Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 12 — 14. februar 1979 kring oyggjarnar Eldur í smáttu Um hálvgumátta-tíð- ina sunnukveldið varð slekkiliðið í Havn biðið um at koma út á Velba- staðvegin at slekkja eld í einari smáttu, sum smádreingir hevdu bygt aftanfyri kirkjugarðin. Av tí at nógv neistafok var av eldinum og tí vandi fyri nærliggjandi hús, varð hildið rættast at boð- senda slekkiliðinum, sum skjótt basti eid- inum. Arkitektur settur Tórshavnar býráð hev ur sett ein arkitekt aft- urat býráðsins arki- tektstovu. Tað er Gud- mund Hansen úr Tórs- havn, sum er settur í starvið. Gudmund Hansen var liðugur við útbúgv - ing sína seinasta vár og hevur arbeitt við svimjihallarprojektin- Kollafirði fekk ikki við- hald í Feroya Rætti. Hann stevndi í fjer sjålvtøkuhandlinum, Miklagarður, i SMS, tí hann helt navnið ganga sínum egna eftirnavni ov nær. Sjålvtøkuhandilin kann ti framvegis nyta navnið Miklagarður. Hvergin av pertunum skulu rinda sakarmáls- kostnaðin. Postverkið á Nordphil 79 Í vikuni verður ein norðurlendsk fri- merkjaframsýning í Hvidovre norðurlendsku postverkini luttaka umframt tað gren- lendska. Postverk Fer- oya fer at sýna og selja tey frímerki, tað higar- til hevur givið út. Framsýningin i Hvidovre, sum kallast Nordphil 79, letur upp hósdagin og verður op- in til og við sunnu- degnum. - Feroyskir frímerkja- savnarar fara eisini at luttaka á Nordphil 79. Postverkið skal seinni luttaka í einari frimerkjakeypsstevnu í Malme vikuskiftið 24. —25. mars. Uti við saksinum Hósdagin var politiið í Klaksvík úti við saks- inum og kliptu plátur- nar av bilum og prutl- um, sum trygging og vegskattur ikki eru goldin fyri. Hesaferð vóru pláturnar tiknar av 12 akførum. Afturvaldir Á fundi týsdagin aftur- valdi Tórshavnar bý- ráð nevndarlimirnar í leigunevndina. Fyri húsaeigararnar Zach. Bech og fyri leigarar- nar Kára Holm Peter- sen. Teir somu tiltaks- limirnir vórðu eisin afturvaldir. Eisini afturvaldi bý- ráðið limirnar í nevnd- ina fyri Feroya Barna- heim. Teir eru Pól Johs. Johansen og A. Kass. Ove firtin — sigur seg úr aðalstjórnini Ove Mikkelsen, fyrrv. legtingsmaður, er farin úr aðalstjórn tjóðveld- isfloksins. Orsekin er ein grein, sum floks- bróðurin Erlendur Pat- ursson hevði í 14. Sep- tember 27. januar. Er- lendur skrivar um landsstýrismenn floks- ins, at teir veiga i sær bæði ta starvsorku, ið krevst av einum lands- síýrismanni og eisini tann hugsjónareld, ið krevst av einum tjóð- veldispolitikara. Teir eru aftur at báðir ung- ir, og tað eru tey ungu, ið skula arva landið.< Í 14. September 8. februar skrivar Ove Mikkelsen: >Tá ið so Erlendur Patursson og hini okra fólkavaldu legtingsum- boð einmælt hava av- gjørt, at eg — Ove Mikkelsen — ikki eigi lodd ella lut í nevndu starvsorku ella neyð- ugan hugsjónareld, og eisini eri komin nakað til árs, so haldi eg, at tað er skeivt, at eg manglandi nevndu eg- inleikar, framvegis skal hava sæti í floks- ins aðalstjórn, sum áð- ur var okra floks- leiðsla, vald av floksins hægsta myndugleika flokstinginum. Sostatt vil eg hervið. alment og fríviljuga, siga meg úr hesum álit- isstarvi, sum umboð í aðalstjórn.“ Skansastova endaði í mentamålanevndini, har hon frammanundan lá!!! Tó til skjóta viðgerð, viðmerkti býráðsformaðurin Skansastovumálið endaði einaferð enn í mentamála- nevndini, har tað framm- anundan liggur. Málið hevur í nøkur år havt sína gongd úr eini nevnd í aðra. Allir býráðslimirnir hava sýnt málinum góðan vilja, uttan úrslit hevur spurst burtur úr. Men nú eru trý uppskot skotin upp um økir til Ungmannafelagið Skansastovu og meguliga til onnur feløg eisini. Á tí fyrra býráðsfundin- um í seinastu viku legði Ingi Mohr fram eitt skriv, har hann mælti til at lata Skansastovu og diskotek- klubbanum restina av Trapputreðni til eitt fel- agshús. Hetta ekið, sum er 4000 kvm. til steddar, liggur eystanfyri R. C. Effer- søesgøtu. Ingi Mohr segði, at ekið bert verður brúkt til fótatraðk. Hann roknaði við, at bæði felog- ini í felag hevdu ráð at byggja eini hús. Í Gundadali Formaðurin í mentamála- nevndini, Finnur Johan- sen, upplýsti, at skansa- stovumálið var í nevndini til viðgerðar, men at tað var ikki heilt greitt at leggja fyri býráðið enn. Finnur Johansen sigur við Sosialin, at menta- nevndin fer helst at mæla til, at eini hús verða gjørd til Skansastovu. Ein skitsa til eini ung- dómshús er gjerd. Eftir tí uppskotinum fara eini slík hús at kosta einar tvær milliónir kr. Skansastova hevur í fleiri ár savnað pening saman til eini hús og eigur ikki heilt sert. Finnur Johansen sigur, at hann hevur hugsað um ekið, sum liggur millum R. C. Effersøesgøtu og bilsmiðjuna hjá Frits Jen- sen. Men tað er tó óvist, um mentamálanevndin í heila tikið fer at vísa á nakað eki. Reist í 69 — ikki longur enn — Eg havi reist málið fyri býráðnum av nýggjum fyri at fáa lív í býráðslim- irnar. Upprunaliga varð sekt um grundeki til ung- dómshús í 1968, men Økid vestanfyri R. C. Effersøesgøtu uppi í Gundadali, sum kanska kemur upp á tal at lata Skansastovu. málið er ikki komið longur enn, segði Heðin Morten- sen á tí seinra býráðsfund- inum í síðstu viku. Hann hevði kravt málið fyri býráðsfund fyri at skunda undir ein loysn. Heðin Mortensen mælir til at byggja eini ungdóms- hús á økinum sunnan fyri viðalundina. Hann var í móti, at ekið uppi i Gundadali kom upp á tal, ti til tað ekið eru nógvir umsøkjarar frammanund- an. Hesum er Ingi Mohr eisini í móti. Hann helt, at Gundadalur var misfarin og mælti til at lata nøkur grøn økir liggja í friði í Gundadali til m.a. bern at spæla á. Sunnanfyri viðalundina uppá tal Skansastovumálið — umsókn frá Skansastovu um eitt grundstykki — varð á býráðsfundinum saman við skrivinum frá Inga Mohr beint í menta- målanevndina til skjóta viðgerð! Økid eystan fyri R. C. Effersøesgøtu — restin av Trapputrødni — sum kanska kemur upp å tal at lata Skansastovu og Diskotekklubbanum