Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. februar 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 14. februar 1979 sosialurin Síða 5 Teir veiða svartkjaftin »Leivur Øssurson« fylgjur svartkjaftinum á veg suðureftir at gýta Tað er tann 20 ára gamli portugalstrolarin »Leivur Øssurson«, sum veiðir tann svart- kjaftin, sum verður nýttur í royndunum at framleiða svartkjaft til matna. Hesar royndir verða í løtuni gjørdar inni , á Bakkafrost á Glyvrum. Sosialurin vitjaði á Glyvrum og vóru vit eisini um- borð á Leivi, sum lá við bryggju og landaði Hetta var í frostveðrinum herfyri. Tað mundi frysta eini fimm til seks stig, tá blaðmaðurin hjá Sosialin- um gleivaði yvir lúnn- ingina og steig á tað held- ur hála dekkið. Teir vóru júst í ferð við at landa av seinasta túrinum. Hevdu roynt á Munkagrunninum í nakrar dagar. Tilsamans fýra hál, eitt um dagin. Úrslitið var hampilig nogd av svartkjafti. 350 kassar til Bakkafrost og restin, umleið 70 tons til Havs- brún í Fuglafirði. A brúnni Á brúnni hittu vit skip- aran, Sigurð Simonsen og 2. meistaran, Sivard Mid- jord. Blíðir menn at tosa við — og tú slapst ikki av- stað aftur, fyrr enn tú hevði sitið í messuni og Hann tekur ímóti etið degurða saman við manningini. Teir eru sjey mans við Leivi, tá teir royna eftir svartkjafti undir Feroy- um. Flestu av teimum eru úr Fuglafirði. Leivur Øssurson hevur síðani seinasta heyst verið leigaður av Fiskirann- sóknarstovuni til at veiða svartkjaft undir Feroy- um. Ein stuttur steðgur var í desember og januar, men byrjaðu teir aftur longu 23. januar. Fylgja honum Skiparin, Sigurð Simon- sen, greiðir frá, at teir um síðani hann kom inn á føroyskt sjógki i heyst. Nú er hann komin rættiliga langt suður. Hann gongur framvegis suðureftir — gýtir vestan fyri bretsku oyggjarnar um stutta tíð og gongur síðani norðureftir aftur. Endamálið við fiski- skapinum er stutt og greitt at vita, um tað ber til at veiða svartkjaft til matna, meðan hann gong- ur suðueftir framvið Fer- oyum í tíðarskeiðinum september til februar. Nógv bendir á, at hetta letur seg gera. Leivur Øssurson skal royna eftir svartkjafti til 22. mars. Tá byrja teir vanliga fiskiskapin eftir svartkjafti. Í fjør fiskaðu teir 4000 tons, meðan svartkjafturin gekk norð- ureftir aftur. Hesa tíðina er fiskurin so rak, at hann bert kann nýtast til idna. Nýggja sondu Leivur hevur júst verið á Havnini og fingið ísetta eina nýggja sondu. So- statt hava teir tvær sondir á trolinum, meðan roynt verður eftir svartkjafti. Endamálið við royndar- fiskiskapinum hjá Leivi Øssursyni er eisini at gera royndir við ymsum trol- um. Teir hava í eina tíð nýtt eitt stórt svartkjafta- trol. Hetta trolið er gjert á verkstaðnum hjá Vóna- virkinum í Havn. Meðan tann vanliga sondan vísur sjálvan opningin á trolin- um og fiskin, sum stendur í opninginum, skal nýggja sondan setast longur aft- uri á sjálvum trolinum, soleiðis, at teir kunnu síggja, um fiskurin fer úr aftur afturi við sjálvan posan. Trolið er óvanliga stórt. Tað eru umleið 30 favnar millum hevuðslinu og grunn. Á vanligum trolum eru bert 12 til 18 favnar í- millum hevuðslínu og grunn. Sigurð Simonsen sigur, at trolið hevur roynst hampuliga væl. Tað hevur ómetaliga stóran týdning hava fylgt svartkjaftin- Svartkjaftur ísaður í kassar verður landaður at brúka eitt stórt trol, tí svartkjafturin er rættiliga styggur = og stendur spjaddur. Ikki fiska um náttina Ein av teimum sterstu trupulleikunum hjá Leivi Øssursyni er, at teir ikki fáa roynt í myrkri. Teir royna í dagsljósi og tá stendur svartkjafturin á 230 favna dýpi. Umleið ein tíma fyri skýming flyt- ur svartkjafturin seg longur upp í sjónum, har hann síðani etur reyðæti alla náttina á umleið 100 favna dýpi. Her stendur fiskurin ógvuliga spjadd- ur, og teir kunnu ikki fiska hann við tí trolreið- skapinum teir hava. Tað er tó bert ein tekniskur spurningur at kunna veiða svartkjaftin um náttina eisini. Russar veiða svart- kjaft um náttina. Teir hava m.a. trol, sum kunnu liggja hegt uppi í sjónum. Fiskifreðingurin Hjalti í Jákupsstovu hevur eisini verið við Leivi, meðan teir hava roynt. Í løtuni er ein norðmaður við skipinum. Hetta er liður í ti samar- beiði, sum fer fram á svartkjaftaøkinum. kring oyggjarnar Nu eru tingfundirnir byrjadir aftur. Her koma tveir landskendir fólkafloksmenn á fund. Tingfundur i morgin Legtingið kemur sam- an aftur í morgin, hós- dagin kl. 15. Tá koma m.a. til viðgerðar fiski- vinnuavtalurnar = við Ísland og Russland, sum landsstýrið legði fram á tingfundinum mánadagin. Feroyar eru eitt U-land Tá vit hoyra um U- lond, ella menningar- lond, koma vit fyrst at hugsa um tilafturs- komin, fátæk lond. Og vit hugsa kanska sum so, at tað er gott, vit ikki búgva í einum menningarlandi. Men tað er júst tað, vit gera, Feroyar eru eitt menningarland — sambært yvirliti Heimsbankans yvir heimsins lond. Heimsbankin hevur menningarlondini í fimm bólkum eftir árs- inntøkuni hjá hverjum íbúgva. Feroyar eru saman við 25 eðrum londum í bólki 1, har midalårsinntøkan er 2.500 dollarar (uml. 12.800 kr.). Onnur lond í hesum bólki eru Am- erikanska Samoa, Ba- hamaoyggjarnar, Ber- muda, Brunei, Sam- eindu arabisku Emirat- ini, Franska Poly- neisa, Gabon, Gibralt- ar, Grikkaland, Gren- land, Guam, Ísrael, Jomfrúoyggjarnar, Ermarsundsumráðið, Ermarsundsoyggjar- nar, Kuwait, Libya, Martinique, Nýggja Calaedonia, Oman, Qatar, Saudi Arabia, Singapore, Spania og Venezuela. Av hesum sæst, at tað er einum fjølbroyttum liði, Før- oyar her eru komnar i part við. sjey bólkar av londum. Umframt teir fimm av menningarlondum er ein við vesturlendskum idnadarlondum, tey eru 21 í tali, harímillum Ís- land og hini Norður- londini. Í sjeynda bólk- inum eru sosialistisk lond, 11 í tali. Hesar upplýsingar eru í einum lítlum riti, sum Norðurlendska upplýsingarskrivsto- an hjá ST hevur givið út í sambandi við al- tjóða barnaárið. Í ritin- um eru talmyndir um livimeguleikarnar hjá pinkubernum í ymisk- um heimslutum og annað viðvíkjandi bernum. Hetta ritið og ein grein, ST fyrr hevur givið út um barnaárið, kunna fáast ókeypis til m.a. at brúka í skúlum — klassasett fáast eis- ini við at seta seg í samband við: FNs In- formationskontor for for de nordiske lande, H. C. Andersens Bou- levard 37, 1553 Køb- enhavn V og telefon- nummarið er (01) 122120.