mikudagur 7. mars 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 18 — 7. mars 1979
Ein vissa í t
,
,
i Ovissa:
Sjonvarpssendarin
kemur 20. april!!
Sjónvarpsfelagið ætlar at fara undir send-
ingar við einum fyribilssendara, um post-
og telegrafverkið gevur loyvi til tess
Tað er enn ógvuliga óvist,
nær sjónvarpsfelagið
kann fara undir sjón-
varpssendingarnar. Tað er
lítið, sum rekir fyri, at tað
verður innan 1. mai.
Men, sum ein glotti fyri
allar eigararnar av sjón-
varpstólum, upplýsir for-
maðurin í sjónvarpsfel-
agnum, Karter Hejgaard,
at felagið nú hevur fingið
at vita við vissu, at send-
arin kemur 20. apríl. Tað
er ti, at dagur dagurin 1.
mai er komin upp á tal.
Ætlanin var annars, at
sendarin skuldi koma um
mánaðarskiftið januar—
februar. Hví hann er
seinkaður, veit sjónvarps-
felagið ikki, men nú hevur
felagið fingið eitt greitt
svar úr Onglandi, sum fel-
agið leingi hevur bíðað
eftir.
Fyribilssendingar
Leysatíðindi vilja vera
við, at sjónvarpsfelagið
skal fara undir sendingar
við einum fyribilssendara.
Og nakað er um tað.
Men, sum so nógv annað í
hesum máli, er eitt men
knýtt afturat fyribilssend-
araætlanunum.
Karter Hejgaard sigur,
at felagið hevur vónað at
kunna fara at senda við
einum fyribilssendara,
men hesin er ikki klárur at
senda við. Karter Høj-
gaard upplýsir, at nakað
skal gerast við sendaran,
so at hann m.a. kann
rokka um alla Havnina.
Harafturat skal felagið
hava loyvi at senda við
hesum fyribilssendaran-
um. Sjónvarpsfelagið
hevur frá ti danska post-
og telegrafverkinum fing-
ið sendiloyvi til sendaran,
sum felagið hevur bílagt,
men tað er ikki nóg mikið.
Søkt, men
einki frætt
— Skulu vit í luftina við
hesum sendaranum, mugu
vit hava eitt loyvi. Vit
hava sekt um loyvi, men
vit hava einki frætt enn,
so tað er eitt sindur Óvist.
— So tú hevur ikki nek-
ur boð til allar sjónvarps-
eigararnar, sum bíða í
spenningi?
— Vit gera alt tað, vit
eru mentir fyri at koma at
senda áðrenn 1. mai, tá
hin sendarin er komin og
klárur at senda við. Tá
fyribils-sendarin er klárur
og rekkur um alla Havn-
ina, og vit hava fingið
loyvið, so senda vit. Ja,
tað eru nógvir faktorar,
sum eru treytaðir av
hverjum eðrum og vit eru
alla tíðina noyddir at bíða
eftir onkrum, sigur Karter
—ÁA
nýtt um nevn
Jóhann Klett, í tæn-
astu hjá OK í 25 ár
25 ára
starvsdagur
Leygardagin hevði Jó-
hann Klett, Saltværks-
vej 105 Kastrup, starv-
ast í 25 ár í skipafel-
agnum ØK.
Jóhann Klett, sum
er feddur í Tórshavn,
fekk starv í OK í 1954
sum stýrimaður. Til
1967 sigldi Jóhann við
skipunum hjá ØK á øll-
um hevum. Tey sein-
astu 12 árini hevur
hann starvast á góðs-
avgreiðslu felagsins.
Andreas Poulsen
afturvaldur
Andreas Poulsen, ma-
skinsmiður, varð aftur-
valdur til formann
Havnar Handverkara-
felags á aðalfundinum í
síðstu viku.
Í nevndina, sum enn
ikki hevur skipað seg,
vórðu valdir: Alfred
Hofgaard, snikkari,
Oliver Schreter Thom-
sen, maskinsmiður,
Hegni Højgaard,
snikkari, og Antines
Antoniussen, snikkari.
Tiltaksmenn eru
Petur Midjord, timb-
urmadur, og Leutjen
Apol, timburmaður.
Andlåt
Elsebeth Frederikke
Hansen, Torshavn, 86
år.
Astrid Jacobsen,
Haldórsvík, 26 ár
Hejgaard at enda.
eira enn 100 vinningar
1. Tórshavn —
> Bergen t/r fyri
"24 tvey við bili
- 2. Tórshavn —
Scrabster t/r fyri
tvey við bili
3. Tjald til fýra fólk
gt i | is i
rytjitttagt | Teir meir enn 100 bingovinningarnir eru ur
itrottadeildini hjå Thomas Dam
|
Undirritadi teknar seg
haldara av Sosialinum
sum
| Opostað
| (SOSIALURIN |
rindar
postgjaldið)
Ongantíð hevur SOSIALURIN fingið so nógvar haldarar uppá
so stutta tíð sum hesar seinastu dagarnar.
Tað er heldur ikki so løgid, tí fleiri og fleiri ásanna, at tað loysir
seg at halda Føroya næststørsta blað.
Um tú ikki longu er haldari, so tekna teg beinanvegin. Tú fært
blaðið ókeypis henda mánaðin og somuleiðis eisini seinasta
leygardagsblað við BINGO-plátuni í.
Navn:
Bústaður:
Postbox 76
3800 Tórshavn Klippið tølini út og goymið tey saman við plátuni.
Kannað posthúsinum
#1)
184IEENASENN svaj] frøet