leygardagur 3. mars 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
'Nr. 17 — 3. mars 1979
Skopuningar undangongumenn innan fiskiídnaðin:
Skopunarfars skjótt á
europeiska marknaðinum
Tær fyrstu royndirnar hava givið framúr gott úrslit
Inni á flakavirkinum í Skopun. Her fara farsroyndirnar fram
Í fjor tóku tey føroysku
flakavirkini ímóti millum
60.000 og 70.000 tonsum
av fiski. Umleið helvtin av
hesi negd varð nýtt í
framleiðsluni av matver-
um sum t.d. flaki og salt-
fiski. Hin helvtin, slógvið,
varð antin koyrd burt ella
Ryggurin, tá búkholan er
skorin frá
selt sum minkafóður.
Á flakavirkinum í
Skopun varð alt slógvið
koyrt á sjógv. Teir kunnu
sjálvandi frysta slógvið til
minkafóður, men av tí at
avskipingarmeguleikarnir
í oynni eru so vánaligir,
kann hetta ikki lena seg.
frá
skornir
Uggarnir
hevdinum
Bátur fermur í oynni ein
ávísan dag og eru veður-
líkindini vánalig, slepst
ikki til kai og slógvið
hevði tí hópað seg upp á
teimum frammanundan
lítlu goymslunum. Tí
verður alt slógvið sum er
koyrt burt.
Soleiðis sær slógvið út í
dag, tá tað ikki verður
nýtt til fars
Á fleiri av hinum flaka-
virkjunum er slógvið har-
afturímóti ein rættiliga
týðandi innteka, sum
skopuningar sostatt hig-
artil hava verið fyriuttan.
Men skopuningar vilja
ikki vera eftirbátar. Teir
vilja troyta teir møguleik-
ar, sum eru. Hví ikki gera
matfars av einum parti av
slógvinum!
Undangongumenn
Skopuningar eru undan-
gongumenn innan fiski-
idnadin í løtuni. Just í
hesum døgum melur ein
japansk Bibum-farsmask-
ina tey seinastu tonsini av
farsi til Føroya Fiskasølu.
Fiskasølan hevur bilagt 10
tons, sum hon nú skal
gera seluroyndir við. Nak-
að heilt nýtt innan fer-
oyskt fiskaarbeiði — og
eisini rættiliga nýtt í út-
heiminum. Norðmenn og
japanesarar eru nýliga
byrjaðir at gera hetta
slagið av farsi.
Sosialurin vitjadi á
flakavirkinum í Skopun
herfyri. Har sóu vit og
Soleiðis sær tað út, tá tað
hevur verið malið til fars
Lidna farsið kemur úr trumluni
fingu greitt frá nýggju
farsframleiðsluni.
Harry Hentze, virkis-
leiðari, heldur fyri, at orð-
ið slógv er sera óheppið í
samband við matfram-
leiðslu. Hetta kann lætt
misskiljast. Tá vit tosa
um slógv, verður vanliga
hugsað um bæði høvd,
innvøl o.a. á fiskinum.
Hetta verður tó ikki nýtt
til at gera farsið av.
Tað eru bert eini 30 til
40 prosent av slógvinum,
sum verða nýtt til fars.
Tað eru uggarnir, sum
verða skornir frá hevdin-
um, og ryggurin, tá sjálv
búkholan er skorin frá.
Royndarkoyra
farsframleiðslu
Henda dagin Sosialurin
vitjaði, royndarkoyrdu
teir sjálva framleiðsluna
fyri okkum.
Fyrst verða uggarnir
skornir frá hevdinum og
búkholan verður skorin
frá rygginum. Ryggur og
uggar verða vigaðir, 20
kilo av hverjum. Síðani
verður tað lagt í eitt vatn-
kar fyri at fáa tað seinasta
blóðið at seta frá.
Nú verður fiskurin
koyrdur í sjálva farsmask-
inuna. Hetta er ein lítil
maskina, sum er lett at
flyta. Maskinan arbeiðir
á tann hátt, at fiskurin
verður kroystur millum
eina stáltrumlu og eina
tjúkka gummireim. Farsið
verður kroyst niður
gjøgnum smá hol á truml-
uni, og farsið er liðugt
Síðani verður farsið vigað,
pakkað og fryst.
Úrslitið av hesi roynd-
arkoyring var framúr
gott. Av 40 kg av slógvi
fingu teir 26,5 kilo av rein-
um og beinfríum farsi.
Farsið av rygginum gav
12,3 kilo ella 61,5 prosent
og av uggunum 14,2 kilo
ella 71,0 prosent.
Harry sigur, at teir
hava sjálvir etið farsið.
Tað smakkar ófert, og
konurnar á flakavirkinum
siga, at farsið er sera
vælegnað til frikadellur.
Søluroyndir
Tá flakavirkið hevur
framleitt tey 10 tonsini til
Fiskaseluna, er ætlanin at
bíða og vita, hvat spyrst
burtur úr seluroyndunum.
Skopuningar eru sera
spentir um úrslitið. Eftir-