leygardagur 24. februar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 24. februar 1979
sosialurin
Síða 3
Ohugsandi at
loyva sølu av
pornografiskum
lesnadi
Seks-mannanevndin fer ikki at kanna
støddina av pornografisøluni, men um
hon finst og hverja åskodan politiid
hevur i hesum målunum.
— Endamálið hjá nevnd-
ini er fyrst og fremst at
kanna, um pornografiskur
lesnaður verður seldur i
Feroyum. Harafturat vil
nevndin kanna, hvussu
stóra ávirkan tann liberala
lóggávan á hesum eki í
Danmark hevur havt á
føroysk vidurskifti.
Nevndin vil somuleidis
hava at vita, hvørja å-
skodan politii3 hevur i
hesum sambandi.
Soleidis sigur Jógvan
Sundstein, formaður í
seksmannanevndini, sum
legtingið setti í samband
við føroysku útgávuna av
bókini Kammerat Jesus
og norðurlendska studn-
ingin til útgávuna. Har-
afturat varð álagt nevnd-
ini í sama viðfangi at
kanna seluna av porno-
grafiskum lesnaði í heila
tikið í Føroyum.
Pornografiskur lesnað-
ur er, sum øllum kunnugt,
loyvdur at selja i Dan-
mark, meðan sela ikki er
loyvd i Føroyum. Og her
er tað, at trupulleikarnir
stinga seg upp, vísir
Jógvan Sundstein á.
Bert at geva
eina frágreiðing
— Kann tað tí hugsast, at
nevndin fer at mæla til, at
lóggávan í Feroyum verð-
ur lagað eftir donskum
viðurskiftum?
— Nei, tað er óhugs-
andi, at nevndin fer at
mæla tinginum til at laga
lóggávuna eftir donskum
viðurskiftum. Nevndin fer
helst ikki at koma við
nekrum tilmæli, men bert
at geva løgtinginum eina
frágreiðing um støduna.
— Tað eru tinglimir —
eins og limur í seksmanna-
nevndini — sum hava tos-
að um at forbjóða øllum
lesnadi, sum partvist er
kritiskur mótvegis krist-
indóminum og sum part-
vist gongur á tað ónær-
isliga borðið, áðrenn hann
kemur út — við eðrum
orðum at skerja skrivi-
frælsi og skipa fyri
>frammanundansensuri?<
— Ja, tað hevur nógv
verið tosað um skrivi-
frælsi. Sjálvandi má øll
skriving standa til svars
fyri revsilógini. Eingin
lesnaður má steðgast und-
an útgávuni, tí tað er í
stríð við grundlógina, men
grundlógin má samstund-
is tryggja ti einstaka sam-
felagsborgaranum, soleið-
is at hann ikki verður koll-
rendur av ósemiligari
skriving og harvið verður
ósemiliga ávirkaður. Tað
moralska og átrúnaðarliga
staðið må vera vart við
eini revsilóg, sum tryggj-
ar, at skrivifrælsið ikki
verður misnýtt.
Fer ikki at kanna
støddina av
pornosøluni
— Fer nevndin at kanna,
hvussu umfevnandi sølan
av pornografiskum lesnadi
er?
— Nei, nevndin fer ikki
at kanna, hvussu stør søl-
an er, men hevur politiið
Seks-mannanevndin hjá legtinginum fer fyrst og fremst
at kanna, um sela av pornografiskum lesnaði fer fram.
Harafturat vil hon hava at vita, hverja áskoðan politiið
hevur og um politiið í sínum arbeiði verður ávirkað av tí
donsku lógini, sum er eðrvísi enn tann feroyska. Mynd-
in sýnir kápuna av blaðnum RAPPORT, sum kann
keypast i Feroyum — er tað lógligt ella ikki?
nakrar upplýsingar í hes-
um sambandi, verða teir
kanska framlagdir saman
við frágreiðingini.
Nevndin hevur ikki
havt nakran fund, síðan
hon legði áskoðan sína
fram um studningin til
bókina Kammerat Jesus,
og Jógvan Sundstein
roknar ikki við, at nevnd-
in fer at halda nakran
fund, fyrr enn legtingið
kemur saman aftur.
Tá verður politimeistar-
in óivað biðin um at koma
við á ein fund og geva eina
frágreiðing um málið.
Jógvan Sundstein sigur,
at nevndin fer at fregnast
eftir, hvussu politiið um-
situr núgaldandi lóggávu
og hverja áskoðan politiið
hevur um hana.
— Harafturat vilja vit
hava at vita, um politiið
verður ávirkað av tí
donsku lógini, sum jú er
eðrvísi enn okkara.
— Kann tað hugsast, at
nevndin fer at mæla til at
leysgeva pornoselu í Fer-
oyum?
— Nei, eg rokni ikki
við, at nevndin er sinnað
fyri eini leysgeving av
pornografiskari selu, og
sjálvur meti eg ikki, at ein
liberalisering á hesum eki
er tann rætta leiðin, sigur
Jógvan Sundstein at
enda.
Tit ringja
— vit skriva
EAN
Ringid telefon
11820
ella 1 47 20
UTLENDSKT ROK
Eg veit, tað eru fleiri, sum
hava sama ynski sum eg
viðvíkjandi tónleikinum í
Útvarpinum um morgnar-
nar. Hví ikki spæla vakrar
føroyskar sangir aftaná
morgunandaktina í staðin
fyri hetta útlendska rokið?
Vit eiga ivaleyst av fer-
oyskum sangum og eg
meini, at tað er á markin-
um til >blasfemi< at senda
útlendska tónleikin beint
aftaná andaktina.
Y
Niels Juul Arge, útvarps-
stjóri, sigur, at tað eru so
fáar innspælingar til av
foroyskum legum, at Út-
varpið metir tær sum eina
dýra ogn og vil ikki gera
tær til fótatraðk við at
spæla hverja kanska tvær
ferðir um vikuna.
— Tað er ikki tað, at vit
ikki vilja spæla feroysk
løg. Vit gjørdu tað fegnir,
um fleiri innspælingar
vóru, sigur útvarpsstjór-
in.
TAKA IKKI MÓTI FLØSKUM FRÁ BØRNUM
Í handlinum >hjá Jógv-
ani« vid Heygsvegin
hongur eitt skelti beint
innanfyri dyrnar, har å
stendur: »Vit taka ikki
moti fløskum frå børn-
um«.
Hetta haldi eg vera
ógvuliga legið og tað aft-
urat í barnaárinum. Og
hetta hevur eisini við sær,
at nú liggja brotnar flosk-
ur og sleðast allastaðni,
eisini á vegunum, tí bern-
ini ikki sleppa av við tær í
handlinum. Eg tók sjálvur
í morgun 7 brotnar fleskur
upp av vegnum.
Tað má eisini sigast at
vera átaluvert, at handilin
kann selja bernunum
sodavatn og so ikki taka
við teimum tómu fløskun-
um aftur. Tá tað snýr seg
um at taka pengar av
bernunum, eru tey væl-
komin at handla, annars
ikki.
Misnegdur
Andreas Restorff, hand-
ilsmaður, sigur, at handil-
in við Heygsvegin ofta er
fyri ágangi av dreingjum
úr grannalagnum. Teir
brúka tað m.a. at koma
einir 10 inn í handilin í
senn, skapa ruðuleika og í
hesum ruðuleika stjala
teir bæði góðgæti og tóm-
ar fløskur. Aftaná koma
teir so við fløskunum og
vilja selja tær.
— Vit hava roynt at
tosa við foreldrini, men
tað ger ongan mun, sigur
Andreas Restorff, sum
vísir á, at bryggjariid tek-
ur móti tómum fleskum.
So bernini kunna fara
heim á bryggjariid við
teimum fløskum, tey vilja
selja, sigur hann.
A skeltinum, sum
hongur »hjå Jógvanic
stendur eisini, at bryggj-
ariið tekur móti tómum
fleskum og nær flosku-
móttekan er opin.
Eigur Havnin at
byggja sína egnu rusk-
brennisteð?
Jóhan Samuelsen,
skúlalærari:
— Eg haldi ikki, at
Havnin eigur at byggja
fyri seg sjálva, ti so fáa
vit ikki útnyttað teir
orkumeguleikar, sum
annars hevdu verið til
staðar. Harafturat er
tað dýrari at byggja og
reka tvær steðir.
Eli Andrésen,
reprofotografur:
— Kann Havnin spara
nakað við at vera við í
eini felags brennisteð,
eiga vit sjálvsagt at
gera hetta.
Sigurd Beck,
fotohandlari
— Nei, ein landsumfat-
andi ruskbrennistød
eigur at verða gjørd,
sum skotiå upp av Før-
oya Kommunufelag.