leygardagur 24. februar 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 24. februar 1979
SoSlalurin
Hondbóltsskráin
Tilsamans verða 11 dystir leiktir um vikuskiftið, 9
í Havn og 2 í Klaksvík. Í Havn sær skráin soleiðis
út:
Leygardagin 24/2:
Kl. 14.00: Neistin a — VB, III. deild menn
Kl. 15.05: Kyndil b — Stjørnan II. deild menn
16.10: Kyndil — Stjørnan, I. deild menn
17.25: Neistin — VIF I. deild menn
18.35: KIF — VIF II. deild menn.
Sunnudagin 25/2:
Kl. 14.00: VB — Neistin b III. deild menn
15.15: Sóljan — Stjørnan kvinnuunglingar
16.00: VIF — Stjørnan 1. deild menn
17.10: Kyndil — Neistin I. deild kvinnur.
I Klaksvik verda hesir bådir dystirnir leiktir:
Leygardagin 24 /2:
Kl. 15.00: GI — Royn, II. deild kvinnur
Sunnudagin 25/2:
EB — KÍF, III. deild menn
Hondbóltsúrslit
seinasta vikuskifti
Seinasta leygardag vórðu tveir dystir leiktir í
landskappingini
Seinasta leygardag vórðu tveir dystir í lands-
kappingini leiktir í Klaksvík:
EB — VIF, kvinmiunglingar
EB — VÍF, 2. deild menn
10—14
23—19
Til seinast nevnda dyst er at viðmerkja, at
hetta er fyrsti dysturin, sum 2. deild, menn hjá
VÍF hevur tapt í hesari kappingini.
Sunnudagin vórðu 4 dystir leiktir:
EB — Sóljan, kvinnuunglingar 2—7
Stjørnan — Kyndil, 1. deild kvinnur 8—8
Stjørnan — Kyndil a, 3. deild menn 15—24
Stjørnan — Kyndil, 1. deild, menn 17—13
Ein fyribils uppger fyri 1. deild hjå monnunum
uttan målurtøku sær soleiðis út:
Kyndil 9 dystir 13 stig
VÍF 8 dystir 7stig
Neistin 7 dystir 6stig
Stjørnan 8 dystir 6 stig
Annars er bara at siga, at ein fullfiggjad støda
væntandi kemur i mikudagsblaðið.
sosialurin
Síða 9
Landsdystur i bordtennis:
Niggju bordtennisleikarar fara
komandi vikuskiftið til Islands
FM-kappingarnar i bordtennis eru, orsakad av ur-
tøkukappingini hetta vikuskiftid og landsdystinum
komandi vikuskiftid, útsettar tvær vikur
— Tað fara niggju borð-
tennisleikarar við lands-
liðnum til Íslands. Tríggir
úr meistaradeildini, trigg-
ir úr unglingadeildini og
triggir úr dreingjadeildini.
Hetta upplysir formadurin
i borðtennisdeildini hjá
ÍSF, Ronnie Midjord í
stuttum práti við Sosialin.
Verður leiktur
2. ella 3. mars
Víðari sigur Ronnie, at
landsdysturin verður
leiktur 2. ella 3. mars í
Reykjavík og skipar borð-
tennisdeildin í hesum
sambandi fyri úrteku-
kapping suðuri á Tveroyri
hetta vikuskiftið.
Nummar 1, 2 og 3 í
kappingunum, har allir
leika móti ellum vera so at
rokna sum landsliðið, og
vit hava avgjørt at eingin
felagsvenjing verður tí
leikarnir skuldu allir verið
í so góðari venjing, sum
teir kunna vera, ti kapp-
ingin um Feroyameistara-
heitini stendur fyri dur-
um, sigur Ronnie.
Til kappingina á Tver-
oyri í dag og í morgin
hava trý felog meldað lut-
tøku, nevniliga H7I,
Fram og TBF.
Farið verður til Islands
saman við flogbóltslands-
liðnum við rutuflogfarin-
um 1. mars og heimaftur
koma teir sunnudagin 4.
mars. Ferðaleiðarar hjá
borðtennislandsliðnum
vera Sverre og Ronnie
Midjord.
Kappingarnar
útsettar
Ronnie upplýsir annars,
at orsakað av úrtskukapp-
ingini og landsdystinum
er FM-kappingin í ung-
linga- og meðaldeildini, ið
skuldi vera á Tvøroyri
hetta vikuskiftið, og
kappingin í meistaradeild-
ini, ið skuldi vera í Havn
komandi vikuskiftið, út-
settar í tvær vikur.
Kappingin í unglinga-
og meðaldeildini verður
10. og 11. mars, meðan
kappingin í meistaradeild-
ini verður leikt 17. og 18.
mars.
Venjingin løgd
til rættis
i september
Annars sigur Ronnie, at
hann vónar at dreingja- og
unglingaliðini fara at
standa seg væl móti is-
lendingum. Seinasta ár, í
september mánað, var
kendi svenski borðtennis-
venjarin og leikarin An-
ders Johansson og legði
føroysku dreingja- og
unglingaleikarunum lag á
venjingina, á einum
skeiði, ið ÍSF skipaði fyri.
Ti vóni eg, at í hvussu er
okkara dreingir og ung-
lingar fara at vinna lands-
dystin, endar Ronnie.
Hondbóltur:
Kyndil vunnið fýra deildir
— Neistin tvær
— og so hava bæði hesi feløg enn ein møguleika
at vinna 3. deild fyri menn
Í annaðkveld kl. 17.10
hevur Neistin meguleika
fyri at tryggja sær enn
eitt meistaraheiti.
Tær yngru deildirnar
eru longu avgjerdar, og
hevur :-yndil vunnið 4 av
teimum, nevniliga
dreingja-, smádreingja-,
pilta- og smágentudeild-
ina, meðan Neistin vann
gentudeildina. Eitt meist-
araheiti aftrat hevur
Neistin tryggjað sær. Tað
eru mansunglingarnir —
hóast teir ikki enn eru
lidnir við allar dystir sin-
ar, so hava hverki TB ella
VÍF nakran meguleika at
gerast meistarar í mans-
unglingadeildini.
1. deild kvinnur
Dysturin í annaðkveld kl.
17.10 er millum Kyndil og
Neistan 1. deild kvinnur,
og her kann Neistin
tryggja sær meistaraheit-
ið við antin at vinna ella
bert leika javnleik. Tær
hava enn ongan dyst tapt
í hesum kappingarárinum
føroysku landskapping-
ini. Um vit hyggja at
stigunum, sum tær hava
fingið, so sæst, at hverki
Stjørnan ella Kyndil hava
nakran møguleika fyri at
vinna meistaraheitið í 1.
deild fyri kvinnur.
3. deild menn
Eisini í 3. deild fyri menn
er kappingin sera spenn-
andi. Her hava Neistin og
Kyndil stóran meguleika
fyri at enda javnt í stig-
um, og verður tað ti mål-
munurin, sum verður av-
gerandi fyri, hver verður
vinnari av 3. deild. Hetta
hevur tó onga ávirkan fyri
uppflytanina til 2. deild, tí
avgjørt er, at tvey tey
fremstu liðini flyta upp.
Kyndil restar bert ein
dyst, og er hann móti VB,
meðan Neistin skal leika 2
dystir aftrat móti VB og
Stjørnuni.