leygardagur 17. februar 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 13 — 17. februar 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tørfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Aðaltakið
Í TÍ samfelag vit liva í og undir teim-
um umstødum sum land okkara
hevur til vinnuligan framburð, er av-
gjørt neyðugt at hava skipaðar regl-
ur bæði til tryggjan av vinnulívinum
og úrkomuni hjá tí einstaka.
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
HETTA er eftirhondini verið góð-
tikið av øllum og hóast métstødan
tey árini, tá javnaðarflokkurin legði
til brots fyri mongum av hesum
neyðugu fyritreytum stóð rættiliga
einsamallur við krøvunum. Tidin
vísti at tað var meira enn neyðugt at
finna fram til varandi skipanir og
aðrar hættir hevur eingin funnið at
vera brúkiligar.
MEN hóast hesar veruleikar, so
megu vit ásanna, at hetta setur
treytir til figgjarorku landsins, um
vit skulu uppihalda eina rímuliga úr-
komu til fólkið. Logtingið fer um fá-
ar dagar at viðgera nýggja fíggjar-
lógaruppskotið, sum nú er komið
aftur á ting við teimum nýggju tøl-
unum av frá landsstýrinum. A hes-
um uppskoti skilst týðiliga, at neyð-
ugt er við stórri iløgum til samfel-
agið og at hetta eru neyðugar iløg-
ur, um vit framvegis skulu halda
eina nøkulunda javnvåg í livikorun-
um. Og tad man eingin ivast i, at vit
eiga at gera.
OG SAMANUMTIKID er fyritreytin
luttøka frå øllum, um vit framvegis
skulu eiga lut i einum samfelag,
sum i ståran mun vil leggja so til-
rættis, at flestum verður gjørligt at
fáa arbeiði og til eina rímuliga
årtøku. Og við einari samfelags-
skipan, har javnaðarflokkurin er
medvirkandi er aðaltakið sjálvsagt
at leggja alla orku í at hesar fyri-
treytir eru til staðar.
DEYÐIN KENNIR
SPENNING
TÁ MAÐUR KOYRIR VIÐ
KENNING!
ff Ráðið Fyri Ferðslutrygd
A —TK———K— TTTt—m———————
SOSIALISTISKT UNGMANNAFELAG
Herfyri frættist, at Sosi-
alistiskt' Ungmannafelag
er farið aftur til verka, og
at felagið eins og áður
hevur sum hevuðsmál at
virka fyri einum miðvísum
politiskum ungdómsar-
beiði, við fyrst og fremst
at royna at ávirka teir pol-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
itisku spurningarnar, ið
hava serligan týdning fyri
tey ungu. Sum eitt lið í
hesum arbeiði fer felagið
m.a. at skipa fyri ymisk-
um skeiðvirksemi um pol-
itisk og samfelagslig evni.
Mær vitandi er hetta 3.
ella 4. ferð, roynt verður
at fáa felagið at virka,
men tíverri hevur hetta
fyrr miseydnast, og felag-
ið hevur stórt sæð ikki
blomstrað síðan í 60-
unum. Men vónandi er S.
U. nú komið fyri at
verða!!
Tað kemst ikki uttan
um, at ein av grundunum
til, at felagið hevur havt
so ringa heilsu hesi sein-
astu árini, er tann vánaligi
áhugin, ið okkara politik-
arar hava sýnt felagnum.
Tað visti seg at vera tvør-
ligt at sannfera politisku
umboð okkara um, hvenn
ómetaliga stóran týdning,
eitt slíkt politiskt ung-
mannafelag hevur fyri
flokkin og javnaðarrersl-
una sum heild.
Ein onnur týðandi
grund til ta ringu heilsu
felagsins var, at tað vóru
alt ov fáir aktivir limir, og
endiliga, at tað ongantíð
eydnaðist at fáa blaðið út
aftur. Her verður hugsað
um »Bergmål«, ið var tali-
rer felagsins seinast í 60-
unum. Skal felagið nú
endiliga fara at virka av
álvara aftur, er avgerandi
neyðugt, at tað fyri uttan
at savna so nógvar aktiv-
ar limir sum gjerligt, eis-
ini mennir seg um alt
landið — soleiðis at tað fer
eitt vælskipað arbeiði
fram í øllum valdømum.
Fyri at hetta skal eydn-
ast, mugu teir lokal- og
valdømisvaldu politikar-
arnir visa ábyrgd og vera
til taks å teimum kjak-
fundum um lokal- og
landspolitisk mål, sum
felagið stilar fyri.
Tað er givið, at eitt
virkið Sosialistiskt Ung-
mannafelag kemur at
skunda undir javnaðar-
leiðina og eigur sostatt at
verða stuðlað av øllum
javnaðarhugaðum í land-
inum.
Kr. á Neystabe
FANATISMA
Herfyri stóð ein yvirlýsing
í blødunum, sum skuldi
fingið eitthvert mentað og
rætthugsandi menniskja
at stúrsa við. Har vórðu
fólk biðin um at seta navn
sítt á ein hjálagdan lepa
og senda inn til åvist blað,
sum savnaði leparnar
saman og sendi til løg-
tingið.
Við at senda hendan
lepan ert tú so við til at
skrúva tíðina her á landi
nakrar øldir aftur. Allar
bókmentir, sum ikki sam-
svara við bíbliuna skuldu
bannast. Av hesum var
Darwins læra nevnd. Eftir
hesum at dema skuldi
jørdin verið flot, og um
nakar mótmælir ... á skaf-
ottið við honum.
Nei! Her má vera okk-
urt, sum ikki ruggar rætt.
Antin mugu vit frásiga
okkum kristnina sum trú-
argrein, ella eru tað teir, ið
skrivað hava yvirlýsing-
ina, sum so púra hava
misskilt bíbliuna og veru-
liga innihaldið í henni.
Heldur man tað vera tað
seinna. Bíblian man ikki
vera eitt visindaligt rit,
men heldur ein moralskur
leiðbeinari fyri tey kristnu
her á fold.
Um vit her á landi
skuldu bannað øllum eðr-
um átrúnaði og áskoðan-
um, vildi tað sagt tað
sama sum, at vit góðtaka,
at onnur lond (t.d. í mu-
hammedanska heiminum)
banna m.a. kristnina, men
so er ikki. Tá tað hendir,
yðjur av mótmælum. Tá
skulu allar lærur hava
rætt at liva, skrivifrælsið
verjast og demokratiið
setast í hásæti!
Sostatt er ikki í lagi við
etikkinum. Eitt orðatak
sigur, at tann, sum býr í
glashúsi, ikki skal grýta
grót, ella, at tú skalt vera
móti næsta tinum, sum tú
vilt hava hann at vera
móti tær.
Proteus
Síðan frumframfersluna
av sjónleikinum >Vit eiga
ikki... o.s.v.- leygar-
kveldið, havi eg í spenn-
ingi bíðað eftir einum um-
mæli, og tað serliga í Dag-
blaðnum. Eg freddist tí
stórliga, tá eg mikudagin
sá, at hesin stóri hugsjón-
arhirði = okkara hevði
prentað ein stubba um
sama leik. Eg gleddi meg
at lesa, hvussu ein viss-
ur persónur prógvaði les-
arum sínum, at leikurin
bert var avoldað sosialist-
iskt mesn, og hvussu
hann fór at visa á, at or-
søkin var eitt avskeplað
sálarliv, bæði hjá rithev-
unda og leikarum, men so
varð ikki.
Hesin, ið skrivar, minn-
ir mest um ein smádrong,
sum fimtu ferð sama dag
er noyddur at siga
mammu síni frá, at hann
hevur pissað í buks. So
spakfør og undirbrotlig
framferð er sjáldsom í hes-
um blaði.
Tí rósi, ið borið verður
Grímu, eri eg púra samdur
í, men tá Dagblaðið aftrar
seg »at róta upp í sárum i
DAGBLADID OG DARIO FO
eini øsingartid« og leggur
tey politisku vidurskiftini
til sidis, tå undrist eg.
Púra ovfarin gerist eg, tå
greinskrivarin gremur seg
um ikki at vita nog mikið
um italiensk viðurskifti,
og ti ikki vil útbreiða
politiskan klókskap hað-
ani.
Mær rennur annars í
huga ein vissan persón,
sum dagliga gleðir okkum
við teimum mest ótrúligu
trúligheitum innan sálar-
lív og politikk, ið fara
fram um allan heimin. Er
tað ikki Dagblaðið, ið við
vissu kann siga frå,
hvussu torført tað er at
fáa hendur á hvítbotnað-
um gummiskóm í Peking,
hvussu aftarlaga eplavelt-
ingin er á Cuba, hvussu 6-
trúliga leingi bilarnir hava
at treingja inn í Moskva,
fyri ikki at tosa um súr-
evnisautomatirnar, teir
frísinnaðu japanararnir so
leingi hava notið gott av?
Er tað ikki Dagblaðið,
ið við sonnum visindalig-
um greinum kann vísa á
sjónskar munir á væl-
standi í Hong Kong og
Kina, tó at tað má við-
gangast, at munur er bæði
á fólkatali, vidd og býti?
Er tað ikki Dagblaðið,
sum við sannari gleði
greiður frá syrgiligum
hendingum i Indokina,
uttan tå at blanda 30 åra
kriggid hjá Fraklandi og
USA upp i?
Havi eg ikki lisið i Dag-
blaðnum, at øll ónegd í
Rhodesia og Suður-Afrika
skyldast kommunistiskari
øsing, og lítið og einki
hald hevur í veruleikan-
um?
Havi eg ikki lisið, at øll
tiltøk móti hesum londum
bert raka tey, ið framm-
anundan einki hava, og at
allur stuðulin til frælsis-
fylkingarnar har fer í
lummarnar hjá perversum
kommunistum, ið finna
fragd í at skera oyru og
munn av fólki?
Ja, havi eg ikki úr Dag-
blaðnum fingið nágreini-
ligar upplýsingar úr nær-
um øllum heimskrókum?
Og nú - mikudagin 14/2
1979 - hevur blaðið ikki
nóg nógva vitan um polit-
isku viðurskiftini í Italia.
Blaðið eigur tó rós fyri,
at tað sum altíð, einki
skrivar, uttan fullvissa er
fyri, at innihaldið er und-
irbygt og kritahvítur
sannleiki.
Men hvussu er og ikki,
eg saknaði eitt leskiligt
ummæli, og vildi so sáran
vita, hverja stoðu hampa-
fólk eiga at hava til henda
leik, Gríma nú framferir.
Eitt nú hevði Dagblaðið
fyri kortum funnið út av
— helst við psykoanalysu
— at sjónleikurin >Skip-
ið< var persónlig reklama
fyri Steinbjørn B. Jacob-
sen og politisk propa-
ganda fjald undir orðinum
list.
So kundi Dagblaðið ikki
við fáum orðum greitt
okkum frá sonnu muru
Dario Fo's, um hann piss-
aði í song sum eldri drong-
ur, um hann ongantið átti
>lebihjul<, ella slíkt Dag-
blaðið, so væl megnar?
Kanska kundu tit eisini
sagt okkum um okkurt
politiskt ikki lá fjalt í leik-
inum. Ella hava tit fingið
sum vátan vett framman
på i
a: Perikles