Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 3 Mikudagin setti Rás 2 sendara upp á Eystur- høvda í Svínoynni, og rásin hoyrist nú alla staðni í Norðoyggjum uttan í Árnafirði. Tá Árnafjørður hevur fingið sendara, standa útbyggingar fyri framman í Vágoynni ÚTVARP Eyðun Klakstein Mikudagin varð nýggi sendarin hjá Rás 2 í Norðoyggjum settur til. Sendarin er settur upp í Svínoynni, og hann hevur við sær, at bygdirnar Eyst- an Múlan nú hoyra Rás 2. Árnafjørður er ikki komin við enn, men tað verður næsta útbyggingini hjá Rás 2. Tað er nakað av tíð síð- ani, at Norðoya Sparikassi gjørdi av at stuðla Rás 2 við sendaranum í Svínoynni. Sparikassin í Norðoyggjum var eisini við í leikinum, tá Rás 2 setti sendaran upp á Brúnaskarði í Klaksvík. Rás 2 hevur síðani arbeitt við at fingið neyðug loyvi og at fáa sendara til landið, og alt hetta er nú komið upp á pláss. Árnafjørður næst Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, var sjálvur við í Svín- oynni mikudagin, tá nýggi sendarin varð settur upp, og hann er væl nøgdur við útbyggingina. – Sendarin ger, at vit nú hoyrast í Fugloynni, Svín- oynni, á Viðareiði, í Hvannasundi og í Norð- depli. Hesin sendarin klárar ikki at senda til Árnafjørð, men vit fara í næstum at seta ein sendara afturat upp, so Árnafjørður eisini kemur at hoyra Rás 2, sigur hann. Í sambandi við stuðulin av sendara legði Norðoya Sparikassi dent á, at allar bygdirnar í Norðoyggjum skulu hoyra Rás 2, og hetta krav fer Rás 2 at eftirlíka. Rás 2 ætlar at senda signalið av Brúnaskarði ella frá Eysturhøvda víðari gjøgnum annan av Norð- oyatunnlunum, og síðani verður ein sendari settur upp oman fyri Árnafjørð. Stríð um styrkina Sendarin í Svínoynni send- ur á 107,5 MHz, men hann sendir ikki við tí styrki, sum Rás 2 kundi hugsað sær at sent við. Orsøkin til tað er, at Fjarskiftiseftirlitið ikki vil loyva, at sendarin sendir við meira enn sløkum 80 wattum. Rás 2 kundi hugsa sær at sent við eini 300 watt, tí teir halda, at tað er neyðugt í føroyska lands- lagnum við nógvu fjøllun- um. – Fjarskiftiseftirlitið brúkar danska reglugerð í Føroyum, og tað nyttar einki, tá landslagið er so ymiskt í Føroyum og í Dan- mark, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. Fjarskiftiseftirlitið held- ur, at styrkin er nóg stór til, at bygdirnar í Norð-oyggj- um kunnu hoyra sending- arnar hjá Rás 2. Vágar fyri framman Nú flestu bygdirnar í Norðoyggjum hoyra Rás 2, fevnir sendinetið hjá rásini um millum 95 og 98 pro- sent av landinum. Onkrar útbyggingar og betringar skulu tó gerast í næstum. Hoyrilíkindini í Vágoynni eru ikki nøkt- andi, og hetta ætlar Rás 2 sær at betra um longu í heyst. Felagskommunurnar í Vágoynni vilja stuðla sendinetinum í oynni, og eisini har er kravið, at allar bygdirnar so skulu hoyra rásina. – Vit rokna við, at vit skulu seta tveir sendarar upp í Vágoynni. Ein í Sør- vági og ein í Miðvági, sigur Petur Jacobsen. Partar av Vágoynni hoyra sum er Rás 2, men summa staðni hoyrist illa, og aðra staðni hoyrist als ikki. Norðara helvt av Suður- oynni hoyrir heldur ikki Rás 2 nóg væl, men har verða betringar í fyrsta lagi gjørdar eftir ársskiftið. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum sýndu samkenslu og hjálptu til, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Johannes Ivan Svenning Jacobsen andaðist og fór til gravar. Tøkk fyri peningagávu til Frelsunarherin. Familjunnar vegna Sofía »Sanniliga,sanniliga,sigi Eg tykkum:Tann,sum hoyrir orð mítt og trýr Honum ið sendi Meg,hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm,men er farin yvirum frá deyða til lív."« Jóh.5.24. Rás 2 víðkar sendinetið Tjóðveldisflokkurin tekur framvegis undir við samgonguskjal- inum, men flokkurin vil ikki gera viðmerk- ingar til skrivingina hjá Torbirni Jacob- sen, hóast Fólka- flokkurin krevur hetta POLITIKKUR Eyðun Klakstein Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum æltar sær ikki at gera viðmerkingar til skriv- ingina hjá Torbirni Jacob- sen, hóast Fólkaflokkurin biður Tjóðveldisflokkin taka støðu til hesa skriving. – Mín støða er framvegis, at hetta er eitt persónsmál millum Torbjørn Jacobsen og fólkafloksmenninar. Ein løgtingsmaður má sjálvur standa við ábyrgd fyri tí, sum hann førir fram í við- merkingum í fjølmiðl- unum. Eingin í flokkinum vil inn í hetta mál, tí vit vita ikki, hvat hetta snýr seg um, sigur Høgni Hoydal. – Tað er keðiligt, tá per- sónsmál verða partur í politiskum viðgerðum, men hetta er nakað, sum vit hava sæð so ofta áður, og tað ber ikki til at siga, hvør er ringast at gera hetta. Tá tað snýr seg um sam- starvið í samgonguni, hev- ur Høgni Hoydal ikki fing- ið kaldar føtur seinastu vik- urnar. – Vit ætla framhaldandi at halda samgonguskjalið og halda fram við sam- starvinum í samgonguni, slær hann enn einaferð fast. Ætla at svara Fólkaflokkurin hevði týs- kvøldið innanhýsisfund, har eitt av málunum var skrivingin hjá Torbirni Jacobsen í bløðunum. Tingmaðurin fyri Tjóð- veldisflokkin legði í farnu viku harðliga eftir løg- manni og landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum, og nú vil Fólkaflokkurin hava flokkin hjá Tobba at taka støðu til hesa skriving. Anfinn Kallsberg segði í gjár við Sosialin, at tað er umráðandi fyri hann, at hann fær beinleiðis at vita frá Tjóðveldisflokkinum, um teir framvegis stuðla samgonguni, og hvat liggur í skuldsetingunum hjá Tor- birni Jacobsen. – Eg vil helst ikki við- gera hetta í fjølmiðlunum. Vit eiga at kunna loysa hetta mál við at tosa andlit til andlit. Fáa vit eitt skriv frá Fólkaflokkinum, fara vit sjálvandi at svara tí, sigur Høgni Hoydal, sum heldur frí hesa vikuna. Spurningurn er so, um Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin kunnu tosa seg til sættis, áðrenn Anfinn Kallsberg um eina góða viku skal halda løg- mansrøðuna á ólavsøku. Høgni Hoydal heldur fast um sína støðu – Tað er keðiligt, tá persónsmál verða partur í politiskum viðgerðum, men hetta er nakað, sum vit hava sæð so ofta áður, og tað ber ikki til at siga, hvør er ringast at gera hetta, sigur Høgni Hoydal Vestmanna skúli skríggjar eftir lærarum Stórur tørvur er á lærarum við útbúgv- ing í Føroyum. Í Vest- manna skúla stendur illa til á tí økinum, tí nærum triði hvør lær- ari á skúlanum hevur onga læraraútbúgv- ing. Søkt varð eftir fýra lærarum, og eingin útbúgvin lær- ari søkti LÆRARARTROT Stefan í Skorini – Vit skríggja eftir lærar- um. So bersøgin er Jóannis Fonsdal, varaskúlastjóri í Vestmanna skúla. Vestmanna skúli hevur komandi skúlaár 29 lærarar tengdar at skúlanum. Av teimum eru heili átta, sum ikki hava útbúgving sum lærarar. Tríggir eru ser- greinalærarar, sum undir- vísa í ítrótti og tónleiki, og teir hava útbúgving á hes- um økinum. Hinir sekstan hava útbúgving frá lærara- skúlanum. Fyrst søkti Mentamála- ráðið og síðani skúlastýrið eftir fýra lærarum til Vest- manna skúla til komandi skúlaár, men eingin um- sókn kom inn. Síðani hevur skúlin verið noyddur at seta fólk, sum ikki hava útbúgv- ing, í starv. Tað vil siga, at nærum triði hvør av teimum van- ligu lærarunum í Vest- manna skúla ikki hevur nakra útbúgving. Símin Simonsen, ið tekur við starvinum sum skúla- stjóri tann 1. august, sigur, at talan fyri tað mesta er um ung fólk við miðnámsút- búgving frá studentaskúl- um, HF-skeiðum og fiski- vinnuskúlanum. Ein av trupulleikunum er, at læraralønir ikki eru kappingarførar, tí tað priv- ata vinnulívið kann sum oftast geva hægri lønir. Lærarar í alis- og evnafrøði vanta Tað eru nakrar ávísar læru- greinar, har saknurin á út- búnum lærarum er størri enn í øðrum lærugreinum. – Tað er serliga læru- greinarnar alis- og evna- frøði, støddfrøði og rokn- ing, sum ikki hava nakran góðan, sigur Jóannis Fonsdal. Hann nevnir í tí sam- bandi, at hann sjálvur má undirvísa øllum trimum flokkunum í framhalds- deildini í alis- og evnafrøði, og tað er ikki vanligt at geva einum lærara so nógv- ar flokkar í somu læru- grein. Spurningurin er síðani, um góðskan og støðið á undirvísingini lækkar sam- svarandi við talið av lærar- um uttan útbúgving. – Tað besta er sjálvandi at hava lærarar, sum hava út- búgving frá Læraraskúlan- um, men vit fara at stuðla vikarunum, so at teir kunnu læra frá sær á nøktandi hátt, sigur Jóanis Fonsdal. Leiðslan í Vestmanna skúla hevur roynt at lagt tímatalvuna soleiðis, at allir flokkarnir fáa eins nógvar nógvar lærarar uttan út- búgving, so at nakrir flokk- ar ikki verða fyri vanbýti. Tað hevur eisini víst seg at vera torført at fáa fólk í leiðarastørv í fólkaskúlan- um. Søkt varð eftir einum skúlastjóra til Vestmanna skúla, men eingin søkti starvið. Tá søkt varð aðru ferð, komu tó tvær um- sóknir inn. Komandi skúlaár hevur Vestmanna skúli átta lærarar, sum ikki hava útbúgving, í starvi. Ein sera óheppin støða, viðgongur leiðslan, men hetta er ein trupulleiki, sum ger um seg kring alt landið – Eingin lærari við útbúgving søkti tey fýra størvini, sum vórðu lýst leys, og vit skríggja í veruleikarnum eftir lærarum í løtuni, sigur Jóanis Fonsdal, fyrrverandi skúlastjóri og núverandi varaskúlastjóri Elsa Birgitta Petersen: Lærarar rýma í góðum tíðum Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at trupulleikin hjá Vest- manna skúla ger seg galdandi um alt land- ið. Orsøkirnar eru m.a., at fleiri størv eru komin í fólka- skúlan, og at lønirnar ikki eru kappingar- førar LÆRARATROT Stefan í Skorini Farna skúlaár høvdu umleið tíggju prosent av teimum lærarunum, sum undirvísa í føroyska fólkaskúlanum, ikki útbúgving sum lærarar. Hetta talið er sera høgt, og einki bendir á, at hesi hagtøl verða hugaligari á at líta komandi skúlaár. Farna skúlaár starvaðust 708 lærarar í fólkaskúlanum. Skúlar kring landið hava havt trupult við at finna lærarar við útbúgving, og ringasta dømi er kanska Vestmanna skúli, har nær- um triði hvør lærari undir- vísir uttan útbúgving. Fleiri størv Elsa Birgitta Pállsdóttir Petersen er formaður í Før- oya Lærarafelag, og hon nevnir fleiri faktorar, sum elva til henda trupulleikan. – Tann semjan, sum vit gjørdu í apríl 2000, hevur við sær, at fleiri størv eru í fólkaskúlanum. Vit kravdu meira tíð til at loysa tær uppgávur, sum nýggja fólkaskúlalógin álegði, sig- ur Elsa Birgitta. Tað hevur við sær, at fleiri fólk skulu setast í starv innan fólka- skúlan. Hon vísir eisini á, at støðufesti hjá lærarunum ikki er eins gott í góðum tíðum. Starvið sum lærari er trygt, og lærarar eru ikki bangnir fyri ikki at fáa starv sum lærari aftur. Lønin hjá einum lærara er heldur ikki serliga høg, og tí søkja fleiri lærarar starv aðra- staðni innan tað privata vinnulívið. Lønirnar í fólkaskúlanum eru tískil ikki nóg kapping- arførar, og tað er ein av or- søkunum til, at trot er á lær- arum. Formaðurin í Føroya Lær- arafelag sigur, at lærara- starvið er um at gerast eitt konufólkastarv burturav, tí tað eru serliga menninir, sum jagstra hægri lønir. – Tað er ein sannroynd, at mannfólk heldur fara eftir hægri lønum, um teir fáa møguleikan. Tað vísir seg, at kvinnur eru nøgdar við eitt starv, sum ikki gevur eins nógv, og tí eru fleiri kvinnur enn menn í fólka- skúlanum. Hon nevnir skúlan á Giljanesi í Vágun- um sum eitt dømi um ein skúla við nógvum kvinnu- ligum lærarum. Tveir flokkar Komandi skúlaár vera tveir flokkar tiknir inn á Lærara- skúlanum í Havn. Skúlin hevur ikki havt tveir flokk- ar síðan 1977. Hetta vísir tann stóra tørvin á fólka- skúlalærarum. Tað ber hin- vegin ikki til at taka tríggjar flokkar inn, tí Læraraskúlin hevði helst ikki fingið trupulleikar við at fáa nóg nógvar lærarar til skúlan. – Eg haldi, at Lærara- skúlin skuldi fingið betri umstøður, tí hann hevur trongligar umstøður at hús- ast undir, sigur Elsa Bir- gitta. Hon sigur samstundis, at tørvur er á lærarum í læru- greinum, sum mannfólk vanliga hava so sum alis- og evnafrøði, rokning og støddfrøði. Hon nevnir at enda, at teir ungu lærararnir ikki hava hug at vera á einum stað í fleiri ár. Teir vilja hava broyting í lívinum og skifta tí starv av og á. Fyrr var vanligt, at lærarar eftir eini 4 ella 5 ár funnu sær eitt starv og vóru síðani í trúgvari tænastu restina av lívinum. Læraraskúlin fer komandi skúlaár at taka tveir flokkar inn, og tað er ikki hent síðan 1977. Hetta vísir tann stóra tørvin á læraum í føroyska fólkaskúlanum í løtuni C M Y K 3 2