Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 11 Hvat kunnu vit gera fyri at verja okkum ímóti elds- brunum? Henda spurningin hava uttan iva mong sett sær sjálvum og øðrum síðani seinasta vikuskiftið, tá ein syrgiligur eldur kravdi tvey mannalív – tveir smádreingir, sum ongan møgueika høvdu at koma úr flammuhavinum. Sjálvandi kunnu vit tryggja okkum á ymiskan hátt, uttan at tað er sagt, at vit sleppa undan slíkum syrgi- ligum vanlukkum, at hús brenna í grund og at fólk brenna inni. Summi fyribyrgingartiltøk kann hvørt húski gera í sínum lagi. Onnur tiltøk kunnu t.d. tryggingarfeløg gera. Millum annað kunnu øll húsarhald fáa sær royk- varnarar, sum helst skulu vera samanbundnir. Tað merkir, at tá ein boðar frá, so boða allir frá. Eisini kunnu húski hava eldsløkkjarar á lofti og í neðra. Eisini ber til at hava eitt brunareip uppi á loftum, ella brunastigar uttan á klædninginum frá lofts- vindeyga og niður til lopshædd. Slíkar hava summi hús. Hetta eru fyribyrgingartiltøk, sum ikki kosta so nógv, um vit sammeta við húsaprísir, ella tá bygt verður, men skulu eldsløkkjarar og brunastigar keypast, so er talan um nakrar túsund krónur. Spurn- ingurin er tí, um slík brunaútgerð ikki átti sloppið undan meirvirðisgjaldi. Eftir eldin síðsta vikuskiftið hevur verið róð upp undir, at tryggingarfeløgini kravdu, at fólk høvdu roykvarnarar. Um tað skal verða eitt krav ella ikki, er ein spurningurin, sum tryggingarfeløg og lands- stýrið kunnu umrøða, men í øllum førum áttu tryggingarfeløgini at mælt fólki til at fáa sær roykvarnar, ella latið føroysku húsunum slíkar, tá tey tryggja seg. Einki er at ivast í, at slíkir kunnu fyribyrgja vanlukkum. Ein annað mál, sum er umrøtt síðani vikuskiftið, eru tær vandamiklu cellotex-pláturnar, sum húsasmiðir brúktu í mong ár. Flestu hús frá 50-, 60- og 70- árunum hava hesar plátur á bróstunum. Hesar elva til, at eldur tekur dik á seg og at gass tekur seg upp. Tá tryggingarfeløg og brundaumsjónin vita, at nógv hús hava hesar eldfimu pláturnar á bróstunum er spurningurin, um tryggingarfeløg og myndugleikar ikki áttu eggja fólki til at tikið hesar bleytu pláturnar niður og sett aðrar í staðin. Tað er kanska serliga pensjónistar, sum búgva í húsunum frá hesi tíðini, s hetta kundi verið gjørt við eini skipan, so fólk fingu lagalig lán til hesar umvælingar, sum høvdu bøtt trygdina í húsunum. Hetta er spurningar vit eiga at umrøða eftir ta sein- astu syndarligu vanlukkuna, sum vit øll hugsa um við djúpari samkenslu. DAGSINS MEINING Sosialurin Vit kunnu fyribyrgja! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 tel. 333843 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vagnur Michelsen Róðrarárið 2002 er nú farið at halla. Fimm róðrar eru rógvnir, og tveir FM vinnarar eru funnir. Sílið, 5-mannafarið við gentum, og Jarnbardur, 6-mannfarið við kvinnum, hava áðrenn ólavsøkuróð- urin vunnið FM heitið. 6 mannafarið við monnum Smyril úr Vági er mestsum eisini føroyameistari og somuleiðis 8 mannafarið Kvívíkingur. 10 mannafarsróðurin og 5 mannafarsróðurin við dreingjum verða óvanliga spennandi á ólavsøku, tí í báðum róðrunum kunnu fleiri bátar vinna FM heitið. Bátar, sum hava mist møguleikan at vinna FM heitið, síggja sær møgu- leikan at vinna á ólavsøku, tí at vinna á ólavsøku er sum at vinna eina steypa- finalu, og tá er kappróð- rarárið bjargað. Kappróðurin í summar hevur gingið væl, og tað hevur gingið sera væl at avgreiða róðrarnar higartil í ár. Ja, fleiri rógvarar halda, at startdómararnir eru nú mestsum ov grammir at starta bátarnar. Dreingir, gentur, kvinnur og menn, sum skulu skiftast um bát- arnar, fáa næstan ikki tíð at hita upp, áðrenn startskotið er farið. Orsøkin er eisini, at í ár eru fleiri 1000 metra- róðrar, sum eru skjótari at avgreiða. Í tíðarskeiðinum 1964 til 1972 var skipað fyri einum róðri um árið til tess at finna føroyameistaran, men í 1973 varð hetta broytt soleiðis, at stig verða givin seks teimum fyrstu bátun- um. Áðrenn 1975 vóru bert fýra bátastøddir. 5-manna- før við gentum og dreingj- um, 8-mannafør og 10 mannafør. Í 1975 byrjaðu menn at rógva við 6- mannaførum, og í 1983 róðu kvinnur fyrstu ferð FM róður í hesi bátastødd. Fyrstu árini vóru 6- mannaførini ikki nógv í tali, men við tíðini vórðu fleiri 6-mannafør smíðjað. Genturóðurin má broytast Á seinasta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum varð samtykt, at næsta ár skulu rógvast sjey FM róðrar, og royndir eru eisini gjørdar við barnaróðri. Endamálið er at vekja enn meiri um áhugan fyri kappróðrinum. Men Róðrarsambandið eigur fyrst og fremst at broyta órættvísa genturóð- urin. Hjá dreingjunum er tað soleiðis, at ein drongur, sum fyllir 18 ár áðrenn 1. mai í kappingarárinum, hevur ikki loyvi at rógva við einum 5-mannafari. Hjá gentunum er einki aldurs- mark. Tað vil siga, at ungar gentur, sum fyrstu ferð fara í ein kappróðrarbát flagg- dagin 25. mai, longu fimm vikur seinni skulu kappast um FM-heitið ímóti kvinn- um í 20 árunum, og sum hava róð kapp í fleiri ár. Hetta er at gera mismun millum gentur og dreingir og tænir ikki ítróttarliga endamálinum, har fólk skulu kappast á jøvnum føti. Tær ungu genturnar skulu í fimm vikur læra seg áralag, venja seg at rógva 1000 metrar, læra seg fyrstu tøkini í FM róðrin- um, hava ein góðan mið- róður, hava orkuna í enda- sróðrinum og læra mangt annað, sum er knýtt at einum FM róðri. Hetta letur seg slett ikki gera, og tí fáa vit ein ójavn- an genturóður við 14-18 bátum, har tað eru 20-30 bátslongdir millum fyrsta og aftasta bátin. Er talan um tíðina, so eru onkuntíð ein til tveir minuttir millum fremsta og aftasta bátin. Tað verður kastað lut um, hvussu bátarnir liggja á norðoyastevnu. Á næstu stevnu liggja so teir bestu bátarnir frá norðoyastevnu í miðjuni. Tað vil siga, at genturóðurin oftast mynd- ar eitt (har bátarnir í miðj- uni liggja fremstir og bátar- nir við teimum ungu gent- unum eru uttastir og aftastir. Róðrarsambandið eigur beinanvegin at broyta gentu- og kvinnuróðrarnar soleiðis, at vit longu næsta ár hava 5-mannafør við gentum, sum ikki eru fyltar 18 ár áðrenn 1. mai í kapp- ingarárinum, 5-mannafør við kvinnum og 6-manna- før við kvinnum. Ein annar møguleiki er, at kvinnur eisini rógva í 8- mannaførum, so gentu- og kvinnumanningarnar eru 5- mannafør við gentum, sum ikki eru fyltar 18 ár áðrenn 1. mai í kappingarárinum, 6-mannafør við kvinnum og 8-mannafør við kvinn- um. Tað er altavgerandi, at ungar gentur, sum fyrstu ferð rógva kapp, ikki bein- anvegin kappast ímóti "garvaðum" rógvarum. Tær skulu helst ikki missa mótið á fyrstu stevnu. Til stuttleika kann nevn- ast, at tað er lítil og eingin munur í stødd og vekt á einum 6-mannafari og ein- um 8-mannafari, tí kunnu kvinnur eisini rógva 1000 metrar í einum 8-manna- fari. Tá er munurin í stødd størri á einum 5-mannafari og einum 6-mannafari. Nevnast kann, at eitt nýtt 5- mannafar vigar 190 kg, nýtt 6-mannafar 225 kg og nýtt 8-mannafar 255 kilo. Alt verður hugaligari Úrslitið av broytingini verður, at vit fáa ein gentu- róður afturat, men vit fáa eisini tveir nýggjar meiri spennandi róðrar við ikki so nógvum bátum. Tað er eingin meining í at nýta nógva tíð at starta 14-18 so ójavnar gentubátar. Tær ungu genturnar skulu fáa eitt positivt upp- livilsi, tá ið tær fyrstu ferð koma inn í rógviítróttina, tað fáa fleiri manningar ikki í dag. Mær er sagt, at Róðrar- sambandið vil ikki at broyta genturóðurin, tí so fáa tær smáu bygdirnar ikki manna bátarnar. Jú, sjálv- andi fáa tær mannað bátar- nar, um hugur og vilji er til tess, men nú fáa tær tveir møguleikar at velja ímill- um. Ganga genturnar í 9. ella 10. flokki, so manna tær eitt 5-mannafar við gentum. Eru tríggjar gentur møguliga ov gamlar, so manna tær eitt 5-mannafar við kvinnum, so einfalt er tað. Soleiðis skal og eigur tað at vera. Alt annað er órætt- víst, at gera mismun og ikki góður ítróttarandi í hesum javnstøðudøgum. Onkur hugsar kanska, at í nýggju skipanini skulu tríggjar manningar í onk- rum førum nú skiftast um eitt 5-mannafar, men hetta er ikki neyðugt. Tað er ikki so kostnaðarmikið at byggja eitt nýtt 5-mannafar til ungu genturnar. 5- mannafarið kostar 55000 krónur, og tað plagar ikki at skorta at útvega pening, tá ið nýggir bátar skulu út- vegast kring landið. Kanska fara fleiri ungar gentur at bjóða seg fram næsta ár? Sjálvandi skulu vit broyta genturóðurin longu næsta ár. Genturóðurin má broytast Jógvan við Keldu tingmaður fyri Norðoyggjar Ónøgdin hjá mær var mest grundað á, at Strand- ferðslustjórin ikki vildi samvirka við vinnulívið, ferðafólkið og kundar annars í 1998. Tað kann gerast eitt sindur óheppið, at kunn- ingarstovuleiðarin í Norð- oyggjum og eg umboðandi Norðoyggjar bæði á tingi og í øðrum høpi, fara út í blaðstríð, tí báðir hava hóast alt somu ynski fyri okkara økið. Hinvegin verði eg noyddur at koma við einum svari til tað, sum Christian Olsen, sum er kunningar- stovuleiðari, skrivar í Sosialinum seinasta týsdag. Í mínum innleggum, sum bert var lítil partur av ónøgdini, sum hevur verið frammi í Sosialinum, vísti eg serliga til arbeiðsbólkin tann sokallaða Leirvíks- fjarðabólkin - sum varð settur í 1998 eftir vilja Klaksvíkar býráðs, vinnu- lívinum og eg haldi eisini sjúkrahúsið var við í fund- arvirkseminum tá, og sum kundi virkað okkum til fyrimuns. Hetta komst av, at vit ikki góðtóku vánaligu tænast- una, sum Strandferðslan gav Norðoyingum, vinnu- lívi, og ferðafólki, ið komu til Norðoyggjar. Vildi ikki samvirka Tað sum síðani hendir er, at Strandferðslan stutt eftir tekur síni umboð úr bólki- num. Ikki Christiani at siga, tá gerst ein tílíkur abreiðsbólkur nakað tann- leysur. Strandferðslustjórin er komin við sínum sjónar- miðum, um hví hann tók umboðini úr bólkinum, hann "vildi ikki finna seg í, at onnur komu inn á teirra øki", tí vildi Strandferðslan ikki samstarva við kundar og viðskiftafólk, sum dag- liga brúka rutuna, og tí hava skil fyri gerandis- degnum á hesum øki. Hetta er skilaleyst. At Christian Olsen leiðari fyri Norðoya Kunning- arstovu verjir eina tílíka gerð, er bæði óskiljandi og betonkiligt. Mong, bæði innan vinnulívið, sjúkra- húsverkið, mentanarlívið og kundar annars, standa eftir viðmerkingina í Sosialinum hjá kunning-arstovu- leiðaranum, spyrjandi. Álop kunningarstovu- leiðarans á Fólkaflokkin Kunningarstovuleiðarans álop á Fólkaflokkin eru uttan iva eitt høvi hann hev- ur bíða eftir, tí hann hevur bæði verið uppstillaður og sitið í býráðnum fyri Javn- aðarflokkin, og tí eri eg ræddur fyri, at hann í hesum føri hevur verið meiri politiskur enn "kunn- ingarstovuligur". Mær nýtist ikki at verja Óla Breckmann, tað geri eg heldur ikki. Mær nýtist heldur ikki at siga, hvat Fólkaflokkurin Bjarni Djurholm og Finnbogi Arge - hevur virkað Norðoyggj- um at frama bæði við ar- beiðinum við fasta sam- bandinum og við royndum at fáa eina játtan til av- loysaraskip, uttan at hava fingið meiriluta fyri tí. Men møguliga fæst semja um hetta. Christian Olsen leiðari í Norðoya Kunningarstovu eigur at minnast til, at sið- venjan frá tí hann vísir til, tá hann tosar um "reiðrið", ið var, og til í dag er heilt hvør sín. Skal ein lands- stýrismaður játta pening, má fyrst fáast semja um tað í landsstýrinum og síðani skal í hvussu er fíggjar- nevndin góðkenna játtan- ina, og í øðrum lagi løg- tingið. Eg haldi til seinast í hesum viðfangi, at tað er ein bæði grov og óhøvisk skuldseting ímóti ferðslu- málaráðharranum, tá leið- arin fyri Norðoya Kunning- arstovu sigur at Strand- ferðslan ikki hevur fingið nakran sum helst stuðul frá landsstýrismanninum. Hetta er bæði óvísiligt og ósatt, umframt at tað er lítið umhugsað. Eg rokni ikki við, at Strandferðslustjórin er samdur við Christiani í hesum. Álop javnaðarmansins á Fólkaflokkin fari eg í fyrstu syftu at lata standa ósvarað. Tá kunningarstovuleiðari verður politikari VIÐMERKINGAR Nei, Svenning av Lofti Hans Andreasen Hví so harmur, um at ein bjór kann vera gott fyri sinn og skinn? Ovurnýtsla av øllum er skaðilig. Etur tú ov nógv livradeigg ella nýtur ov nógv øl ella gert ov nógv av, tá ið talan kemur til tað andaliga, so er hetta jú sera vandamikið. At tú nýtir Sinnisbata sum eina umbering í tínum lesarabrævi í Dimmu 17.07., er sera undrunar- vert. Hví ikki vera erligur og siga sum er, at tú hatar alt, ið inniheldur alkohol? Og at nógvir alkoholikar- ar eru endaðir á Psykiatr- isku deild er sjálvandi syrgiligt, men so sanniliga nógvir av fundamentalist- unum eru eisini endaðir á Psykiatrisku deild, minst tú til tað. Og einki er at ivast í, at teir eru verri at fáa á rættan kjøl aftur. Fundamentalistarnir her á landi eru meira skaðiligir enn nakað alkohol. Havi lurtað eftir Lindini nakrar ferðir, og tað má eg siga, eina slíka gudsspottan havi eg aldri hoyrt fyrr. Somuleiðis haldi eg, at tað er sera undrunarvert, at henda útvarpsstøð ikki verður sensurerað. Útlendskir trúboðarar floyma inn í landið. Fólkið liggur og siglir niðri á øll- um fýra í ymiskum ítróttar- hallum kring landið. Pengaterminalar eru upp- settir, so hevast kann dúg- liga til hesar trúboðarar, sum fara av landinum aftur proppaðir við »kristnum pengum«. Tú skalt minnast til eitt, at vit eru fleiri, ið kunnu njóta eina bjór ella báðar tvær uttan at enda sum ein grønert. Nei, Svenning, sum støð- an sær út til, verður ikki leingi, til Føroyar verða eitt satt kristið TALIBAN veldi. Spennandi útferðir og annar saman- komstur hjá pensjónistum TÍÐINDASKRIV Tann 21. til 27. juli koma pensjónistar av Álandi, úr Finnlandi, Svøríki, Noregi og Danmark at vera saman við føroyskum pensión- istum. Teir skulu búgva á Skúlaheiminum í Havn, men ferðast runt oyggjarnar allar dagar- nar. Bert fyri at nevna nøkur pláss: Havnin, Kirkjubø, Saksun, Gjógv, Funning, Gøtu, Fuglafjørð, Klaksvík og Viðareiðis. Í Fuglafirði verður norðurlendskt gudstænasta við Emil Olsen, presti, tann 25. juli kl. 17.00. Borg- meistarin í Havn setur stevnuna. Næsta ár verður hendan stevnan hildin í Finnlandi. Longu tann 3. august møtast tey aftur, tá verður tann árligi »Eldradagurin« hildin. Hann verður í ár hildin í Ítróttarhøllini í Vest- manna, har Vesturskin og Landsfelag Pensjón- istanna stíla fyri. Sein- ast bleiv dagurin hildin í Leirvík. Næsta ár er ætlanin at halda dagin í Vágum. 6. august fara o.u. 22 pensjónistar til Løgstør í Danmark at vitja. Hetta er eftir innbjóð- ing frá pensjónistafe- lagnum har. Tey, ið fara, vænta ein spennandi túr burtur úr hesum. Tann 14. sept. verður so tann árliga ársveitsl- an hjá Landsfelag Pen- sjónistanna. Hon verður hildin í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn frá kl. 17.00 til 24.00. Nýggj gransking staðfestir, at sukur- fríar vørur og light- vørur fita ístaðin fyri at klænka NÝGGJ VITAN Turið Kjølbro - Hevur tú ætlanir um at tapa teg, skalt tú ikki eta ella drekka sukurfríar vørur og vørur við frámerkinum light. Tær fita meiri enn tær klænka. Ávís eftirgjørd søtievni snýta bert blóðið og heilan fyri sukur, so matarlysturin veksur, stað- festir nýggj gransking. Lightvørurnar fita, tí nógvar innihalda søtievnið aspartam, eisini kallað nutrasweet. Kroppurin heldur, at hann fær sukur, men verður snýttur við eftirgjørdum søtievni. So fellur blóðsukrið og matar- lysturin veksur. Tað kann gera fólk enn tjúkkari, um tey eta feitan mat ístaðin fyri sukur. Feitt er meiri fitandi enn sukur. Søtievnið aspartam og onnur søtievni finnast í ør- grynnu av mat- og drekki- vørum, t.d. Coca-Cola light og øðrum sodavatni, í jogurt, saft, súltitoy, ísi, góðgæti, dessertum og øðrum. At vørur við frámerkin- um light fita heldur enn klænka er nýtt fyri nógv, eisini onkran teirra, sum í fleiri ár hevur havt klænki- skeið í Føroyum. - Spyr onkur skeiðlut- takari meg, hvørjar matvør- ur tey skulu keypa, mæli eg altíð fólki til at lesa væl á etikettini, hvat viðkomandi vøra inniheldur. Eisini havi eg mælt fólki til at eta light. At light fitar meiri enn tað klænkar er nýtt fyri meg, sigur ein skeiðhaldari í Føroyum. Áður hevur sterka søti- evnið aspartam, sum er 200 ferðir søtari enn sukur, verið illtonkt fyri at elva til krabbamein. Hetta er eitt páhald, sum ongantíð er prógvað. Henning Pakken- berg mælir parkensons- sjúklingum frá yvirhøvur at røra mat, sum inniheldur aspartam, tí evnið verður hildið at elva til parken- sonssjúkraeyðkenni. Niður- støðan má vera: et minni feitt og meiri grønt! Sukurfrítt fitar C M Y K 11 10 Summarfrí Vegna summarfrí verður virkið stongt frá 20. juli til 11. august. Átrokandi boð verða avgreidd á tlf. 218534. Vit ynskja viðskiftafólki okkara eitt gott summar. Sp/f Hans Dam Rør- og blikksmiður Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Sethúsaklædningur Plastik er á goymslu Slitsterkur & viðlíkahaldsfríur -tað loysir seg