta. Meðan vit
ganga heim móti bygdini,
síggja vit Súluna koma
bóltandi fram við oynni.
»Hasi rósa sær ikki av
ferdini«, helt onkur fyri.
Hóast ring líkindi legði
Súlan at lendingini. Tað
munnu vera skilamenn,
bæði á sjógvi og landi, ið
hava hendur um báðar
endar á hesi rutu, ið eitur:
Rutan til Mykinesar.
Tú skuldi sæð hesi
stakkals bern, tá ið tey
komu í land. Eins og
dravnar henur komu tey
niðan frá lendingini — vát
og illa tiltessað — men so
ótrúligt tað ljóðar, var
lagið gott á teimum. Onk-
hann hevði við sær, var
lítið og einki. Hetta var
ikki útgerð til at liggja úti
á berajóli við.
Alt ov ofta koma út-
lendingar til Mykinesar
við vánaligari útgerð. Vit
hoyrdu fleiri frásagnir um
útlendingar, ið vóru illa
fyrikomnir, men sum gott
fólk her úti og hevði veitt
várkunn og miskunn. Ikki
bara ta einu ferðina, men
fleiri ferðir.
Sum tað leið út á dagin,
gjørdist veðrið verri og
verri. Sunnunáttina
hoyrdist væl av vindi.
Tankarnir snúðu seg kring
fremmanda mannin,
hverja ferð, ið vent varð í
sovipjøkanum. Ikki nytt-
ist tær at hava gott skil å
vedri og vindi fyri at festa
tann tankan i hugan, at
tann, sum var úti eina ti-
líka nátt, fekk av at vita.
Mykinesbúgvar leita
ofta út á Berg at meta um
aðu okkum eisini av og á
út á Berg. Broytast vit
ikki eitt sindur, tá ið vit
standa framman fyri ti 6-
spilta skaparaverkinum,
sum einans er brýnt og
bart av veðri og vindi?
Teir gomlu dugdu meist-
arliga væl at smíða orð og
setningar, sum tulkaðu
tað, sum teir striddust við
ella dagliga hevdu um
hendi. Til demis, tá talan
er um veðrið:
Tað stóð um húsbrot.
Himmal og hav stóðu í
einum. Tað var trongd í
sjónum. Hann tók leyst.
Hin vegin, tá talan er
um gott veður:
Ikki ein ond rerdist.
Hann stóð við klettin. Tað
var dýrd í sjónum. Tað
var deyðaslætt, sum á
gólvinum.
Her er nógv at taka til,
tá ið veðrið skal tulkast í
orð og í tal! Tað er eins og
ein tónlistamaður, ið