Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 16 — 28. FEBRUAR 1979 sosialurin Síða 7 Sovjettisku kanningarnar á djúpum vatni undir Føroyum Rækja er foði hjá flestu fiskasløgunum Umframt fiskiskapin er rættiliga umfat- andi tilfar um fødi, gyting og livihátt hjá teimum einstøku fiskasløgunum. Russar meta, at skal vitan fáast um fiskiskapur loysir seg, mugu fara kanningar fram alt árið Sum liður í samarbeiðin- um millum føroyingar og russar, hava feroyingar fingið upplýsingar um tær royndir, sum sovjettisk skip hava gjert á djúpum vatni undir Feroyum. Onglendingar longu í 1973 Annars gjørdu onglend- ingar í 1973 nógv av at kanna fiskanøgdir á djúp- um vatni. Millum annað royndu teir við trolarum á Bill Bailey, Ytra Bill Bai- ley og Feroya Banka. Úr- slitini eru kunngjerd í enskum rapportum. Í samband við fiski- vinnuavtaluna millum Sovjett og Feroyar hava sovjettisk skip framt royndarfiskiskap innan fyri føroyskt 200 fj. sjó- FIG. 102 Kikarafiskur mark á dýpum 700 m og meira. Ein rapport frá fiskirannsóknarstovuni PINRO í Murmansk er latin landsstýrinum um hesar royndir. Meðan enska rapportin (MAFF Laboratory Leaf- let no. 41 1978, Lowestoft) hevur trolhál í talvum við staðfesting, dýpi og veiði- úrsliti, tá er russiska rapportin meira eitt yvirlit (Result of the Soviet in- vestigations in the econo- mic zone of the Faroe Is- lands in 1977—78, PIN- RO Northern Souting Ser- vice), men hevur harum- framt fiskiskapin rættu- liga umfatandi tilfar um fødi, gyting og livihátt hjá Langasporl teimum einsteku fiska- sløgunum. Sovjettisku kanningar- nar fóru fram april-juli 1977 og november—des- ember 1977 og januar— februar 1978. Teir meta, at kanningarnar eru fyri- bils og at kanningar mugu fara fram alt árið fyri at fáa vitan um fiskiskapur loysir seg. Botnviðurskiftini í kannaða gkinum (Sovjettiskar kanningar) Trolað varð á 700 —1400 m dýpi. Vítt eki við góðum botni finnst á dýp- unum sterri enn 700 m. Av økjum, sum ikki ber til at trola, verða nevnd hell- ingarnar norður og í ein landnyrðing av Bill Bailey millum 700 og 800 metrar, norður helling av Feroya Banka, norðari partur av rygginum. Ringur trol- botnur er eisini í suður- endanum av rygginum Feroyar-Ísland, og tað er yvirhevur neyðugt at leita eftir trolbotni á hesum økjum. Sovjettiska veiðan verður givin upp til hetta: 1977: 128 fiskidagar, Gulllaksur 7,2. Blálonga 37.7, Stinglaksur Langasporl 741.9,. 1978: 187 fiskidagar, Blálonga 683.3, Langa- sporl 470.6, Svartkalvi 13.0, Annað 171.9. 83. 1 er hál millum 0—0, 1 t. 2 er hál úr 0,1 t. og meira. Roynt í apríl, juni og juli 1977 Fiskiskapurin alment Sovjetiska veiðan á dýp- um størri enn 700 m er gin blandaður fiskiskapur eft- ir blålongu og langasporli, so sum veiditølini visa vid hjåveidu av nøkrum fåum eðrum sløgum t.d. gull- laksi og kikarafiski. Enska veidan millum 350 og 700 m i september 1973 hevur serliga langa- sporl og hjåveidu av ødr- um sløgum serliga silda- fiskin Alopecephalus (slætthøvd). Sovjettiska veidan tok. seg upp å henda hått sambært frå- greidingina: Juni 1977: 1—20: Blandadur fiskiskapur, blålonga, langasporl, stinglaksur, slætthøvd umframt ymisk håvasløg. Undir 1.5 tons upp å 2 timar. 2 skip. Fiskiskapur å 700—1400 m dypi. 21—30: Útnyrðingshell- ing av Bill Bailey. 15—20 tons av langasporli uppá 2 2 tímar við flótitroli. 4 skip. Juli 1—15: Einstek góð hál, 1—2 tons í sama eki. Síðani fóru sovjettisk royndarskip av økinum og komu aftur í november. November: Skipini funnu langasporl í land- nyrðingshellingini á ytra Bill Bailey, 2—4 tons upp á 3 tímar. Hjáveiða slætt- høvd, håvasløg og onkun- tíð blálonga. Desember: Leitað varð eftir búnandi blálongu á rygginum. Einki funnið. 11—13: 3—8 tons av langasporli ver tíma, 20— Slætthevd 25 tons um dagin á land- synnings hellingini av ytra Bill Bailey, 700 — 950 metrar. Eisini blálonga og einstek stór hál av kikara- fiski. 1978, januar: 5 skip fiskaðu mest blálongu og langasporl á norður og vestaru helling av Bill Bailey, 750—1100 m, 3—4 tons uppá 4 tímar. Meira langasporl á eystaru og vestaru helling av ytra Bill Bailey. Februar 1—20: Skiftandi fiskiskapur å vestaru helling av Føroya Banka og norðaru og eyst- aru helling av ytra Bill Bailey upp til 2 tons upp á 4 tímar, 750—900 m dýpi. 21 — 28: Minkandi veiða, skipini rýma. Øki, sum fiskað vóru, eru sett í kort 2 og 3. Livfrødiligar kanningar Sovjettisku skipini hava gjørt eitt stort arbeidi at kanna serliga búnaðar- stigi og feði hjá fiskaslog- unum, sum tey fiskaðu. Av serligum áhuga er kanska, at teir fyri øll fiskasløg at kalla hava givið upp, at rækja er í magainnhaldinum, serliga hjá langasporli. T.d. verður í magainn- haldinum hjá langasporli henda talva givin: Dýpi % rækja í feðini 700 — 800 85.7 800 — 1000 44.9 1000 — 1200 39.6 1200 — 1400 61.1 1 er hál millum 0—0, I t. 2 er hál år 0,1 og meira. Roynt í desember, januar og februar 1977 — 78 Rapportin upplýsir einki um, hvat slag av rækju hetta er. Nógv ym- isk sløg finnast á hesum dýpum, sí myndir. Fiskaslegini Langasporl (Coryphaenoi- des rupestris) (Round- nosed grenadier). Í apríl var gýtandi og langasporl komið til at gýta hevuðsparturin av veiðuni. Longdin var 43 til 106 cm, aldur 4—19 ár. Fiskiskapurin fór serliga fram á suðurhellingini av ytra Bill Bailey. Í juni-juli var langa- sporl uppi í sjónum størri enn tað, sum var á botni, men yvirhevur var tað smærri slag. Um veturin fanst langa- sporl um allan landgrunn- in á djúpum vatni, uttan á suðurhellingini av Feroya- Ísland rygginum. Negdir til fiskiskap komu fyri ser- liga á hellingunum um ytra Bill Bailey og norðan fyri Bill Bailey. Blálonga Varð at finna í rúgvum í apríl á hellingini í ein út- synning av ytra Bill Bai- ley. Serliga á 700 —800 m dýpi. Fiskurin var mest millum 95 og 115 cm. Hetta var bert búgvin fiskur. Hetta var gýtandi fiskur ella fiskur, sum hevði gýtt. Einki maga- innihald var funnið hjá fiski, sum var komir: til at gýta. Eingin rúgva var funnin undir leiting í juni-juli, bert einstakir fiskar sum hjáveiða. Í desember-februar fekst blálonga norðan fyri og vestan fyri ytra Bill Bailey og Bill Bailey banka. Tað mesta var búnandi fiskur. Brúnhávur Hjáveiða Gulllaksur Fekst á hellingunum á Bill Bailey og ytra Bill Bailey um veturin á 750—850 metra dýpi. Serliga í februar var hjáveiðan upp til 15%. Steddin var 31—50 cm miðal 40 cm, og var hetta búnandi fiskur. Kikarafiskur Fiskiligar rúgvur av hes- um slag vóru funnin seinnu helvt av desember á landnyrðingshellingini av ytra Bill Bailey. Eitt sler sást á ekkoloddinum á 730—850 metra dýpi. Seinni flutti hetta slerið seg inn á 430—550 metr- ar. Fiskurin var 33—56 cm og vigaði í miðal 1300 g. 63% var óbúgvin fisk- ur, meðan restin var bún- andi. Svartkalvi Einstakir fiskar vóru fingnir á norðara parti av Feroya-Íslands rygginum og eystan fyri oyggjarnar á 730 og 860 metra dýpi. Hetta var mest smærri óbúgvin svartkalvi, 36— 75 cm. Stinglaksur Einstakir fiskar á ellum hellingunum á bankunum á dýpum yvir 700 m. Bún- andi fiskur. Slætthøvd Funnið alla staðni á dyp- um 800—1400 m. Mestu veiðu fingu teir á norðara partinum av ytra Bill Bailey og Bill Bailey á 900—1100 metra dýpi. 45 —98 cm longd. Ymisk hávasleg Á djúpum vatni finnast eisini ymisk hávasleg. Myndir av tveimum av hesum slegum eru at síggja niðanfyri