hósdagur 18. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 18. juli 2002
21
Todi Jónsson var ikki
í hópinum, tá FCK
misnýtti nógvar
møguleikar, áðrenn
innskifti Pascal
Simpson tveir
minuttir undan
dystarenda javnaði til
1–1
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var FCK í
Helsingør og spældi venj-
ingardyst ímóti eingilska 1.
deildarfelagnum Sheffield
Wednesday. Úrslitið var
1–1, og FCK megnaði ikki
at javna fyrrenn tað bara
restaði ein lítil løta.
Fyrra partin av fyrra um-
farinum skinklaði verjan
hjá FCK, sum hevði ilt við
at temja stóru álopsspæl-
ararnar hjá eingilska lið-
num. Sheffield Wednesday
kom á odda, tá 20 minuttir
vóru farnir. Rune Pedersen
hálvbjargaði í fyrstu atløgu,
men eingilskt menninir
vóru fyrstir á returbólt-
inum.
Í 2. hálvleiki hevði FCK
stóra leikliga yvirvág, og
teir høvdu nógvar mál-
møguleikar. Mótstøðuverj-
an bjargaði eina ferð á
málstrikuni, FCK stútaði
eina ferð á stólpan, og fleiri
ferðir sendu teir úr góðum
støðum og upp um málið.
Tá eitt korter restaði,
kom Pascal Simpson á
vøllin. Og tá tað restaðu
tveir minuttir, javnaði hann
til 1–1, eftir at Zuma hevði
spælt hann leysan.
Todi Jónsson var ikki við
í 17 manna hópinum hjá
FCK. Hann hevði smávegis
trupulleikar í øklunum, og
tí valdi venjarin, Hans
Backe, at lata Toda hvíla
seg. Peter Møller sat eisini
uttanfyri við skaða.
Í
útgangsstøðuni
var
Morten Bisgaard við síð-
una av Zuma í álopinum.
Tá Pascal Simpson varð
skiftur inn, fór hann í
álopssessin, meðan Morten
Bisgaard varð fluttur aftur á
miðvøllin.
FCK spælir síðsta venj-
ingardystin undan kapp-
ingarbyrjan
seinnapartin
leygardagin. Hann verður í
Parkini ímóti Club Brügge
úr Belgia. Fyrsti lands-
kappingardysturin verður
annan sunnudag í Parkini
ímóti Viborg.
INTERTOTO
Jóannes Hansen
Tá B68 fyrr í summar
var við í Intertoto Cup
kappingini, var mótstøð-
an í fyrsta umfarinum alt
ov stór. Sveisiska St.
Gallen vann samanlagt
11–1, og harvið nýttist
B68 ikki at hugsa meiri
um altjóða fótbólt í hes-
um umfarinum.
Men St. Gallen er
einki stórlið í Europa.
Tað hevur verið staðfest
tvey tey seinastu viku-
skiftini.
Næstsíðsta
leygardag tapti sveisiska
liðið 1–0 á útivølli ímóti
hollendska Willem II, og
í vikuskiftinum megn-
aðu teir bara málleysan
javnleik, tá hollendska
liðið spældi í St. Gallen.
Harvið var altjóða lut-
tøkan hjá St. Gallen av a
hesum sinni.
Hollendska liðið skal
komandi tvey vikuskift-
ini spæla ímóti einum
liði úr Russlandi. Tað
eitur FC Krylya Sovetov
Samara.
jh
St. Gallen sent
úr kappingini
Føroyski landsliðs-
maðurin var mið-
vallari í vinstru, tá
Vejle týskvøldið vann
sannførandi 4–1 í
Svendborg
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Sambandið millum NSÍ og
Vejle tykist vera gott. Ian
Højgaard var í fleiri ár í
Vejle, har hann m. a. spældi
fótbólt. Nú er hann sam-
skipari hjá NSÍ, samstundis
sum hann er 1. liðsspælari.
Í blaðnum í gjár vóru
tíðindini, at Ulrik Balling,
sum í fleiri ár hevur verið á
besta liðnum hjá Vejle, nú
er í NSÍ, har hann verður
við á ferðini til Akureyrar.
Har fer NSÍ at fyrireika seg
til steypafinaluna annan
mánadag ella ólavsøkudag.
Og so vita vit, at Christ-
ian Høgni Jacobsen úr
Runavík er í Vejle, har hann
er við í fyrireikingunum til
nýggja kappingarárið hjá 1.
deildarliðnum.
Týskvøldið var Vejle í
Svendborg og spældi venj-
ingardyst, og tað gekk væl.
Vejle vann 4–1, eftir at
støðan var 2–1, tá tað var
hálvleikt.
Christian Høgni Jacob-
sen var á Vejle liðnum, men
hann var ikki millum
málskjúttarnar. Møguleik-
arnir hjá Christian Høgna
at skjóta mál vóru kanska
ikki so stórir, sum teir hava
verið onkra ferðina. Vejle
var í 4–4–2 útgávu, og
Christian Høgni var ikki í
álopsódnini, sum hann ofta
hevur verið í. Heldur var
hann á ytsta miðvallar-
plássinum í vinstru.
Leygardagin klokkan 16
er aftur venjingardystur á
skránni hjá Vejle. Tá skulu
teir spæla ímóti nýggja
superliguliðnum úr Køge.
Dysturin verður á Den
Jyske Idrætsskole í Vejle.
Yvirmennirnir hjá B68 í Intertoto Cup kappingini, ST.
Gallen, eru nú eisini úti av kappingini.
Nógvir møguleikar
og bara eitt mál
Uttan Toda, eydnaðist tað
FCK at fáa javnt ímóti enska
1.deildarfelagnum Sheffield
Wednesday
Christian Høgni
á miðvøllinum
Christian Høgni Jacobsen og Vejle vunnu sannførandi á
Svendborg týskvøldið
21
Umframt at fyrireika
seg til steypafinalu,
landskapping og
Europa Cup arbeiða
KÍ kvinnurnar fyri at
fáa í hvussu so er 200
túsund krónur til
vega
ALTJÓÐA KVINNU-
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
KÍ eigur besta kvinnu-
fótbóltsliðið í Føroyum.
Tað vísa tølini, og eingin
ivast í tí. Í fjør vunnu tær
FM heitið, men tær kiks-
aðu, tá tær vóru favorittar í
steypafinaluni ólavsøku-
dag.
Í hesum døgum fyrireika
KÍ kvinnurnar seg til
avbjóðingarnar, sum liggja
fyri framman. Ein er, at tær
ólavsøkudag aftur skulu
spæla steypafinalu. Aftur
hesa ferð verður HB mót-
støðuliðið. Ein onnur er
landskappingin, sum Kí er
á odda í. Og so er tað
Europa Cup luttøkan, sum
KÍ í fjør stóð seg hampu-
liga væl í, og sum tær síðst
í september aftur fara at
taka lut í.
Týsdagin var tað greitt,
hvørji mótstøðuliðini hjá
KÍ verða í Europa Cup. KÍ
er komið í bólk saman við
Umeå úr Svøríki, AC
Sparta Praha úr Kekkia og
TKSK Visa úr Talinn í
Estlandi. Undan lutakast-
inum var avrátt, at dystirnir
í bólkinum, sum AC Sparta
Praha kom í, skulu spælast
í kekkiska høvuðsstaðnum.
Møguleika ímóti
estiska liðnum
Umeå er eitt av bestu
kvinnuliðunum í Europa. Í
Europa Cup kappingini í
fjør, sum var tann fyrsta
yvirhøvur, rukku svensku
kvinnurnar finaluna, har
tær taptu 2–0 ímóti týska 1.
FFC Frankfurt. Í hálv-
finaluni vann Umeå 3–1
ímóti HJK Helsinki. KÍ var
í bólkaspælinum m. a.
saman við finska liðnum.
– Kekkiska liðið var
eisini í fjør í bólki saman
við Umeå. Úrslitið var 1–0
til svenska liðið. Tað boðar
frá, at kekkiska liðið er sera
gott. Estiska liðið kenna vit
lítið ella rættari einki til.
Tær vóru ikki við í kapp-
ingini í fjør. Tí vórðu tær
undan lutakastinum flokk-
aðar lægri enn vit. Kanska
fara vit at hava møguleika
ímóti teimum. Men roynd-
irnar siga okkum, at før-
oysk lið skulu altíð hava
stóra virðing fyri mót-
støðuliðunum
í
altjóða
fótbólti.
Hetta sigur Jón Harald
Poulsen. Eftir at tað fyrr í
summar var nakað av
turbolensi kring venjara-
starvið í Klaksvík hevur
royndi maðurin tikið við
aftur. Í summar var stuttur
steðgur frá venjingini –
kortini møttu einar tíggju
hvørja ferð til sjálvbodna
venjing – men nú er mið-
vísa venjingin byrjað aftur.
Tær eru sekstan hvørja
ferð.
Liðið hevur næstan somu
manning sum í fjør. Ragn-
hild Aas er ikki við, og
Kristina Lervig hevur ikki
verið við undan summar-
steðginum. Nú er skaðin,
sum hon hevur havt, burtur,
og í Klaksvík rokna tey við,
at hon fer at spæla eftir
summarfrítíðina. Jóhanna
Niclasen
hevur
verið
málverji í ár. Í fjør vóru
Vivi Andreasen og Anna
Müller Jacobsen málverjar.
Fíggja sjálvar ferðina
Tá KÍ kvinnurnar í fjør
luttóku í Europa Cup
undankappingarbólkaspæli
í Finnlandi, fíggjaðu tær
sjálvar ferðina. Mótsatt tá
mannfólkini spæla í Europa
Cup, so rindar UEFA einki
til luttakandi feløgini.
– Í fjør megnaði kvinnu-
liðið hjá KÍ at fáa 230
krónur í inntøkum. Málið í
ár er 200 túsund, sigur Jón
Harald Poulsen.
KÍ
kvinnurnar
hava
longu havt fleiri mattom-
bola, og tær hava havt fleiri
tiltøk, tá KÍ hevur spælt
heimadystir. Í hesum døg-
um fyrireika KÍ kvinnurnar
eina neytamykjukapping.
Tá vit frættu var ikki heilt
greitt, nær hon verður, men
tað var greitt, at tær fara at
hava køkutombola á Statoil
støðini í Klaksvík eina ferð
seinnapartin í hesi vikuni.
– At tað er neyðugt hjá
kvinnuliðnum at brúka
nógva tíð og orku at fáa
fígging til Europa Cup lut-
tøkuna gongur sjálvandi
eitt sindur út yvir venj-
ingina, men tað er ikki
nógv. Tað er heilt ótrúligt,
so eldhugaðar og virknar
tær eru – bæði á vøllinum
og tá tøk skulu takast fyri at
fáa pengar til vega, heldur
Jón Harald Poulsen, venjari
hjá KÍ kvinnunum.
Søgan og framtíðin
Europa Cup søgan hjá før-
oyskum kvinnufótbólti og
hjá europeiskum kvinnu-
fótbólti yvirhøvur er bara
eitt ára gomul. Frá 3. og til
7. oktober í fjør var KÍ í
Helsingfors í Finnlandi, har
tær spældu tríggjar dystir.
Tann
fyrsti
var
ímóti
eysturríkska Landhaus, og
tá eydnaðist tað KÍ at vinna
2–1. Rannvá B. Andreasen
skoraði bæði KÍ málini. Í
næsta dystinum tapti KÍ
4–0 ímóti HJK Helsinki, og
í síðsta dystinum tapti KÍ
4–0 ímóti Torres úr Italia.
Tá lutur týsdagin varð
kastaður um, hvussu liðini
skuldu flokkast í átta bólkar
við fýra liðum í hvørjum,
vórðu liðini styrkismett út
frá úrslitunum í fjør. Tað vil
siga, at eysturríkska Land-
haus varð flokkað í fjórða
og veikasta bólkinum, með-
an KÍ var í triðja bólkinum.
Hesa ferð høvdu fleiri
enn 32 feløg boðað frá
luttøku. Tí var neyðugt við
undanumfari, sum fýra
feløg skulu spæla. Tey vóru
ikki við í kappingini í fjør,
og tey eru úr Kypros, Norð-
urírlandi,
Slovenia
og
Aserbadjan.
Íslendska Breiðablik og
danska Fortuna Hjørring
eru í bólki saman við FC
Bobrulchanka úr Hvíta-
russlandi og FC Codru
Anenil Nol úr Moldova.
Teir átta bólkavinnararnir
skulu spæla í fjórðings-
finaluumfarið. Í fjør varð
ein dystur spældur á uttan-
veltaðum vølli. Hesa ferð
verður spælt á heimavølli
og útivølli.
Nr. 135 • hósdagur • 18. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ kvinnurnar
til Kekkia
Ragna Andreasen og hinir á KÍ-liðnum sleppa rættiliga at royna seg í Europa Cup. KÍ-
kvinnurnar eru endaðar í bólki við finalistinum í fjør, Umea IK úr Svøríki
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
20