Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Vilja hava landsveg niðan á bakkan Skúvoyingar halda, at landið væl kundi gjert teimum ein veg frá lendingini niðan á bakkan. Hetta“ hevði blivið eitt ov tungt tak fyri kommununa og víst verður annars á, at ongin landsvegur er í oynni. 94 trappur eru frá helluni við lending- ina niðan á bakkan og eitt spæl er til veru- flutning. Tað er við Skúvoyarbygd sum eðrum smábygdum, tað unga fólkið er burt- uri, so bygdin er ofta illa mannað til tungar- beiði. Tað kann tí vera eitt knoss at fáa ver- una niðan til vognin, sum er festur í spælið. Var hinvegin vegur, so kundi hon koyrast frá bátinum til hús. Annars frættist úr Skúvoynni, at har hevdu til fyri stuttum ikki verið líkindi at flota bát síðani fyrst í september i fjør. Men í sidstu viku bar til, og tå vóru teir á floti. Teir lótu tó ikki væl at, lítið var at fáa, einir 60 —80 seiðir uppá bátin. Orsakað av kavan- um og frostinum hevur heldur ikki borið til at fara eftir havhesti. Ikki ein havhestur er dripin í oynni í vetur. Í tí harða frostinum herfyri leyp úr bakkan- um omanfyri lending- ina og menn bera ótta fyri at nógv fer at loypa úr berginum í vetur. Færrri ferðsluóhapp I Vágum eru 13 feråsluohapp fráboðað higartil í ár, upplýsir sýslumaðurin. Hetta eru færri enn í sama tíðarskeiði i fjør og tå havt verdur i huga, hvussu ring koyrilik- indini hava verið, kann sigast, at talið er lágt. Ongin fólkaskaði er hendur í hesum 13 6- happunum. Sýslumaðurin sigur, at tað hevur verið griv- ið væl alla tíðina, men tað er ikki minst frá- boðanunum um koyri- líkindini í Útvarpinum fyri at takka, at fólk ansa sær á vegunum og ofta lata bilin standa við hús og ganga staðin, sigur sýslumað urin. Tað er serliga vegurin millum Oyra- gjog og Sand g S hevur ið hálur nu í Kuldanum Bidja um sild Felagið Nótaskip hev- ur heitt á landsstýrið um at loyva veiði av 3500 tonsum av sild undir Feroyum í hesum árinum. Polarborg Í 2500 kassar Polarborg Í kom á Vág hósmorgunin | undan Feroyum við 2500 kassum av ísfiski. Tað mesta var upsi. Polar- borg Í var úti 12 dagar henda túrin, so fiski- skapurin hevur verið góður. Hesaferð bleiv tilnevningin ikki útsett Á Suðuroyartinginum í síðstu viku vórðu til- nevndir tveir meting- armenn í sambandi við ognartøkuna seinasta summar til breiðking og umbygging av landsvegnum millum Vág og Lopra. Tilnevndir vórðu Jógvan Johannesen, verkfreðingur í Havn, og Poul Midjord, bygdarráðsformaður í Hovi. Talan er um teinin millum Vág og Núp og er ósemja millum eig- ararnar av ognartikna lendinum og lands- verkfreðingin. Eigar- arnir mótmæla, at dyrkað lendi verður brúkt til vegargerð og hava teir biðið lands- verkfrødingin flyta vegin niðanum dyrk- aða lendið. Men lands- verkfreðingurin metir tað ikki ráðiligt at broyta ætlaðu vegar- linjuna. Ætlanin var, at met- ingarmenninir skuldu tilnevnast á Suðuroy- artinginum í oktober í fjør, men tá fingu eig- ararnir = tilnevningina útsetta. Teir vildu hava meguleika at út- vega sær sterri kunn- leika um málið og fáa samráðingar í lag við landsstýrið. Tilnevningin bleiv síðani aftur útsett á tinginum í desember og í síðstu viku vildu eig- ararnir hava hana út- setta einaferð enn, men tá mótmælti sakferarin hjá landsstýrinum, Trygvi Samuelsen. Síðani vórðu Jógvan Midjord Teir skulu nú prisin a Pris] Houli tilnevndir aseta m“- ognartikna lendinum sosialurin kring oyggjarnar i af lyta framleidslu ur Grimsby til Glyvrar Bakkafrost skal pakka fiskavørur fyri Fiskasøluna Nr. 13 — 17. februar 1979 Um tveir månadir fer Bakkafrost å Glyvr- um undir eina nyggja framleidslu. Talan er um at pakka ymsar frystar fiskavørur heilt lidnar til keyparan. Í løtuni verður ovara hæddin á Bakkafrost inn- rættað til hesa framleidsl- una, og maskinur fyri góða millión krónur eru bílagdar. Tað er Feroya Fiskasela, sum hevur av- gjørt at flyta ein part av framleiðsluni hjá Chaldur í Grimsby í Bretlandi til Glyvrar. Nýggja framleiðslan á Bakkafrost fer at hava stóran týdning fyri virkið, sum upprunaliga varð ætlað til sildaframleiðslu. Men sildin er gingin und- an seinnu árini — kortini hómast ein glotti, nú fjarðasildin er farin at mennast aftur. 25 fólk á virkinum Sosialurin vitjaði á Bakkafrost herfyri, har vit m.a. hittu stjóran, Hans Jacobsen. Í letuni arbeiða 25 fólk á virkin- um. Tey hava í eina tid framleitt svartkjaftafløk fyri Heilsufrødiligu Starvsstovuna. Silda- maskinurnar hjå Bakka- frost verða brúktar til at skera tey svartkjaftafløk- ini, sum nú verða seld uttanlands fyri at kanna, um ein marknaður finst fyri hesi veru. Umframt svartkjaftin kemur eitt slog av fjarða- sild á land á Glyvrum. Henda sildin verður nýtt í framleiðsluni av tí væl- umtóktu Bakkasildini, ið er at fáa kring alt landið. Pakka eisini flatfisk Svartkjaftaroyndirnar verða helst lidnar seinast í mars mánaða. Tá verður helst eisini klárt at byrja nýggju framleiðsluna við at pakka frystar fiskaver- Hann fóðrar maskinuna við svartkjafti Tær hava úr at gera. Pakka svartkjaftafløk til Bretlands Hans Jacobsen, stjóri: — Høli verða nú innrættað til pakking av frystum verum fyri Fiskaseluna ur. Annars hevur Bakka- frost í umleið eitt ár pakk- að flatfisk fyri Fiskasel- una, men hetta hevur verið rættiliga avmarkað. Hans Jacobsen sigur, at teir eru rættiliga spentir at fara í gongd av álvara at pakka frystar fiskaver- ur í smærri pakningar til bretskar stórhandlar. Hetta er ein stór uppgáva, ti arbeiðið setur stór krøv til góðskuna á tí fiskinum sum fer liðugt pakkaður til keyparan. Nógv fjarðasild Hans greiðir annars frá, at tað síðani í heyst hevur gingið væl at fáa sild. Teir hava framleitt umleið 400 tons av fjarðasild hetta tíðarskeiðið. Sildin verður skorin til fløk og koyrd í gløs ella seld í tunnum. Kryddsild í tunnum verð ur serstakliga seld til Sveríkis og Danmarkar Nakað av gløsum fara til donsku fyritøkuna FDB. Hóast tey góðu sildaår- ini eru farin, besta árið í 1976 fekk Bakkafrost 1500 tons av sild frá bátunum, sum veiddu í Norðsjónn- um, so heldur Hans Jac- obsen kortini, at fjarða- sildin er við at mennast aftur og kann gerast týð andi og trygg rávera hjá virkinum Í fjør framleiddu teir umleið 250.000 gles bakkasild. Ein stóru partur varð seldur á heimamarknaðinum.