mikudagur 28. februar 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Koyringin hjá hýruvognunum kemur at minka, tá
bussruturnar koma, sigur Samfylking
Hýruvognsferararnir
seta spurnartekin
við bussruturnar
— Tað undrar okkum
stórliga, at býráðið nú
hevur slíkan skund við
at fáa bussrutu at
koyra í býnum, tá bý-
ráðið einki hevur gjert
enn fyri at gera um-
steðurnar betri hjá
hýruvognunum, hóast
felag okkara fleiri ferðir
seinastu 19 árini hevur
vent sær til býráðið
hesum viðvíkjandi.
Hevur býráðið nú
fingið stundir at fáast
við ferðslu, so skuldu
hýruvognarnir verið
teir fyrstu, sum fingu
semdir.
Við hesum orðum
byrjar eitt skriv, sum
Aksturvinnufelagið
Samfylking hevur sent
Tórshavnar býráð.
Í skrivinum verður
eisini mint á, at fyri
umleið tveimum árum
síðani var talan um at
gera eina hýruvogns-
reglugerð fyri Tórs-
havn og bað Samfylk-
ing tá býráðið um fund
hesum viðvíkjandi.
Men hesin fundur hev-
ur ikki verið enn, men,
sum tað stendur í
skrivinum:
— Vónandi fær bý-
ráðið nú stundir at
skipa fyri fundi okkara
millum.
Annars metir Sam-
Citroen CX Palas 2400
8 mánaðar gamal til selu. Koyrt 9.000 km.
fylking, at bussrutur-
nar fara at geva eitt
stórt undirskot — yvir
1 mill. kr. um árið tey
fyrstu árini.
— Tað svarar til
næstan 100 kr. meira í
skatti pr. fólk, ella 400
—500 kr. fyri eitt van-
ligt húski, sum ikki
brúkar bussarnar. Tey,
sum brúka teir, skulu
so gjalda fyri túrin
aftrat, sigur Akstur-
vinnufelagið Samfylk-
ing í skrivinum til bý-
ráðið.
Umvæla Gomlu
Klaksvíkina
»Gamla Klaksvikin«,
húsini, sum Norðoyar
Fornminnissavn keypti
fyri tveimum árum síð-
ani, verða nú umvæld.
Nýggj vindeygu koma
ístaðin fyri tey gomlu
og annað arbeiði verður
gjørt inni i húsinum. I
fjør løgdu teir nytt tak
á húsini. Hetta arbeið-
ið kostaði 100.000
krónur. Teir meta, at
umvælingarnar í ár
fara at kosta nakað væl
meira.
Norðoyar Fornminn-
issavn keypti Gomlu
Klaksvíkina fyri
300.000 krónur.
Bilurin kann síggjast og roynast.
Lagaligar gjaldstreytir.
P/f Valberg
Landavegi — tlf. 14471 — 14956
sosialurin
kring oyggjarnar Neyðugt at utbugva
alitisfolk í Føroyum
— Vit mugu miða ímóti at fáa okkara egnu
álitismannaútbúgving í lag. Soleiðis sigur
Johannes Olsen, formaður í FA. Hann er
eisini sinnaður fyri einum arbeiðara-upp-
lýsingarstovni. Sosialurin hevur havt eina
samreðu við nakrar av luttakarunum á
skeiðnum, sum FA og AOF skipaðu fyri í
síðstu viku fyri fakfelagsfólki úr ellum
Feroyum
— Skeiðið hevur verið
ógvuliga áhugavert. Vit
hava fingið nógv at vita,
sum vit ikki vistu um
frammanundan. Eg kann
ikki siga annað, enn at vit
trongdu harðliga til skeið-
ið.
Soleiðis sigur Karl Jo-
hansen, formaður Havnar
Arbeiðsmannafelags, um
skeiðið, sum Feroya Ar-
beiðarafelag saman við
Arbejdernes Oplysnings-
forbund skipaði fyri í
síðstu viku.
Ingeborg Vinther, for-
maður í arbeiðakvinnufel-
agnum Fjallbrúður í Vági,
heldur tað sama:
— Skeiðið var ógvuliga
gott og vit hava fingið
heilt ónatúrliga nógv
burtur úr. Her hugsi eg
serliga um tað, vit hava
fingið at vita um álitis-
mannaútbúgvingina. Eis-
ini hugsi eg um tað, vit
hava fingið at vita um
donsku tryggleikafyri-
skipanina á arbeiðspláss-
unum, sum jú virkar
effektivt í mun til okkara
fyriskipan.
Arbeiðseftirlitið
á skeiðnum
Ingeborg Vinther leggur tí
stóran dent á tann skeið-
dagin, tá umboð fyri Ar-
beiðseftirlitið luttóku.
— Vit fingu ógvuliga
nógv burtur úr. Vit høvdu
Eftir at skeiðið var lokið, prátaði Sosialurin við Jógvan D. Poulsen, Karl Johansen,
eitt frálíkt orðaskifti, og
fingu hevi at spyrja og
finnast at virkseminum
hjá eftirlitinum. Umboðini
frá Arbeiðseftirlitinum
segdu seg taka atfinning-
arnar og uppskotini til eft-
irtektar, so vit vona at fáa
eitt samarbeiði í lag mill-
um arbeiðarafelogini og
Arbeiðseftirlitið. Í veru-
leikanum hava vit ikki
vitað av hverjum eðrum,
sigur Ingeborg Vinther.
— Fer skeiðið at koma
tykkum til góðar í tí dag-
liga t.d. viðvíkjandi
tryggleikaviðurskiftun-
um?
— Tað er sjálvandi eitt
sindur ringt at siga, tí ein
foroysk reglugerð er ný-
liga gjørd og send út til
arbeiðsplássini og tað tek-
ur sjálvandi tíð, áðrenn
arbeiðsfólk og arbeiðsgev -
arar hava lært seg at ar-
beiða eftir reglugerðini,
men vit hava fingið hópin
av upplýsingum um,
hvussu slíkir trupulleikar
skulu greiðast, so á tann
hátt kemur skeiðið okkum
helst til góðar.
Ingeborg Vinther legg-
ur aftur at, at luttakarar-
nir hava fingið nógv at
vita um akkordskipanir og
hvussu akkordir verða
roknaðar út.
Hon sigur, at tað sær út
til, at á nógvum arbeiðs-
plássum verður arbeitt í
akkordtempo fyri vanliga
Johs. Olsen og Ingeborg Vinther
timaløn. Hetta er sjålv-
andi bert ein meting, men
Ingeborg sigur, at tey
halda seg arbeiða ov hart í
mun til tað, tey skulu eftir
alheims normum.
Leggur dent á
samráðingar
teknikk
Karl Johansen leggur eis-
ini stóran dent á tað, sum
luttakararnir hava lært
um samráðingarteknikk.
Hann heldur, at hetta fer
avgjørt at koma teimum
til góðar, tá farast skal
undir sáttmálasamráðing-
arnar um stutta tíð.
Formaður Havnar Ar-
beiðsmannafelags = sigur
eisini, at tey hava saman-
borið føroyskar og dansk-
ar sáttmálar. Hann sigur,
at tað vísur seg, at teir
føroysku sáttmálarnir eru
ikki nógv verri enn teir
donsku, tá tað snýr seg
um vanliga timaløn.
Tað er bara tað, at í
Danmark kunnu serligar
lønaravtalur gerast innan
tey ymisku økini, og tað
visir seg, at tað er næstan
eingin, sum arbeiðir fyri
minstulen.
— Eg eri somuleiðis
ógvuliga væl negdur við
skeiðið, og eg haldi meg
hava fingið væl burtur úr,
sigur formaðurin í ar-
beiðsmannafelagnum á
Sandi, Jógvan D. Poul-
sen.
Hann leggur eisini dent
á teir filmarnar um m.a.
tryggleikaviðurskiftir,
sum hava verið vistir á
skeiðnum.
Umfevnandi skeið
Sum vit segdu í Sosialin-
um mikudagin í síðstu
viku, var skeiðið ógvuliga
umfevnandi og snúði seg
ikki bert um eitt åvist
evni. Í stuttum var skeið-
ið ein kunning um donsku
álitismannaskipanina, ar-
beiðið hjá álitisfólkunum
og um útbúgvingina av á-
litisfólki.
Luttakararnir valdu
sjálvir nógv av teimum
evnunum, sum arbeitt var
við undir leiðslu av tveim-
um monnum frå AOF,
Kurt Riedel og Helge
Westergaard.
Tá Sosialurin var á
skeiðnum fyrst í síðstu
viku, valdu luttakararnir
nekur av evnunum út.
Bara fyri at vísa, hverji
evnir arbeitt hevur verið
við, skulu vit taka nekur
fram: tryggleikaviður-
skiftir, trupulleikar í sam-
band við uppsegn av ar-
beiðsfólki uttan grund,
trupulleikarnir við at fáa
álitisfólk, ov lítil kunnleiki
millum arbeiðsfólkið til
sáttmálar, felagslógir og
fyriskipanir, trupulleikar í
samband við vánaligt
samstarv millum virkis-
leiðslu og álitisfólk og
millum arbeiðsfólk og álit-
isfólk.
Eitt føroyskt
upplýsingarfelag??
— Verður úrslitið av hes-
um skeiðnum, at eitt fer-
oyskt upplýsingarfelag
verður skipað?
— Vit eru í hvussu er
samd um at fylgja mál-
inum upp, men í fyrstani
mugu vit arbeiða við hjálp
úr Danmark fyri at kunna
útbúgva okkara egna fólk,
men vit mugu sjålvir
koma við, og fáa í lag út-
búgving av okkara egna
fólki, sigur Jóhannes Ol-
sen, formaður Feroya Ar-
beiðarafelags.
— Kann tað hugsast, at
FA fer at skipa fyri álit-
ismannaskeiðum?
— Eg tori ikki at svara
uppá tað enn. Men málið
má vera at fáa eina álit-
ismannaútbúgving í lag.
Øll fýra umboðini, sum
Sosialurin hevur hitt,
leggja stóran dent á, at
luttakararnir úr teimum
ymisku feløgunum hava
fingið samband við hvenn
annan. Øl] halda tað vera
gott og vóna, at sam-
starvið verður betrað.
Teir ivast, men
áhugi til staðar
— Kann tað hugsast, at
feløgini fara at ganga
saman í eitt felag ella
saman skipa fyri einum
føroyskum LO?
—Johannes Olsen: —
Vit hava jú tosað um tað
Framhald á síðu 10