Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 135 - 18. juli 2002 Í Býin Hafnia Lounge Sunnudag - hósdag Opið kl. 17.00-24.00 Servering steðgar kl. 23.30 Fríggjadag & leygardag Opið kl. 17.00-01.00 Servering steðgar kl. 00.30 Tlf. 31 32 33 Fax 31 52 50 Livandi tónleikur hvørt vikuskifti T A X I T A X I Koyr trygt frá og til - ring til BIL Skjót & góð tænasta SVARAR ALT DØGNIÐ Bilstøðin á Farstøðini 311444 - 313525 Bil - Mini Taxi TAXI Mat- seðilin Hósdagin 18. juli: Kálvafrikassé Fríggjadagin 19. juli: Minuttbúffur Leygardagin 20. juli: Nakkasteik Mánadagin 22. juli: Roykt medistar- pylsa Týsdagin 23. juli: Kalkun Gordon Bleu Mikudagin 24. juli: Karbonadir *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 23,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 28,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 22 Nr. 135 - 18. juli 2002 23 23 Endiliga fekk Jákup møguleikan Føroyski málverjin íMolde helt tætt, tá teirí Molde miku- kvøldið høvdu vitjan av Viborg úr donsku superliguni VENJINGARDYSTUR Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen hevur spælt millum lítið og einki á besta liðnum hjá Molde, síðani tað varð farið undir norsku landskappingina. Eftir stuttan summarsteðg fyrireika norsku feløgini seg nú til seinnapartin av kappingarárinum. Fyrsti dysturin í landskappingini verður seinnapartin nú leygardagin, tá Molde á heimavølli skal spæla ímóti Odd Greenland úr Skien. Umframt at vera lands- kappingardystur, so er dysturin eisini liður í árligu jassvikuni, sum teir halda í Molde í hesum døgum. Um Jákup Mikkelsen fer at fáa møguleikan leygar- dagin og í komandi lands- kappingardystunum man vera rættuliga ivingarsamt. Men mikukvøldið slapp hann framat á besta liðnum í ein hálvleik. Viborg úr donsku super- liguni fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, og teir vóru mikukvøldið í Molde, har tað hesa vikuna er veitslurómur. Eddie Gustafsson vardi Molde málið í 1. hálvleiki, men eftir steðgin fekk Ják- up Mikkelsen høvi at standa andlit til andlit við Søren Frederiksen og hinar álopsspælararnar, sum Ják- up so ofta spældi ímóti, tá hann og Herfølge vóru í superliguni. Eftir 1. hálvleik var Vi- borg á odda 1–0. Málið fingu teir, tá nítjan minuttir vóru farnir. Michael Nonbo stútaði bóltin í kassan eftir innlegg úr høgru. Í 2. hálvleiki fekk Viborg einki mál, meðan Molde fekk tvey. Tað fyrra varð stútað, tá hálvleikurin bara var tveir minuttir gamal, og tað seinna varð skorað, tá tríggir minuttir vóru eftir. Í báðum førunum var Andre Schei Lindbæk, sum bara spældi við í 2. hálvleiki, málskjútti. Í 2. hálvleiki misnýtti Molde eitt brots- spark. Norskir fjølmiðlar gera burturúr, at 24 ára gamli Molde málskjúttin ætlar sær at rýma úr felagnum. Sáttmálaskeiðið verður lið- ugt á nýggjárinum, og álopsspælarin hevur boðað frá, at hann er áhugaður í at spæla aðra staðni. Stóri dreymurin er at sleppa framat í Italia. At áhugin hjá Andre Schei Lindbæk ikki er so stórur at halda fram í Molde hevur havt við sær, at venjarin, Gunde Bengtsson, ikki so ofta ta síðstu tíðina hevur givið honum møguleikan ímill- um teir fyrstu ellivu. Eftir at hann skoraði tvey mál ímóti Viborg verður torført at halda honum á beinki- num. Jákup Mikkelsen helt tætt, tá hann týskvøldið spældi seinna hálvleik ímóti Viborg Lesið -tað loysir seg