Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 9 Smáir flokkar betri og bíligari Undirvísing í smærri flokkum gevur betri úrslit millum næm- ingarnar og minni útreiðslur til samfel- agið, staðfestir nýggj gransking FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Eins og í Føroyum hevur í okkara grannalondum og víða hvar verið hildið, at einki beinleiðis samband er ímillum næmingatal í skúla- flokkum og úrslit, sum verða rokkin. Ein stór nýggj kanning, sum ein serfrøð- ingabólkur í svenska fíggj- armálaráðnum hevur gjørt í samstarvi við lærdar há- skúlar í USA og Hollandi, vísir, at støðan er júst tann øvugta. Granskarar stað- festa, at næmingarnir fáa nógv betri úrslit, tá ið teir ganga í flokkum við fimtan næmingum enn til dømis í einum flokki við 22 næm- ingum. Serliga veikir næm- ingar hava gagn av hesum. Kanningin í Svøríki er gjørd millum 556 næm- ingar á 16 ymsum skúlum. Úrslitini samsvara við líkn- andi kanningar uttanlands. Granskarar, sum hava gjørt kanningina, ávara ímóti at skerja játtanirnar til skúl- arnar, og vísa á, at tað verð- ur ein vinningur fyri alt samfelagið at avmarka talið í hvørjum skúlaflokki. Í Noregi var orðaskifti í vár um at taka burtur há- markið á næmingatali í norskum skúlum. Óttin hjá foreldum og lærarum í Noregi er, at tað førir við sær nógv størri flokkar og verri dygd í undirvísingini. 20 nýggj raðhús við frálíkum útsýni Eftir tíðarætlanini skulu øll húsini verða innilokað um árs- skiftið og liðug næsta summar BÚSTAÐIR Turið Kjølbro Enn ein røð av húsum er í gerð í høvuðsstaðarkomm- ununi. Á Løgmannabreyt er fyrsta byggistig í gerð av 20 raðhúsum. Tað er Gutte- sen&Staksberg, sum hevur gjørt verkætlanina og tekn- ingarnar, og tað eru eisini teir, sum gera veg, leggja kloakk og stoypa. Eyðfinn Vestergaard, timburmeist- ari, hevur síðani keypt ar- beiðið til at gera liðugt. Í komandi mánaði er stoypiarbeiðið liðugt og tá verður farið undir at smíða. Eftir tíðarætlanini skulu øll húsini verða innilokað um ársskiftið og síðani verður arbeiðið innandura gjørt. Tað skal verða liðugt kom- andi summar. Húsini eru í ymsum støddum. Tey liggja um knapt 120 fermetrar við einum lítlum úthúsi upp til 150 fermetrar, og prísurin liggur uml. 10-11.000 kr. fermeturin. Bíligasta húsið kostar 1,23 mió. kr. Tá ið øll byggistigini eru liðug, eru hundrað hús av hesum slagnum komin upp. Øll tey fyrstu 20 húsini eru umbiðin. - Gravgangurin hevur verið stórur, eini hundrað fólk standa á lista, men um allar umsóknirnar eru veru- ligar, veit eg ikki, sigur Eyðfinn Vestergaard. Útsýnið, sum nýggju íbúgvarnir á Løgmanna- breyt fáa, verður heilt framúr. Lítið sannlíkt er, at nakar byggir frammanfyri. Ráðstevnur og uttanseturs íkast Seinastu tvey árini hevur virksemið á Setrinum verið merkt av ráðstevnum og uttanseturs íkasti til fíggingina av nýggj- um virksemi, sigur Malan Marnarsdóttir, rektari á Fróðskapar- setri Føroya í árs- frágreiðingini ÁRSFRÁGREIÐING Turið Kjølbro Ársfrágreiðingin frá Fróð- skaparsetri Føroya fyri 2000 og 2001 er komin. Í inn- ganginum ger rektarin á Setrinum vart við aftur- vendandi hølistrupulleikar. Hóast nakrar batar á hølis- tørvinum seinastu tvey árini, er enn neyðugt at fara til grannarnar at biðja um inni- vist, tá ið undirvísast skal. Ein glotti er tó at hóma. Løgtingið hevur játtað pen- ing á fíggjarlógini fyri í ár at fara undir projektering av nýggjum Fróðskaparsetri. Fróðskaparsetur Føroya fekk í 25 ára føðingardagsgávu fyri 12 árum síðani eitt grundøki í Marknagili frá Tórshavnar Býráð. Í ársfrágreiðingini eru annars tríggjar greinir. Eiv- ind Weihe, lektari á Føroya- málsdeildini, greiðir frá sjáldsomum kvæðahandriti hjá Jógvan uppi á Reyni á Kirkju. Knud Simonsen, lektari, ph.d. á Náttúruvís- indadeildini, skrivar um teldutøkt streymkort fyri allar Føroyar, og Erland Viberg Joensen, ph.d.-stud- entur, umrøður arbeiðara- søgu í Havn. Ráðstevnur, verkstovur og tiltøk, sum Fróðskapar- setrið hevur staðið fyri seinastu tvey árini, verða eisini umrødd. Í menningarætlan fyri árini 2001-2004 hevur Setr- ið lýst fleiri umfatandi til- tøk, sum hava til endamáls at víðka og menna virk- semið. Játtanin á løgtings- fíggjarlógini er vaksin og partar av menningarætlan- ini eru settir í verk. Stovn- urin er komin longri á onkrum øki enn løgtings- játtanin røkkur til, takkað verið aðrari fígging. Gravgangurin er stórur eftir nýggju raðhúsunum á Løgmannabreyt. Mynd: Jens Kristian Vang Stór konsert verður á sandinum í Syðrugøtu fríggjakvøldið kl. 19.00. Tiltakið verður skipað av tónleika- samtakinum Grót og Fólkatónleikastevnuni. Konsertin er partur av einum festivali, ið ætlanin er at halda hvørt ár. Hesin G! Festivalurin, sum hann verður nevndur, liggur í sama vikuskifti sum Gøtustevnan liggur. Talan er um eina fólka- og rokkkonsert. Við í tiltakinum verða kend nøvn og eisini gestir úr Bulgaria. Skráin, hetta fríggjakvøldið, er fjølbreidd og á einum høgum støði Søren Søgaard Søren Søgaard framførir fyri tað mesta egnan tón- leik. Fyrr í árinum gav hann fløgu út við tíggju heimagjørdum løgum. Hann spælir gittar, av og á munnharmoniku og syngur traditionellan blues og amerikanskan fólkatónleik. Fríggjakvøldið fer Søren Søgaard, at spæla bæði egin og lánd løg. Søren dámar annars væl tónleikalívið í Føroyum, tað riggar væl at distrubuera fløgur her. Og hann heldur, eins og Stig Rossen, at tað ber serliga væl til at gera tónleik í Føroyum. Hanus G. Johansen Hanus Johansen fer at spæla gamalt ella nýtt tilfar, egin ella onnur løg; sum støðan og lagið verður. Hann hevur, í hvussu er nógv tilfar at taka av. Her- fyri spældi Hanus í Føroya Húsinum í Keypmanna- havn. Har vórðu nøkur løg spæld og sungin, sum man ikki hevur hoyrt nakað serliga til, í øllum førum. Og við øllum teimum væl kendu vísunum hjá Hanusi í hug verður spennandi at hoyra. Kanska verður okkurt gott gamalt at hoyra, sum t.d. “Syndabukkurin”, “Fljóðið bjarta” ella “Vón- svikin”. Enekk og Desislava & Valeri Dimchevi (Bulg.) Á seinastu fløguni hjá Enekk, “Fýra nætur fyri jól”, vórðu tveir bulgarar við sum gestatónleikarar. Og fríggjakvøldið veður annar av hesum báðum við á palli. Valeri Dimchevi, sum aftur er á klettunum, og kona hansara Desislava fara at spæla og syngja traditionellan bulgarskan fólkatónleik. Hann spælir tambora, eitt streingja- instrument og hon syngur. Hesin bæði eru heilt væl kend í Bulgaria og nógv vird sum fólkatónleikarar víða um. Eftir teirra framførslu, spæla tey saman við Enekk, sum fer at spæla løg av “Fýra nætur fyri jól”. Nøkur av løgunum koma í eitt sindur annarleiðis útsetingum, men tilfarið verður nokk tað sama. Her verður so talan um eina spennandi blanding av føroyskum siðbundnum fólkatónleiki og bulgarsk- um fólkatónleiki. Clickhaze Clickhaze er bólkurin sum, eftir øllum at døma, er á veg út í ta stóru víðu verð við tónleiki sínum. Talan er her nokk um ta heitastu føroysku vørina yvirhøvur. Eftir væleydnaða túrin í Danmark, hava tey ikki spælt nakra konsert í Før- oyum enn. Hetta verður sostatt tann fyrsta konsertin og tey verða so avgjørt á heimavølli á Gøtusand- inum. Slatur hevur gingið um at nøkur nýggj løg eru ávegis. Men limir í bólk- inum siga at bara møguliga verður okkurt nýtt á skránni, so vit bíða í spenn- ingi... MC-Hár Hesin bólkurin úr Tórshavn er síðsta navnið á skránni. Ikki hoyrir man tað stóra til bólkin, men um summarið plaga teir í MC-Hár at taka seg saman og geva tiltøkum eitt spark í reyvina. Teir spæla tónleik, ið kanska er eitt sindur ringur at seta í bás; rapp, rokk og pop. Okkurt, sum er sprell livandi og sum funkar. MC- Hár verður eisini at hoyra á Ólavsøkukonsertini og í TB-húsinum tann 10. august. Undir konsertini, sum varðar einar 4-5 tímar, verður høvi at keypa sær okkurt til matna og eisini fløgur. Pallurin á Gøtusandi verður settur so, at hann vendir út móti havinum. Her verður so møguligt hjá bátum at leggja seg, siga fyrireikararnir. Bussur koyrir úr Havn og um veðrið skikkar sær, vænta fyrireikarnir sær nógv fólk. Eftir konsertina á Gøtu- sandi, um midnátt, verður farið upp á gólv í losjuni við Gøtugjógv. Nógvar merkverd- igar plakatir, við einum stórum og reyðum “G´i”, hava ta síðstu vikuna hingið runt um- kring. Vit hava fingið okkum eitt lítið prát við Sólarn Solmunde. Hann er talsmaður fyri hetta tónleika- tiltakið, sum kallast G! Festivalurin. Vit spyrja m.a. um hetta G´ið Blaðmaður: “Altso – øhhhm, “G!” hvat er tað fyri nakað?” Sólarn Solmunde: “Ja, tað kann vera so nógv. Gí, Gøtu, Grót, Greger- sen, Stóra G og lítla G, øll hesi byrja við G, men akkurát hvat tað merkir, tað er nokk upp til fólk sjálvi at leggja týdning í. Tað er faktiskt bara eitt heiti. Tað ger fólk for- vitin og tað fangar eisini.” B: ”Tit kalla hetta til- takið fyri ein festival. Hvat liggur aftanfyri hetta?” S: “Tiltakið skal verða afturvendandi og vit ætla at víðka um tað í framtíðini. Planurin er eisini at fáa útlendsk nøvn við.” B: “So talan er altso um eitt rættiliga ambi- tiøst tiltak?” S: “Jú jú, tað er tað. Og her eru nógv fólk í sving, nógv fólk sum frí- villiga hjálpa til. Vit hava eitt gott samstarv koyrandi við millum Gøtu Kommunu, Gí og eisini Fólkatónleikara- stevnuna, sum eisini samskipa hesa konsert- ina. Eg kann siga at vit satsa nógv uppá hetta tiltakið, so vit vóna at fólk fara at koma.” B: “Hetta við festival- tiltakið úti, á sandinum í Syðrugøtu, er hetta nak- að, sum kanska líkist eitt nú teimum heilt stóru festivalunum í útlond- um, bara í einum minnið útgávu? S: “Jú kanska. Stílurin verður t.d. ikki líkasum jazzfestivalurin. Tað verður alt, mest sum á einum staði og konsertin verður úti.” B: “Tónleikasamtakið Grót hevur nú verið til í eina tíð, hvat leggja tit tykkum eftir?” S: “Grót hevur altíð havt stórar ambitiónir við føroyska tónleika- pallinum, bæði við tón- leikarunum og áhoyr- arunum. Tónleikurin er altíð centrum. Annars hevur manglandi fíggj- arlig orka darva virk- seminum. Men vit hava havt eitt gott samstarv við m.a. Norðurlanda Húsið, Tutl, FUT og Sjey00 í Klaksvík.” B: “Men tað er eingin loyna at veðrið fer at spæla ein týðandi leiklut fríggjakvøldið. Hvat væntar tú av veðrinum?” S: “Jú eg vænti tað besta, sól og summar. Vár Harra verðið við okkum! B: Takk fyri, tú! S: Tað var so lítið! ”G!” ? G! Festivalurin »Í Gøtu ein dag... á Gøtusandi« Sólarn Solmunde C M Y K 9 8