Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Kubatrolararnir góðan fiskiskap Teir Kubabátarnir, sum fiska til Handils- og frystivirkið í Fugla- firði, hava havt góðan fiskiskap henda mán- aðin. Skarvur hevur fingið 2400 kassar á tveimum túrum, Munkur 3000 kassar, hann landaði á Eiði av eðrum túrinum, Hav- hestur hevði 1000 kass- ar á fyrsta túrinum i hesum mánaðinum, Skrápur hevur 3200 kassar av trimum túr- um, tann eina túrin noyddust teir at bróta av. Men á odda liggur Trastur. Hann hevur á tveimum túrum nú í februar fiskað heilar 4000 kassar, harav eru 1600 av eðrum túrinum Meginparturin = av veiðuni hjá Kubabát- unum er upsi. Innbrot og herverk Leygarnáttina brutu tveir menn inn í Post- húsið í Havn og handil- in hjá Thomasi Dam. Í handlinum tóku teir nakað av sportsútgerð og á Posthúsinum hevði spiritusið sterst- an áhuga. Men onkur sá innbrotstjóvarnar og boðsendi politinum og teir vórðu báðir tiknir við Posthúsið. Fríggjadagin fekk politiið í Havn fráboð- an um, at pengar vóru horvnir úr einum park- eraðum bili í miðbýn- um. Bilurin var læstur, lásið var dirkað upp. Talan var ikki um stórar peninganegdir — einans 30 kr. Sunnudagin varð meldað eitt herverk á hevur staðið á Skála- treðni. Rútar vóru brotnir og takið bukl- að. Teir seku eru ikki Heimahjálpara- skeið í Runavík Í hesari og næstu viku eru 20 heimahjálparar á skeiði á Sjómans- heiminum í Runavík. Útbúgvingin til heima- hjálpara umfatar 200 undirvísingartímar og eru teir býttir í trý skeið. Tær 20 kvinn- urnar, sum nú eru í Runavík, tóku fyrsta skeiðið í september í fjør. Tær verða lidnar við annað skeiðið næsta friggjadag og tað triðja verður eina- ferð í heyst. Tá tað er liðugt eru 100 heima- hjálparar í Feroyum við fullari útbúgving. Annars starvast í let- uni 214 kvinnur í fer- oysku heimahjálpini. Tann fyrsta tíðin er royndartíð, og treytin fyri at fáa starv sum heimahjálpari eftir hesa royndartíð er tann, at viðkomandi luttekur í teimum trim- um skeiðunum. Fyrsta skeiðið í ein- um nýggjum umfari byrjar fyrst í komandi Nýggja fíggjarlóg Seinasta friggjadag legði Demmus Hentze, landsstýrismaður, uppskot til figgjarløg- tingslóg fyri 1979—80 fyri tingið. Hetta upp- skotið er nakað broytt, síðani fyribils uppskot til figgjarlóg varð lagt fram í desember mán- aði. Nýggja uppskotið er væl størri enn hitt. Á inntekusíðuni er talan um ein vekstur upp á 14,4 mill. kr. Landsskatturin er hækkaður við 5 mill. til 265 mill. kr. Vegskatt- urin við einari millión til 7,5 mill. og tollgjeld eru hækkað vid 8,4 mill. til 249 mill. kr. Á útreiðslusíðuni er minstaløn og annar stuðul til fiskivinnuna hækkað við 10,5 mill. til 73,5 mill. kr. Upp- hæddin til vegarbeiði og annað tílíkt arbeiði er hækkað við 2 mill. til 50 mill. kr. Uppskotið til figgj- arlóg er nú til viðgerðar i figgjarnevndini. Ætl- anin er at 2. viðgerð av málinum skal útvarp- ast. Íslendingur fær handilsloyvi Tórshavnar býráð hev- ur samtykt at geva is- lendinginum Torvaldi Inga Evensen, Frælsið 30, vinnuloyvi til handil. Hann er ís- lendskur statsborgari. Restauratións- loyvið endur- nýggjað Annars samtykti bý- ráðið á fundi hósdagin at endurnýggja rest- auratiónsloyvi í Tórs- havnar Ítróttar- og samkomuhøll, sum Judith Vilhelmsen, Brattabrekka 33, hev- ur. sosialurin Føroyar taka stig til ns Nr. 15 — ” . februar 1979 rðurlendskt samarbeidi: : amskipa utbugving innan fiskivinnuna Royndirnar at samskipa fiskivinnuút- búgvingarnar í Norðurlondum tykjast bera ávekstur. Teir báðir norðurlendsku grunnarnir, Kulturfonden og Industri- fonden hava vist føroyska uppskotinum stóran áhuga og hava játtað at lata umleið 400.000 krónur í studningi til tað fyrireik- andi arbeiðið. Tað eru føroyingar, sum hava tikið stig til at skrá- seta og samskipa fiski- vinnuútbúgvingina i Norðurlondum. Ein teirra, sum síðan byrjan hevur arbeitt nógv við málinum er Gunver Hoydal, lærar- inna. Fundur í apríl Í samreðu við Sosialin sigur Gunver Hoydal, at ætlanin er, at ein samar- beiðsnevnd skal hava fund í Feroym í apríl mánaða. Nevndin, sum umboðar fleiri Norðurlond, skal gera eina arbeiðsætlan. Tað var í august mán- aða í fjør, at føroyingar tóku stig til at halda eitt seminar í Føroyum um at samskipa fiskivinnuút- búgvingina. Á skeiðinum luttóku umleið 25 útlend- ingar umframt føroyingar. Skeiðið varð væleydnað og varð semja um at fáa pening til vega at gera tað neyðuga fyrireikingarar- beiðið. Nú hesin peningur er játtaður, ber til at ar- beiða víðari við málinum. Skráseta og samskipa Ein kontaktnevnd er sett til at fáa gongd í arbeiðið, og Gunver Hoydal er um- boð fyri Føroyar. Nú verð- ur so farið til verka. Tað fyrsta, ið verður at gera, er at skráseta allar út- búgvingar í Norðurlond- um innan fiskivinnu. Hetta skrásetingararbeið- ið fevnir um grundskúla til gransking. Harnæst skal uppskot gerast til at samskipa hesar útbúgv- ingar. Ætlanin er at býta tey ymsu útbúgvingarstigini millum londini. Feroyar skulu taka sær av tí víðari útbúgvingini frá fólka- skúlastigi til universitets- stig. Íslendingar skulu taka sær av grundskúlan- um, norðmenn av hægri útbúgving á universitets- stigi og gransking, og grønlendingar skulu standa fyri eftirútbúgv- ingini. Tað er enn ov tidliga at siga, hvussu danir, finnar og sviar koma inn í mynd- ina. Neyðugt at samarbeiða Uppá fyrispurning hvussu neyðugt tað er við eini samskipan av fiskivinnu- útbúgvingunum svarar Gunver Hoydal, at hesin- spurningur hevur ikki ver- ið nógv frammi fyrr, men í dag er tað uttan iva neyð- ugt at tær norðurlendsku fiskivinnutjóðirnar sam- arbeiða um felags áhuga- mál, eitt nú útbúgving innan fiskivinnuna. — Ístaðin fyri at hver sær nýtir nógvan pening til júst tær somu útbúgv- ingarnar, kundi hetta ver- ið gjørt bæði betri og bíligari við samarbeiði. Aðrir eisini læra í Føroyum Eitt tílíkt samarbeiði kann fevna um so mangt. Vit kunnu læna tilfar og lærarar frá hverjum eðr- um, og næmingar kunnu fara á skeið í einum eðrum landi. Feroyingar hava m.a. vitan og royndir innan ekið, sum hini norður- Gunver Hoydal londini ikki hava. Her kann m.a. nevnast, at Vónavirkið í Fuglafirði er einasta virki í Norður- londum, sum hevur ein royndarbrunn til trol. Tað er ti einki at ivast í, at norðmenn, íslendingar og aðrir kundu lært hjá okk- um og nýtt tey amboð vit hava. Ætlanin er at halda eitt nýtt seminar um útbúgv- ingarspurningin í Noregi komandi ár. Tá liggur helst so nógv tilfar klárt, at farast kann undir veru- ligt praktiskt samarbeiði. Byggja skúla og svimjihøll | Kostar teimum 330 skattaborgarunum 10 mill. kr. Leirvikin er ein bygd i stødugari menning. Fleiri og fleiri nýggj hús verða bygd, og um gott eitt ár skal ein nýggjur skúli við nýmótans svimjihell takast í brúk. Arbeiðið uppá nýggja skúlan byrjaði nakað her- fyri. Útgrevsturin er lið- ugur, og nú eru teir farnir undir at stoypa. Skúlin, sum fyri góðum tveimum árum síðani, varð mettur at kosta einar 6 mill. kr., fer helst at toga ímóti teimum 10 mill. kr., tá hann er heilt liðugur: Tá kunnu leirvíkingar eisini baða í síni egnu innilokaðu svimjihøll. Svimjihøll? — Tað er avgjørt neyð- ugt, at vit fåa ein nyggjan og tíðarhóskandi skúla, sigur Eirikur Justinussen, sóknarstýrislimur. Tó set- ur hann spurnartekin við byggingina av eini svimji- hell har í bygdini. — Eg haldi sjálvur, at kostnaðurin og raksturin verður alt ov stórur, skal hver bygd í landinum hava eina stóra og nú- tímans svimjihell. Tá hevði verið betri, um tær í grannabygdunum hevdu verið nýttar, sigur Eirikur Justinussen. Hann dylur ikki yvir, at menn hava verið ósamdir, um svimji- hell eisini skuldi byggjast í bygdini. Avgjørt varð tó at byggja svimjihellina eisini. Uppá fyrispurning um sóknarstýrið í Leirvík heldur tað verða meguligt at útbyggja havnina, nú skúli fyri 10 mill. kr. er í gerð, sigur Eirikur Justin- ussen, at tað er ein spurn- ingur, hvussu nógv ar- beiði ein kommuna kann átaka sær samstundis. 330 skattaborgarar Í dag eru umleið 330 skattaborgarar í Leirvík. Stersti parturin av inn- tekuni hjá leirvíkingum í fjør stavadi frá flakavirk- inum og útróðrinum. Tað arbeiða í dag eini 50 til 70 fólk á virkinum. Av eðr- um týðandi arbeiðspláss- um í bygdini kann annars nevnast smiðjan hjá Eli Hansen, sum ger umvæl- ingararbeiði fyri bátarnar í bygdini. Leirvíkingar hava eisini knettavirki. Tað er Ras- mus Hansen og 6 til 7 onnur fólk, ið framleiða knettir til heimamarkn- aðin. Ikki so fáir leirvik- ingar arbeiða aðrastaðni í oynni. Umleið 20 mans arbeiða á Skála Skipa- smiðju. Rættiliga nógv verður bygt í Leirvík. Tað eru nærum altíð eini 10 nýggj hús í gerð. Nakað var herfyri grundstykkjaprisurin bert 15 krónur kvadratmetur- in. Nú er hann hækkað- ur til 30 kr. Jorðin í Leir- vík er annars av bestu jerð at byggja á, slættlendi. ti tað er