Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 ” - = Nýhugsanir innan - LF = fiskiidnaðin Føroyska fiskivinnan verður støðugt meira og meira eintáttað. Vit missa so við og við rættindini at veiða bæði á mið- og fjarleiðum. Tí eru vit meir enn nakrantíð áður noyddir at troyta okk- ara egnu grunnar. Henda gongdin hevur broytt veiðu- mynstrið fullkomiliga. Saltfiskatrolar- ar, ídnaðarbátar og nú eisini rækju- skip leggja um til eisini at veiða fesk- fisk undir Føroyum. Úrslitið av hesum verður, at tað gerst trengri og trengri njá okkum sjálvum — og møguliga verður tað ikki seinur dagur, at fiskur- in á Føroyaleidunum skal býtast mill- um tey mongu veiduførini. Henda heldur brádliga broytingin í fiskivinnuni hevur set! sítt árin á fiska- arbeiðið á landi. St: st fleiri tons koma uppá land, og co, ns' mar fyll- ast eftir stutta tíð. Tað stendur øgiliga nógv á virkjun- um, tí bæði maskinorka og goymslu- og frystiorka eru við at vera ov lítlar til at arbeiða undan ta øktu tilgongdina av råvøru. Hetta krevur útbygging av verandi virkjum. Eisini bygdir við ongum ar- beiðsplássum leggja alla orku í at byggja flakavirki. Hesi eru vælkomin, tí tey geva arbeiði á plássum, har einki arbeiði hevur verið frammanundan, og tey taka ímóti øktu tilgongdini av fiski. Á flakavirkjunum verður fiskurin arbeiddur til útflutnings. Tað mesta fer sum flak og saltfiskur. Ein stórur partur fer eisini sum slógv til minka- fóður. Tað er her menn steðga á og spyrja seg sjálvar: hverjir møguleikar eru at fáa meira burtur úr fiskinum, og eru møguleikar at framleiða vørur av øðrum fiskasløgum enn teimum van- ligu? Nú fiskivinnan er vorðin so eintátt- að er greitt, at neyðugt er við nýhugs- anum innan fiskiveiðu og fiskiídna. Tað eru tílíkar nýhugsanir, sum vit fara at nerta við í blaðnum í dag. Skopuningar arbeiða við royndum at gera fars av einum parti av fiskin- um, sum vanliga verður brúktur til minkafóður. Royndin er áhugaverd bæði út frá einum búskaparligum og einum menniskjansligum sjónarmiði. Fyri tað fyrsta fáa vit meira fyri fiskin við at arbeiða hann á annan hátt og fyri tað næsta, gera vit eina matvøru ístaðin fyri sum nú at lata fiskin til fóður, sum lið í pelsframleiðsluni. Hinar royndirnar verða gjørdar við svartkjafti. Hetta fiskaslag, sum før- oyingar bert hava veitt hesi seinastu árini til ídnað, skal nú møguliga brúk- ast í sjålvari matvøruframleidsluni. Sosialurin hevur fylgt við royndun- um. Vit hava vitjað á Bakkafrost á á Glyvrum og á flakavirkinum í Skop- un. sosialurin Eystureuropa vil keypa svartkjaft i Føroyum Nr. 17 — 3. mars 1979 Fyrispurningar komnir um fleiri 1000 tons Hesar kvinnurnar leggja seinastu hondina å at gera svartkjaftavørurnar lidnar til utflutnings. Her verdur flakid pakkad og vigad Í hesum døgum verða før- oyskar svartkjaftaverur seldar í fleiri londum, eitt nú í Bretlandi, Skotlandi og Australia. Hetta er ein roynd fyri at vita, hvat brúkarin heldur um nýggju verurnar, sum hesa seinastu tíðina eru framleiddar á Bakkafrost á Glyvrum. Seluroyndir- nar eru síðsti liður í ætlan- unum at kanna, um tað loysir seg at fara undir munandi framleiðslu av matverum úr svartkjafti. Tað eru nú skjótt tvey ár síðani, at stig varð tikið til hesar kanningar. Á tveimum teimum seinastu figgjarlogunum hava ver- ið latnar tilsamans góðar tvær mill. kr. til endamál- ið. Ósvaraðir spurningar Áðrenn farið varð undir royndirnar vórðu fleiri spurningar settir fram: Kann svartkjaftur veið- ast til matna á føroyskum eki og hvussu stóran part av árinum! Kunnu vit broyta tær gomlu silda- maskinurnar, sum eru í Feroyum, til eisini at skera svartkjaft við! Kann svartkjafturin, feskur sum frystur halda sær á goymslu í styttri ella longri tíð! Og at enda, kann veran seljast til ein prís, sum kann vera grundarlag undir sterri framleiðslu á teimum fer- oysku flakavirkjunum! Fleiri stovnar við Fleiri stovnar hava verið við í arbeiðinum. Lands- byggifelagið og danska fyritokan Matcon hava staðið fyri royndunum at umbyggja verandi silda- maskinurnar, Heilsufreði- liga Starvsstovan og Fiskeriministeriets For- segslaboratorium hava staðið fyri framleiðsluni av sjálvum verunum, og Fiskirannsóknarstovan hevur staðið fyri royndar- fiskiskapinum eftir svart- kjafti. Til hetta endamálið er Leivur Øssurson leigað- ur til 22. mars. Góðir møguleikar Longu nú kann sigast við vissu, at tað er svart- kjaftur í foroyskum sjógvi, sum er væl í hold- um og ti vælhóskandi sum rávera ein stóran part av árinum. Eisini hevur borið til at broytt eina Baader 34 maskinu til at skera flak av svartkjafti. Tað eru annars maskinur á marknaðinum til at skera svartkjaft, men hesar eru rættiliga dýrar. Tað kost- ar harafturímóti lítið og einki at broyta tær mask- inur, vit hava í landinum í dag. Søluroyndirnar eftir Nú er so bert eftir at kanna um svartkjaftaver- urnar kunnu seljast fyri