leygardagur 17. februar 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 17. februar 1979
Síða 5
Fiskasølustjérin um góðsking:
Eginleikar í fiskinum álitið
— ikki mjøl, pipar og persillu
Birgir Danielsen, fiskaselustjóri sigur i
eini viðmerking til, at nakað av fram-
leiðsluni í Grimsby verður flutt til Feroy-
ar, at hetta í fyrstu atløgu er ein roynd.
— Vit mugu byrja í smáum, tí vit eru
heldur óroyndir á økinum. Men eydnast
henda royndin, er tað ikki óhugsandi, at
framleiðslan verður ekt munandi seinni,
sigur Birgir Danielsen.
Í frágreiðingini frá Føroya
Fiskaselu um framtíðar-
útlit og málsetning, sum
varð kunngjerd herfyri,
sigur Birgir Danielsen
m.a., at verugóðska eigur
at vera eitt aðalstavnhald.
Hetta vil økja um møgu-
leikarnar fyri at hækka
útflutningsvirðið.
Og hann heldur fram:
>Góðsking er eitt orð,
sum so ofta verður havt á
lofti. Metingarnar her eru
aloftast at fiskurin eigur
at verða góðskaður meir
fyri at hann skal hava eitt
hægri útflutningsvirði.
Um so er, at góðskingin
gevur eitt meir útflutn-
ingsvirði, sum júst er
stórt nokk til gjaldan av
meirútreiðslum til: ar-
beiðsmegi, pakkitilfar,
eykasvinn, farmagjald,
rentur og avdrátt, admin-
istratión 0.s.v. so vil eitt
virki verða fert fyri at
gjalda sama prís fyri rá-
veruna. Verður prismun-
urin størri enn áður-
nevndu útreiðslur, skuldu
so eru fyrimunirnir við
slíkari framleiðslu:
1) hægri prísir, sum
bæði kunna gjalda meir-
kostnað og hægri ráveru-
prísir.
2) meira stabilir prísir.
3) framleiðsla av eini
merkiveru, sum ikki uttan
víðari kann kopierast (um
so er, at ráverugóðskan er
í lagi).
4) ein slík framleiðsla
letur seg passa inn í nú-
verandi framleiðslustrukt-
ur. Flestu vørusløg gerast
í flestu ferum liðug og
annars næstan liðug á nú-
verandi flakavirkjum (við
smáum broytingum og
minni keypi av eykaút-
gerð).
Ein góðsking, sum
byggir á uppsaging (ella
líknandi) av frystari hálv-
lidnari veru, kemur neyv-
an at roynast so væl figgj-
arliga, sum tann fyrrver-
andi møguleikin. +
Orsøkirnar eru nógvar
m.a.:
1) eginleikarnir hjá fisk-
Flytur fisk til pakkingar á Bakkafrost
meguleikar verið fyri at
goldið ein hægri pris fyri
ráveruna.
Henda spurningin hev-
ur Feroya Fiskasela
kannað gjølla.
Niðursteðan er, at tað
eru fyrimunir í framleiðslu
av veru sum fløkum, sum
verða framleidd liðug
pakkað og fryst beinleiðis
úr feskari ráveru. Her
verður hugsað um 5 Ibs.
vørur, skin on interleaved
Marks & Spencer vørur
0.8.V.
Fortreytin fyri fram-
leiðslu av slíkum verum
er, at góðskan av ráveruni
er hin allarbesta.
Fyrimunirnir
Er henda treytin uppfylt,
Birgir Danielsen: —
Eydnast henda royndin, verður
farið undir munandi sterri framleiðslu
inum (góðskan) kemur
ikki fram. Ti koma vit í
harða kapping við bíligari
fiskasløg s.t.d. upsa,
toska- og hýsusleg frá
Suður-Atlantshavinum,
tey bíligu fiskasløgini i
havøkinum frå Alaska til
Japan o.s.v.
2) nógv framkomin
teknikkur er útbygdur í
teimum ymisku marknað-
arlondunum t.d. USA,
Miðeuropa o.s.v.
3) Okkara núverandi
framleiðslumynstur pass-
ar ikki til tann framkomna
teknikkin.
Gott hevði verið um
limir okkara kundu gjert
sær egnar metingar av
orðinum »GODSKING«;
vit innan Feroya Fiska-
selu eru komnir til ta
nidurstødu, sum sagt er
frá omanfyri. Vit hava við
Feroyar eina ráveru, sum
M.a. hesar vørurnar er ætlanin at pakka í Føroyum
hevur góðskueginleikar,
sum neyvan makin finst
til aðrastaðni, og er hetta
so, eru vit í eini framúr-
skarandi stødu, um vit eru
forir fyri at viðgera ráver-
una á besta hátt bæði á
sjógvi og ikki minst á
landi.
Út frá hesum eru vit
vísir í, at teir endaligu
veruvariantarnir eiga at
byggja á eginleikarnar í
fiskinum sjálvum, og ikki
á mjel, breyðmolar, pipar,
salt, persillu, ost o.s.fr.
0.s.fr.
Málið i 1979 eigur at
verða:
75% av toski og hýsu til
frystingar skal framleið-
ast til 5 Ibs., interleaved,
jumbo o.s.fr.
Tá vit eru komnir so
langt, kunnu vit royna at
finna eina skilabetri loysn
uppá hini 25% .«
kring oyggjarnar
Vilja helst ikki
keypa hoyggj
— óttast rottur
og mýs
Nú eru fá mjólkineyt eftir í Skúvoy.
Mjólkin verður seld til Meiaríið í
Havn, men fartur er bert tveir ella
triggjar dagar um vikuna, so hinar
dagarnar má
kuldaskápinum
Í Skúvoynni er seyð-
urin illa fyri, hann er
svangur og tunnur at
síggja, serliga tann
yngri og tann gamli.
Seyðurin verður
hampiliga rektaður,
men hann fær einki at
eta og verður frost
leingi afturat, so fer at
doyggja burturav.
Hetta sigur Pól J.
Mikkelsen, sum er
seyðamaður í Norðasta
haga í Skúvoy. Orsek-
in til, at seyðurin einki
fær, er ikki tann, at
ikki slepst til hann.
Fyriuttan góðar 300,
sum eru avbyrgdir úti
á Bergi, sunnast á
oynni, er allur seyðurin
— Skúvoyggin ber
1056 seyðir — komin
heim á bein. Orsekin
er hinvegin, at lítið av
hoyggi er til í oynni.
Og skúvoyingar vilja
ikki so fegin keypa
hoyggj aðrastaðni frá.
Tað kann meira enn so
henda, at rottur ella
mýs eru í hoygginum,
mjólkin goymast í
og tí eru teir trekir at
innflyta, tí í Skúvoy er
hverki rotta ella mús.
Slepst kortini ikki und-
an at keypa hoyggj, so
má tað sláast sundur
niðri á lendingini, með-
an fólk standa uttan-
um, klár at reka skaða-
dýrini á sjógv, eru nek-
ur. Hetta bleiv gjert
við góðum úrsliti fyrr,
tá torv kom úr eðrum
oyggjum.
Pól sigur, at fleiri
seyðafylgi koma inn
millum húsini. Sjálvur
hava hann og aðrir giv-
ið einum fylgi uppá 60
seyðir, sum liggur við
bygdina, nakað av
hoyggi. Pól hevur eis-
ini tikið 20—30 seyðir
inn.
Tað verður ikki allur
bøur sligin í Skúv-
oynni, tí nú eru bert 15
neyt eftir í oynni, har-
av 7 mjólkikýr. Pól
sigur seg minnast eitt
árið, tá skúvoyingar
hevdu 40 mjólkineyt.