Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 14. februar 1979 sosialurin Síða 3 Spennandi roynd á flakavirkinum í Skopun: Skopuningar gera fars av sjálvum slogvinum Føroya Fiskasøla hevur bilagt 10 tons f hesum døgum verða nakrar spennandi og áhugaverdar royndir gjerdar á flaka- virkinum í Skopun. Talan er um at fram- leiða fars úr ti partinum av fiskinum, sum vanliga endar sum slógv og verður nýtt til minkafóður. Hetta er fyrstu ferð, at tí- lík roynd verður gjerd í Feroyum. Flakavirkið í Skopun hevur lænt nýggju farsmaskinuna hjá Oddvald Semark í Skála- vík til at framleiða farsið við. Maskinan, sum kost- ar umleið 100.000 krónur og er keypt í Japan, verð- ur brúkt til at gera tey vælkendu Skálavíkr kr =t- ini við. Nú hava ter lut maskinuna til Skopunar, har hon skal standa fyri- bils. hjá Oddvald Semark ar- beiðir á tann hátt, at fars- ið verður koyrt niður í eina trumlu Maskinan kann arbeiða óvanliga skjótt og á henda hátt ber til at framleiða rættiliga stóra nøgd av farsi um dagin. Um royndin í Skopun eydnast væl, tá er eingin ivi um, at hetta tiltakið fer at hava ómetaliga stóran týdning kanska serstak- liga fyri tey smærri flaka- virkini í Feroyum. Van- liga ber til at framleiða Skulu nú gera fars av slógvinum Roynd Harry Hentze, virkisleið- ari á flakavirkinum í Skopun, sigur, at talan í fyrstu atløgu er um at gera 10 tons av farsi til Feroya Fiskaselu. Hetta er ein roynd og eydnast hon, er ætlanin at fara undir veruliga framleiðslu av farsi. Í dag verður slógvið, tað er tann partur av fisk- inum, sum ikki kann nýt- ast til matveru, koyrt á sjógvin. Orsekin er tann, sigur Harry Hentze, at slógvið frá flakavirkinum í Skopun ikki lúkar tey krev, sum Feroya Fiska- sela setur til slógv. Ein partur av hesum slógvi skal nú nýtast-til farsframleiðsluna. Tað er sjálvur ryggurin í fiskin- um, tá búkholan er tikin burtur úr, sum verður nýttur til fars. Maskinan matveru úr 45 prosentum av fiskinum. Restin fer sum slógv. Við farsinum úr rygginum kann fram- leiðast 15 prosent meira av matveru av fiskinum. Hetta fer at geva einum flakavirki eina munandi meirinntøku. Ikki minst fyri eitt flakavirki, sum tað í Skopun, hevur hetta týdning. Ti í dag endar slógvið á sjónum — ikki ein króna fæst úr tí. Stórur eftir- spurningur Birgir Danielsen, stjóri á Feroya Fiskaselu, sigur, at tað eru góðir meguleik- ar fyri at sleppa av við farsið. Eftirspurningurin eftir farsi í Europa er rættiliga stórur. — Vit framleiddu umleið 800 tons av farsi í fjør. Eydn- ast henda royndin og sleppa vit av við farsið, Koyra sum er slógvið á sjógv heldur Birgir Danielsen, at talan væl kann verða um sterri framleiðslu upp ímóti einum 3000 tonsum.' Men í fyrstu atlegu skulu vit royna okkum við teim- um 10 tonsunum, sum nú verða framleidd í Skopun, sigur fiskaselustjórin. Tvey flakavirkir ; í Sandoynni — verður trupult at fåa arbeidsfolk I Sandoynni verður ar- beitt við ætlanum um at byggja eitt nýtt flaka- virki. Hetta virkið skal byggjast á Sandi. Í dag er bert tað eina flakavirkið í oynni, og tað liggur í Skopun. Ein stórur partur av konufólkunum, sum arbeiða á flakavirkinum har, eru úr eðrum bygdum í Sandoynni. Vit spurdu virkisleiðar- an á flakavirkinum í Skopun, Harry Hentze, um eitt flakavirki á Sandi verður ein hóttan móti virkinum í Skopun. Til hetta sigur hann, at tað er nóg mikið av ráveru til tvey virkir. Bátarnir eru eisini nógvir í tali og fleiri koma aftrat. — Eg dugi tó væl at síggja, at tað verður trup- ult hjá okkum at fáa nóg mikið av fólki, tá sand- ingar fara at byggja sítt Nóg mikið av fiski til tvey flakavirkir virki. Umleið helvtin av konufólkunum á flaka- virkinum í Skopun komu aðrastaðni úr oynni. Tað hevur annars ging- ið hampuligt hjá virkinum í ár. Teir hava fingið um- leið 300 tons av fiski. Í letuni avreiða 3 linubåtar i Skopun. Tveir av hesum bátum royna við troli um summarið. Skopuningar fáa annars tveir trolbátar afturat í ár. Eigur Kommunan at stuðla byggingini av einum ungdómshúsi í Niels Rein, skúlanæmingur: — Sjálvandi eigur hon tað. Tey, sum nú eru ung, koma einaferð at stýra landinum og skula ti hava tað gott. Um tey nú koma at ganga uttan nakað stað at fara til, so verða tey drankarar o.t. og tað kemur seinni at kosta tí al- menna nógv at viðgera tey Knud Wacher, deildarstjóri: — Ja, tað haldi eg av- gjert, tí ungdómurin skal hava onkustaðni at vera í fritið síðani Jórun Simonsen, lærarinna: — Sjálvandi skal ung- dómurin hava eini ung- dómshús, men skal ikki venjast til at fáa alt liðugt gjert hondina, men komm unan kann hjálpa teim um. hann