Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 H =„ telf. 14720 . 11820 S0Sialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Prent: Sosialurin Dimmalætting Mangt broytist GJOGNUM tidirnar hava samfeløg- ini verið undir skiftandi broytingum. Okkara tíð kennir eisini í ríkiligt mát til henda veruleika, men tað hava verið ymiskir mátar, sum brúktir hava verið. Samfelagsbroytingar- nar, sum hava fingið undirtøku hjá okkum eins og í løndunum uttanum okkum eru í stóran mun eyðkendar av teimum tankunum, sum javnað- arrørslan stendur fyri. NU BER sjálvsagt til at meta um, hvussu Norðurlond hava dugað at skipa samfelggini. Men tað sum ikki kann reingjast ella dyljast, er tað, at Norðurlond eru millum tey samfeløg, sum hava dugað eina frægast at skipa so ngkulunda góð viðurskifti fyri alt fólkið, uttan stríð hevur tað ikki verið, heldur ikki uttan ósemjur, men samanumtikið hava hesi samfelgg riggað rættuliga væl. : TAD ER ti ikki lítið mótað av Fólka- floksmålgagninum, tá tað við øllum hugsandi sum óhugsandi orðblóm- um leggur eftir javnaðarrgrsluni í royndini at bera prógv fyri at allar heimsins ólukkur, farnar sum kom- andi, eru avleiðingar av javnaðar- rørsluni. SJALVT um ein skal leita leingi eftir tilikum vavstri í uppkékadum ands- produktum, er hetta frå sjålvsama penni, sum annars i mong år og framvegis hevur intima samvinnu vid sama vanvirda flokk i Føroyum, vid javnadarflokkin. MEN alt er undir broyting i hesari verð. Tó mundu teir verið fáir, sum vildu trúð tí kensgerningi, at javnað- flokkurin nakrantíð fór at samvinna við slíkar Nussar. Hesin kensgern- ingur må i øllum føri vekja til um- hugsunar. Heldur tu ikki sosialurin A dd ET deb ne on nm dn EDEL NR. 16 — 28. FEBRUAR 1979 SANDOYARFOLK — GLEDI TYKKUM Dagblaðið vísir sitt rætta fólkafloksandlit Ein mundi svíma lesandi „stutt tidindi« í Dag- blaðnum 21/2 79, har fyrst stendur um ekið, sum bygdarráðið í Skopun hevur boðið Ungmanna- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. felagnum >Samljóð< at byggja á. Longur niðri — helst frá somu keldu í Skopun — standa tey tið- indi, at ov nógvar havnir eru í Sandoy. Slíkt kann bert stoypast í einum av misnøgd og øvund skadd- um heila, ti veruleikin er tann, at å Sandoynni er ein hålv havn å Sandi, ein hålv i Skålavik, tveir båtadråttir i Husavikar kommunu, ein i Dali og annar i Húsavík, og so tað vælsignilsið, sum kallast hevuðssamferðsluhavnin, í Skopun. Ein heilt mis- eydnað havn. Nú er Dagblaðið mål- gagn hjá fólkaflokkinum, so sandoyingar hava nógv at gleða seg til. Teir hava valt ein lim úr fólkaflokk- inu í landsstýrið og annan á løgtingid. Sandoyggin hevur frá skaparans hond liðið undir tervandi havnum. Oyggin bleiv eftirbátur av somu orsek í 1950-unum og 1960-unum, og menn hava síðani úr ellum bygdum stríðst fyri at beta um hetta. Úrslitið higartil hevur verið sum nevnt omanfyri, og á seinastu havnaætlan eru pengar avsettir til at fullfora heilt og partvíst, stig fyri stig, tær havnir, ella tær at- løgubryggir, har arbeiðið hevur hepnast so nekun- lunda til nú. At nakar sandoyingur og nakar serkønur aðra- staðni skal hava nakað í- móti hesum, ella at nakar skal misbrúka hetta móti teim higartil miseydnaðu havnaroyndum í Skopun, tað er heilt burturvið, ti hetta tekur einki frá skop- uningum. Sandoyggin krevur øll eina haldgóða loysn av havnarspurninginum i Skopun. Men hetta hevur einki vid havnaløgini i hinum bygdunum at gera. 'Er hetta rætta andlit fólkafloksins í hesum máli, so kunnu sandoy- ingar gleða seg. Sandoyingur DAGBLAÐIÐ OG UGENS RAPPORT Heðin Samuelsen, eg vil takka fyri títt ískoyti í Dagblaðnum 21. febr. við- víkjandi frásegnini hjá Hans Thomsen. Men tað var nakað, sum eg legði til merkis og tað var keldan, sum víst bleiv til. Hon varð bert nevnd sum >Danskt vikublað hevði nú í farna mánað... o.s. frv.« Hevði ikki verið nógv lættari at sagt: >Ug- ens Rapport hevði 22. jan... 0.s.fr.?< Ella er tað fyri at viðlíkahalda dup- ultmoralin hjá Dagblaðn- um, at henda framferð bleiv nýtt? Spell hevði nú verið, um Dagblaðið misti sínar keldur við at Vaktarin fekk allan sín forboðslista gjøgnumførdan á tingi. Forvitnisligt hevði ver- ið at fingið at vita, hví Dagblaðið ikki stóð á hes- um lista, ti enn er Ugens Rapport ikki sokkið so langt, at tað hevur tikið brot og tekningar úr bók- ini >Kamrat Jesus< og harvið reklamerað fyri hesum andstyggiliga verki. Petur í Króki ER MENTUNARGRUNNUR NORÐURLANDA I VANDA? Hesa seinastu tíðina hava blødini verið á gosi um eina bók, sum er umsett til foroyskt, og sum Ment- unargrunnur Norðurlanda hevur latið stuðul til. Bókina havi eg ikki lis- ið, og kann sostatt ikki taka stødu til innihaldið; men tá menn og kvinnur, tingflokkar og átrúnaðar- bólkar taka eina slíka stødu móti bókini, so man hon ikki vera tann besti barnalesturin, sum hon er ætlað til. Nú vita vit, at alt er so »æviga deiligt« bara tað ber á tað borð, at tað er útlendskt — og allarbest norrent. Menn kýta seg at umseta yrkingar og bekur úr hinum norðurlendsku londunum til føroyskt. Alt gott at siga um tað, men vit eru so væl at okkum komin, at vit kunna lesa bæði yrkingar og bekur á norðurlendskum. Tað er kanska ein figgj- arligur >fordeilur< at gera hetta, tí ein kann fáa væl av studningi úr Mentun- argrunni Norðurlanda. Nú ætli eg mær onki ilt at siga um Karsten Hoy- dal, henda mann, sum hevur verið limur í teirri nevnd, sum stuðlar um- seting um landamark. Sjålvur hevur hann skriv- að hóp, fingið umsett og týtt sjálvur — alt megn- arverk. Men tå eg í gjár í min- um arbeiði sum lærari í føroyskum í framhalds- deildini gjøgnumgekk yrkingina: »Landid eg bar við mær inn um skúla- gått«, og ein gløggur næmingur sigur vid meg: »Tygum, er hatta ikki tann maðurin, sum studl- ar útgávuni av bókini >Kammerat Jesus<? Ja, so mátti eg drýpa hevur og onki siga, tí mær dámar ikki at sára barna- sálina. Eg kom at hugsa um alt tað í hesi yrking, sum ein barnasál kann verða fylt og mettað av, og sum eg havi hildið verið perlur í foroyskum skaldskapi. Nú stóð eg har. — Er hatta maðurin, sum gevur stuð- ul til nakað, sum fólk eru á gosi um. Tá ein stavar og leggur saman, fer at hugsa seg um, so kemur so mangt upp í huganum. Og hug- urin steðgar við tað fyri- brigdið, sum eitur Norð- urlandahúsið, ið byggjast skal í Havn. Hvat skal hetta hús vera til? Hvat fáa føroy- ingar av mentan úr hesum húsi? Skal húsið vera fyri nøkur intellektuell úr Havnini, ein mentunar- pávaborg, ein snobbsteð, har allar útlendskar kreft- ir verða drignar inn á okk- um og sáddar millum fer- oyingar??? Skal hetta hús verða eitt kommunisthá- sæti, har alt føroyskt verður jarðlagt, har bert tann umsetarligi stór- snobbarin í Føroya navni fær hásæti? Hvat har verður at fáa av øllum norrenum upp á gott og ónt, tað veit ong- in. — Studningurin til út- gávuna av bókini >Kam- merat Jesus< er bert ein lítil byrjan til hetta ment- unararbeiðið. So skrivar Rithøvunda- felagið um pressufrælsi. Jú, pressufrælsi valdast, men hjá hesum felag er onki ófert. Tað gav at bíta, tá tað kallaði menta- málaráðharra landsstýris- ins fyri skoynisopp. Ja, so lágt ríður hetta felag, sum rópar upp á frælsi. Og tað er so livandi gal- ið, at tað eru júst hesi fel- eg, sum Norðurlond »kon- takta< og á henda hátt fáa Feroyar eitt umdemi har, sum mangan hevur lítið við føroyska mentan at gera. Væl veit eg, at tann flokkur, sum eg styðji, sjálvstýrisflokkurin, hev- ur tað í skildri sínum at skapa eitt satt og sunt samarbeiði millum Feroy- ar og Norðurlond; men við tí anda, sum nú ræður í teim politisku Feroyum, so kunna vit onki gott vænta okkum. Vit eru til demis farin undir eitt sokallað barna- ár. Allur heimurin leggur dent á, at bern skulu kunna kenna seg trygg bæði so og so. Ti er tað ein spurningur til Mentunar- grunn Norðurlanda. Er tað onki annað hesin grunnur kann gera til gagns fyri bern okkara enn at lata stuðul til eina barnabók, sum hevur fingið slíka mótsteðu í fólki okkara, at sjálvt Feroya Legting hevur mótmælt slíkum stuðli? Sambært tingálitinum hevur Karsten Hoydal lovað at koma við eini al- mennari frágreiðing, tá hann einaferð kemur aft- ur. Framhald á síðu 10