Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Arbeiðssteðgur sosialurin á Havsbrún — 400 tons av sildamjøli ikki avskipað — Ósemjan er um akkordskipanina hjá avskipingarmonnunum. Havsbrún fekk menn av Skálafirðinum til Fuglafjarðar, men tá hesir frættu, hvussu vorðið var, fóru teir avstað aftur. Krosstindur noyddist at fara tómur av aftur Fugla- firði mikudagin. Hann kom hagar eftir 400 tons- um av sildamjøli til Ong- lands frá Havsbrún. Men mjølid fór ikki umborð, ti avskipingarmenninir á Havsbrún noktaðu at arbeiða. Eftir, hvat frætt- ist úr Fuglafirði, fekk Havsbrún menn av Skála- firðinum til avskipingar- arbeiðið. Men tá hesir komu til Fuglafjarðar og frættu, hvussu staðan var, vildu teir ikki taka við arbeiðinum og fóru aftur til hús. Tá ongi útlit vóru fyri, at Krosstindur bleiv lossaður, fór hann av Fuglafirði aftur. Skuldu arbeiða fyri timaløn Andrias á Lava Olsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at ósemjan er um akkord- skipanina hjá avskiping- armonnunum. Ein partur av íleggingunum seinasta hálvtannað árið er ein rationalisering á avskip- ingarskinum og hetta krevur broytingar á akk- ordskipanini og arbeiðs- lagnum. Mikudagin skuldu avskipingarmenn- inir arbeiða fyri tímalen, men stjórin á Havsbrún sigur seg kortini ikki vita, um hetta var orsekin til, at teir ikki vildu arbeiða. — Royndu tit at fáa annað fólk til at avskipa sildamjelið? — Vit royndu at fáa fólk aðrastaðni frá í oynni. Men tá tað vísti seg ikki at vera møguligt at gjøgn- umføra avskipingina, so avgjørdu vit at gevast við henni. — Verða nú samráðing- ar millum Havsbrún og Fuglafjarðar arbeiðsman- nafelag? —Tað er ikki aktuelt í letuni, tí ongar avskip- ingar verða í næstu fram- tíð. Men eg gangi út frá, at tingingar verða millum partarnar. Ongar við- merkingar — stødan ógreið Vit vendu okkum eisini til formannin í Fuglafjarðar arbeiðsmannafelag, Sím- un Abrahamsen. Hann vildi ongar viðmerkingar gera, fyrr enn stødan er vorðin greið í málinum, men felagið arbeiðir við ti, upplýsti hann. Meir enn 100 vinningar. Høvudsvinningar eru uttanlands-:/ÆZ4 É ferðir við Smyrli og eitt tjald. Skriva teg sum haldara av Sosialinum beinanvegin, so verður tú við frá byrjan Undirritaði Navn: Bústaður: Kannað posthúsinum teknar haldara av Sosialinum ty £. ft ; ib) i í | | | | seg sum Ut bru Søsialurin Postbox 76 3800 Torshavn | | (SOSIALURIN | rindar | postgjaldið) 19 Nr. 15 — 24. februar 1979 Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Pola og Jørgen Thomsen, løg- tingsmaður, Skåli, halda silvurbrúdleyp. Týsdagin 27. apríl kunnu hjúnini Hanna og Hans Pauli Nybo, Viðar- eiði, halda silvurbrúd- leyp. Axel Tórgarð til Havnar Í morgin verður Axel Tórgarð, cand. theol., settur sum prestur í Suðurstreymoyar eyst- ara prestagjaldi. Axel Tórgarð hevur í mong ár sitið sum prestur á Nýggja UTF-nevndin: nýtt um nevn Kirkjuteigi í Kvívík í Norðstreymoy. Axel Tórgarð, sum er havnarmaður, var ein av undangongumonnum innan føroyska útvarpið og var fyrsti stjóri út- varpsins. UTF nýggja nevnd Ungtemplarasamband Feroya hevði aðalfund seinasta sunnudag og varð tá vald nýggj nevnd. Hon hevur skip- að seg og er Edvard í Skorðini Joensen, Tórs- havn, formaður Eyðun Hansen, Getu, næstfor- maður og Niels Olgar Joensen, Sandavági, skrivari. Teir báðir sein- ast nevndu eru nývaldir. Tiltakslimir eru Tórmóð- ur Stórá og Herálvur Jo- ensen. Henda nevndin er kortini bert ein fyribils- nevnd. Á aðalfundinum varð lagt fram eitt upp- skot til nýggja lóg og skal tað endaliga av- greiðast á einum eykaað- alfundi í vár. Nývalda nevndin skal bert sita til henda fund. Eyðun Hansen og Niels Olgar Joensen komu í nevndina í staðin fyri Asbjørn Mikkelsen og Tummas Lervig. frá vinstru Eyðun Hansen, næstformaður, Edvard í Skorðini Joensen, formaður og Niels Olgar Joensen, kassameistari — byrjar i SOSIALINUM Í 3 ERE BRERRETYDN ited komandi leygardag