Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 7 Danir á Slættaratindi: 15. ferðin í Føroyum FERÐING Ingrid Bjarnastein Gjógv: Nú fleiri og fleiri ferðafólk koma til landið, skipað tær ymsu Kunning- arstovurnar kring landið fyri gongutúrum og øðrum tiltøkum at bjóða teimum ferðandi. Mikudagin var eitt lítið ferðalið uppi á Slættara- tindi. Talan var um nakrar danir, sum vitja í Føroyum í hesum døgum. – Tað var ein frálíkur túr- ur. Tað er fantastisk at síggja alla náttúruna, sigur Ruth Huas, sum var ein av teimum, sum var á Føroya hægsta fjalli. – Eg haldi annars, at hetta er 15. ferðin eg vitji í Føroyum. Eg havi eisini verið á Slættaratindi fyrr, men tá var tað grátt og yvir- skíggjað, og ikki so klárt sum í dag. Ruth Huas, sum er prest- ur, sigur, at tað, sum er heilt serligt við Føroyum er nátt- úran, ljósið og fólkið. – Og so eisini lundarnir, leggur Maja frá Sælandi flennandi afturat. – Tað var yvirraskandi at síggja flatan uppi á sjálvum fjallinum. Har var so heitt og stilt, men tá tú komst eitt lítið sindur longur niður varð tað beinanvegin kaldari. Og so eisini útsýnið. Vit sóu heilt yvir til Vágarnar. Tær báðar eru samdar um, at føroyska náttúran hevur ótrúliga nógvar møguleikar og upplivingar at bjóða fólki. Og eisini rósa tær ferðaleiðaranum, Petur Martin Petersen, sum visti væl at greiða teimum frá. – Tá Petur Martin segði, at nú fer at verða eitt sindur gráari, varð eitt sindur grá- ari, og tá hann segði, at nú fór sólin at skína, lættu nøkur skýggj seg, og sólin kagaði fram, greiða tær báðar frá. Annars hava tær verið undir Vestmannabjørgunum, í Mykinesi og aðrastaðni kring Føroyar. Í gjár lá leiðin til Havnar, har Maja als ikki hevði verið áðrenn. Um nakrar fáar dagar gongur leiðin aftur til Danmarkar, men báðar ynskja at koma aftur til Føroya at ferðast. G! festivalurin: Pallurin er av sandi STEVNUPRÁT Ingrid Bjarnastein Syðrugøta: Gøtumenn eru so smátt komnir í stevnuhýr nú árliga Gøtustevnan aftur er á skránni. Men bygdin sær ikki nógv broytt út, sjálvt um ein stevna stendur fyri durum. Á sandinum stendur ein gravmaskina, og grevur nakað, ið kann líkjast einum palli. Vit fingu eitt orð á føraran, Óla Jákup Jacobsen, sum er ektaður gøtumaður. – Eg gravi pallin til kon- sertina, sum skal vera her fríggjakvøldið. Sum eg havi skilt, so skal sjálvur pallurin vera av sandi, og síðani verða plátur lagdar omaná, sigur Óla Jákup Jacobsen. – Tað tekur bara eina løtu at gera ein slíkan pall. Eg havi gravað í eini tveir tímar, og pallurin skal vera 6 x 8 metrar. Umframt at gera pallin kláran til Clickhaze, MC- Hár, Enekk, Hanus G. Jo- hansen, Søren Søgaard og Valeri & Desislava Dim- chevi, so hevur Óla Jákup hampað rundan um sjálvan sandin og við ánna. Spurdur um flóðin ikki kann fara avstað við tí nú næstan lidna pallinum sigur Óla Jákup: – Nei, eg havi ikki grivið heilt har niðri við sjóvar- málan, so tá tað er flóð, so stendur vatnið ikki so langt niðan. Men verri verður um tað verður brim, tí so oyði- legst pallurin, men tað vænti eg ikki hesa tíðina av árinum. Mær nýtist heldur ikki at leggja sandin uppá pláss aftur. Tí syrgir Vár- harra fyri. Pallurin er við at koma til hølvdar. Okkurt hendinga barnið gongur og rennur á sandinum. Vit takka fyri okkum og fara víðari. Óla Jákup Jacobsen syrgir fyri, at pallurin verður klárur til bólkarnar, sum skulu spæla á G! festivalin- um á Gøtustevnu fríggjakvøldið Mynd: Finnur Justinussen Maja og Ruth eru úr Danmark, og vóru tær báðar ein túr á Føroya hægsta fjalli, Slættaratindi, mikudagin Mynd: Finnur Justinussen SUMMARPRÁT Ingrid Bjarnastein Syðrugøta: Um vikuskiftið verður Gøtustevna í Gøtu. Tó var ikki so nógv fólk at síggja í bygdini tann dagin Sosialurin trillaði framvið. Men vit hittu tvær smágentur, sum koma úr Havn. Tær halda summarfrí hjá ommuni, sum býr í Syðrugøtu. – Eg eri og vitji ommu mína, sigur Hanna, sum er 8 ár. – Eg kom fríggjadag- in, og eg fari kanska heim sunnudagin. Marjun kom ikki fyrr enn sunnudagin og hon fer kanska avstað í dag, sigur hon og peikar á hina fittu gentuna. Tær báðar sita niðri við sandin og hyggja meðan ein gravi- maskina gravar og gert klárt. Tá Hanna og Marjun eru í Gøtu plaga tær at vera á spæliplássinum og á sand- inum. Eisini plaga tær at spæla við onkrar aðrar gentur í bygdini. Tær nevna onkrar við navni, Elspu, Margunn og Heidi. – Onkuntíð keði eg meg eitt sindur, flennir Hanna. – Tað er alíkavæl eitt sindur betri at vera í Havn. Hanna sigur, at hon plag- ar at vera í Gøtu hvørt summar og vitja ommuna, meðan Marjun plagar eisini at vera á Sandi og í Kolla- firði. HANDILSLÍV Ingrid Bjarnastein Syðrugøta: Summarið stendur í hægsta blóma, sjálvt um sólin ikki hevur kagað so nógv fram, sum vit kanska einaferð høvdu ynskt. Men hetta forðar ikki ferðafólkunum, ið at koma til landið. Ferðafólk eru at síggja nærum alla- staðni, og eisini í Tøting er ein rúgva at gera nú summ- arið er komið til landið. Inni í sjálvum handlinum er rættiliga rúmligt. Angur- in av tøvdari ull er eyð- kendur. Men har eru ikki bara troyggjur. Tú fært handskar, jakkar, húgvur, ullvørur, bøkur um Før- oyar, lunda-bamsur, dukkur í føroyskum klæðum, før- oyskar fløgur, hondmálað krúss, øskubikar og mangt, mangt annað. – Ja, nú um summarið hava vit eina rúgvu at gera, sigur Hallbera Ólavsdóttir Kristiansen, stjóri á Tøting í Gøtu. – Her koma nógv fólk um hesa tíðina av árinum. Hallbera greiðir frá, at tey flestu hava eina troyggju í skjáttuni tá tey fara út aftur. – Tað eru mest norður- lendingar, sum keypa her, og troyggjurnar eru best umtóktar. Norðmenn, ís- lendingar, danir og sviar. Inni í Tøting er eisini ein lítil café. Hetta dámar ferðafólkunum stak væl. Borð og stólar standa á gólvinum, og angurin av kaffi stendur heilt út til hurðina. – Ferðafólkunum dámar væl at koma her, og so seta seg í caféini eina løtu. Og her vitjar eisini rættiliga fitt av fólki. Tað er ójavnt teir ymsu dagarnar, hvussu nógv fólk vitjar í handlin- um. Um veðrið er gott og sólin skínur, so eru ikki so nógv fólk her, men um veðrið er eitt sindur verri, so hava vit fleiri fólk á gátt, greiðir Hallbera frá. Á teimum undanfarnu gøtustevnunum hevur onk- untíð verið skipað fyri mótasýning, men Hallbera hevur ikki frætt um nakra í ár. – Men gøtumenn eru í stevnuhýri, sigur Hallbera at enda. Summarfrí í Gøtu Hesar fittu smágenturnar eru úr Havn, men vit hittu tær við Gøtusand ein dagin. Her hava tær valt at halda summarfrí í ár Mynd: Finnur Justinussen Troyggjur til norðurlendingar Tøting hevur nógv at gera í hesum døgum. Hallbera Ó. Kristiansen, stjóri á Tøting, sigur at nógv fólk vitja í handlinum nú Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 7 6