Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 5 Støðugt arbeiði og økt inntøka Ruskplássið í Viku verður nú gjørt um til eitt endurnýtsluvirki. Tað merkir, at húsar- haldsruskið í fram- tíðini skal skiljast. KOMMUNUTÍÐINDI Vilmund Jacobsen Í frágreiðingini hjá Nes kommunu til roknskapin fyri 2001, sum vit vístu til í trimum blaðgreinum í blað- num í gjár, er eisini ein partur, sum í stuttum lýsir gongdina hjá skipum og virkjum í kommununi. Her fegnast bygdaráðið um, at verandi virkir høvdu eitt gott ár í 2001, tí hetta hevur givið arbeiðsfólkin- um á landi støðugari ar- beiði og økta inntøku. Sama kann sigast um sjó- fólkið í kommununi, sum eisini hevði eitt gott ár í fjør. - Saman við øðrum ar- beiðsplássum, eru virkir og skip tað fíggjarliga grund- arlagið undir rakstrinum hjá okkum, verður sagt í frágreiðingini. Víst verður í hesum við- fangi á, at partafelagsskatt- urin hjá kommununi øktist í fjør. Áhugin at byggja nýggj virkir er stórur, og í 2001 vórðu tvey virkir bygd norðanfyri ferjuleguna. Útróðurin hjá bátunum, sum eru heimahoyrandi í Nes kommunu, hevur eisini eydnast væl og allir egn- ingaskúrarnir, sum komm- unan eigur omanfyri virkið hjá Fiskavirking, eru út- leigaðir. Rusk og umhvørvi Ruskplássið í Viku, sum bert er ætlað til húsarhalds- rusk hjá borgarunum í kommununi, verður nú gjørt um til eitt endur- nýtsluvirki. Tað merkir, at ruskið í kommununi skal skiljast og endurnýtast. Nú arbeiði verður gjørt, eru ruskbingjurnar settar uttanfyri girðingina og niðari á økinum. Annars hevur ruskplássið verið opið allar yrkadagar frá kl. 8 á morgni til kl. 17 seinnapartin. Leygardag hevur verið opið frá kl. 13 til 16. Skipanin er, at kommun- an í hvørjum ársfjórðingi fær tillutað eina ruskkvotu frá IRF. Er nøgdin av ruski størri enn kvotan, rindar komm- unan eyka fyri hvønn rúmmetur av ruski. - Tí er neyðugt at leggja ruskið væl saman, soleiðis at tað rúgvar minst møgu- ligt, verður sagt í frágreið- ingini. Virkir og skip í Nes komm- unu høvdu eitt gott ár í fjør, og partafelagsskatturin øktist hareftir. Mynd: Vilmund Jacobsen. Ein tendrað pláta á komfýrinum elvdi til tann stóra eldsbrun- an á Gripsvegi í Havn sunnunáttina, tá tveir smádreingir doyðu. Hetta er niðurstøðan hjá teimum trimum serfrøðingunum, sum hava kannað elds- brunan ELDSBRUNI Stefan í Skorini Eldurin kyknaði í køkinum á miðhæddini, staðfesta serfrøðingarnir. Eigarin av húsunum hevði gloymt at sløkkja eina plátu á kom- fýrinum við eini alumini- umspannu, og hetta elvdi til tann stóra eldsbrunan. Hetta upplýsir Bergleif Brimvík hjá politinum. Serfrøðingarnir úr Dan- mark eru lidnir við kann- ingarnar og eru farnir aftur til Danmarkar. Ein teirra er frá Dansk Brandteknisk Institut og hinir báðir frá Kriminalteknisk Afdeling hjá Ríkispolitinum. Ein rættarlæknafrøðingur var eisini í Føroyum og kann- aði líkini. Gjørdi sær mat Eigarin av húsunum kom heim umleið klokkan trý á nátt, og hann fór at gera sær mat á komfýrinum. Hann er tó farin til songar uttan at sløkkja plátuna, og tað fekk ræðuligar avleiðingar. Upplýst verður eisini, at eingir roykvarnarar vóru í húsinum, sum kundu givið boð frá sær eitt sindur fyrr. Eigarin av húsunum var eisini tann fyrsti, sum varn- aðist eldin, og hann vakti tá beiggja sín og dóttir hans- ara. Pápin at dreingjunum gjørdi tríggjar royndir at fara innaftur eftir teimum, men hann slapp ikki fram. Húsið hevur tá verið fult av royki, og tað hevur verið torført at finna fram. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at pápin hevur verið í onkrum rúmi á loftinum, har dreingirnir svóvu, men tað er ikki vist, at hann hevur verið í tí rætta kamarinum, tí hann hevur ikki sæð nak- að fyri roykinum. Hann fann í øllum førum ikki dreingirnar, sum eru eitrað- ir av roykinum og hava sovið inn í deyðan. Friðarligt kvøld Hetta kvøldið hevði annars verið friðarligt hjá familj- uni. Eftir at pápin, dóttirin og teir tveir synirnir høvdu fingið sær at eta, hugdu tey í sjónvarp eina løtu. Dreingirnir, sum vóru 6 og 8 ára gamlir, vórðu lagdir til songar tíðliga á kvøldi. Pápin legði seg at sova stutt eftir midnátt, og tann 16 ára gamla dóttirin fór til songar út ímóti klokkan trý á nátt. Tað er um hesa tíðina, at eigarin av húsunum kemur heim og fer at gera sær ein bita til matna og gloymir at sløkkja komfýrin. Eldurin kyknaði í komfýrinum Tað var ein tendrað pláta á komfýrinum, sum elvdi til tann syndarliga eldsbrunan í Havn sunnunáttina. Eldurin kyknaði í køkinum á miðhæddini, og húsini brunnu í grund MYND: Eirikur Lindenskov Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at keypa húsini, sum umsitingin heldur til í frá Føroya Banka KOMMUNAL UMSITING Áki Bertholdsen Tvøroyar Kommuna fær nú sítt egna hús til umsiting. Umsitingin hjá komm- ununi hevur í mong ár hildið til í leigaðum hjá Føroya Banka á Tvøroyri, men nú er ætlanin at keypa húsið, sum liggur beint við høvuðsvegin, mitt á Tvør- oyri. Eftir leigusáttmálanum, hevur Kommunan for- keypsrætt til húsið og tað er hesin forkeypsrættur, sum býráðið nú hevur samtykt at brúka. Kommunan hevur goldið góðar 100.000 krónur í leigu fyri húsið um árið, men húsið fæst til keyps fyri góðar 600.000 krónur og tí heldur Býráðið at tað loysir seg betri at keypa húsið. Á býráðsfundi herfyri samtykti býráðið at játta eina eykajáttan upp á 600.000 krónur til enda- málið. Á einum øðrum býráðs- fundi herfyri varð annars umrøtt at flyta umsitingina hjá býráðnum inn í heil- sølubygningin hjá Poul Hansen inni á Hvítanesi, tá leigumálið við Poul Hansen gongur út seinni í ár. Finnleif Guttesen sigur, at tann tankin er ikki endaliga sleptur enn. – Men vit halda at tað loysir seg betri at at keypa húsið fyri 600.000 krónur, heldur enn at betala 100.000 krónur um árið í leigu og tí keypa vit tað, sigur Finnleif Guttesen. Størri kirkjugarð Býráðið hevur fer nú eisini at gera kirkjugarðin størri. Kirkjugarðurin er við at vera fullur og tískil er neyðugt at útvega honum meiri pláss. Ætlanin er tí at taka eitt stykki eystanfyri uppí kirkjugarðin afturat. Stykkið er um 20 metrar breitt í fullari longd oman og niðan og 300.000 eru settar av á fíggjarætlanini hjá kommununi. Ætlanin er at Sam skal sigla um Leir- víksfjørð afturat Dúgvuni so at tað hereftir verða tvey skip sum røkja ferðasambandið til og úr Klaksvík STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað verða stóru trupulleikarnir við ferðasambandininum hjá norðoyingum nú loystir. Dúgvan klárar ikki at nøkta tørvin á flutningi og tað hevur elvt til stórar trupulleikar og bíðitíðir, bæði hjá vanligum ferða- fólki, men ikki minst hjá vinnuni í Norðoyggjum, tí tørvurin á flutningi veksur alsamt. Hetta hevur verið eitt mál, sum Strandferðslan og Vinnumálaráðið hava ar- beitt við í eina tíð og nú tykist sum um at ein loysn er í eygsjón heilt skjótt. Ætlanin er nevniliga at seta Sam í sigling um Leirvíksfjørð afturat Dúgv- uni so at tað hereftir skulu vera tvey skip, sum sigla um Leirvíksfjørð. Strandferðslan hevur gjørt eitt upprit um málið við eini meting av, hvat tað fer at kosta og tað uppritið er nú til viðgerðar í Vinnu- málaráðnum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann nú fyrireikar eitt uppskot at leggja fyri Landsstýrið, saman við eini umsókn um eykajáttan. – Strandferðslan mælir til, at Sam verður settur í sigling um Leirvíksfjørð og tað verður eisini tilmælið frá Vinnumálastýrinum til landsstýrið. Hann sigur, at skal tað bera til at seta Sam í sigl- ing, má Landsstýrið lata Strandferðsluni eina eyka- játtan og spurningurin er so, um Landsstýrið tekur undir við tí. Hvussu stórari eykajátt- an, brúk verður fyri, vil hann ikki siga, fyrrenn Landsstýrið er kunnað um málið. Bjarni Djurholm sigur, at gongst sum ætlað, verður Sam settur í sigling sum skjótast. Men tá ið undirsjóvar- tunnilin verður tikin í brúk í november, verður Ternan tøk og tá er ætlanin at hon skal setast í sigling um Leirvíksfjørð afturat Dúgv- uni so at tað verða tvey stór skip, sum kom at røkja siglingina. Orsøkin til, at onki er gjørt við málið fyrr, er, at Sam hevur ikki verið tøkur, fyrrenn nú. Tað hevur ikki verið hildið at verið ráðiligt at lata Sam sigla um veturin og í vár hevur hann verið avloysaraskip fyri skip, sum hava verið í dokk. Stórur trupulleiki Bjarni Djurholm sigur, at hann veit ikki, nær tað verður klárt at seta Sam í sigling. – Tað veldst í fyrra lagi um, antin Landsstýrið góð- tekur ætlanina og er sinnað at lata eykajáttanina. Í øðr- um lagi veldst tað um, hvussu játtanin verður latin. – Kemur umsóknin um eykajáttanina til Strand- ferðsluna við á eykajáttan- arlógina, verður løgd fram í næsta mánað, verður tað kanska í september, at Sam kann setast í sigling. Men metir Landsstýrið, at trupulleikin er so stórur, at tað er bráðneyðugt at fáa Sam í sigling, kann játtanin latast við einum fíggjar- nevndarskjali og so kann tað gerast upp á nakrar fáar dagar. Bjarni Djurholm sigur, at málið verður lagt fyri Landsstýrið fyri Ólavsøku. Sjálvur heldur Bjarni Djurholm, at trupulleikin við sambandinum um Leir- víksfjørð er rættiliga stórur, ikki minst hjá vinnulívin- um. – Tað er ein veruligur fløskuhálsur, tí bíðitíðirnar at sleppa um Leirvíksfjørð eru so stórar, at tað skerjir kappingarførið hjá vinnu- lívinum í Norðoyggjum rættiliga illa. – Dúgvan hevur ilt við at nøkta tørvin, helst ávísar tíðir á degnum. Tað eru serliga ávísir túrar um morgunin, á miðdegi og um kvøldið, har tað er trupult at sleppa við. – Tí er ætlanin at seta sam í sigling tær tíðir á degnum, hesir fløskuhálsar eru. Ætlanin er tískil, at Sam skal sigla einar átta tímar um dagin um Leir- víksfjørð, sigur Bjarni Djurholm. Ætlanin er nú at loysa trupul- leikan hjá norðoyingum Tvøroyrar kommuna keypir býráðshús Gongst sum Strandferðslan og Vinnumálastýrið ætlað, fara tvey skip at sigla um Leirvíksfjørð hereftir, tí nú skal Sam hjálpa Dúgvuni men tá ið undirsvóvartunnilin um Vestmannasund er liðugur, verða tað Dúgvan og Ternan sum skulu røkja tryggja norðoyingum nøktandi samband Býráðið á Tvøroyri hevur í mong ár hildið til í leigaðum húsið á Tvøroyri, men nú er ætlanin at keypa húsini C M Y K 5 4