Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mars 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 17 — 3. mars 1979 telf. 14720-. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Menningin TAÐ eru ikki tóm orð, tá ið sagt verður, at endamálið við útbygging- ini av samfelagnum er at veita ollum so góðar umstødur til arbeiðis og góð kor annars. Hetta er grundar- lagið undir øllum sunnum fólkaræði og hetta er grundarlagið undir tí samvinnugrundarlagi sum hetta landsstýrið hvílur á. EIN menning av øllum fyritaksemi her á landi er í sær sjálvum ein mál- setningur, sum krevur iløgur í so mangar samfelagsstættir, ikki minst í grundfíggjan av verandi sum komandi fyritøkum. HERAFTRAT er tað ein alneyðugur táttur framhaldandi at fremja nýggj- ar íløgur í útbúgvingarstovnar okk- ara, soleiðis at okkara fólk altíð er so væl útbúgvið til allar tær ymsu uppgávurnar í samfelagnum, sum nú einaferð eru. VIT vita, at nógv er gjørt i samfel- agnum, eisini fyri at fjøltåtta sam- felagið í arbeiðslívinum sum á ann- an hátt. Hvønn dag síggja vit, at møguleikarnir til uppihalds í landin- um fjølgast, og fyri hvønn dag sum gongur verður meira greitt, at sam- felagsgongdin er merkt av einum samfelag í trivnað og framburði. VIT síggja eisini atfinningarnar, sum gjørdar verða, m.a. veit Dagblaðið nú ein dagin at siga frá, at tað eru tey, sum ikki hava nakað fast ar- beiði og tað eru yngri fólk. Hetta ber júst prógv um, at tað er neyðugt, at útgera okkara unga lið so væl sum til ber, soleiðis at tey hava eitt gott útgangsstoði í tí samfelag, sum vit ynskja okkum at eiga. Og tað er samfelagið, sum rúmar øllum, sum gevur øllum møguleikum til at virka eitt sunt og ríkt lív. VÆL er tað so, at enn liggur mangt á láni, eisini av tí, at afturhaldandi kreftirnar hava rátt alt ov leingi — og long tíð er gingin til at koma til sættis sum framtaksleiðirnar. RÆTTILIGA gott liggur nú undir føti hjá føroyska samfelagnum, bara vit duga at nýta møguleikarnar á ein rættan hátt. Skulu fiska fyri 700.000 kr. um árið: Fyrsti stóri útróðrarbaturin til Haraldsunds Báturin hevur fingið navnið »Kunoyggin« Nú mánadagin kemur ein 20 tons Vik- sundbátur á Havnina. Hetta er útróðrar- bátur, sum fimm haraldsundsmenn hava keypt í Noregi. Tað kann ikki sigast annað enn at vera stórhending, at so stórur bátur nú fær heimstað í Haraldsundi. Í letuni 4 eru 6 smærri bátar í bygdini: trý 10- mannafør, eitt 6-mannafar og tvey 4- mannafer Jógvan Pauli Jacobsen í Haraldsundi skal fera nýggja bátin. Umframt hann vera tveir aðrir við, og tveir skulu arbeiða á landi. — Vit ætlaðu uppruna- liga at keypa ein stálbát í Noregi, sigur Jógvan Pauli Jacobsen. Men skipaverksmiðjan fór á heysin og hesin sáttmálin datt sostatt niðurfyri. Uppá fyrispurning, hví teir eru gingnir frá stáli yvir til glasfipur, sigur Jógvan Pauli, at teir tóku hesa avgerð eftir at hava sæð bátarnar. Nóg stórir Fyrst vóru fólk frá Vik- sundverksmiðjuni í Fer- oyum og vístu filmir. Vit vórðu síðani bodnir til Noregs at siggja bátarnar og royna teir. Niðursteða okkara varð, at eisini teir sterri bátarnir vóru nóg sterkir, og vit hildu eisini, at teir eru Oførir til heima- útróður undir Feroyum. Hetta er næsti Vik- sundbáturin av hesum slag í Feroyum. Jákup Davidsen i Runavik keypti herfyri ein 20-tons- ara frå Viksund. Nyggi båturin hjå Har- aldssundsmonnum er 42 fot langur. Hann hevur øll nútímans tól á brúnni og er útgjerdur við eini 156 hesta maskinu. Ferðin er 9 míl. Báturin lastar góð 40.000 pund, og við út- gerð kostar hann umleið 900.000 krónur. Ætlanin er fyrst at royna við línu og møgu- liga gera nakrar snellu- túrar eftir upsa í summar. Línureiðskapurin verður keyptur frá Tog- og Snør- isvirkinum í Klaksvík. Báturin er fíggjaður við 20 prosent stuðulsláni frá landsstýrinum, 50 prosent láni frá Realinum, 10 pro- sentum í eginpeningi, og restin frá Fiskaribankan- um. Framhald á síðu 20 Bílegging RE, HOTEL FØROYAR Sunnudagin 4/3 frá kl. 18.00 til 20.30: av borði á tlf. 11347 |—[——|————"2e/—— rr