Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. februar 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 10. februar 1979 greiðir kenslurnar í einum musikkstykki. So fínt, so fint, so yndisliga vakurt og fint!!! Fólk flest gerast ofta tigandi, tá ið tey standa andlit til andlit við skap- araverkið, tað sum er 6- spilt, tað, sum menniskja- hondin ikki hevur nomið fingur við. Ti kemur hon framat, tá er ikki nógv at undrast yvir. At standa tíðliga ein morgun Úti á Bergi og bert lata eyguni flyta seg og tekkja tað, sum fyri framman liggur. Í huga tínum koma tá íður og íðukálvar at mala, sum tala eitt mál, ið gera, at tú bert undrast og undrast. Ein góð leta líður... okkurt fór at rera seg mill- um steinarnar — tætt úti á tromini. Hetta var eing- in annar uttan fremm- andamaðurin. Hann nærkaðist sum ein flongd- ur hundur. Hann hevði óivað fingið flongina um náttina. Hann var grenur frá toppi til tá, so ei undir i, at vit ikki høvdu sæð hann í skýli hansara. Hann royndi at siga okk- urt, men illa bar til. Tað var sum at vinda eina gamla grammofon. Fjeð- urin mundi vera ring eftir at hava ligið úti á berajóli eina slíka nátt. So hoyrd- ist græla úr hon. >Ich bin sso nnass, ich bin ssso kkkall.« »Ja, stakkala dýrið — ikki kundi annað sigast, tú ert ikki nóg gamal at vita av.« Hann var illa fyrikom- in. Leitað varð aftur at húsum, og genturnar vóru spurdar, um tær vildu veita fremmandamannin- um hjálp. Tað vildu tær. Mari Ann og Ann Mari fóru út og bjóðaðu honum heim í herbergið hjá okk- um. Genturnar dugdu stak væl at fara við hon- um. Konufólk duga so væl at kjúkla fyri okkum mannfólkum og serliga, tá illa stendur til. Hetta er vidføtt. Mykineskonur mundu millum år og dag mangan hava vermt um menn, sum vóru illa fyri- komnir bæði á sjógvi og landi. Fremmandamaðurin var týskari. Hann var upprunaliga eysturtýsk- ari, men flýggjaði einaferð í trýssunum undan komm- unistunum og búði nú í Hamburg. Hann arbeiddi í herinum og hevði foto- grafering til ítriv. Ein dygdarkvinna úr Myki- nesi kom og bjóðaði hon- um ein sovipjøka at liggja i. Hann fekk kamar burt- urav undir somu lon sum vit. Tað var tignarligt hjá honum at fáa slík kor í- staðin fyri at liggja undir opnum hválvi. Hann hevði einans ligið undir einum eittmanstelti um náttina. Tað var farið í lepar av vindi og regni. Ein hermannakappa hevði týskarin havt um kroppin. Frá okkum fekk hann heitt upp á beinini og fekk klædnaplaggið uppá kroppin. Ein heitur te- muður varð givin honum og nýbakað skapilsi aftur- við. Hesum projektinum hevði Pálin staðið fyri. So við og við kom lív aftur í hesar germansku konglar- nar. Hann vísti seg at vera eitt fitt fólk og gjørdi ikki nógvan háva burturúr sær. Sunnudagin vóru ikki líkindi at sleppa av oynni, so ynskið hjá ti eina næm- inginum mundi fara at eydnast. Birgit skuldi til ársroynd á Studentaskúl- anum mánadagin, í fer- oyskum stíli. Hon fekk ikki rátt sær av spenningi. Hvussu skuldi hon sleppa av aftur oynni? Slapp hon av oynni mánadagin, so vóru ráð fyri ti. Hon kundi t.d. skriva stílin, tá hon kom inn á meginlandið... ja, og skriva um: Ferð mín til Mykinesar. Loysnin var ikki heilt av leið. sosialurin Kirkjugongd var sunnudagin. Tað var ikki ofta, at hin hálshvíti vitj- aði út higar; men deknin eiga teir góðan — sum í teimum flestu bygdunum í Feroyum. Meinhard Jo- hannesen var deknur og forsangari. Danin Poul Erik See hevur nevnt i einum fyrilestri fyri ikki so langari tíð síðani, at hann ongastaðni hevði sæð ella upplivað saman- setingina í menniskjanum so týðiliga dyrkaða, sum í Feroyum. Meinhard er eitt av demunum. Um- framt at vera deknur og forsangari var hann eisini handilsmaður, postav- greiðslumaður, motor- passari, bóndi og av og á var hann eisini lærari. Soleiðis kunnu eginleik- arnir hjá einum menniskja arta seg í einum bygdar- samfelag. Øll í bygdini eru medvitandi um tað, sum er lagt í eitt skilafólk frá lívsins morgni. Tá hetta fólk kom í tann »båsin« at vera eitt álitisfólk, bæði til fjals og til fjóru, varð ikki spentur fótur fyri ein- um tílíkum menniskja. Mykinesbygd hevur átt fleiri tílík fólk. Krevini, sum náttúran hevur still- að til fólkið í bygdini, hava verið stór. Hetta er avbjóðingin til samanset- ingina í okkum menniskj- um. Her mátti onkur ganga undan, sum hevði vit, skil og evnir, annars varð lív ikki lagað í slíkum samfelag, um ikki hesir eginleikarnir ráddu. Givið er so tað: At ótt- ast Guð — Guðstrúsvia hevur verið drivkraftin hjá ellum. Tað mundi vera torført at liva undir so herðum korum uttan trygga og góða sálarliga barlast, og hon hevur sanniliga eisini verið til staðar her úti á hesi oyggj. Ætlanin var at fara nið- an á oynna, meðan vit vóru har úti; men tað var tjúkt í erva alla somlu tíðina. Men nakað niðaná varð tó gingið, og serliga vóru tað tey mongu grót- húsini, ið eygað festi seg við. Okkurt av teimum sang sín svanasang. Summi vóru helt — nekur skeiklaðu á og onnur fullu fullkomiliga i fátt. Nøkur heilt fá vóru væl hildin. Tey stóðu nú sum fávitsk- utir guðar, sum eingin hevði brúk fyri longur. Í tí líki,sum tey nú stóðu í, var betur, at tey vóru nið- urtikin. Ja, ja: »O, du evigi Guð, sum her er vorðið einsligt«, segði hin gamli mykines- maðurin. Onkuntíð hevur tað verið lívligt á hesum heiðum, men nú sást so týðiliga, at ómegdin ráddi. Tað vóru eini 20—30 gróthús, sum stóðu her. Var tað ikki ein uppgáva at geva einum ella fleiri, sum hevdu áhuga fyri at varðveita sermerkir frá einari farnari tíð, at sett tey í stand? Ikki er hugs- andi, at ånararnir høvdu sett seg ímóti hesum. Meguleikin er eisini til staðar, at gera tey um til ferðamannaherberg. Hetta kemur at fara fram í einari Ospiltari náttúru, so rættiliga gott skil og skynsemi eigur at vera nýtt. Minnisvarðin, ið stend- ur uppi á eggini omanvert bygdina, hevði tað heldur ikki so gott. Hann var ongantíð vigdur. Navna- talvurnar standa niðri í kirkjuni, har tær eru í góðari varðveitslu. Kundi ikki onkur rætt honum eina hjálpandi hond — pussa hann upp og fingið hann vigdan? Tey, ið búgva alt árið har úti í Mykinesi, megna kanska ikki sjálvi at fara undir tiltakið. Men tað eru tó hóast tey, ið búgva aðrastaðni og hava til- knýti til oynna, ið bæði vildu og kundu rætt eina hjálpandi hond. Mánadagurin kom við sama veðri. Tað sást á øll- um brøgdum, at ikki slapst av oynni sjóvegis henda dag. Við eitt hoyrd- ist surrið av helikoptaran- um nærhendis. Hann var á vitjanarferð úti í Hólm- inum. Hann gjerdi eitt rend inn í bygdina — setti seg á ein stoyptan runding tætt við bygdina. Flog- skiperin varð spurdur, um hann kundi taka ein næm- ing við sær. Hesum játt- aði hann — hann vildi enntá taka tveir inn við sær. Birgit og Joan vóru so hepnar at verða fluttar á »arnarveingjum« inn á meginlandið. Nú vildu el! sleppa inn við hesum flog- kyktinum, men hann er dýrur í brúki, og ikki er ráðiligt at misnýta hetta henta kriatúr. Helikoptarin er hentur, tá tað stendur um lív ella deyð. Hjá okkum stóð ikki so illa til — á, langt frá tí! Hóast onkur mælti til, at okkurt átti at verið gjørt fyri at fingið teir at sent hann út aftur. Høgni helt fyri: >Nei, nei, nei, ger endi- liga ikki tað. Vit hava tað ov gott her úti. Vit hava eina heila oyggj at reika á — hver hevur tað? Í Fuglafirði luktar so illa, tað er einki at leingjast aftur til!!! Lívligur og skemtiligur hevur hesin flokkur altíð verið, og ikki var hetta lagt á hillina, meðan vit vóru har úti, nei, tvertur- ímóti! Eli Reynskorð — ætt- aður úr Gásadali — plagdi at stekka inn á gólvið hjá okkum. Hann átti eini gomul hús her úti, sum hann hevði sett í stand og plagdi hann at vera her úti av og á við familjuni undir teimum hugnaligu bitun- um, sum vit eisini fingu hevi at stinga krillin inn undir. Næmingarnir = skuldu lesa til próvteku. Tað var mest tað, sum reið teim- um á baki sum ein óndur dreymur. Ein av Restorff- breðrunum hevur fast til- hald á oynni. Hann var so fryntligur, at hann bjóð- aði næmingunum at síggja video. Soleiðis kann tað bera á. Teknikkurin hevur langar armar. Ikki vóru tað øll, ið rúmaðust i >bio- høllini«, so summi leitaðu niðan frá bygdini í ein- semi. Men kl 21.00 var kveldseta í teimum gomlu húsunum hjá Eli. Tær breiðu fjalarnar vóru nývaskaðar. Tær vóru so hvítar so hvítar. Hver kennir ikki angan av nývaskaðum viði, sum hevur fingið sítt bað í grensápulúti? Á, tig, á tig! Tað man vekja manga hugleiðingina hjá ti eldra liðnum. Tey, sum eru vaksin upp í popptíðini, hava kanska ikki sama ans fyri tilikum. Tey eru umskyld, tí tað eru aðrir veggir, ið tey hava traðkað sínar skógvar millum. Men, men, ikki tala veggirnir uppá sama máta til ein. Ein angandi veggur, ein góður temuður og so pannukekur afturvið gjørdu kveldsetuna ó- gloymandi. Stundin gjerdist heilag, og óivað fara flest ell av okkum av goyma hana í minninum flestu dagar okkara. Týsdagin gjerdist veðr- ið betri. Veðrið á landi var gott, men á sjónum var so mikið av landbrimi, at postbáturin ikki kundi leggja at. Í morgin slepst av oynni, hesum vóru spá- menninir á oynni vísir i. Um middagsleitið tann 6. dagin, vit vóru har úti, kom Súlan út. Heimferðin byrjaði. Spádómurin — ella maningin — hjá tí eina næminginum var gingin út og ikki var hon til fánýtis. Ikki kundi annað sigast, hóast næm- ingarnir = høvdu mist triggjar skúladagar upp undir endan. Teir komu allir undan, so tað mundi vera á góðari leið, tað sum vit høvdu gjørt. Vit høvdu drigið 26 lundar leygardagin FM