Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 7. mars 1979 sosialurin Foreldur mótmæla: Byggið lokalskular til smærri børn/ Foreldrafelag sett á stovn í Klaksvíkar Kommunu Herfyri varð eitt foreldrafelag sett á stovn í Klaksvíkar Kommunu. Felagið, sum er óheft politiskt og átrúnarligt, hevur til endamáls at virka fyri at skapa bernum betri kor. A stovnandi aðalfundinum teknaðu 25 foreldur seg sum lim í felagnum. Í dag er limatalið 135. Áv hesum skilst, at for- eldur í Klaksvíkar Komm- unu halda, at tað veruliga er tervur á einum tilikum felag. Bert foreldur og verjar at bernum í Klaksvíkar Kommunu kunnu vera limir í nýggja felagnum, sum er fyrsta av sínum slag í landinum. Nevndin í felagnum er henda: Jógvan Ravnsfjall, form., Gloria Guðjónsson, næstform., Heini Waag, skrivari, Alice Gaard, kassameistari og Julianna Jackson. Á stovningarfundinum tann 27. februar varð á- lagt nevndini at senda eina áheitan til Klaksvíkar Býráð um at steðga ar- beiðinum við útbygging av Ósáskúlanum beinan- vegin. Sosialurin hevur tosað við næstformannin í fel- agnum, Gloriu Guðjóns- son. Hon sigur, at ein av orsøkunum til, at felagið varð stovnað, er barnaár- ið. Men hon leggur aftrat, at felagið skal íkki doyggja, tá barnaárið er liðugt. Stórur tørvur — Tað er stórur tørvur á bæði barnagarðsplássum og vøggustovuplåssum i Klaksvíkar Kommunu, sigur hon. Hóast nýggjur barnagarður varð tikin í brúk herfyri, eru framveg- is nógv bern á bíðilista. Tað er annars eingin vøggustova í Klaksvík sum er, bert tann eini barnagarðurin til 92 bern. Harumframt er tann kom- >Foreldrafelagið heitir hervið á Klaksvíkar Býráð um at steðga arbeiðinum við útbyggingini av Ósáskúlanum beinanvegin. Felagið meinar, at skúlin er ov stórur sum er, samstundis sum tervurin á smærri skúlum í báðum ermum er meira átroðkandi. Ti: 1. Skúlaumhvervið er ósunt fyri tey smáu, tí tey klára seg ikki í mongdini. 2. Sambandið millum bern og lærarar verður ikki nóg gott, tá tey ongantíð koma at kenna hvenn annan. Hetta, at lærararnir og bernini kenna hvenn annan, e r ógvuliga týdningarmikið fyri bernini tey fyrstu skúlaárini. 3. Samband skúla-foreldranna millum kemur altíð at vera ein viðfáningur. 4. Skúlavegurin fyri tey flestu bernini er langur. Í hesu nógvu ferðsluni er hann eisini ógvuliga vandamikil, og eina mest fyri tey heilt smáu. Hartil hava foreldrini nógvan ampa av børnunum, inntil tey eru aftur við hús. 5. Arbeiðið hjá lærarunum verður tungt, og ein fylgjan av hesum er tað læraratrot, sum vit hava nu. Felagið heitir tí á býráðið um at fara undir fyri- reikingar til byggingar av lokalskúlum til tey smærru bernini beinanvegin. Felagsins vegna, Gloriå Guðjónsson, Heini Waag, Jógvan Ravnsfjall, Julianna Jackson og Alice Gaard.« Foreldur í Klaksvík halda at tað er skeivt at savna ell skúlabernini á einum eki munala dagrektin, sum koyrir serstakliga væl. Gloria Guðjónsson visir á, at trupulleikin við barnaansing serliga ger seg galdandi eftir skulatid við børnum í skúlaaldri. Tey foreldur, sum arbeiða allan dagin, hava onga staðni at senda børnini, tá tey eru liðug í skúlanum, og tey ganga ti fyri våg og vind. Nøkur børn kunnu fara til ommur og abbar teir fáu tímarnar til foreldrini koma frá arbeiði, men av ti at nógv fólk, sum búgva í Klaksvík, eru tilflytarar, hava hesi ikki møguleika at vera heima hjá næstr- ingum. Hetta kann fáa keði- ligar fylgjur fyri bernini. Her verður eisini hugsað um ta nógvu ferðsluna. Ein meguleiki at hjálpt hesum bernum hevði verið at latið dagrektina tikið sær av teimum. Tað kundu t.d. verið pension- istar, sum ikki hava nakað annað arbeiði, ið hevdu hesi børn í dagpleygu til foreldrini komu frá ar- beiði. Heldur smærri skúlar Tað er eisini stórur tervur á spæliplássum í Klaks- vík. Tey spælipláss, sum eru, eru ikki hóskandi. Åtrodkandi er serliga. við spæliplássum í miðbýn- um, so bernini ikki ganga úti í ferðsluni. Eitt mál, sum var nógv frammi á stovnandi aðal- fundinum, er útbyggingin av skúlanum í Klaksvík. Nógv foreldur eru sera ónegd við, at Øsáskúlin nú verður útbygdur. Bygdar verða í letuni 5 skúlastovur upp í henda skúlan. Ætlanin er at býta skúlarnar í tvey, men hetta halda foreldur ikki fer at loysa trupulleikar- nar, ti børnini verða fram- vegis å sama stad. Í dag er skúlin i Klaks- vík nógv tann størsti í landinum. Umleið 1000 bern eru stúgvað saman á einum lítlum eki. Hetta eru bern frá 1. flokki til 3. real. Qll hesi børnini koma og fara úr skúlanum sam- stundis og vandi kann standast av ti nógvu ferðsluni. Ov langt í skúla Hjá nógvum bernum, sum búgva í útjaðarunum av Klaksvík er alt ov langur teinur at fara í skúla og koma heimaftur til hús. T.d. brúka bern, ið búgva úti á Bumshamri meiri enn ein hálvan tíma í skúla hvenn dag. Tá hesi bern skulu heim til dog- urða hava tey bert einar 10 minuttir at eta í og so avstað aftur. Hetta er ein av orsekunum til at for- eldrini ynskja bygdar lok- alskúlar til smærri bern, ístaðin fyri at útbyggja teir stóru skúlarnar. Terv- ur er á einum lokalskúla á Bumshamri og einum á Kósini. Si annars áheit- anina til Byrådid. Almennan fund Foreldrafelagið ætlar skjótt at hava ein almenn- an fund, har øll foreldur kunnu tekna seg sum lim- ir. Nevndin vónar, at øll foreldur tekna seg sum lim í felagnum, ti tað umræð- ur at lýsa og gera vart við tervin hjá bernunum í Klaksvíkar Kommunu. Ætlanin er meguliga eisini at hava fyrilestrar har sakkunnleikin greiðir frá barnaansing. Gloria Guðjónsson sigur at enda, at tað er at vóna, at fel- agið kann gerast so sterkt, at tað kann átaka sær aðrar og sterri upp- gávur sum m.a. at útvega pening til tiltek til frama fyri børnunum. Tey, sum búgva í útjaðarunum, hava langt at fara í skúla Síða 3 Hvat heldur tú um nýggju vitjunartíðina á Landssjúkrahúsinum? Sonja á Argjaboða, heimahjálparleiðari: — Eg haldi, at tað er ein góð roynd, og hetta er gott fyri avbygda- fólk. Men eg haldi eis- ini, at teir sjúklingar, sum eru ússaligir skuldu sloppið at verið á eini deild, har teir ikki verða órógvaðir av ellum teimum vitjandi Jóhan Mortensen, blaðmaður: — Spurningurin er ikki lættur at svara hjá mær, men áður tyktist vitjunartíðin at vera dekan ov stutt, og har- afturat lå hon óhegliga fyri, tá hugsað verður um vanliga arbeiðstið GR vv Sigurd Simonsen: — Hon er góð, ti nógv ir sjúklingar hava brúk fyri at fáa vitjan, men so forðar arbeiðstíðin hjá teimum vitjandi mangan. Um henda nýggja tíðin ikki ó- rógvar starvsfólkið og sjuklingarnar, so haldi eg, hon framyvir skal nýtast