Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 3. mars 1979 sosialurin Síða 7 — Umsiting av almannamálum, eigur at verða løgd út um landið — ikki úti hjá teimum einstøku kommununum, men á einum almennum stovni í hvørjari sýslu ella hverjum læknadømi. Soleiðis segði formað- urin í Foroya Kommunufelag Vilhelm Johannesen, í einum fyrilestri um »umsitingina av almanna- málum: — Teir relevantu spurn- ingarnir í hesum sam- bandi eru, um almanna- málini skulu umsitast sentralt ella desentralt, og i ti seinna førinum verður spurningurin eisini, um tey so skulu umsitast av kommununum, ella um tað almenna skal leggja stovnar úti um landið, segði Vilhelm Johannesen m.a. Umsiting av einum sentralum stovni Vilhelm sigur at sum er, verða almannamálini sum heild umsitin av einum sentralum almennum stovni, nevniliga Alman- nastovuni, meðan tær sterstu kommunurnar tó í vissan mun hava umsiting av almannamálum um hendi, og eisini er megu- leiki skaptur fyri, at Al- mannastovan kann hava deildir úti um landið, so- leiðis sum tilfellið er í Suð- uroy, har allar kommun- urnar við undantaki av Vágs kommunu eru gingnar saman um eina ti- líka skipan. — Kommunur, sum hava meira enn 2000 í- búgvar, kunnu umsita vanliga uppihaldshjálp eftir gr. 9 í almannalóg- gávuni, somuleiðis kunnu tær umsita einkjuhjálp og hjálp til einligar uppihald- arar eftir gr. 22. Hesar kommunur eru bert triggjar í tali: Tórshavn, Klaksvík og Tveroyri. Hvussu skal skipast? — Spurningarnir, sum al- mannalóggávan fevnir um, eru nógvir í tali og stødugt vaksandi, so hvert sum tann sosiala trygdin verður útbygd ella víðkað. Um stutta tíð fer okkara almannalóggáva eisini at umfata sjúkra- dagpening og seinni helst eisini arbeiðsloysistrygg- ing. Spurningurin er so, um tíðin ikki er komin til tess, at vit av álvara fara at gera okkum greitt, hvussu umsitingin av hes- um málum skal skipast, og hvar umsitingin skal verða: um hon skal verða sentral ella desentral, um hon skal verða hjá landin- um einsamellum, hjá kommununum úti um landið, ella um hon skal verða hjá landinum og kommununum, sigur Vil- helm Johannesen. Fleiri umsitingar — Men lat okkum fyrst gera okkum greitt, hvar umsitingin er í letuni. Al- mannastovan hevur so at siga alla umsitingina av fólka-, avlamis- og einkju- pensión fyri alt landið. Í Tórshavn, Klaksvík og á Tveroyri verða vanlig uppihaldshjálp samb. gr. 9 og einkjuhjálp og hjálp til einligar uppihaldarar samb. gr. 22, umsitin kommunalt, meðan um- sitingin av hesum målum fyri restina av landinum liggur hjå Almannastov- uni. Hetta vil siga, at hó- ast ein tilik umsiting er i Norðoyggjum, nevniliga hjá Klaksvíkar Komm- unu, so skal ein fuglingur, ið skal kanna, um hann meguliga eigur rætt til vanliga uppihaldshjálp sambr. gr. 9, um Klaks- vikina til Havnar, fyri at fåa greidu å hesum spurn- ingi. Viðari kann verða nevnt, at umsitingin av vanlukkutryggingarskip- anini fyri alt landið liggur hjá einum sentralum stovni sum eitur Feroya Vanlukkutrygging. Um- framt hetta hava vit eisini sjúkrakassarnar, sum um- sita sjúkratrygging, við einum sjúkrakassa í hverjum læknademi. Og oman á alt hetta hava vit vanlukkutryggingarráðið, ið, sum tekur avgerðir . Umsitingin av almannamålunum eigur ikki bert at liggja i Havn. Hon eigur at verða løgd út um landið viðvíkjandi avlamispensi- ón, viðvíkjandi dagpen- ingi og endurgjøldum frá Føroya Vanlukkutrygg- ing og eisini viðvíkjandi hjálp til ymiskt annað, og tann umsitingin liggur hjá sorinskrivaranum, sigur Vilhelm Johannesen. Almanna- umsitingin liggur spjadd Vilhelm sigur, at niður- stødan má í fyrsta lagi verða, at almannaumsit- ingin liggur spjadd mill- um ymiskar stovnar, og her hugsar hann um Al- mannastovuna, Feroya Vanlukkutrygging, Van- lukkutryggingarráðið og dómaraskrivstovuna, sjúkrakassarnar og í viss- um ferum kommunurnar. Men samstundis må nið- urstødan eisini verða, at við undantak av sjúkra- køssunum og lutvísu al- mannaumsitingini í Tórs- havn og Klaksvík og á Tveroyri hava vit eina sentrala almannaumsit- ing, sum nógvir av lands- ins íbúgvum ikki kunnu koma í samband við, utt- an skrivliga, gjegnum, telefon ella við at rinda ferð- og uppihaldsutreidsl- ur í sambandi við ein túr til Havnar. Og her hugsi eg um umsitingina hjá Al- mannastovuni, Feroya Vanlukkutrygging og vanlukkutryggingarráðn- um. Fólk vilja helst tosa persónliga og tann per- sónliga samtalan gevur uttan iva tað besta úrslit- ið. Undir eitt — Eftir mini hugsan vildi rætta leiðin verið, at vit so vitt gjørligt løgdu alla al- mannaumsiting undir eitt, soleiðis, at um ein borgari skal hava svar uppá ein sosialan spurning, tað veri seg ein spurning um fólka-, avlamis- ella einkjupensión, ein spurn- ing um vanliga uppihalds- hjálp ella einkjuhjálp, um sjúkradagpening ella ar- as Vilhelm Johannesen varð herfyri afturvaldur til for- mann í Kommunufelagnum beiðsloysistrygging, um vanlukku- ella sjúkra- trygging, um heimahjálp ella dagrøkt av einum barni ella ein barnavernd- arspurning, so skal hann fáa svar uppá spurningar- nar á einum og sama stað. Ut um landið — Men ein tílík samskip- að umsiting av almanna- málum, eigur at verða løgd út um landið, ikki úti hjá teimum einsteku kommununum, men á ein- um almennum stovni í hverjari sýslu ella í hverj- um læknademi. Í hesum sambandi kundi verið nevnt, at vit júst hava fingið eina broyting i kommunu- læknaskipanini, har mið- að verður ímóti, at heilsu- miðsteðir verða bygdar í hverjum læknadømi og at hesar heilsumiðsteðir skulu umfata viðtaluhelir til kommunulæknar, ljós- meður, heilsusystrar, heimahjálp o.s.fr. Hevdi tað ikki verið ein holl loysn, um hesar heilsu- miðsteðir fingu heitið heilsu- og almannamið- steðir, soleiðis at alman- naumsiting, umfatandi umsiting av fólka-, av- lamis- og einkjupensión, sjúkradagpeningi, sjúkra- trygging, vanlukkutrygg- ing, vanligari uppihalds- hjálp, einkjuhjálp, heima- hjálp, dagrekt av børnum, barnavernd og seinni eis- ini arbeidsloysistrygging, fyri viðkomandi lækna- dømi, fekk tilhald í hesum miðsteðum, spyr Vilhelm Johannesen. Fleiri kommunur smáar — Tá eg havi sagt, at ein tilikk samskipað umsiting av almannamálum ikki skal liggja úti hjá komm- ununum, so kemst hetta av, at fleiri av kommun- unum eru so smáar, at tær ikki hava grundarlag fyri nakrari umsiting yvirhev- ur. Men hinvegin eru tað fleiri mál, bæði almanna- mál og ymisk onnur mál, sum best verða framd í felagsskapi fyri fleiri kom- munur í einum nærri av- markaðum eki, og i åvis- um førum bert ikki til at koma uttan um eitt tilikt samstarv. Nidurstødan At enda segði Vilhelm Jo- hannesen, at samlaða nið- ursteðan má verða, at ein samskipað almannaumsit- ing, sum verður legd úti í sýslunum ella úti í lækna- dømunum, vil geva øllum landsins borgarum ta eks- pertisu, sum teir hava krav uppá, og harvið lut í teimum sosialu framstig- unum, ið gjørd eru. Hetta vildi gjørt tað lættari hjá ellum landsins íbúgvum at fingið vegleiðing og hjálp. Tað hevði helst eisini spart tí almenna pening. — Og mín meting er, at so leingi henda leið ikki verður gingin, má al- mannaumsitingin koma undir gamla orðatakið um, at har, sum ein ikki er sjálvur, har er ein ikki meira enn hálvur.