Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. februar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 17. februar 1979 sosialurin Síða 7 FRÁGREIÐING UM FRÍMERKJAARBEIÐIÐ Frímerkjadeild Postverksins vildi hava meg til at seta røsk fólk vid ongum sosial- um tørvi fram um avlamisfólk. Tað hvørki vildi ella kundi eg vera við til. Beinanvegin tað fræti- ist, at postverkið skuldi verða yvirtikið, bað Alv landsstýrið um at fáa ar- beiðið, av fyrstadagsút- gåvu av fimerkjum til av- lamisfólk. Her er talan um at skræða frímerki, seta tey á brævbjálvar og annað lætt arbeiði í sam- bandi við hetta. Vit bóðu ikki postverk- ið. Teir hevdu vit biðið árið fyri, meðan postverk- ið var danskt. Úrslit: frí- merki seld fyri 10 mill. kr., segðist, posthúsið í Havn hevði arbeiði til 20—25 fólk í hálvt ár, Alv fekk arbeiði til 6 fólk í 14 dagar. Hesaferð bóðu vit landsstýrið. Til fyrstu frímerkjaút- gávuna 1. apríl 1976 fekk Alv helvtina av frimerkja- arbeiðinum sum eina roynd. Eftir hesa fingu vit boð um, at Alv skuldi fáa alt frímerkjaarbeiðið. Og so mikið avgjerd var av- talan, at frímerkjadeild postverksins bað um og fekk loyvi til at flyta sínar skrivstovur inn í tey hús, sum Alv hevði á Varða- getu til sítt frimerkjaar- beiði. Frimerkjadeildin fekk ovastu hædd i framleigu til skrivstovur. Har hevði frammanundan verið kafeteria og lesistova hjá avlamisfólkum og skriv- stovur Alvs. Alv hevði miðhædd til sítt fri- merkjaarbeiði og kjallara til træsmið og silvursmíð. Eitt ár aftaná byrjan var arbeiðið so nógv vaksið, at pláss var ikki fyri ellum arbeiðsfólkunum á Varða- gøtu upp undir frimerkja- útgávu. Tískil skaffaði Alv onnur heli í býnum til ein part av sínum arbeiðs- fólkum. Alt arbeiðið gekk væl. Tá fólk bóðu um arbeiði, vórðu tey biðin um at venda sær til mín, sum kannaði, um tey vóru so heilsubrekað, at tey kundu hava rætt til at ar- beiða á arbeiðsplássi fyri avlamisfólk. Var talan um onnur enn heilsubrekað (Alv hevði fyri fyrstu ferð eisini tikið onnur sosialt illa stillað, t.d. einkjur, inn í arbeiðið), so vórðu teirra viðurskifti kannað, DEYÐIN KENNIR SPENNING TÁ MAÐUR KOYRIR VIÐ KENNING! ## ms0 Fyr Ferðstotrrgð um tey vóru í ti stødu, at tey kundu arbeiða í Alv. Og vit fingu at vita frá postverkinum, at arbeiðið var hampiliga væl úr hondum greitt. Alt gekk sostatt væl. Inntil tann dag, fri- merkjadeildin vildi hava meg at seta eitt raskt fólk, sum hevði arbeiði framm- anundan og við ongum so- sialum tørvi, men við skyldfólki á posthúsinum, í arbeiði fram um 30 av- lamisfólk. Hetta vildi eg ikki vera við til og segði nei til. Tá fekk eg fyri fyrstu ferð at vita, at eg skuldi ikki halda, at Alv hevði einarætt til alt frimerkja- arbeiðið, og tá vildu danski leiðarin á fri- merkjadeildini og post- meistarin fyri fyrstu ferð hava meg at ganga við til, at Alv skuldi ikki seta fólkini, bert »innstilla« tey. Hetta var eitt klárt brot á allar avtalur, tá Alv frá fyrsta degi hevði biðið um og eisini fingið loyvi til at eiga arbeiðsplássið. Ti vóru jú skrivstovurnar hjá frímerkjadeildini komnar inn til okkara at vera. — Uttan at spyrja landsstýr- ið eftir vildu nú frimerkja- deild og postverk seta Alv aðrar treytir enn tær, Alv hevði fingið frá landsstýr- inum. Alt málið varð sent til landsstýrið, sum lovaði at geva greiðari arbeiðsbýti millum frímerkjadeildina og Alv. Ímeðan bíðað varð eftir hesum, ráddi postverkið fyri tilgongd og frágongd av arbeiðsfólki. Soleiðis, at miðjan mai seinasta ár vóru eingi av- lamisfólk eftir til arbeiðis í húsunum hjá Alv á Varða- gøtu, og hini húsini hjá Alv í Lucas Debesargetu stóðu tóm. Tey hevdu annars verið í nýtslu í 7 mánaðir. Qll avlamisfólk vóru útskeiðað miðjan mai, óansæð aldur, dugnaskap, ella hvussu leingi tey hevdu arbeitt. 10—12 fólk arbeiddu við frímerkjaarbeiðið, og ein- ans røsk fólk. Avlamis- fólkini sluppu ikki aftur í arbeiði fyrrenn í august. Fyrst í oktober fekk Alv bræv frá landsstýrinum. Landsstýrið hevði nú tikið avgerð um, at Alv skuldi eiga arbeiðið við at seta frímerki á brævbjálvar, í egnu hølum og við egnum arbeiðsleiðara. Men hvat hendi? Postverkið sendi Alv bert eitt sleð av arbeiði. Tann bólkur, sum einki arbeiði hevði havt síðani 1. apríl, og sum hevði for- tjent 300.000 kr. fyri og eftir jól árið fyri, skuldi nú bert fáa arbeiði fyri gott 100.000 kr. Alv hevði einki arbeiði til 14 avlam- isfólk, sum hevdu arbeitt fyrr, meðan postverkið á deildini í Varðagetu sendi boð eftir nýggjum fólki. Og meðan avlamisfólkini í Lucas Debesargetu bert fingu arbeiði í ein ella tveir mánaðir, høvdu arbeiðis- fólk á Varðagetu, hari- millum familja og kenn- ingar hjá postmonnum, arbeiði í fimm mánaðir. Eftir jól var arbeiðis- býtið soleiðis, at í holum hjá Alv á Varðagetu ar- beiddu 29 fólk við fri- merkini, men harav vóru einans 8 avlamisfólk. Í seinastu viku flutti so postverkið alt frímerkja- arbeiðið í onnur heli í býnum, í arbeiðsmanna- felagshúsið, meðan helini, sum Alv leigaði til fri- merkjaarbeiðið í Lucas Debesargetu, framvegis standa tóm. Nú er fri- merkjadeildin eisini farin at senda boð eftir fólkum, sum áður arbeiddu í Lucas Debesargetu. Men bert eftir eldri fólki í Havn. — Tey ungu avlamisfólkini hjá Alv eru ikki sloppin framat og heldur eingi bygdafólk, óansæð hvussu dugnalig tey eru, og hvussu leingi tey hava arbeitt. Alv hverki vil ella kann lata einasta arbeiðið, sum avlamisfólk hava fingið frá lansstýrinum, frá sær, og Alv kann ikki góðtaka, at avlamisfólkini verða skúgvað til viks, og onnur fáa teirra arbeiði. Ti hevur Alv biðið landsstýrið um greiðari arbeiðsbýti. Vegna Alv Karolina Petersen Føroysku flog- bóltslandsliðini Mikudagin 7/2 fór fram uttøkan til tað føroyska mans- og kvinnulands- liðið í flogbólti. Hjá monnunum er hetta tann endaliga úttekan. Hjá kvinnunum er endaliga úttekan ikki liðug enn, og miðað verður ímóti at koma niður á sama tal av leik- arum sum hjá monnun- um t.v.s. 9 um heilt stutta tíð. Mansliðið byrjaði at venja fyrst í januar mán- aða, og venjari hevur verið Christian CPoul- sen. Vant hevur verið tvæ.r ferðir um vikuna kondition og næstan hvert vikuskiftið hevur so verið onnur venjing. Kvinnulandsliðið hevur eisini vant í ein góðan mánað. Bæði liðini leika í Ís- landi hesa ferð, og við- merkjast skal, at hetta er fyrsta ferð, at eitt fer- oyskt kvinnulandslið í flogbólti leikar ímóti út- lendskum landsliði. Farið verður yvir til Íslands 1. mars, og leikt verður 3. og 4. mars. Landsliðini hjá feroy- ingum síggja soleiðis út: Kvinnur: Birita Weihe, Mjelnir Finngerð Sólbjerg, Mjølnir Sigrid Andreassen, Mjølnir Karin Joensen, St.IF Anna Elisabeth Joensen, MB/SIF Jórun Joensen, MB/SIF Andrea Sivertsen, MB/ SÍF Arnfri3 Joensen, Fleyr Anna Gåsadal, Fleyr Sarita Olsen, Fleyr Jiitta Svabo Jørgensen, Fleyr Bjørg Simonsen, Fleyr Menn: Påll Mortensen,, NFL Kristian Højsted, NFL Jóanes Jensen, FS Frans Róin, FS Osvald Simonsen, FS Jåkup Christiansen, SI Rasmus Niclasen, SI Gordon Eidesgaard, Sundby KFUM Herman Lindberg, Fleyr Lesið annars meira um landsliðini og dystirnar í mikudagsblaðnum kom- andi. Íslendsk uppfinning til Fuglafjarðar — skiljimaskina sparir tvey folk Fyrsta av sinum slag i Føroyum Úr Fuglafirði frættist, at teir royndarkoyrdu mask- inuna mikudagin. Ein ís- lendingur er í Feroyum til at seta maskinuna upp og rigga hana til. Nýggja skiljimaskinan riggar ógvuliga væl og úr Fuglafirði frættist, at teir eru sera væl negdir við maskinuna. Fotocella Skiljimaskinan kann skilja fisk i fyra ymsar støddir. Teir kunnu stilla støddirnar sjålvir. Sjålv skiljingin verdur gjørd av eini fotocellu. Maskinan hevur eina øgiliga orku, hon kann skilja millum 4000 og 6000 fiskar um timan. Fyrimunirnir við mask- inuni eru fleiri. Fyri tað fyrsta slepst undan at skilja fiskin við hond, ti- skil kunnu sparast tvey fólk. Harnæst slepst und- an at skula vurdera stødd- irnar, og tí verður tað skal skiljast. Nýggja skiljimaskinan er nýliga komin á markn- einki ivamál, tá fiskurin aðin í Íslandi. Higartil eru 14 tilikar maskinur fram- leiddar til íslendsk virkir. Lítið av kongafiski Nýggja linjan til konga- fisk, sum Handils- og Frystivirkið keypti herfyri er sett upp á virkinum. Teir hava roynt hana og riggar hon heilt væl. Hesa tíðina kemur tó lítið og einki av kongafiski uppá land, og tí hevur maskin- an ikki verið nýtt so nógv. Annars hava tey úr at gera har á virkinum. So nógvur fiskur kemur uppá land, at virkið av og á sendir bátar til Klaksvíkar at avreiða. Fleiri av út- róðrarbátunum landa eis- ini hjá Ísvirkinum. Fuglfirðingar eru íkki eftirbátar. Handils- og Frystivirkið er einasta flakavirki, sum hevur skiljimaskinu og linju til kongafisk