mikudagur 28. februar 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 16 — 28. FEBRUAR 1979
Havnin í Skopun
sosialurin
steðgar ollum
framburðinum
i bygdini
Nyggj havn fer at kosta 90 mill. kr.
Tad eru nu nøkur år sidani, at stora og
drúgva havnabyggingin i Skopun varð lid-
ug. Tá vénadu sandoyingar, at nú høvdu
teir fingið eina góða áhavn. Men so skuldi
ikki vera.
Sandoyingar og ikki minst
skopuningar munnu
kenna seg vónsviknar í
dag. Allar tær mongu
milliónirnar, sum vórðu
lagdar í Skopunar havn,
fóru illa. Ti í dag tarnar
havnin framburði í bygd-
ini. Sterri skip kunnu ikki
leggja at, og útróðrarbát-
arnir kunnu ikki liggja í
havnini uttan í allar besta
veðri.
Nú verður so arbeitt við
ætlanum at gera eina
nýggja havn í Skopun.
Tað eru Landsverkfreð-
ingurin og Landsbyggifel-
agið, sum standa fyri hes-
um arbeiði. Nógvar
royndir eru gjerdar í Dan-
mark, og menn hava sílað
tey 6 bestu projektini frá.
Nakað herfyri beyð lands-
verkfrødingurin bygda-
ráðnum í Skopun til fund-
ar, har projektini vórðu
framlegd.
Umráðandi
Louis Eystberg, bygda-
ráðslimur, sigur í samreðu
við Sosialin, at teir hava
serliga viðgjert tvey av
teimum 6 projektunum.
Sjálvur heldur Louis
Eystberg, at tað er sera
umráðandi, at skopuning-
ar fáa eina tíðarhóskandi
havn.
Annars ber hann ótta
fyri, at bátatalið fer at
minka og menn fara neyv-
an at tora at seta pening í
nýggjar og sterri bátar..
Hetta steðgar ellum fram-
burði í bygdini.
Aftrat hesum kemur, at
havnin í Skopun eisini er
samferðsluhavn millum
FRK
Sandoyingar koma til oynna at halda weekend
Sandoynna og restina av
Feroyum. Skal Strand-
ferðslan tí seta størri og
meiri tiðarhóskandi skip í
hesa sigling, er neyðugt at
beta um havnaviðurskift-
ini.
Nýggj havn
níti mill.
Tey bæði projektini til
nýggja havn í Skopun,
sum kunnu brúkast, kosta
ávikavist 50 og 90 mill.
kr. Skopuningar eru ikki í
iva. Hóast 90 mill. kr. eru
nógv at leggja í eina havn,
er hetta projektið tað
besta.
Gerast skal eitt 300
metrar langt útkast eyst-
ureftir og eitt annað út-
kast norðureftir, 30 metr-
ar langt. Tá fáa vit eina
betri innsigling. Harum-
framt fáa vit eina nýggja
havn til stærri skip, og
gamla havnin verður kyrr.
Við hinum uppskotin-
um til 50 mill. kr. skal
spreingjast vestureftir. Tá
fer havnin at hava somu
innsigling sum nú, og
skopuningar fáa eina
nýggja havn vestanfyri.
Ein av orsekunum til at
skopuningum ikki dáma
hetta uppskotið, er, at tá
skulu teir brúka núver-
andi innsiglingina. Tað er
júst innsiglingin sum er
meinbogin fyri núverandi
havnina. Ein boði liggur
beint uttanfyri. Hann er
orsøkin til tann nógva
súðin inni í havnini.
Nógv bygt
Tað verður annars rætti-
liga nógv bygt í Skopun.
Tað eru fýra ár síðani, at
kommunan gjerdi ein bý-
arplan fyri nýbygging í
Gerðunum og Tungini,
sum liggja vestan fyri
bygdina. Tá vórðu 45
grundstykki útstykkjað,
sum øll eru seld. Bygt er á
nógvum av stykkjunum.
Neyðugt varð at ognar-
taka 30.000 kvadratmetr-
ar av privatari jerð til
hesa útstykkingina. Ogn-
arjerðin í Skopun er ann-
ars smábýtt.
Nú er uppá tal at
$ ÁÁ På á ge i SR 5 SR
SR r
Havnin i Skopun. Besta loysn er at åtbyggja eystureftir
stykkja ut av nyggjum.
Talan er um 27 grund-
stykki. Kommunan hevur
annars åvist eitt grundøki
til bygging av nyggjum
ungmannafelagshúsum i
bygdini.
Utbyggja
vatnverkið
Tann nógva byggingin og
ekta framleiðslan á flaka-
virkinum ger tað neyðugt
at útbyggja vatnverkið í
bygdini. Kommunan hev-
ur samtykt at útbyggja
vatnverkið Norðuri á
Tunghamri fyri
700.000 krónur.
Í dag búgva umleið 600
fólk í Skopun. Fólkatalið
er vaksið nakað tey sein-
astu árini.
umleið
Síða 5
kring oyggjarnar
Nýggj neyst á Toftum
Á Toftum verða heili 13 neyst bygd. Tað er lands-
verkfreðingurin sum byggir neystini í samband
við eina vegagerð, sum er gjerd av havnalagnum
og niðan á høvudsvegin. Neystini, sum øll eru
nekulunda eins, taka seg væl út. Hetta eru privat
neyst, sum stóðu har frammanundan, vegurin
varð gjerdur.
Fara við TANTUNI
til Oyrabakka
Losjan í Getu, sum framferir sjónleikin Charles
Tanta, fer at framfera leikin á felagsskúlanum á
Oyrabakka komandi vikuskiftið.
Men tað verður helst ikki bara farið til Oyra-
bakka við leikinum, men somuleiðis til Klaksvíkar
og Havnar — og kanska enn longur suður. Losj-
an er eisini bjóðað at sýna leikin í Suðuroy og í
Sandoy.
Charles Tanta hevur fingið góða undirtøku
Leikurin er framferdur 16 ferðir fyri fullum húsi.
Sýningin fer fram í sjálvari losjuni, sum tekur 115
fólk.
Losjan er stak virkin. Sjónleikur hevur verið
leiktur á hverjum ári síðan 1933. Tilsamans eru
yvir 40 sjónleikir settir upp í losjuni hesi árini.
Charles Tanta er ein skemtileikur, sum G. L.
Samuelsen hevur týtt. Leikurin er skrivaður á
enskum í tjúgunum.
Trý
ferðsluóhapp
Leygarnáttina hendu
tvey ferðsluóhapp í
Vestmanna og eitt í
Kollafirði. Allir triggir
bilferararnir verða á-
kærdir fyri at hava
koyrt við kenning,
upplýsir politið í
Havn. Eitt ferðafólk í
bilinum, sum fór út av
vegnum á Válinum
slongdist í forrútin og
fekk skaða í hevdið.
Allir bilarnir fingu
stóran skaða.
Sjónvarpstólið
hjá Klubbanum
funnið
í Vágsbotni
Videotólini hjá Havnar
Klubba, sum vórðu
stolin herfyri, eru nú
afturfunnin — í Vágs-
botni. Politiið hevur
funnið fram til teir
triggjar menninar, sum
brutu inn i Havnar
Klubba eina náttina
fyrr í hesum mánaðin-
um, og hava teir í av-
hoyringunum
hvar videotólini vóru
at finna. Og leygar-
dagin vóru so frosk-
menn niðri eftir teim-
um.
Annars upplýsir
politiið, at í síðstu viku
vórðu tvey walkie-
talkie sett stolin úr
bátum, sum liggja við
Skálatreðna.
sagt,
Nýtt forlag
Jóannes Sekjær Nielsen,
Landavegi 5 í Tórshavn,
hevur skrásett eitt nýtt
bókaforlag. Jóannes
Nielsen kallar forlagið
Forlagið Oktober.
Reingerings-
virksemi
Sofus Djurhuus Poul-
sen, Landavegi 83 í
Tórshavn, hevur skrá-
sett eitt firma, hvers
endamál er reingerings-
virksemi í Havnar kom-
munu. Sofus D. Poulsen
kallar virksemið firma
»Renotør«.